mikudagur 23. apríl 2003síða 11
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 76 - 23. apríl 2003
21
Tveir páskasigrar
høvdu við sær, at
klaksvíkingar væl og
virðiliga megnaðu at
spæla seg í fjórðings-
finalu umfarið
LØGMANSTEYPIÐ
Jóannes Hansen
Eftir tveir ósigrar ímóti
EB/Streymi og javnleik í
Vági tóktist møguleikin hjá
KÍ annað árið upp í slag at
detta úr steypakappingini
eftir bólkaumfarið at vera
stórur. Men endaspurturin
hjá klaksvíkingum var so
mikið góður, at teir í
umførunum Skírisdag og 2.
Páskadag fingu fult. Harvið
bjargaðu teir sær næst-
fremsta plássið og pláss í
lutakastinum til fjórðings-
finaluna.
Um KÍ hevur funnið
rætta stevið og harvið er
púra klárt til fyrsta umfarið
í landskappingini, har teir
skulu royna seg í Gøtu, er
ein opin spurningur, sum
heldur eingin í Klaksvík
heldur seg til at svara.
Í fjør megnaði KÍ ikki at
vinna landskappingardystin
í Klaksvík ímóti VB. Hann
endaði málleysur, og tað
var ein av stóru orsøkunum
til, at KÍ ikki síðstu um-
førini var við í kappingini
um FM heitið.
Skírisdag vóru vágbingar
aftur í Klaksvík. Og aftur
hesa ferð høvdu teir somu
reseptina í viðførinum, sum
teir brúktu í landskapp-
ingini í fjør. Teir tóku tað
heilt rógligt, og teir høvdu
bara Birgir Jørgensen á
toppinum.
KÍ hevði bóltin mesta
partin av tíðini, men kanska
var tað framúr góða veðrið,
sum legði ein dempara á
ferðina í spælinum. Tískil
var tað lætt hjá Eyðuni
Jacobsen og hansara monn-
um at byrgja uppfyri.
Klaksvíkingar
fingu
kortini eitt mál undan
steðginum. Símun Joensen
var hægstur, tá ið horna
varð sent innfyri úr vinstru,
og hann stútaði í málið
aftanfyri Bjarna Johansen.
Í 2. hálvleiki økti Erling
Fles við høvdinum. Málið
kom eftir gott álop í høgru,
síðuskift og innlegg.
Síðstu løtuna royndi VB
at flyta seg longri fram.
Næsta teir komu máli var,
tá ið Predrag Zivkovic
sendi bóltin framvið KÍ
málverjanum,
men
Jan
Andreasen
vardi
við
hondini á strikuni. Hann sá
reyða kortið, og Karstin
Joensen bjargaði royndini
hjá Palla Augustinussen úr
ellivu metrum. Hetta var
triðja ferðin í steypakapp-
ingini, at KÍ málverjin vann
tvídyst úr ellivu metrum.
Mánadagin var KÍ á
Argjum. Talan var á ongan
hátt um stórdyst, og liðið
var nógv broytt síðani
hósdagin. Eyðun Klakstein
og Erling Fles vóru fremst-
ir, og teir skoraðu øll málini
í 3–0 sigrinum. Tað fyrsta
fekk Eyðun, eftir at bólt-
urin varð lyftur inn um
verjuna, tað næsta skoraði
Erling eftir flatt innlegg úr
høgru og til nærra stólpa,
og Eyðun staðfesti við
stútara, eftir at hann var
fyrri enn málverjin, tá ið
bólturin varð lagdur inn um
verjuna.
Á KÍ liðnum var merkis-
vert, at Sámal Eyðfinn
Akursmørk, sum ikki hevur
verið á 1. liði síðani FM
árið í 1999, spældi báðar
páskadystirnar á tamb.
VB misti á stokkinum
EB/Streymur hølvaði hós-
dagin AB av 7–1 á Mølini.
Magni á Lakjuni, Sorin
Anghel og Marek Vierz-
bicki skoraðu tvey mál í
part. Marek og Magni fóru
av vøllinum í 2. hálvleiki,
og Magni var so mikið
skaddur, at hann ikki var
við í Vági mánadagin.
EB/Streymur
hevði
frammanundan
tryggjað
sær fyrsta plássið í bólk-
inum og harvið heimavøll í
fjórðingsfinaluni. VB hevði
knívin á strúpanum, og teir
vóru leingi væl grammari
enn mótstøðumenninir.
Predrag Zivkovic legði
heimaliðið á odda í 1.
hálvleiki, og tá ið Birgir
Jørgensen beinanvegin eftir
steðgin økti til 2–0, tóktist
alt benda á, at VB skuldi
vinna øll stigini og harvið
bjarga sær pláss í fjórðings-
finaluni. Men soleiðis tørn-
aði tað ikki út.
