mikudagur 23. apríl 2003síða 14
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 76 - 23. apríl 2003
27
Minnisríkasta eygna-
bragdið í landsliðs-
høpi í fjør var, tá ið
Hjalgrím Elttør hevði
møguleika at javna til
2–2 ímóti Oliver
Kahn og Týsklandi.
Høvuðspersónurin,
sum gleðir seg til
nýggjar møguleikar á
landsliðnum, hevur
ofta spælt støðuna í
Hannover av í hug-
anum, og hann vónar
at fáa møguleikan
aftur, tá ið týskarar
koma henda vegin
FÓTBÓLTUR
Jóannes Hansen
Leygardagin 29. mars fór
tað sum eldur kring fót-
bóltsheimin,
at
Litava
hevði megnað 1–1 ímóti
týsku varaheimsmeistarun-
um. Fótbóltshugaðir føroy-
ingar, sum síðani hava sæð
tindarnar frá tí dystinum í
sjónvarpinum, hava sjálv-
sagt hugsað aftur á miku-
dagin 16. oktober í fjør, tá
ið Føroyar taptu 2–1 í
Hannover. Og í tí sam-
bandinum er tað skjótt, at
støðan rennur fram í hugan,
tá ið Hjalgrím Elttør dygst
undan leikloki var einsa-
mallur við týska málverjan-
um, men tíverri tók bólturin
í stólpan og fór ikki í málið.
– Eg havi ofta sæð hasa
støðuna aftur í føroyska
sjónvarpinum og eisini í út-
lendskum sjónvarpsrásum.
Og sjálvandi iðri eg meg
um, at bólturin ikki fór í
málið. Eg kendi tað ikki
soleiðis tá, at bólturin bar
seg eitt sindur undarliga at.
Men á sjónvarpsmyndunum
tykist tað sum um, at tað er
orsøkin til, at eg ikki raki
bóltin heilt reint.
Vit hava sett manninum
stevnu, sum hesa síðstu
løtuna í Hannover hevði
møguleikan at vera orsøk
til kanska størstu sensatión-
ina í fótbóltssøguni yvir-
høvur.
Kundi tú havt borið teg
øðrvísi at í hasi støðuni?
– Hetta er ikki nakað,
sum eg dag og dagliga
gangi og hugsi um. Men
sjálvandi havi eg hugsað
um hatta og aftur nú, tá ið
eg sá litavan skora ímóti
Kahn. Støðan var ikki so
nógv øðrvísi enn tann, sum
eg var í. Hann sendi bóltin í
mótsattu síðuna av tí, sum
eg gjørdi, og hann var
heppin. Eg haldi, at eg
gjørdi rætt, tí Kahn var
farin eitt sindur til høgru
fyri seg sjálvan, men eg var
bara óheppin, at bólturin
fór í stólpan og ikki í málið.
Hvat kundi tú havt gjørt
øðrvísi?
– Aftaná havi eg hugsað,
um eg kundi havt drigið
meiri inn fyri Jeremis, sum
var aftanfyri, og so kanska
fari til høgru fyri meg
sjálvan og framvið Kahn.
Tað hevði ivaleyst havt við
sær, at vit høvdu havt
fingið brotsspark, um eg
ikki hevði havt skorað.
Akkurát hatta gerst ikki
umaftur. Jeremis og eg
býttu um troyggju. Tað er
minnið, sum eg havi frá
hasum dystinum, og so
mugu vit vóna, at tað fer at
eydnast betri, tá ið týsk-
ararnir koma henda vegin.
Stór kapping
Hjalgrím Elttør sigur seg
ikki duga heilt at siga, um
hann fer at fáa møguleikan,
tá ið Týskland 11. juni
kemur henda vegin. Men
hann stríðist fyri møguleik-
anum:
– Í fjør var eg við í fýra
landsdystum. Ímóti Skot-
landi var eg millum teir
fyrstu ellivu, meðan eg
kom inn í vinardystunum
ímóti Póllandi og Liktin-
stein á Kypros og ímóti
Týsklandi, tá ið eg spældi
einar tjúgu minuttir. Sjálv-
andi
heldur
landsliðs-
venjarin seg til sínar spæl-
arar. Men mín fatan er, at
nýggi venjarin lurtar nógv
eftir
hjálparvenjaranum,
sum fylgir sera væl við,
hvussu
spælararnir
í
heimligu kappingini standa
seg, og serliga hvussu støð-
ugir teir eru. Hetta síðsta
verður gingið nógv uppí. Tí
er tað sera týdningarmikið
at standa seg væl í heimligu
kappingini, um hugsningur
skal vera um at koma nærri
landsliðnum.
