Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-23, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. apríl 2003síða 15

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 76 - 23. apríl 2003 29 Undanvindurin hjá Vejle er so góður, at nú verður felagið hjá Christian Høgna Jacobsen mett at verða tað einasta, sum kann hótta liðini, sum eru best fyri at flyta upp 1. DEILD Jóannes Hansen Næstbesta deildin í Dan- mark er ikki so spennandi, tá ið tað snýr seg um upp- flytingina. Herfølge og Frem eru so mikið nógv fremst, og tey eru so støðug, at tað skal broytast heilt nógv, um tey ikki skulu flyta upp í bestu deildina, har bæði liðini áður hava verið. 2. páskadag vann Her- følge torføra útidystin á Eysturbrúgv ímóti Skjold 1–0. Málskjútti var gamli liðfelagin hjá Jákupi Mikkelsen, Chris Her- mansen. Frem hevði í Valby vitjan av hinum liðnum á Eysturbrúgv. Tað er 110 ára gamla B93. Frem vann 2–0, og harvið tykist tað ikki sum um, at Frem skal falla í skinkluta lagið, sum teir so ofta hava verið í, tá ið avgerandi umførini hava verið fyri framman. Vejle hevur verið sera sannførandi, síðani venj- arin varð skiftur út. Aftur 2. páskadag vunnu teir. Hesa ferð 4–3 á heimavølli ímóti Brønshøj. 1.684 áskoðarar vóru í Nørreskóginum, og teir fingu fult fyri at- gongugjaldið. Stóri mað- urin hjá Vejle var Peter Degn, sum skoraði trý mál. Deknurin gekk amokk, var tað, sum onkur fjølmiðil kundi fáa yvirskriftina til. Christian Høgni Jacob- sen hevði undan 2. páska- degi ikki verið í Vejle hópinum, síðani teir skiftu venjara. Hesa ferð var hann á beinkinum. Tveir minuttir undan leikloki skoraði Peter Degn til 4–3, og beint eftir sigursmálið varð Christian Høgni Jacobsen settur á vøllin. Hann kom inn fyri ein annan gamlan NSÍ spælara. Ulrik Balling hevur síðstu vikurnar verið í Vejle álopinum, og hann hevur skorað fleiri mál. Hesa ferð var hann sørur, og Christian Høgni loysti hann av. Sannførandi gongdin hjá Vejle síðstu vikurnar hevur við sær, at liðið nú verður roknað sum einasta álvars- liga boðið upp á hóttan ímóti Frem á næstfremsta plássinum. Tað verður ikki roknað við, at nakar kann skala Herfølge. Óli Johannesen og Hvid- ovre lættu sær upp um niðurflytingar strikuna. Teir vóru á útivølli á Gentofte stadion, har teir vunnu 2–1 á HIK. Fredericia hevur hingið væl í toppinum, men teir spentu bein fyri sær sjálv- um, tá ið teir taptu 2–1 í Odense ímóti B1913. Botnliðið í Odense, B1909, hevði vitjan av Randers Freja. Gamli lið- formaðurin hjá Brøndby og danska landsliðnum, Lars Olsen, hevur síðani árs- skiftið verið venjari í Randers, og tað hevur gingið syndarliga illa. Í fyrsta dystinum var úrslitið 0–0 ímóti Vejle, os síðani hava teir tapt fimm dystir við málmuninum 4–16. Hesa ferð taptu teir 1–0 í Odense, og nú verður roknað við, at tað ikki verður leingi, inntil Lars Olsen fer at fáa sekkin. Undan vetrarsteðginum var Randers Freja millum toppliðini. Komandi sunnudag fara Hvidovre og Óli Johanne- sen at spæla á heimavølli ímóti Vejle og Christian Høgna Jacobsen. Tað fer at ganga fyri seg, meðan føroyska landsliðið á Svangaskarði fer at spæla ímóti Kasakstan. Molde vann á heimavølli stór- sigur ímóti Lille- strøm, sum aftur í ár tykist hava tað torført NOREG Jóannes Hansen Jákup Mikkelsen sat á beinkinum allar 90 minuttirnar sunnukvøld- ið, tá ið Molde hevði