Vinjard Dam minkaði um
munin, tá ið tað restaðu
níggju minuttir, og við
síðsta sparkinum av øllum
á Vágseiði 2. Páskadag
syrgdi miðvallarin Hans
Pauli Samuelsen fyri javn-
leiki. Harvið var greitt, at
tað var B36 og ikki VB,
sum skuldi halda fram í
steypakappingini.
Skírisdag
KÍ–VB 2–0 (1–0)
1–0: Símun Joenen
2–0: Erling Fles
EB/Streymur–AB 7–1
(5–1)
1–0: Ronnie Samuelsen 5.
2–0: Magni á Lakjuni 10.
3–0: Magni á Lakjuni 12.
3–1: Johnnie Samuelsen
21.
4–1: Sorin Anghel 32.
5–1: Sorin Anghel 37.
6–1: Marek Vierzbicki 65.
7–1: Marek Vierzbicki 78.
2. Páskadag
AB–KÍ 0–3 (0–2)
0–1: Eyðun Klakstein
0–2: Erling Fles
0–3: Eyðun Klakstein
VB–EB/Streymur 2–2
1–0: Predrag Zivkovic
2–0: Birgir Jørgensen
2–1: Vinjard Dam
2–2: Hans Pauli Samuelsen
Málskjúttar,
løgmanssteypið
Andrew av Fløtum
HB
7
Clayton Soares
FSV
6
Magni á Lakjuni
EB/S
5
Carsten From
HB
5
Julian Johnsson
B36
4
Sorin Anghel
EB/S
4
Krzystof Popczynski
GÍ
4
Sonni L. Petersen
NSÍ
4
Jákup á Borg
B36
3
John Petersen
B36
3
Fróði Benjaminsen
B68
3
Súni Fríði Johansen
B68
3
Hans Pauli Samuelsen
EB/S
3
Marek Wierzbicki
EB/S
3
Bjarni Prior
FSV
3
Hjalgrím Elttør
KÍ
3
Helgi L. Petersen
NSÍ
3
Jónstein Petersen
NSÍ
3
Óli Hansen
NSÍ
3
Palli Augustinussen
VB
3
Jens Erik Rasmussen
FSV
2
Kim Poulsen
FSV
2
Zdislaw Janik
GÍ
2
Erling Fles
KÍ
2
Eyðun Klakstein
KÍ
2
Ove Nysted
KÍ
2
Hanus Thorleifsson
Skála
2
Birgir Jørgensen
VB
2
Predrag Zivkovic
VB
2
Bólkur 2:
Gestirnir sendu VB
út í myrkrið
Klaksvíkingar skaptu sær eitt gott útgangsstøði undan seinasta umfarinum, tá teir skírisdag vunnu 2-0 á VB
Mynd: SáH
21
20
Nr. 76 - 23. apríl 2003
Bólkur 1:
Toftamenn togaðu seg upp
Leingi sá svart út, men
við tveimum nóg so
hepnum málum fingu
toftamenn togað seg
víðari úr bólkaspælin-
um, og tað enntá sum
besti tvey’arin í
kappingini
LØGMANSSTEYPIÐ
Jákup Mørk
Tvørámenn vóru í hesum
bólkinum liðið, sum eingin
roknaði nakað serligt av, og
hetta skuldi fyri tað mesta
vísa seg at halda. Verður
sæð burtur frá fyrsta dyst-
inum, har teir gjørdu ein
vørr móti B68, fekk TB av
at vita mest sum hvørja
ferð. Eisini í teimum báð-
um seinastu dystunum, har
teir taptu til samans 10-0
móti ávíkavist NSÍ og FS
Vágum.
Hepnir toftamenn
Fyrri ósigurin hevði við
sær, at runavíkingarnir
tryggjaðu
sær
fremsta
plássið í bólkinum, og so-
leiðis kundu teir taka sær
av løttum, tá teir leiktu
seinasta dystin á Toftum.
Tað
kundu
hinvegin
hvørki B86 ella FS Vágar,
eftir at tey høvdu leikt mál-
leysan javnleik skírishós-
dag. Tann javnleikin vóru
toftamenn helst fegnari um,
tí verður talt upp í mál-
møguleikum, so er einki at
ivast í, at vágamenn vóru
omaná ta ferðina. Tað einu
ferðina høvdu teir enntá
leikt seg inn um málverjan,
men Bjarni Prior hevði
helst ikki ánilsi av, hvussu
góða tíð hann í veruleikan-
um
hevði,
og
ístaðin
smekkaði hann til við síð-
una av málinum.
