týsdagur 14. juli 1992síða 5
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SO
Nr. 131 — 14. juli 1992
Komu illa fyri á Norðhavinum
Máttu rógva
í fimm tímar
Seksmannafar fekk maskinskaða á veg úr Seyð-
torvu til Viðareiðis
Tað gjørdist drúgvur tårur
hjá manningini á einum
seksmannafari sum sunnu-
kveldið fór av Viðareiði
og norð á Seyðtorvu eftir
lunda.
Leiðin av Eiðsvík og
norð á Seyðtorvu gekk væl
og teir fingu fongin í bátin.
Dánjal Viðoy, sum hevði
verið í torvuni og fleyga,
kom eisini við í bátin sum
síðani setti kós heimaftur,
men hetta gjørdist mun-
andi drúgvari túrur enn teir
høvdu rokna við.
Dånjal Viðoy greiðir so-
leiðis frá:
Vit høvdu steama umleið
hálva leið tá motorurin
steðgaði. Myrkt var og
nakað av vindi, og lítið
annað var at gera enn at
setast við árarnar, sum tá
vóru fýra í tali. At halda
leiðina móti Eiðsvík var
vónleyst, so vit gjørdu av
at rógva vestur aftur móti
Seyðtorvu. Tíbetur vóru
menninir, sum eftir vóru í
torvuni ikki farnir niðan
aftur í húsið, so vit fingu
givið boð frá okkum. Tað
eydnaðist at fáa boð til
Hvannasunds at fáa bát
eftir okkum, og síðani
hildu vit leiðina fram at
rógva norð um Viðoynna,
sigur Dánjal Viðoy.
Ikki gekk skjótt at rógva,
tí ein ár brotnaði, so
meginpartin av leiðini róðu
teir bert við tveimum
árum. Komnir vesturum
var kolandi stormur, men
tá neyðion er størst er
hjálpin næst. Tá sóu teir
alibátin koma úr Hvanna-
sundi sum síðani tók
menninar umborð og bátin
upp á sleip. Dánjal heldur,
at teir mundu hava róð í
einar fimm tímar, tí heima
vóru teir ikki fyrr enn
klokkan nærkaðist seks á
morgni.
Væl av lunda
Tað hevur annars gingið
væl at fleyga í Seyðtorvu í
ár. Teir fóru út hósdagin 2.
juli at bora fyri kongum og
at leggja nýggjan lesning,
Síða 5
if I"
Skúvoy 4 #* ”Efinbert på
Drang ; .
Fá 4“
; 4 Omadslor MÆ int: » “
Føvdjtr Villingadalur - 7
; F Vilingadalsfjalt & Få % ms - BP,
Fækunuli 26 :
A Á se Á
í 4 mn = lll
= 1 Flyårunev
Skal: * EÐ 1
Víðareiði +77
ø eð & ru, Hamarsgjogv
og byrjadu at fleyga dagin
eftir. Teir hava higartil i år
fingid stivliga 5000 lundar,
sum er gott í mun til í fjør.
Vanligt er at fleyga til á
ólavsgku, men um veðrið
er til vildar, verður hildið
Teir róðu í einar fimm
tímar til alibáturin úr
Hvannasundi kom fram
á teir. Tað var her undir
Urðini at maskinan
steðgaði
fram nakað út um ólav-
søkutid.
tór.-
Nú skulu tey
arbeiðsleysu
skråsetast
Hetta eigur helst at verða gjørt
í hesi vikuni
Arbeiðsloysisskipanin
heitir nú á øll arbeiðsleys í
landinum um at lata seg
skráseta.
Hetta verður gjørt á tann
hátt, at fólk skulu heinta
eitt oyðiblað, annadhvørt
hjá fakfelagi sínum ella á
posthúsinum har ein býr.
Umráðandi er at bera
skjótt at, og senda tað aftur
skjótast gjørligt, og helst
áðrenn mánadagin 20. juli.
Tórgerð Nielsen, leiðari
á arbeiðsloysisskipanini
sigur, at skotbráðið er
Stutt, men tað er neyðugt at
bera so mikið skjótt at,
skal tað eydnast at fáa allar
neyðugar upplýsingar inn
á teldukervið, soleiðis at
skipanin kann byrja at
virka 1. august.
Tað sum fólk skulu upp-
lýsa er, um ein er vanligur
løntakari ella ein er
sjålvstødugur vinnurekan-
di, ella møguliga bædi.
Upplysast skal hvørjar
útbúgvingar ein hevur, um
ein hevur luttikid á ein-
hvgrjum skeiði, hverjar
arbeiðsroyndir ein hevur,
og hvat arbeiði ein ynskir.
Eisini vil arbeiðsloysis-
skipanin hava at vita hvar í
landinum ein ynskir at fáa
arbeiði og fyri hvussu
langa tíð. Somuleiðis skulu
fólk uplýsa hví tey eru
vorðin arbeiðsleys. Um ein
er sagdur úr starvi ella ein
sjálvur hevur sagt upp. Er
ein uppsagdur skal váttan
um hetta fylgja við, eins
og navn á seinasta arbeiðs-
gevara skal uppgevast. Tá
arbeiðsávísingin hevur
fingið hesar upplýsingar,
umframt navn, bústað, p-
tal og kontonummar í
peningastovni, verður ein
skrásettur sum arbeiðs-
leysur.
Tórgerð Nielsen sigur, at
um onkur ivast í hvussu
Nú fer arbeiðsloysis-
skipanin at skráseta oll
arbeiðsleys. Tórgerð
Nielsen, leiðari sigur, at
skjótt má berast at, um
skipanin kann koma at
virka frá 1. august.
Mynd: Kalmar
ein skal bera seg at, ella
hevur einhvgnn spurning
er hann vælkomin at venda
sær til arbeiðsloysisskip-
anina á telefon 19550 mill-
um klokkan 10 og 12 og
13 og 15. Oydiblødini
skulu sendast til: Arbeiðs-
loysisskipanina, Post-
smogu 22, 110 Tórshavn.
tór.-
Hevdi
spring-
kniv
Sunnumorgunin tók
politid í Havn tveir
ungarmenn, sum gingu
fullir og gjørdu ónáðir í
býnum. Annar hevði
springknív uppi á sær,
og tað er ikki loyvt.
Knívurin er tíkin frá
honum, og hann er
skuldsettur fyri brot á
vápnalógina.
Ongin
friður
Politiið í Havn sigur
tað vera so javnan, at
grannar hjá ølkubb-
unum klaga, tí tey fáa
ikki náttarfrið. Vind-
eyguni standa opin, og
tónleikurin dunar.
Hetta = vikuskiftid
varð klagað um Tórs-
hóll og Kvøldlot. Tað
hendi ikki annað enn,
at politiið heitti á fel-
øgini um at lata vind-
eyguni aftur og skrúva
niðurfyri tónleikinum.
randi
Kvinnuhúsið
Ráðgevingin hjá Kvinnuhúsinum er opin
hvønn hósdag frá kl. 19.00—21.00, inngongd
hjá KFUM, undir Pisuvarða 2, ella á tf.
17200.
Kvinnuhúsið er opið gerandisdagar frå kl.
15.30—17.30. Telefonin, 17200, svarar hvønn
dag frå kl. 15.30—7.00 å morgni.
PAPPIRS-
VØRUR
ALT TIL HUSARHALDID
OG ÍDNAÐIN.
KKKKKKKKKKKKKRKKKRR
SMA- OG HEILSØLA
F T Lýsing 18220