vitjan av Lillestrøm. Alt bendir á, at føroyski landsliðsmálverjin eisini fer at sita á beinkinum komandi sunnudag, tá ið Molde á útivølli fer at spæla ímóti Bodø/ Glimt. Dysturin verður spældur samstundis, sum føroyska landsliðið á Svangaskarði fer at spæla ímóti Kasakstan. Sunnudagin hevði Molde málverjin, Eddie Gustaofsson, millum lítið og einki at gera. Liðfelagarnir úti á vøllinum vóru rættuliga uppsettir, eftir at teir í fyrsta umfarinum høvdu tapt í Skien. Ta ferðina var Magne Hoseth ikki á vøllinum frá fyrsta bríksli. Hetta vildu summi vera við var eitt mistak. Ímóti Lillestrøm var álops- maðurin á vøllinum alla tíðina, og hann takkaði fyri álitið. Molde vann 4–0, og frá 8. og til 34. minutt skoraði Magne Hoseth trý mál. Tvey tey seinnu vóru brotsspørk. Hitt fyrra varð gjørt ímóti honum. Sogndal plagar at stríðast fyri lívinum í bestu deildini. Tað kann væl vera, at tað eisini fer at verða soleiðis í ár. Men fyribils kunnu teir í gamla føroyska felag- num gleðast um, at tað gongur væl. So væl at Sogndal eftir tvey tey fyrstu umførini er á odda í Tippuliguni. Sunnudagin vóru teir á útivølli ímóti Bryne. Håvard Flo skoraði einsamalla málið mið- skeiðis í 1. hálvleiki. Sogndal vann í fyrsta umfarinum á Stabæk, og harvið hava teir fult stigatal. Bryne hevur einki stig fingið. Hjá uppflytarunum úr Aalesund gongur strilt- ið. Enn hava teir einki stig fingið. Teir vóru á odda 1–0 eftir fyrra umfarið á útivølli ímóti Vålerenga, og teir høvdu møguleikar at økja um leiðsluna. Men so vendi rákið. Gamli landsliðs- miðvallarin, Kjetil Rek- dal, er venjari hjá Våler- enga, og hann mundi hava givið sínum monn- um ein orduligan vals í steðginum. Heimaliðið skoraði í 66. og 72. minutti, og so staðfestu teir til 3–1. Odd Grenland vann í fyrsta umfarinum á heimavøllinum í Skien ímóti Molde.Hesa ferð vóru teir á útivølli ímóti Stabæk, og tað tóktist leingi, sum um teir aftur hesa ferð skuldu fáa fulla úrtøku. Odd Gren- land var á odda 1–0 eftir fyrra umfarið, men tá tað var liðugt, hevði Stabæk vunnið 4–1. Bodø/Glimt vann á heimavølli 3–2 ímóti Lyn úr Kristiansand. Nú er íslendski Teitur Þord- arson venjari hjá Lyn. Teir hava bara fingið eitt stig í tveimum teimum fyrstu umførnum, og eftir dystin ásannaði ís- lendski venjarin, at um úrtøkan ikki verður størri, so kann tað so skjótt verða, at trýstið á venjaran fer at økjast. Tromsø hevði vitjan av Viking úr Stavanger. Gestirnir løgdu sann- førandi fyri. Teir vóru skjótt frammanfyri við tveimum málum, og teir høvdu møguleikar at økja um leiðsluna til bæði 3–0 og 4–0. Men teir misnýttu, og í yvir- tíðini í 1. hálvleiki minkaði heimaliðið um munin við sera hepnum máli, tá bólturin rakti bakið á verjuspælara og snýtti málverjan. Í 2. hálvleiki javnaði heima- liðið heilt tíðliga, og so iðraðu teir úr Stavanger seg, so tað stóð eftir i. Meistararnir og favo- rittarnir úr Tróndheimi skuldu í gjárkvøldið spæla á útivølli í Berg- en, har Brann skuldi taka ímóti Rosenborg. Christian Høgni lítla løtu fyri Balling Soleiðis lærdu føroyskir fótbóltshyggjarar Ulrik Balling at kenna, og tó at hann einki mál fekk hesaferð, so hevur hann sýnt gott máltev fyri Vejle seinastu dystirnar Sogndal oddalið í Noregi 29 28 Nr. 76 - 23. apríl 2003 Hugflogið í álops- spælinum hjá áður so sannførandi oddalið- num er fullkomuliga burtur, og nú er tað