Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-07-14, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. juli 1992síða 4

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 200 søktu Gravgangur er eftir at sleppa í læru í peningastoynunum Hvussu stórt arbeiðsloysið er, síggja fyritðkur og stovnar væl, tá tey søkja efur fólki. Umsóknir koma inn í hópatali Herfyri søktu Føroya Sparikassi og Føroya Banki eftir lærlingum Føroya Sparikassi fekk 160-170 umsóknir. Flestu umsekjararnir vóru ung við studentsprógvi, HF-progvi, FHS-prógvi og HH-progvi Men eisini meira ulkomin fólk søktu. Í vikuni verðu stóða ukin ul, hvørji sleppa í læru. Tey kunnu teljast á aðrari hondini Føroya Banki fekk yvir 200 umsóknir til tey átta tæruplássint, ið nú eru sett Nýggju lærlingarnir byrj aðu hósdagin. Tey sum fingu lærupláss hava HH-prógv Lærutíðin er tvey ár, og lærlingarnir skulu hálvt annað ár ganga í finansskúl- 1 t ticstu, anum, sum peningastovn arnir hava felags å handils- skúlanum. Treytin fyri at fullføra útbúgvingina er at standa skúlan. Eitt er at sleppa í læru. Tey, sum nú hava fingið læruplåss, hava ikki tryggj- að sær framtidarstarv, ti mark er fyri, hvussu nógv starvsfólk peningastovnar- nir kunnu hava. Fullføra tey lærutidina og standa skúlan, kunnu tey tá søkja um star í peningastovninum. Men sjålvt um arbeiði ikki er til teirra tå, er útbúgvingin gott grundarlag at fara víðari við, halda peningastovnar- nir Sjóvinnubankin hevur tvey tey seinastu árini ikki tíkið lærlingar inn. Enn er stóða ikki tíkin til, um nakar verður tikin inn í ár ella | bíðað verður ul næsta år randi Fólk lata væl at vest- anstevnuni, sum um vikuskiftid var í Vest- manna. Gott veður og gott lag. Poliuið í Vestmanna letur eisini væl at. Alt gekk fridarliga fyri seg, sjálvt um fólkið var nógv. Fríggjamorgunin varð ein tó tikin fyri at koyra við kenning, og sunnu- morgunin tóku teir ein annan, sum ikki átti at koyrt. Í Sjáldsama fridarligt Politiið hevði annars fingið tveir mans úr Havn norður at hjálpa stevnudagamar, men teir høvdu sum nevnt lítið at gera. Mánamorgunin var ein maður tó heldur émøguligur í kenning- ini. Hann gjørdi seg inn áfólk, so politiið valdi at flýta mannin til Havnar at sova kenningina av randi M/B Medicus Læknabáturin í Klaksvík Freistin at bjóða uppá M/B Medicus er úti 1. august 1992. Klaksvíkar Sjúkrahús Umsjónarmaðurin 700 Klaksvík Ein av tíggju tíðindablaðið — Nr. 131 — 14. juli 1992 hoyrir illa Hoyribrekað í Føroyum hava nú stovnað felag hinum norðurlondunum Meginfelag teirra Brekaðu í Føroyum fær nú eitt lima- felag aftrat. Felagið eitur "Felagið fyri hoyribrekað í Føroyum”, og tað varð stovnað leygardag- in. I grundini eigur nordur- lendska meginfelagið fyri hoyribrekað æruna av, at tunghoyrd í Føroyum nú hava fingið felag. Norð- urlendski = felagsskapurin ferast millum londini og heldur ráðstevnur og fundir, og tey avgjørdu at koma til Føroya í ár at halda fund og samstundis skumpa undir at fáa felag í Føroyum á føtur. Umleið 30 fólk vóru á stovnandi fundinum, sum valdi Caritu Bjørklund Nielsen, Jákup Danielsen og Mariu Hansen í nevnd- ina. Tiltakslimur er Martin Mouritsen. Nevndin hevur ikki skipað seg enn. Uppgávurnar eru fleiri, heldur nevndin, sum fyrst av øllum fer at gera sær ar- beiðsætlan. Neyðugt er við upplýsandi arbeiði av yms- um slag bæði um og fyri hoyribrekað