mikudagur 23. apríl 2003síða 12
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 76 - 23. apríl 2003
23
Bæði B36 og HB vóru
eina løtu 2. páskadag
uttanfyri
steypakappingina,
men tey bjargaðu sær,
meðan VB sat eftir
við svarta peri
LØGMANSSTEYPIÐ
Jóannes Hansen
Søguliga er HB steypaliðið
framum øll onnur í Føroy-
um. HB hevur vunnið
steypakappingina 25 ferðir,
síðani tað varð farið undir
kappingina í 1955. Teir
hava vunnið eitt Ísafjarðar-
bikar, tríggjar Ísafjarðarsúl-
ur og eitt Løgmanssteyp til
ognar.
Seinastu árini hava ikki
verið góð hjá HB í steypa-
kappinini. Síðani tað í 1999
varð farið undir kapping
um nýtt Løgmanssteyp,
hevur HB ongantíð vunnið,
og teir hava hesi árini sett
eitt met, sum teimum ikki
líkar. Teir hava tapt tvær
finalur á rað. Fyrst í 2000
og so aftur í fjør.
HB er framvegis partur
av steypakappingini 2003.
Men 2. páskadag var um
reppið, at teir mistu plássið.
B36 var góða løtu á odda
1–0 í grannauppgerðini.
Samstundis var VB á odda
bæði 1–0 og 2–0 á heima-
vølli ímóti EB/Streymi. Tá
var HB ikki í fjórðings-
finaluni.
So javnaði HB í Gunda-
dali. Tá stóð væl til hjá HB
og illa til hjá B36, sum síðst
vann Løgmanssteypið í
2001. Síðsta hálva tíman í
dystinum 2. páskadag var
B36 ikki í fjórðingsfinal-
uni. Men so var tað, at
EB/Streymur javnaði til
2–2 í Vági. Harvið vóru
bæði HB og B36 í fjórð-
ingsfinaluni. Stóri taparin í
tøttu kappingini gjørdist
VB. Saman við AB, TB og
Skála, sum langt síðani
høvdu mist allar møguleik-
ar at halda fram í kapping-
ini, er VB ikki partur í
fjórðingsfinaluni.
Lutakastið til fjórðings-
finaluna skuldi vera í gjár-
kvøldið.
Frammanundan
var greitt, at EB/Streymur,
NSÍ, GÍ og B68 skuldu
spæla á heimavølli. Tofta-
menn vóru illa fyri undan
síðsta umfarinum í bólka-
spælinum, og teir vóru
verri fyri, tá ið NSÍ legði
seg á odda 1–0. Men B68
mundi hava meiri at spæla
fyri mánadagin, enn NSÍ
hevði, og so vann B68 2–1.
Harvið vóru teir partur av
fjórðingsfinaluni og so
góður partur, at teir eiga
heimavøll.
Undan lutakastinum var
greitt, at GÍ í fjórðings-
finaluni
skal
spæla
á
heimavølli ímóti KÍ ella FS
Vágum. Gøtumenn vóru í
bólkaumfari saman við
havnarfeløgunum, og síð-
ani í fjør hava ásetingarnar
verið soleiðis, at feløg, sum
hava spælt saman í bólka-
umfarinum, ikki kunnu
hittast í fjórðingsfinaluni.
Undan lutakastinum var
eisini greitt, at KÍ kundi
ikki spæla á Eiði, og at FS
Vágar ikki kundi spæla í
Runavík í fjórðingsfinal-
uni.
Fjórðingsfinaluumfarið
verður spælt annan sunnu-
dag, 4. mai. Hálvfinalurnar
vera 11. mai og 18. mai.
Fyrsta umfarið í landskapp-
ingini verður Dýra biðju-
dag, sum er fríggjadagin
16. mai. Tá verður spælt
soleiðis:
NSÍ–Skála,
HB–FS
Vágar,
GÍ–KÍ,
EB/Streymur–B68
og
VB–B36.
Høvuðsstaðurin hekk í
klønum tráði
Nú er
útselt
Fótbóltssamban
dið hevur longu
selt tey 4.700
atgongumerkini,
sum tey høvdu at
ráða yvir, og er
tað fyrstu ferð, at
atgongumerki til
landsdyst eru
seld somikið
skjótt í forsølu
LANDSDYSTUR
Jákup Mørk
5.950 áskoðarar fáa
loyvi til at koma á
Tórsvøll, tá fótbólts-
landsliðið um knapp-
ar tveir mánaðir skal
soyna seg ímóti vara-
heimsmeistarunum í
Týsklandi. Og longu
nú er greitt, at talan
verður um fullsettan
leikvøll.