púra opið, hvør fer at vinna meistaraheitið ÚTISETAFELØG Jóannes Hansen Níggju stig var FCK framman fyri næstu kapp- ingarneytarnar úr Brøndby, tá ið farið varð undir seinna partin av superliguni. Einki bendi tískil á, at talan skuldi gerast um stórvegis kapping millum føroysku feløgini – FCK og Brøndby. Men nú er av álvara talan um kapping, og kappingin er ikki bara millum tvey feløg. Uppflytararnir úr Farum blanda seg nú av álvara upp í DM kapping- ina. FCK er framvegis odda- lið. Teir eru tvey stig framman fyri Brøndby og fimm stig frammanfyri Farum. Men uppflytaraliðið eigur ein dyst til góða. Hann er á heimavølli ímóti AGF, og hann verður spældur nú hóskvøldið. Tað vil við øðrum orðum siga, at tað er møguleiki fyri og rættuliga góður møguleiki fyri, at Farum í annaðkvøld verður javnt í stigum við Brøndby og bara tvey stig aftanfyri FCK. Leikluturin hjá Farum minnir ikki so lítið um tann hjá Herfølge og Jákupi Mikkelsen, tá ið teir vunnu DM. Føroyski leikluturin í oddastríðnum í Danmark er lítil. Jón Rói Jacobsen var á beinkinum allar 90 minutt- irnar, tá ið Brøndby páska- dag spældi 1–1 í Farum, og hann slapp upp í part í tríggjar minuttir, tá ið Brøndby skírisdag vann á heimavølli ímóti Køge, sum nú er botnlið. Brøndby kom á odda tíggju minuttir undan steðginum í Farum. Kasper Dalgas, sum næstan hevur verið mettur sum feilíløga, síðani hann kom úr OB og til Brøndby, skoraði upp á fríspark. Heimaliðið javn- aði við frísparki eitt korter fyri leiklok, og harvið varð mett, at Brøndby hevði mist stórt fer í stríðnum at røkka upp á síðuna av FCK. So- leiðis vísti tað seg 2. páska- dag ikki at vera. Todi Jónsson var skíris- dag í Silkeborg við FCK. Donsku bløðini hildu seg vita, at Todi fór at vera millum ellivu teir fyrstu, men hann var á beinkinum og kom ikki á vøllin, fyrr- enn heimaliðið var á odda 2–0. Silkeborg, sum hevur verið botnlið alt kappingar- árið, eyðmýkti FCK og vann 3–0. Fyrsta tap í tvey ár Hóast FCK síðani vetrar- steðgin bara hevur vunnið eina ferð, so tykjast áskoð- ararnir framvegis at vera trúfastir. 2. páskadag vóru 20.112 áskoðarar í Parkini. Teir sóu heimaliðið hava bóltin nógv ímóti higartil kreppurakta AaB. Men áskoðararnir kundu eisini staðfesta, at heimaliðið vísti als einki hugflog í framrættaða spælinum, og uppløgdu málmøguleikar- nir vóru so at siga eingir. Todi Jónsson kom á vøll- in miðskeiðis í 2. hálvleiki, men tað var ikki hann, sum fekk høvuðsleiklutin hjá FCK. Sinniliga og krops- liga frustratiónin er stór í felagnum, og tað sást í 2. hálvleiki aftur í tveimum reyðum kortum. Vongverjin Peter Christiansen sá reytt fyri høvuðleysa takling í 71. minutti, og í 85. minutti var tað Sibusiso Zuma, sum leyp framav, taklaði ógvus- liga og sá reytt. Roknað verður við, at teir fáa tveir leikdaga leikbann í part. AaB dúvaði upp á skjót- álop, og hóast teir høvdu bóltin nógv minni enn heimaliðið, so høvdu teir fleiri møguleikar. Est- lendski landsliðsspælarin Andres Oper skoraði sigursmálið í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat. Harvið var fyrsta tapið hjá FCK í Parkini síðani 17. august í 2001 veruleiki. Og nú er tað av álvara farið at sansa at í oddastríðnum. AaB hevur havt gott tak á FCK í hesum kappingar- árinum. Í heyst vunnu teir 3–0 á heimavølli ímóti FCK. Eftir at teir høvdu skift venjaran út, vunnu teir úr