mikudagur 23. apríl 2003síða 13
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 76 - 23. apríl 2003
25
24
Nr. 76 - 23. apríl 2003
Í kappingini um IM-
normin, gjørdust
føroyingarnir ov
stuttir á hesum sinni.
Misjøvnu úrslitini
tíðliga í kappingini
høvdu við sær, at
vónirnar til IM-
normin tíðliga
fjaraðu burtur
TALV
Páll Holm Johannesen
Ungi havnarmaðurin, Mart-
in Poulsen, er nýggi føroya-
meistarin í talvi fyri ein-
staklingar. Um páskirnar
hevur FM verið í talvi, og
leygardagin vórðu seinastu
leikirnir fluttir. Seks út-
lendingar hava luttikið í
FM-kappingini í ár, og vóru
tað eisini hesir, ið endaðu á
trimum teimum fremstu
plássunum.
Kappingin varð skipað
so, at fremsti føroyingurin
varð kosin til FM-vinnara.
Eftir seinasta umfarið leyg-
ardagin vóru tríggir teir
fremstu
føroyingarnir
ájavnir í stigum. Martin
Poulsen, Ólavur Simonsen
og Flóvin Tór Næs endaðu
allir á fjóðra plássi í saml-
aðu kappingini við seks
stigum av ellivu møgu-
ligum
FM-heitið varð avgjørt
við kviktalvum, har teir
tríggir telvararnir fingu 25
minuttir at umráða seg í.
Martin vann bæði á Ólavi
og Flóvini, og kann nú
kalla seg føroyameistara
2003 fyri einstaklingar í
talvi.
Undan seinasta umfarin-
um var tað annars Hans
Kristian Simonsen, ið lá
best fyri í FM-kappingini,
men hann tapti óvæntað
fyri Carl Eli N. Samuelsen í
seinasta umfarinum, og
megnaði sostatt ikki at end-
urvinna FM-heitið.
Telvar burturav
Hetta er fyrstu ferð, at bert
19 ára gamli Martin Poul-
sen
vinnur
FM-heitið.
Martin hevur seinasta hálva
árið telvað burturav, og
hetta val tykist nú geva úr-
slit. Nýkosni FM-vinnarin
hevur gjørt stór framstig,
og má sigast at vera nýggja
stjørnuskotið í føroyska
talvheiminum
Í fjør var tað ungi koll-
firðingurin Hans Kristian
Simonsen, sum vann FM,
so ikki kann sigast annað,
at teir ungu telvararnir
rættiliga bíta frá sær.
Bæði Martin og Hans
Kristian hava luttikið í fleiri
Fyrrverandi rum-
enski landsliðsleik-
arin, Nicolae Zamfir,
er ikki longur í hóp-
inum hjá B36, men
býr framvegis í Før-
oyum
FÓTBÓLTUR
Páll Holm Johannesen
Rumenin í B36, Nicolae
Zamfir, er ikki longur
knýttur at 1.liðshópinum
hjá
havnarfelagnum.
Rumenin hevur so at siga
verið skaddur síðan hann
kom til Føroya, og tí hev-
ur leiðslan í B36 valt at
siga samstarvið upp við
rumenan.
Formaðurin
í
B36,
Kristjan á Neystabø, vísur
tó á, at rumenin er væl-
komin at taka kappingina
upp í B36, men tað verður
ikki sum 1. liðsleikari.
B36 hevur seinnu árini
havt ringar royndir av
útlendskum leikararum,
og í fjør endaði samstarv-
ið við miðvallarin, Din
Sandu, eisini í úrtíð.
Sum skilst, so arbeiðir
Nicolae Zamfir í Leirvík í
løtuni, og hann ætlar sær
ikki av landinum enn.
Stokkut gleði hjá
rumena í B36
Atlantic Airways Cup:
Martin Poulsen er nýggja stjørnuskotið
kappingum uttanfyri Før-
oyar seinasta vetur, og
skoðsmálini til teirra er, at
teir eru sera evnaríkir og
gera stór framstig.
Eingin IM normur
Eitt av endamálunum við at
bjóða útlendingum við til
FM-kappingina í ár var at
geva føroyingunum møgu-
leika at ogna sær IM norm.
Eftir fyrstu umførini gjørd-
ist greitt, at tað fór at gerast
tungt, tí úrslitini vóru ov
misjøvn.
Eftir seinasta leikin leyg-
ardagin kundu føroyingar-
nir staðfesta, at teir gjørd-
ust ov stuttir hesa ferð, og tí
má næsti IM-normurin hjá
føroyingum bíða. Í løtuni
eru Flóvin Tór Næs og John
Arne Nielsen einastu føroy-
ingarnir, ið kunnu breggja
sær av at hava IM-norm.
Ovfarnir útlendingar
Útlendsku telvarar søgdu
seg verða ovfarnar av før-
oyskari telving. Teir báðir,
ið endaðu á fremstu pláss-
unum, danin Kim Pilgaard
og skotin John Shaw, eru
báðir stórmeistarar, men
hóast henda styrkismun, so
smæddust
føroyingarnir
ikki burtur.
Bæði Martin Poulsen og
Hans Kristian Simonsen
fingu javnt imóti John
Shaw, og Heini Olsen fekk
eisini javnt ímóti vinnar-
anum av kappingini Kim
Pilgaard. Javnleikurin hjá
Heini Olsen ímóti Kim Pil-
gaard var ein av glottunum
hjá klaksvíkinginum, sum
ikki hevði ein góða kapping
í ár.
Útlendingarnir høvdu á
orði eftir kappingina, at
fleiri
av
føroysku
telvarunum telvaðu væl
betri, enn teirra styrkistal,
og teir søgdu seg vænta
nógv av føroyskari telving í
framtíðini.
FM 2003 Atlantic Airways Cup
Endaliga støðan eftir 11 umfør
Landsliðsbólkurin
Rating
Stig
Kim Pilgaard
2440
9
John Shaw
2474
8,5
Eirik Gullaksen
2354
7
Saevar Bjarnason
2258
6
Martin Poulsen
2239
6
Flóvin Tór Næs
2324
6
Ólavur Simonsen
2250
6
Hans Kristian Simonsen
2224
5,5
Heikki Westerinen
2360
5,5
Carl Eli N. Samuelsen
2142
5
Christan Jepson
2412
5
Heini Olsen
2278
4,5
Eyðun Nolsøe
2220
4,5
Joan Hendrik Andreasen
2106
4
Torbjørn Thomsen
2212
3
Finnbjørn Vang
2006
2,5
FM-plássini innanhýsis
Landsliðsbólkurin
Martin Poulsen
6
Ólavur Simonsen
6
Flóvin Tór Næs
6
Hans Kr. Simonsen
5,5
Carl Eli N. Samulsen
5
Eyðun Nolsøe
4,5
Heini Olsen
4,5
Jóan H. Andreasen
4
Torbjørn Thomsen
3
Finnbjørn Vang
2,5
Bert 19 ára gamli havnarmaðurin, Martin
Poulsen, er nýggjur FM vinnari í talvi fyri
einstaklingar
FM-vinnarin í fjør, Hans Kristian Simonsen, lá best fyri í kappingini undan seinasta umfarinum, men hann tapti óvæntað fyri
Carl Eli N. Samuelsen, og gjørdist tí ov stuttur í ár
Í kappingini hjá unglingum varð eisini neyðugt við umdysti um FM heitið, eftir at Rani Baldursson og Sjúrður Thorsteinsson
endaðu javnir. Rani vann eftir tveir umdystir, 1,5-0,5, og vann harvið FM-heitið fyri unglingar 2003
C
M
Y
K
24