Fyri stuttari tíð síð-
ani byrjaði FSF for-
søluna av atgongu-
merkjum til dystin,
og eftirspurningurin
hevur verið somikið
stórur, at tað longu
nú kann staðfestast,
at alt er bílagt.
Av
skrivstovuni
verður sagt, at tey nú
fara at senda brøv út
til teirra, sum hava
skrivað seg upp til
atgongumerki, og so
skulu hesi gjalda fyri
a t g o n g u m e r k i n i
innan
fyri
eina
hampuliga stutta tíð.
10. mei er settur sum
dagurin, har alt skal
vera goldið, og um
atgongumerkini
tá
ikki eru goldin, verða
tey seld øðrum, verð-
ur sagt.
Umframt tey 4.700
atgongumekini, sum
FSF hevur selt, eru
725
atgongumerki
latin týska fótbólts-
sambandinum, DFB,
meðan restin so eru
atgongumerkini
til
VIP’ararmar hjá FSF.
Fyri tað mesta var tað
EB/Streymur, sum rann
aftaná VB, men í evstu løtu
skoraðu gestirnir tvær ferðir,
og so stóð VB eftir við ongum
Mynd: Áki Bertholdsen
Tað stóð heilt nógv á hjá havnarfeløgunum, men í seinasta
enda rukke tey kortini bæði víðari í steypakappingini
Mynd: álvur Haraldsen
23
22
Nr. 76 - 23. apríl 2003
Bólkur 3:
Ikki meira enn akkurát
Gøtumenn sendu
nervarnar hjá
havnarfeløgunum í
topp, tá sigurin á HB
viðførdi, at annar av
grannunum kundi
rúka, men í seinasta
enda kundi tað alt
verða tað sama
LØGMANSSTEYPIÐ
Jákup Mørk
Tað varð alla tíðina sagt, at
bólkur trý í steypakapping-
ini var hin sterkasti. Við GÍ,
HB og B36 í sama bólki,
var leikluturin hjá Skála
mettur at vera útspældur,
longu áðrenn kappingin
byrjaði, og tað var nú
heldur ikki stórvegis, sum
Skála fekk gjørt, til tess at
forða hesi útsøgnini. Held-
ur ikki hóast teir í dystinum
móti B36 í Havn vóru heilt
nær javnleikinum.
Tað vórðu gøtumenn,
sum endaðu ovast í bólkin-
um, og harvið vunnu sær
rætt til heimavøll í fjórð-
ingsfinaluni. Hetta tryggj-
aðu teir sær sum longu skír-
ishósdag, tá teir rættiliga
óvæntað vunnu 1-0 á HB í
Gundadali. Ikki minst var
hetta óvæntað, tí GÍ viku-
skiftið undan hesum hevði
fingið av at vita frá B36.
Og leingi var líkt til, at
teir í HB ætlaðu sær at gera
tað sama við GÍ. Gjøgnum
stórt sæð allan dystin, og
serliga í fyrra hálvleiki
løgdu teir eitt støðugt trýst
oman móti GÍ-málinum,
men hóast leikliga yvirvág,
so var tað so sum so við
málmøguleikunum. Og fáa
ferðirnar at boð vóru eftir
GÍ-málverjanum, var hann
ósvikaliga tryggur.
Móti dystarenda kom tó
nakað av lívi í. Fyrst sendi
Birgir Sondum Áslak Peter-
sen av vøllinum, tá hesin
fekk næsta gula kortið, og
seinni komu eisini mál-
møguleikarnir. Tann størsta
hevði HB ivaleyst, tá Páll
M. Joensen varð spældur
blankur mitt fyri. Snildis-
liga sendi hann bóltin væl
út um armarnar hjá pólend-
inginum í GÍ-málinum,
men bólturin brast á stólpan
og aftur til málverjan. Og
so kundi GÍ sláa aftur.
Beinan vegin eftir hetta
eydnaðist nevnliga Jónreid
Dalheim at skora eftir eitt
fyrimyndarligt álop. Jón-
reid byrjaði hetta sjálvur, tá
hann dróg framvið verju-
leikara, og Krzystof Pop-
czynski sýndi framúr hegni
við bóltinum, tá hann setti
bæði Jan Dam og Bárð Jo-
hannesen av, áðrenn hann
legði út frá aftur til mál-
skjúttan.
Um sama mundi ognaði
B36 sær trý stig á Skála, tó
at teir fingu ein lítlan skelk
longu eftir fyrsta hálva
minuttinum, tá Petur Svá-
varsson langaði bóltin í
málið.
Tað var tó skjótt, at B36
kom seg, og við málum frá
Jákup á Borg og Julian
Johnsson undan steðginum,
fingu teir tamarhald á støð-
uni. Leingi var tó bert hetta
eina málið á muni, men tá
Julian so slerdi sigurin fast-
an við enn einum máli,
mundu tey flestu halda, at
nú var leyst og liðugt.
