Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-07-11, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. juli 1992síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 130 — 11. julí 1992 Nýggj og sjáldsom djórasjúka: Kettu-AIDS Sjúkan varð fyri fimm árum síðani funnin í USA, og í 1989 varð fyrsti tilburðurin skrásettur í Danmark Sjúkan AIDS hevur eftir- hondini breitt seg um allan heim, og sjálvt her í lítlu Føroyum hevur hon sett síni spor. Hendan ræðuliga og ólekiliga sjúka hevur kravt fleiri mannalív, og gransk- arar halda hana vera eina ta størstu hóttanina, ið yvir- høvur finst móti mannaætt- inini. Men tað eru tó ikki bert menniskju, ið vera rakt av slíkari lívshóttandi virus- sjåku. Nå er nevniliga eisini staðfest ein AIDS-sjúka, ið rakar kettur. Sjúkan er sjálvsagt ikki akkurát tann sama sum AIDS, eitt nú tí at hon ikki smittar fólk. Men talan er um eina ulsvarandi sjúku, ið hevur fingið heitið kettu- AIDS ella FI V — í staðin fyri HIV. F'iðstavar frá latínska navninum fyri kettu, felix. Í fleiri londum hevur sjúkan fingið heitið FAIDS. Tað eru bert fimm ár lið- in, síðani sjúkan á fyrsta sinni varð staðfest í USA, tá ein kettueigari kom til eina virolog og helt fast um, at ketta hansara hevði fingið AIDS. Í fyrsta umfari vildi viro- logurin ikki vita av hesum, tí hetta ljóðaði alt ov langt úti, men tá eigarin av kett- uni áhaldandi bað um at fáa hetta kannað, boygdi viro- logurin seg og kannaði kett- una. Tað vísti seg, at hon hevði virus og var smittað. Staðfest í Danmark Síðani er sjúkan staðfest ymsa aðrastaðni í heim- inum, og í 1989 varð kettu- AIDS fyri fyrstu ferð stað- fest í Danmark. Eins og hjá menniskjum er talan um eina drúgva ígerðartíð, áðrenn sjúkan kemur til sjóndar. Í fyrsta umfari ber til at halda henni niðri við antibiotika, men so gerst ikki meira, og kettan doyr innan long tíð er farin. Hvagani sjúkan stavar, eru granskarar ikki komnir til semju um, og er orsøkin í høvudsheitum tann, at eing- in enn veit tað. Hildið verð- ur tó, at talan er um eina mu- tatión — tað vil siga eina broyting í verandi virus. Allar kanningar hava víst, at sjúkan ikki smittar fólk, og at hon heldur ikki verður borin víðari við eitt nú mýggjabitum. Higartil hevur tað heldur ikki víst seg, at sjúkan hevur smittað onnur djór enn bara kettur. hj. Áki Mortensen, landsdjóralækni: Ikki Staðfest Í Førovum »Men kettu-AIDS kann so skjótt verða tað, ti smuglingin av kettum og ødrum djórum er sera livlig,« sigur landsdjóralæknin Enn er tann rættiliga nýggja og Okenda virusjúkan kettu- AIDS ikki staðfest í Føroy- um. >Tað eru djøralæknamir, ið hava alla vanliga viðtalu og viðgerð um hendi, tá talan er um sjúk djór, men tá okkurt serligt er á vási, er vanligt, at landsdjóralækn- in verður drigin uppí,< sigur Aki Mortensen, landsdjóra- lækni. >Og higartil havi eg einki fingið at vita um, at nakar av djóralæknunum hevur staðfest kettu-AIDS, og tori eg tí at siga við vissu, at kettu-AIDS enn ikki er staðfest í Føroyum.« Kann hendan AIDS- sjúkan hava nakað at gera við sjúkuna ridluskriði, ið seyður kann fáa, ella hava hesar báðar. sjúkur, einki. við hvórja aðra at gera? . greið lóg er um forboð fyri Einki samband er „Einki samband er mill- um hesar báðar sjúkurnar, hóast tær kunnu vera sera meinlíkar á bert einum øki, nevniliga,atígerðartíðin frá smittu til sjúku kann vera sera drúgv,< sigur Aki Mor- tensen. >Men hóastenn ikki er útgreinað út í æsir, hvat ridluskriði er fyri ein sjúka, hevur hon einki við kettu- AIDS at gera. Ridluskriðu hevur tó volt til stórt høvud- brýggj, av ti at granskarar hava so nógvar Osvaradar spurningar at dragast við.< Hóast kettu-AIDS enn ikki er staðfest í Føroyjm, er landsdjóralæknin als ikki so vísur í, at vandin fyri, at hendan sjúka kann koma til Føroya, er so lítil, hóast at flyta inn livandi fuglar og súgdjór. >Ég havi ein sera sterkan varhuga av, at ein sera livlig smugling av hesum djórum fer fram úr útheiminum til Føroya — serliga av fuglum, hundum og kettum,< sigur Áki Mortensen. Tað er ikki sørt, at lands- læknin hevur hug at ilskast inn á, at tað ikki tykist sum avvarandi myndugleikar í monrgum fórum nóg hond- fast gera nakað við hendan trupulleika. >Ég kann bara nevna eitt dómi um eina fráboðan til løgregluna um ein í minsta lagi 30 kilo tungan hund, sum skuldi vera í einum bili umborð áeinum skipi. Upp- lýst varð bæði um navn á skipinum, hvar tað kom og … % mee Framhald á síðu 16 Síða ; Tað vóru ikki smápengar, ið vórðu goldnir út í arb- eiðsloysisstuðuli í juni mánaði. Kring alt landið fingu 899 fólk tilsamans goldn- ar út 4.831.789 krónur harav 3.102.139 krónur vórðu goldnar út av Al- mannastovuni, meðan 1.729.650 krónur vórðu goldnar út av Tórshavnar Býráð. Av teimum 899 føroy- AR sn» an nens en | Arbeiðsloysið framvegis stórt: 900 høvdu einki arbeiði i juni ingunum, ið vóru arb- eiðsleysir í juni, var býtið rættiliga javnt millum konufólk og mannfólk åvikavist 469 og 489 Tey flestu í Havnini Meðan konufólkini vóru í meiriluta av teim- um 18-24 ára gomlu, ið einki høvdu at fara upp til í juni, vóru mannfólkini í meiriluta millum teirr, ið er 35 ár og eldri. Í aldurs- 1 —...212.. bólkinum 25-34 ár er rættiliga javnt býtt. Tey flestu arbeiðsleysu eru í Havnini — 323 fólk — men Norðoyar, Eysturoy og Suðuroy “hanga væl við' — har vóru åvikavist 200, 150 og 124 arbeiðs- leys í juni. Minsta arbeidsloysid finnist í Sandoy og Skúv- oy, har 27 einki arbeiði hava. ......