Hvussu nær ert tú teim-
um fyrstu ellivu?
– Tað dugi eg ikki at siga,
og tað veit eingin so tíðliga
á árinum. Í fjør var eg fegin
um at fáa boð. Tað vóni eg,
at eg fari at fáa í ár, og nú er
málið at sleppa á liðið. Men
kappingin er sera stór. Á
framrættaðu plássunum er
eingin púra upplagdur og
framum hinar eyðsýndur
kandidatur, soleiðis sum
tað var, tá ið Todi Jónsson
var á liðnum. Spurningurin
er eisini, hvussu tað verður
við Toda og øðrum útiset-
um, grundar Hjalgrím Elt-
tør.
Vit kunnu ímynda okk-
um, at tað, sum Hjalgrím
hevur í huganum, er, um nú
Christian Høgni Jacobsen
framvegis er álopsspælari á
landsliðnum, sjálvt um
hann er verjuspælari í
Vejle, og hvussu tað verður
við Claus Bech Jørgensen,
ið tað aftur nú hevur verið
tosað um sum møguligan
føroyskan landsliðsspæl-
ara.
– Eg haldi eisini, at venj-
ararnir tað síðsta árið hava
givið greiðar ábendingar
um, at teir rokna fleiri at
vera tætt at landsliðnum,
enn tað kanska hevur sæð
út áður. Fleiri ungir spæl-
arar hava verið við í venj-
ingum og á venjingarleg-
um, og eg haldi, at tað er
heilt nátúrligt, um fleiri
koma upp í part av okkum,
sum í fleiri ár hava spælt
saman á yngru landsliðun-
um. Men sjálvandi er hetta
nakað, sum ikki gongur fyri
seg frá einum degi og til
tann næsta, so tað ræður
um at vera tolin.
Dreymurin
Hjalgrím
Elttør
hevur
onkra ferðina verið uttan-
lands og royndarvant –
bæði í Onglandi og Frak-
landi. Hjalgrím dylur ikki,
at hann framvegis droymir
um, at dreingjadreymurin,
at gera fótbóltin til livi-
breyð, skal gerast veruleiki.
Men tað er torført, og hepni
skal til.
– Akkurát nú havi eg ikki
hug at tosa um ítøkiligar
møguleikar. Einki kemur av
sær sjálvum. Tú skalt gera
nógv við fótbóltin hvønn
einasta dag, um tú skalt
verða førur fyri at gera
munin, tá ið møguleikin
kemur. Landsliðið fær fleiri
stórar møguleikar í ár. Vit
skulu spæla í Íslandi og
Skotlandi, og vit fáa vitjan
úr
Íslandi,
Litava
og
Týsklandi. Tað hevði ikki
verið so galið aftur at
fingið møguleikan at staðið
andlit til andlit við Kahn.
Um tað hevði eydnast at
fingið
bóltin
framvið
honum og ikki í stólpan,
men í málið, so høvdu
møguleikarnir
at
gera
dreingjadreymin til veru-
leika vaksið. So tað ræður
um at gera nógv við tað í
venjing og dysti, sigur
Hjalgrím Elttør, áðrenn
hann smoyggir seg í bláu
fótbóltsklæðini og fer út í
apríl veðrið at venja saman
við hinum klaksvíkingun-
um.
