Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-07-14, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. juli 1992síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

RE UUU Á Tey sum fara úr fólkaskúlanum Tilvildarlig mynd Duga ikki at slava Tey 15-16 ára gomlu duga munandi verri at skriva Í 1978 fekk ein næmingur próvtalið 8 í fráfaringar- roynd fólkaskúlans i skrivligum føroyskum, um hann hevði millum 7 og 10 villur. Í 1991 fekk ein næm- ingur próvtalið 8, um hann hevði millum 16 og 24 villur. Harafturat kemur, at uppgávan, næmingurin sum tók prégv í 1991 skuldi loysa, var munandi lættari enn tann, næmingurin sum tók prógv í 1978 skuldi loysa. Tað er Napoleon Joensen, lærari, sum í seinasta skúlablaði leggur hesi tøl fram. Hann hevur rætta uppgávur í føroyskum hesi árini, og hevur soleiðis fingið innlit í, hvussu gongdin hevur verið. Og orsøkin til hesa gongd er íkki, at næmingarnir sum heild fáa hægri próvtgl, sigur Napoleon. - Landsskúlafyrisit- ingin savnar hvørt ár úrslitini av próvtgkunum inn, og ásetir síðani hvussu karakterirnir Skulu gevast, greiðir hann frá. - Meðalkarakterurin 8 verður sostatt ikki givin eftir nøkrum føstum målistokki, men eftir hvussu nógvar villur næmingarnir hava í meðal. Tá minni og minni skal til fyri at fáa eitt áttatal, er tað tí næmingarnir duga verri og verri at skriva føroyskt. Færri duga heilt væl Teir næmingar sum skar a framúr, verða eisi- ni alsamt færri: Í 1983 vóru 18 av 188 næmingum, sum høvdu fimm villur ella færri. I 1987 vóru 12 av 189 við fimm villum ella færri, og í 1991 vóru bert fýra av 205 næming- um, sum høvdu fimm ella færri villur. Bygnaðarbroytingin lækkaði staðið Spurdur hvat hann heldur orsgkina vera, sigur Napoleon, at tað uttan iva hevur samband við, at tey ungu brúka alsamt meiri tíð frammanfyri sjónvarpinum. Og tað mennir á ongan hátt førleikan i føroyskari stavseting! Eina adra orsøk til gongdina heldur hann vera ta bygnadatbroyting, sum hendi í fólka- skúlanum, tá realskúlin varð avtikin. - Gamla skipanin býtti næmingarnar upp í teir handaligu og teir bók- ligu. Við teirri nýggju skuldi ongin uppbýting vera, og ongin ivi er um, at tað hevði við sær, at stødid sum heild lækkaði, heldur hann. - Skal bygnaðurin føroyskt í dag, enn sami aldursbólkur fyri 14 árum síðani broytast gamla? - Tað kann hugsast at tað hevði verið skilagott at broytt bygnaðin í skúlanum, men tað er eitt stórri mál, sum eg íkki fari at koma inn uppá her, sigur hann. Men eitt heldur hann kortini átti at verði gjørt: Styrkt føroyskt vid at givid lærugreinini fleiri timar å timatalv- uni. Sama skil aðrastaðni At næmingar duga verri og verri at stava, er ikki nakað serligt fyri Før- oyar. - Bæði í Danmark og í Svøriki er stýðan tann sama, sigur Napoleon. Talið á villum er stødugt vaksið upp gjøgnum åttatiårini. - Og eisini har verður nú tosað um, at móður- málið átti at fingið stórri pláss í skúlanum. s-s- aftur til tað Í orð á Oddmar ærø Til bladid leygardagin royndu vit at fáa orð á Jón á Steig, formann í læknafelagnum, fyri at vita hvat læknarnir kun- du hugsast at fara at siga til uppskotið hjá lands- styrinum um, at teir taka frí eina viku við ongari løn Men hann var ikki at hitta. I stadin fingu vit Oddmar Færø, yvirlækna. Og soleidis kom ein ålvarslig misskiljing i Blaðmaðurin helt seg nevniliga tosa við Jón, tå hann tosaði við Oddmar! Og í blaðnum leygar- dagin var Jón so endur- givin fyri at siga tað, Oddmar í veruleikanum hevði sagt. Vit biða teir umbera misskiljingina. Blaðm. Um tingmaðurin verður rektari Sommer inn fyri Jóannes Verður tað tann fyrst innstillaði umsøkjarin til starvið sum nýggjur rektari í Hoydølum, Jóannes Dalsgaard, sum verður settur í dag, verður ein útskifting í tinginum. Jóannes sigur nevniliga tingsessin frå sær, verður hann settur í starvið. Sommer somu stødu Men Jéannes Dalsgaard hevur saman við Jåkupi Lindenskov hótt við at taka stuðulin til sam- gonguna aftur, um lands- stýrið ikki syrgir fyri, at tað slepst hópuppsagnum á landssjúkrahúsinum. Verður henda hóttan afturtikin nú? - Nei! svarar Jóannes Dalsgaard. Fyri tað fyrsta fari eg ikki frá fyrr enn 1. september um eg fái starvið, og fyri tað næsta hevur Sommer Winther somu støðu til sjúkrahússparingarnar sum eg og Jákup. S-S-