mikudagur 23. apríl 2003síða 10
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
At kalla á 39 ára deg-
num hevur fremsti
føroyski súkklarin
tikið avgerð um at
steðga við súkkling á
kappingarstøði. Ein
avgerð, sum treyta-
leyst er tengt at
ósemj-uni, sum hevur
verið við Súkklusam-
bandið seinstu tvey
árini
SÚKKLING
Jákup Mørk
Fáur hevur ivast í, hvat
sterkasta føroysku súkklu-
kortið hevur verið seinnu
árini.
Rógvi
Johansen
hevur seinasta árini ment
seg sera nógv sum súkklari,
og hevur hann eisini fingið
góð úrslit í Danmark, har
hann hevur tikið lut í
sterkasta bólkinum.
Eingin avkláring
Men tað er nú liðugt. Um
páskirnar varð endaliga
avgerðin tikin, og tó at hon
ikki hevur verið løtt hjá
Rógva, so stendur hann fast
við hesa, tá vit á føðingar-
degnum, týsdagin, fingu
orðið á hann umvegis tele-
fonina.
- Tað er í botn og grund
ein spurningur um motiva-
tión. Sjálvandi er tað ein
stórur motivatiónsfaktorur
at vera við í sterkum kapp-
ingum í Danmark. Ikki
minst nú stóra handilsket-
an, Favorit, er vorðin spon-
sosur fyri liðið hjá okkum,
og sigur seg vilja gera nógv
til tess at styrkja um hetta.
Men avgerðin hevur tó
verið ávegis leingi. Longu í
fjør tosaðu teir hjá Shell við
meg um at leingja sponsor-
sáttmálan, sum eg havi havt
við teir, men eg helt meg
ikki til. Kendi líka sum á
mær, at eg ikki fór at súkkla
í Føroyum, og vildi tí ikki
»snýta« ein sponsor til at
rinda mær pening, uttan at
hesin fekk nakað afturfyri.
Og serliga ikki, tá talan er
um ein somikið loyalan
sponsor, sum Shell hevur
verið.
- Hjá mær hevur størsta
motivatiónin tó altíð verið
at tikið lut í kappingunum
heima í Føroyum. Her havi
eg ikki verið, síðani trætuna
við sokallaða Shell-liðnum
í 2001, og eg havi gjørt upp
við meg sjálvan, at eg eri
liðugur í tí sambandinum,
sigu rein bersøgin Rógvi
Johansen.
- Og tað hongur so eisini
saman við, at eg eri sera
harmur um, at hetta málið
ongan tíð er avklárað.
Hóast eg havi havt sam-
band við nevndarlimir í
súkklufelagnum, so er tann
trætan ongan tíð tikin upp á
tunguna, og tað haldi eg
sjálvur vera keðiligt. Og tað
er so avgjørt eitt irritatións-
moment, sum hevur argað
meg í fyrireikingunum hjá
mær.
- Ikki minst tí eg sjálvur
haldi, at eg havi gjørt tað,
sum eg kundi, til tess at
greiða málið, men har er
bara einki hent. Súkklu-
felagið líkist í mangar
mátar einum hyggiklubba,
har tað ræður um at vera
partur av klikuni, sum tekur
avgerðirnar, og tað er so
ikki nakað, sum eg tími at
vera við til.
Óseriøsir
Og nú hann hevur tikið
avgerðina, er Rógvi avgjørt
ikki bangin fyri at siga sína
hugsan
um
føroyska
súkklulandsliðið.
Eitt
súkklulandslið, sum hann
heldur kundi komið nógv
longur, um rætt varð borið
at.
- Tað tykist í mangar
mátar, sum um menn bara
hugna sær, sigur hann.
- Eftir Oyggjaleikirnari í
1995, sum vóru teir fyrstu
fyri mítt viðkomandi, var
avtalan, at vit skuldu betra
enn meira um samanhaldið
á liðnum, men her er so
einki hent tann vegin.
Tvørturímóti. Og fyrireik-
ingarnar seinastu ferðirnar
hava verið út av lagi vána-
ligar, fyri ikki at siga
óseriøsar.
- Eitt haldi eg ongantíð,
at eg havi etið so nógvar
burgarar og so nógv chips,
sum vit gjørdu á Oyggja-
leikunum seinast. Hetta
skuldi annars verið staðið,
har arbeiðið við føroyskari
súkkling seinastu tvey árini
toppaði, men tað sigur
nokk bara um, hvussu tað
verður arbeitt.