Hjalgrím hevur ofta staðið
andlit til andlit við Kahn
27
26
Nr. 76 - 23. apríl 2003
Pop.fo er ein fesk s
p.fo er ein fesk íða við tónleiki og undirhaldi, sum hevur fleiri túsund vitjandi um mánaðin
Fylg vi
F
ð hvat er heitt & feitt - vitja pop.fo
Øll hava eina góð
óða s
a íðíðu
- pop.fo hevur 100
hevur 100
C
M
Y
K
26
Hevði Hans Pauli
Samuelsen ikki skotið
mál við seinasta
sparkinum suðuri í
Vági, høvdu B36 og
KÍ skapt fordømi í
føroyskari
fótbóltssøgu
LØGMANSSTEYPIÐ
Jákup Mørk
Lummaroknararnir mundu
vera dúgliga á lofti, tá sein-
ast umfarið í bólkaspæl-
inum í kappingini um Løg-
manssteypið varð leikt ann-
an páskadag.
Sum tað verður nevnt
aðra staðni á hesum síðum,
so førdu skiftandi støðurnar
alla tíðina til, at tað vóru
ymisk lið, sum vóru úti úr
kappingini, men leingi var
tað tó so, at eingin av
trý’arunum var heilt úti.
Fór seinasta sparkið hjá
Hans Paula Samuelsen í
dystinum millum VB og
EB/Streymn ikki inn, hevði
støðan nevnliga verið tann,
at bæði KÍ og B36 høvdu
verið nummar trý í sínum
bólki. Bæði høvduavt 10
stig fyri sínar seks dystir,
og bæði høvdu havt mál-
munin 11-8.
Kappingarreglurnar hjá
FSF siga, at fyrst verður talt
eftir stigum, síðani eftir
innanhýsis dystum (sum
sjálvandi ikki eru aktuellir
her), síðani eftir málmuni
og at enda eftir skoraðum
málum.
Alla staðni her verður
støðan tó tann sama, og
sambært Ísak Mikladal
hevur FSF ikki framman-
undan gjørt av, hvussu far-
ast skal fram í slíkum føri.
Í landskappingini eru
reglurnar annars, at talan í
evsta føri verður um um-
dyst á uttanveltaðum vølli,
og Ísak Mikladal viðgongur
eisini, at tað ivaleyst vildi
verið
besta
ítróttarliga
loysnin, men sum sagt, so
hevði FSF ikki tikið støðu
til hetta frammanundan.
- Hevði tað hent, so
máttu vit sjálvandi tikið
støðu, og har eru so bara
tvey í at velja. Antin luta-
kast ella umdyst, og ítrótt-
arliga vildi umdysturin sum
sagt verið tann rættasti.
Hvussu var og ikki, so
kundi hetta kortini gera tað
sama. Vágbingar mistu í
evstu løtu, og tí gjørdist KÍ
nummar tvey í sínum bólki,
og skuldu teir tí ikki rokn-
ast við, tá serstaki trý’ara
roknskapurin skuldi gerast
upp.
Kundi verið heilt javnt
Kasakstan eru
klárir
Í seinastu viku nevndu vit,
at tað møguliga bleiv so, at
landsliðið hjá Kasakstan
ikki fekk komið til Føroya,
tí øll tey neyðugu pappírini
oftani kundu verða tung at
avgreiða.
Nú tykist tó, sum um
allir
hesir
trupulleikar
brádliga eru loystir.
Ísak
Mikladal,
aðal-
skrivari hjá FSF, sigur, at
Fótbóltssambandið nú hev-
ur móttikið ein lista við
teimum 31 fólkunum, sum
eru í ferðalagnum hjá Kas-
akstan, og sum hann mál-
ber seg, so eru tað aðrir og
smærri trupulleikar, sum
nú verða umrøddir.
- Tað seinasta vit hava
tosað um er, hvussu stødd-
in á flagginum hjá teimum
skal vera, so tað sær í
øllum førum út til, at alt er
um at koma í rættlag.
Føroya landsliðið verður
ikki savnað fyrr enn leyg-
ardagin. Fyrri dysturin
móti Kasakstan verður
sunnudagin komandi á
Svangaskarði, og verður
hesin
leiktur
klokkan
16.00.
Seinni
dysturin
verður á Tórsvølli, og verð-
ur hesin leiktur týsdagin kl.
18.45
-jm
KÍ og B36 vóru bert sekund frá at koma í eina støðu, har tað vildi verið neyðugt við antin
umdystir ella lutakasti fyri at gera av, hvør teirra skuldi halda fram í steypakappingini