Vóru toftamenn hepnir
við einum stigi her, vóru
teir ikki minni hepnir við
sigrinum á NSÍ í seinasta
umfarinum.
Nú
høvdu
runavíkingarnir ikki so
nógv annað enn æruna at
spæla fyri her, men í slíkum
uppgerðum telir hon eisini
nógv, og tað vóru eisini
gestirnir, sum vóru omaná
fyri tað mesta.
Teir løgdu seg eisini á
odda við einum máli, sum
Jónstein Petersen skeyt eftir
uppspæl í høgru, men eftir
lítlari løtu í seinna hálvleiki
hevði B68 koppað øllum á.
Fyrst var Súni Fríði so
avgjørt á rætta staðnum, tá
hann – helst uttan at vita
tað – var millumstøð hjá
einum bólti, sum stakk av
tvørtrænum, og løtu seinni
klossaði Jens Martin Knud-
sen eitt innlegg frá Jan Inga
Petersen í málið.
B68 megnaði at halda
fast um leiðsluna, og vunnu
teir seg harvið somikið
langt upp, at teir endaðu
sum besti tvey’arin í bólka-
spælinum, og fáa teir har-
við heimavøll í fjórðings-
finaluni. Heppið kanska,
men hinvegin er hepnið eis-
ini ein dygd, sum fá lið vilja
vera fyriuttan.
Eingin vandi
Á Sevmýru vitjaðu vága-
menn, og tó at hetta á papp-
írinum líktist eini yvir-
komuligari uppgávu, so
tóku gestirnir sær á ongan
hátt av løttum. Lagt varð
fyri sum eitt óløgið, og
skjótt spurdist eisini úrslit
burtur úr hesum. Ruslan,
Clayton og Bjarni Prior
høvdu undan steðginum
skúgvað mest sum allan
spenning til viks, og eftir
steðgin
slapp
Jóhannis
Joensen at skjóta sítt fyrsta
mál á hesum sinni fyri FSV,
áðrenn
Clayton
Soares
staðfesti.
Við sigrinum komu vága-
menn upp á 10 stig, og við
góða
málmuninum
hjá
liðnum, so var heldur ong-
an tíð stórvegis vandi fyri
at missa víðari møguleikan
í kappingini, tá teir fyrst
høvdu lagt seg á odda
suðuri á Tvøroyri.
Bólkur 1 í tølum:
FSV-B68 0-0
NSÍ-TB 5-0 (2-0)
1-0: Andy Olsen
2-0: Messias Perreira
3-0: Sonni L. Petersen
4-0: Óli Hansen
5-0: Jónstein Petersen
B68-NSÍ 2-1 (0-1)
0-1: Jónstein Petersen
1-1: Súni Fríði Joensen
2-1: Jann Ingi Petersen
TB-FSV 0-5 (0-3)
0-1: Ruslan Screlea
0-2: Claoyton Soares
0-3: Bjarni Prior
0-4: Jóhannis Joensen
0-5: Clayton Soares
Vágamenn høvdu lætt spæl
móti einum TB-liði, sum
fullkomuliga hevur givið
skarvin yvir í steypakapping-
ini, og ístaðin tykist hugsa
um frammanfyristandandi
uppgávuna í aðru deild
Mynd: Áki Bertholdsen
Fyri tað nógva høvdu runa-
víkingar leikliga yvirvág á
Toftum, men toftamenn
høvdu neyðuga hepnið, og
vunnu seg harvið upp á
næsta plássið í bólkinum
Bólkaspælið í kappingini um
løgmanssteypið
Bólkur 1
v
t
d
v
-
j
-
t
mál
mál +/- stig
1 NSÍ
6
4
-
0
-
2
17
6
11
12
2 B68
6
3
-
2
-
1
13
8
5
11
3 FSV
6
3
-
1
-
2
17
8
9
10
4 TB
6
0
-
1
-
5
2
27 -25
1
Bólkur 2
v
t
d
v
-
j
-
t
mál
mál +/- stig
1 EB/S
6
4
-
2
-
0
18
5
13
14
2 KÍ
6
3
-
1
-
2
11
8
3
10
3 VB
6
2
-
3
-
1
9
7
2
9
4 AB
6
0
-
0
-
6
2
20 -18
0
Bólkur 3
v
t
d
v
-
j
-
t
mál
mál +/- stig
1 GÍ
6
5
-
0
-
1
14
8
6
15
2 HB
6
3
-
1
-
2
15
6
9
10
3 B36
6
3
-
1
-
2
11
8
3
10
4 Skála
6
0
-
0
-
6
6
24 -18
0
C
M
Y
K
20