og at bóta um ymisk viðurskifti. T.d. er nakað, ið nevnist tele- sleingjur. hetta er ein út- gerð, ið enn bara nakrar fáar kirkjur í landinum hava, og sum er hoyribrekaðum ein stór hjálp. Har telesleingja er, kunnu hoyribrekað inn- stilla sítt hoyritól ul at kunna hoyra bara tanr, sum tosar í mikrofonina. Slik útgerð átti at verið í øllum almennum samkomuhús- um. Tað eru heldur vant- andi vitan meira enn peng- ar, ið er orsøkin til, at tele- sleingja ikki er á fleiri stóðum, tí útgerðin er bílig. Nýggja felagið eigur sum skjótast at fra til verka, so fleiri hús fáa hesa útgerð. Eingi hagtøl eru fyri, hvussu nógv hoyribrekað eru í Føroyum. Men hagtøl í øðrum londum siga, at 10% av fólkini hevur niðursetta hoyrn. Orsgkin kann bæði vera sjúka, ein skaði ella vidføtt hoyribrek. At tíggj- unda hvert fólk hoyrir illa man vera á eini leið eisini í Føroyum. Skúlin á Trødni hevur skrásett 1900 fólk, sum hava fingið hoyritól, og tað munnu vera líka nógv, sum ikki hoyra væl men kortini ikki hava fingið sær tól. Ráðstevnan skuldi byrja seinasta týsdag, men orsak- að av mjørka, sluppu út- lendingarnir ikki til Føroya fyrr enn mikudagin, og stevnan -—ellaevnisdagarnir — varð tí útsett til tå. Um útbúgving Stevnan var um útbúgving- armøgulcikarnar hjá hoyri- brekaðum í Nordurlondum, og gjørd varð ein fundar- samtykt, ið er send norður- lendsku stjórnunum og Norðurlandaráðnum. Í hesi fundarsamtykt verður víst á, at hoyribrekad ikki fáa nóg góða útbúgv- ing, og at teimum næstan er Ogjørligt at fá sær hægri útbúgving. “Tá vit hoyribrekadu iki fáa frálæru sum hóskar til hoyribrek okkara, er tað ikki bara kunnleika okkum fer at tørva. Tað er enn ålvarsligari, at vit ikki fáa týðiligan samleika (identi- tet) sum hoyrbrekað. Grundarlagid undir sam- leikanum er målid og tad at kunna sammeta seg vid menniskju við somu for- treytum sum ein sjálvur. Tá skúlin ikki er tillagadur tørvi tess hoyribrekaða á vælvirkandi samskifti, eru alt ov mong, sum vaksa upp og halda seg sjálvan vera minni verd“ stendur m.a. í fundarsamtyktini. Sagt verður, at hoyri- brekað børn, sum ganga i vanligum skúla, ikki altíð fáa tey neyðugu hjálpar- tólini, at tað í norðurlondum bara eru heilt fáir fram- haldskúlar úl hoyribrek- aðan ungdóm, og at eingin lærdur háskúli ella hægri eins og Norðurlendski felagsskapurin fyri hoyribrekað valdi at hava sínar evnisdagar í ár i Føroyum, og soleiðis kom tað í lag, at felag varð stovnað í Føroyum i øllum læristovnur er tllagadur hesum ungu. Trot er å tolk- um, og avleidingin er, at torført er hjå hoyribrek- aðum at fáa hægri útbúgv- ing. Stødan er tann sama hjá teimum, sum eru vorðin hoyribrekað sum tilkomin. Sparingar eru í øllum norðurlondum, og hoyri- brekað eins og øll onnur kenna sviðan: "Vit eru skelkað av, hvussu skjótt tað hevur gingið aftur á hond, og vit vilja gera politikararnar og embætismenninar = varar við, at neyðugt er at leggja stóran dent á, at vit í okkara norðurlondum ikki fara at góðtaka búskaparligar sparingar, sum raka tey, sum longu havatrupulleikar í okkara samfelag. Hoyribrekað og deyv børn, ung og vaksin mugu tryggjast møguleikar fyri útbúgving, sum eru líka so góðir og teir hjá øðrum. Hetta er eitt grundleggjandi fólkaræðiligt og javn- stødiligt krav, sum eigur at verða sjálvsagt í okkara londum“, siga tey hoyri- brekaðu í fundaryvirlýs- ingini. randi TE EL A