- At eg so sjálvur havi
fingið meyl sendandi fyri
nakað av tíð síðani, har sagt
varð frá, at eg nú var tikin
út til bruttolandsliðið -
Treytað av at eg vandi
seriøst í Danmark – og tað
kann eg so ikki brúka til
nakað sum helst. Eg hevði
so eisini boðað frá, at so
leingi ávísir persónar vóru
knýttir at landsliðnum,
hevði eg ongan áhuga í at
vera við. Tað havi eg eisini
sagt fyrr, men hesa ferð var
tað altso í størri álvara, enn
tað áður hevur verið.
Lætt at vera
bakklókur
Hóast hann sum 39 ára nú
hevur sett jarnhestin, so vil
Rógvi ikki siga nakað um,
at hetta er eitt definitivt
farvæl til súkkluítróttina.
- Fyribils havi eg so bara
gjørt av at steðga í eitt ár,
men sjálvandi kann tað
vera tungt at koma ígongd
aftur, um eg skuldi fingið
hug til tað. Men verður jú
ikki yngri, men hinvegin
havi eg enn ongan tíð kent
hetta sum nakra forðing.
Haldi tvørturímóti, at eg
havi verið sterkari fyri
hvørt ár.
Hvussu er og ikki, so
kann Rógvi í øllum føurm
líta aftur á eina góða tíð á
súkkluni. Eina tíð, har hann
eftir fáum árum lyfti seg
upp í donsku A-røðina, eftir
at hann annars hevði vant
einsamallur ígjøgnum nógv
ár suðuri í Vági.
Spurdur, um hann kanska
ikki iðrar seg eitt sindur
um, at hann ikki fór niður
áðrenn, sigur hann, at tað
kann hann kanska.
- Tað er jú altíð so lætt at
vera bakklókur, men sjálv-
andi kann tað vera, at eg
kundi komið longur, um eg
hevði satsað meira tá. Eg
var jú 33-34 ár, tá eg flutti
niður, og tað sigur seg
sjálvt, at menningin kundi
verið størri, um eg fór
áðrenn.
- Men í heila tikið haldi
eg tó, at eg kann vera
nøgdur. Sjálvur haldi eg, at
eg kundi verið komin enn
longur, men tað má so vera
harvið. Fyribils verður tað í
øllum førum ikki til meira,
sigur Rógvi Johansen at
enda.
Nr. 76 • mikudagur • 23. apríl 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
Rógvi fer av hestinum
Oyggjaleikirnir í fjør vóru seinasta ferðin, at Rógvi Johansen umboðaði føroyska landsliðið. Upprunaliga hevði hann ongar ætlanir um at vera við tá, orsakað av
innanhýsis trætu á liðnum
19
18
Nr. 76 - 23. apríl 2003
Veðrið hevur verið
óvanliga gott á pásk-
um, hitin Skírisdag
var 18,3 stig, hetta er
hitamet, sigur Petur
Skeel Jacobsen
verðurfrøðingur.
Tróndur Leivsson,
skógfúti, frá Skógrøkt
Landsins, sigur, at um
tað ikki kemur frost
ella kavi, verður
vøksturin góður í ár
VEÐRIÐ
Magnus Gunnarsson
Tey flestu hava ivaleyst
notið tað góða veðrið á
páskum. Skírisdag var hitin
18,3 stig og tað er met,
sigur Petur Skeel Jacobsen
veðurfrøðingur. Eisini tað
at vit hava havt fleiri góðar
dagar á rað, vanliga er
veðrið sera óstøðugt hesa
árstíðina. Um orsøkina
sigur hann, at tað kann
vera vakstarhúsávirkanin,
hitin er vaksandi um allan
knøttin. Í ár síggja vit tað
tað eisini á vøkstrinum, t.d.
trøðini síggja næstan út
sum um summarið. Trón-
dur Leivsson skógfúti, frá
Skógrøkt Landsins, sigur,
at vøksturin var væl fyri í
heyst, og várið kom óvan-
liga tíðliga. Um veðrið
heldur sær, og tað ikki
kemur frost ella kavi, sær
tað gott út fyri vøksturin í
ár. Planturnar eru sera við-
breknar, og lítið skal til fyri
at gera skaða, bert tað at tað
kemur
náttarfrost
ella
stormur kann gera stóran
skaða, sigur hann.
Hitin setti met á páskum
Frá góðveðrinum við Gjógv
í vikuskiftinum
Nógv fólk leitaðu
sær í svimjihylin
á Velbastað á
páskum, eitt nú
hesir tríggir
brøðurnir Hjalti,
Egi og Lávus
C
M
Y
K
18