Viborg stórsigur í Esbjerg, og nú eru Køge og AGF aftast SUPERLIGAN Jóannes Hansen Spurningurin um DM verð- ur eftir øllum sólarmerkj- um at døma avgjørdur mill- um FCK, Brøndby og so Farum. Spurningurin um tey bæði plássini niðanfyri niðurflytingarstrikuna er nógv meiri opin. Undan páskafrítíðini vóru jysku Viborg og Silkeborg bestu boðini. Eftir tey bæði páskaum- førini eru Køge og AGF undir strikuni. Køge hevur staðið seg væl higartil, men nú eru teir har, sum tað varð roknað við undan kappingarbyrjan, at teir skuldu verða. AGF hevur í hesum kappingar- árinum brúkt 35 milliónir upp á nýggjar spælarar, men higartil hevur tað ikki sást aftur í avrikunum. Poul Hansen, sum er venjari í AGF, verður nú roknaður sum favorittur at vera næsta venjarin, ið fær sekkin. Eftir at liðið hjá honum 2. páskadag á heimavølli hevði tapt 2–1 ímóti AB, ásannaði hann, at hann ikki hevði vitað, at botnstøðið hjá hansara monnum var so lágt, sum teir høvdu víst ímóti AB. AB var so tyngt av skað- um, tá ið teir komu til Århus, at teir noyddust at hava tveir spælarar, sum bara hava umstøður at venja tvær ferðir um vikuna við 2. liði, á vøllinum. Tíggju minuttir inn í 2. umfarið sá ein AB spælari reytt, men kortini megnaði AGF bara at skora eitt mál í yvirtíðini. Donsku fjølmiðlarnir tevja blóð. AGF venjarin, Poul Hansen, verður mettur millum teir bestu. Men nú verður mett, at hann ikki hevur stóran kreditt eftir í stórfelagnum í Århus. Hós- kvøldið skal AGF spæla á útivølli í Farum, og sunnu- dagin skulu teir spæla á útivølli í Viborg. Um AGF einki fer at fáa burturúr hesum báðum dystunum, so verður ivaleyst stutt til skafottið. Tær 35 milliónir- nar vóru ikki ætlaðar at keypa eitt lið at flyta niður við fyri. Ikki at kenna aftur Í síðstu viku fekk venjarin hjá Viborg, Søren Kusk, sekkin. Hann segði seg vera ovfarnan, tí eftir trilvandi byrjan hevði Viborg fingið fleiri javnleikir síðstu um- førini. At Viborg hevði fingið nýggjan venjara hjálpti í fyrstu royndini. Nýggjur venjari er Benny Lennarts- son. Svenski venjarin var í síni tíð venjari hjá Toda Jónsson í Lyngby. Seinastu árini hevur hann verið í Noregi. Hann hevur áður verið venjari í Viborg. 2. páskadag var Viborg í Esbjerg. Heimaliðið hevur havt undanvind síðstu vik- urnar, men tað sást ikki aftur hesa ferð, hvør hevur havt mótvind, og hvør hevur havt blíðari byr. Viborg vann 5–1. Stóri málslúkurin var Søren Frederiksen, sum skoraði fýra ferðir. Viborg hevur havt rættuliga gott tak á Esbjerg í hesum kappingar- árinum. Hetta var triði dyst- urin teirra millum. Viborg hevur vunnið allar, og málmunurin hevur tilsaman verið 15–2! Silkeborg lyfti sær upp um strikuna, tá ið teir vunnu 3–1 í Køge. Harvið fekk Silkeborg seks stig burturúr teimum báðum umførunum á páskum. Hin sigurin var 3–0 á heima- vølli ímóti FCK skírisdag. OB og FCM eru – burtur- sæð frá FCK, Brøndby og Farum – einastu liðini, sum als ikki kunnu sigast at vera hótt av niðurflytingini. Bæði liðini mistu 2. páska- dag eitt sindur í stríðnum um heiðursmerkini. Eftir fýra minuttir hevði Bo Hansen skorað tvær ferðir og harvið lagt FCM á odda. Men í 2. hálvleiki javnaði OB. FCK tvey tap á páskum Tað er trongt í botninum Jón Rói Jacobsen stríðist enn fyri at sleppa framat væl koyrandi Brøndby-liðnum. Um páskirnar varð talan bert um tríggjar minuttir á vøllinum C M Y K 28