Tað hevur nevnliga van-
liga verið so, at níggju stig
hava verið nóg mikið at
koma víðari úr bólkaspæl-
inum við, og tí mundu
hvørki tey í HB ella B36
hugsa stórvegis um víðari
luttøkuna, tá hósdagurin
var runnin.
Men við gjøllari rokni-
stykkjum gjørdist skjótt
greitt, at hetta so langt ífrá
var víst. Tí gjørdist tað allar
helst soleiðis, at dysturin
millum
havnarfeløgini
mánadagin skuldi verða eitt
slag av útskiljing, har tapar-
in mátti taka til takkar við
farvæl og takk, og tað var
so ikki nakað, sum vildi
hóva nøkrum av feløgun-
um.
Óttin í feløgunum tóktist
eisini hava flutt seg út til
leikararnar á vøllinum, tá
dysturin varð leiktur mána-
dagin. Fyrstu løtuna vóru
tað serliga teir í árstalsfel-
agnum, sum vóru um ein
háls, og var tað ikki fyri ein
væl upplagdan Trónd Vatn-
hamar í málinum, kundi
HB væl og virðiliga hava
lagt seg á odda fyrsta hálva
tíman. Men ístaðin varð tað
B36, sum fekk fyrsta málið.
HB hevði longu fingið
eina ávaring, tá John Peter-
sen í púra fríari støðu sendi
við síðuna av málinum,
men løtu seinni var tað álv-
ara. Bárður Johannesen
framdi stórbjarging, tá inn-
legg úr vinstru varð stútað
móti málinum, men hann
fekk bara beint bóltin yvir
til Jákup á Borg, sum tætt
undir
málinum
fekk
skumpað bóltin inn um
liggjandi verjuleikara.
Ein løtu í seinna hálvleiki
var HB ávegis úr steypa-
kappingini, og grannarnir
høvdu eisini møguleika at
undirstrika hetta, tá John
Petersen skammiliga mis-
nýtti møguleika, eftir at
Jákup á Borg hevði snýtt
bæði Jan Dam og Bárð Jo-
hannesen. Og so kundi
Andrew av Fløtum ístaðin
senda B36-áskoðararnar á
pínubeinkin, tá hann sera
hegnisliga undir hørðum
trýsti hálvfluktaði eitt langt
innkast inn við nærmara
stólpa.
HB hevði enntá møgu-
leikan at senda B36 heilt í
kjallaran, tá teir í seinastu
minuttunum sendu á tvør-
træið, men tá var úrslitið úr
Vági longu greitt, har
EB/Streymur í evstu løtu
hevði javnað, og soleiðis
sendi Svartaper til VB.
Hóast víðari luttøku hjá
báðum havanrfeløgunum,
so man tað tó kennast
herskin biti, at hvørgin
teirra fær heimavøll í fjórð-
ingsfinaluni.
Tað fáa gøtumenn nevn-
liga, eftir at teir staðfestu
oddasessin við tryggum
heimasigri ímóti Skála.
Longu í fyrra hálvleiki
hevði leikandi venjarin hjá
GÍ, Krzystof Popczynski,
mest sum avgjørt dystin við
tveimum málum, og tá so
Agnar Højgaard nakað
seinni var óheppin at gera
sjálvmál, var eingin vegur
aftur hjá Skála.
Iulian Florescu minkaði
um munin í seinna hálvleiki
við góðum langskoti, men
tað munaði lítið í samlaða
roknskapinum, og so kundi
Bartal Eliasen sláa sigurin
fastan.
Sum sagt, so staðfestu
gøtumenn við sigrinum
fyrsta plássið í bólkinum,
og mett eftir mótstøðuni í
bólkinum, so má hetta í øll-
um førum takast sum eitt
tekin um, at gøtumenn aftur
í ár eru eitt lið, sum roknast
skal við, tá heiðursmerki og
europeiskir sessir verða
býtt út seinni í ár.
Bólkur 3 í tølum
HB-GÍ 0-1 (0-0)
0-1: Jónreid Dalheim
Skála-B36 1-3 (1-2)
1-0: Petur Svávarsson
1-1: Jákup á Borg
1-2: Julian Johnsson
1-3: Julian Johnsson
B36-HB 1-1 (1-0)
1-0: Jákup á Borg
1-1: Andrew av Fløtum
GÍ-Skála 4-1 (3-0)
1-0: Krzystof Popczynski
2-0: Krzystof Popczynski
3-0: sjálvmál
3-1: Julian Florescu
4-1: Bartal Eliasen
Leingi stóð heilt nógv á hjá
havnarfeløgunum báðum,
men í longdini samdust tey
um javnleik, soleiðis at bæði
koma víðari í
steypakappingini
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
22