týsdagur 14. juli 1992síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
tíðindablaðið Sosialurin Nr. 131 —14. juli 1992
Finalan av smoltstríðnum í Funningi
Garðurin verður
nu nidurtikin
Landsrætturin stadfesti, at P/F Åarstød hevur bygt ólógligt útí
ánna, og nú skulu kørini flytast. Bygdin missir tvey arbeiðspláss,
fyri at byggisamtyktin kann haldast
Undir eftirliti av leg-
regluni fóru menn í Funn-
ingi um vikuskifti undir at
taka nógv umstrídda
verjugarðin hjá
smoltstødini Aarstød, sum
stendur úti í ánni niður.
Og sostatt verður dómurin
í Føroya Rætti, sum síðan
varð staðfestur í Lands-
rættinum, um at bygt var
ólógligt og tí skuldu
kønmni flytast, nú førdur útí
lívið.
Og so hendur aftur
nakað í Funningi. Stríðið
um smoltstødina er eitt
rættuliga trupult mál. Og
tað er ringt at síggja nakra
meining í hesum sum
eygleidan.
Fyrst verður bygt ólóg-
ligt, byggisamtyktin verð-
ur brotin. hetta í sær
sjálvum er ikki í lagi. Tað
gevur undir og lands-
rætturin einum meiriluta í
bygdaráðnum viðhald í.
Hinvegin ivast funn-
ingsmenn í dag, um
bygdaráðið er farið ov-
langt. Var tað ikki nóg
mikið, at tað fekk viðhald
í rættinum. Kundu teir
ikki aftaná dómúrskurðin
víst stórsinni og givið
smoltstødini fyribilsloyvi,
til kommunan hevði víst
teimum á annað gkið. So
slapst undan, at arbeiðs-
pláss ruku í hesum kríggið
um paragraffir. Men stríð-
ið er ikki so einfalt.
Ikki loyva lóglóysi
Andor Sivertsen segði
herfyri við Sosialin:
--Vit kunnu ikki loyva
lógloysi. Teir hava bygt út
um mark og tí mugu teir
nú flyta kørini.
Kunnu tit ikki vísa
teimum á eitt annað økid í
bygdini?
--Nei, bygdaráðið hevur
samtykt, at ongin smolt-
stóð skal byggjast inn-
angarðs, sigur hann
Hví hava tit samtykt
hetta?
--Tað hava vit bara?
Hevnd
Martin Højsted, ein av
eigarunum av smoltstødini
Åarstød segði vid Sosialin
herfyri:
--Alt hetta botnar í
øvund og hevnd frá Andor
Sivertsen, bygdarráðsfor-
manni. Hann søkti sjálvur
um at fáa loyvi at byggja
eina smoltstød í Funn-
ingi, men fekk ikki loyvi.
Síðan tá hevur hann
mótarbeitt okkum. Hetta
er orsøkin til at vit ikki
sleppa at flyta stødina og
nú heldur mugu skerja
talið av kórum, sigur
Martin Hgjsted.
Ger mannamun
-Eg haldi ikki at
bygdaráðsformaðurin fer
serliga væl við okkum.
Fyri árum síðan var Skála
Skipasmiðja í kreppu,
fleiri funningsmenn ar-
beiddu har. Tá setti
kommunan pening í
skipasmiðjuna, hetta var í
lagi, sigur hann.
--Í dag er talan um eitt
arbeiðspláss í bygdini og
nú verður fótur lagdur fyri
og tað er beiskt. Vit hava
einki ímóti at taka tey 13
kørini burtur, bert komm-
unan ávísur okkum eitt
nýtt økid til hetta, men
tað vil hon ikki fyri ein
og hvønn pris, sigur
hann.
Byggisamtyktin
ikki fyri øll
Martin heldur, at
byggisamtyktin ikki er
2
Smolstødin Åarstød er ikki tann fyrsta, sum hevur bygt út
RS SN
í ánna. Garðar standa langt út í ánna á báðum síðum
omamgjógnum bygdina. Mynd: Kalmar
galdandi fyri øll í bygdini.
Skúlin hevur fingið eitt
nátthús, hetta stendur bert
fáar sentimetrar frá ánni.
Bygdaráðsformaðurin,
Andor Sivertsen hevur
bygt eitt seyð -og hoyggj-
hús beint omanfyri stød-
ina hjá okkum. Fyri at
kunna halda byggisam-
tyktina var neyðugt hjá
honum at fylla út í ánna,
útum sítt egna matrik-
ulnummar, sigur Martin"
Højsted.
Last føst av
P/F Årastød fór undir
at framleiða smolt í 1986.
Stødin hevur loyvi at
framleiðs 700.000 smolt
árliga. Í løtuni framleiðir
hon um 200.000 smolt.
Men stødin hevur
ongan møguleika at víðka
framleiðsluna, um hon
ikki fær eitt nýtt gkið
omanfyri bygdina.
--Tað sum ger okkum
beiskar er, at við verandi
framleiðslu fáa vit svara
hvørjum sítt. Hendan
møguleika missa vit, um
dómurin skal gerast veru-
leiki, sigur Martin Hgj-
sted.
Tað eydnaðist okkum
ikki at fáa nalkra viðmerk-
ing frá eigarunum av Aar-
stød áðrenn blaðið fór til
prentingar í gjár seinna-
partin.
jústinus
Kørini standa enn og
farið er undir at bróta
garðin niður. Mynd:
Kalmar
A
VN ES
rr