mikudagur 15. juli 1992síða 14
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Vit hava nógvar góðar fyrisetingar (prepositi6-
nir) á føroyskum, og tað ræður um at varðveita
tær reinar og klárar. Summar eru greipaðar: í -
úr, til - frá, á - av, innan - uttan, innum - útum
osir
Ein av hesum fyrisetingunum verður so
illa viðfarin, attad er grøtiligt. Neyðardýrið ei-
tur "innan". Hetta vakra orðið hevur sítt týðiliga
innihald, sum vit síggja av kontekstum sum
'svartur uttan og hvítur innan", "inni un-
dir troyggjuni", "innan úr gjónni". Men summi
dømis lýstu skúlamyndugleikarnir herfyri við
nýggjari útbúgving " innan Tekni" (við stórum
T). "Tekni" er ófgroyskt, men brúkið av "innan"
her er so skeivt, at upphavsmaðurin skuldi býtt.
Tað sæst av tekstinum, at meiningin er at bjóða
teimum arbeiðsleysu ungu eina nýggja útbúg-
ving í teknikk ella í tekniskum fakum. Kanska
skuldu skúlamyndugleikarnir fingið eitt í skrivi-
tøkni?
Folk til post-
avgreiðslu og
ørindi
Sekt verður eftir fólki til postav-
greiðslu/ erindi at byrja uml. 15. juli.
Løn sambær sáttmála millum
Starvsmannafelagið og Tryggingar-
sambandið Feroyar/ Feroya Lív-
strygging.
Umsøkjarar eru til starvið.
Skrivlig umsókn saman við avritum
av prógvum verður at senda til
Tryggingarsambandið Føroyar/
Føroya Livstrygging
Starvsfólkadeildin
Postboks 329
110 Tórshavn
V4-tølini
i dråtti nr. 947, tann 11. juli 1992.
Tølini: 57 - 3 - 48 - 43 - 21 - 64 - 71 - 34 - 77 - 40 - 8
- 14-41 - 85 - 72 - 24.
Vinningur: 19.632 kr.
Vinnarar: Ein i Torshavn.
Eliaskirkjan, vesterbrotorv 49
Møti er hvørt leygarkvøld kl. 19.00
Bussarnir 6. 16, 28 og 41 steðga nærindis. '
Nærri fæst at vita á tif. 031-242268 ella
031-578999.
Nr. 132 - 15. juli 1992
"Í mars mánað í ár vóru føroyskir tónleikarar í Estlandi og nú - í juli - koma nakrir av teimum bestu jazzténleikarunum,
sum yvirhøvur finnast i ti ríka estlendska tónleikaheiminum, hendavegin.
Føroyskt-estlendskt
jazzsamanspæl i Førovum
Eftir åheitan frå estlendska
umbodsmanninum i Keyp
mannahavn, Arvo Alas,
skipaði Norðurlandahúsið í
mars mánaði í fjór fyri
mentanarvitjan í Eslandi.
Føroysku mentanarumboð-
ini vóru rithøvundurin Carl
Johan Jensen, vísusong-
kvinnan Ingun Simonse og
jazztónleikaramir Leivur
Thomsen (gittar), Kristian
Blak (klaver) og Johannus á
Rógvu Joensen (bass). Fyri
Norðurlandahúsið var
Marjun Jespersen. Hon var
eisini ferðaleiðari.
Eitt endamál við tiltak-
inum "Føroyar í Estlandi"
var at fáa í lag eitt saman-
spæl millum føroyskar og
estlendskar jazztónleikarar.
Og úrslitið er, at triggir est-
lendskir tónleikarar koma
hendavegin. Í Estlandi
spældu estlendingarnir og
føroyingarnir verkini hjá
Leivi Thomsen: "Allar ætt-
ir" og "Wild West" umframt
"Heygar og Dreygar" hjá
Kristiani Blak. Av ti at
samanspælið varð so fram-
úr gott í teimum fýra bý-
unum, har spælt varð, bleiv
avgjørt at halda fram við
samanspælinum - men
næstu ferð skuldi tað verða í
Føroyum! Og verður hetta
nú í juli mánað.
Teir triggir estlendsku
tónleikaramir vóru Arvo
Pilliroog (klarinett), Eduart
Akulin (trombon) og Tanel
Ruben (trummur). Orsakað
sjúku ber ikki til hjá Pilli-
roog at vera við á føroya-
ferðini. Í hansara stad kem-
ur R. Taffelan, sum er ein av
teimum fremstu jazz- og
fólkatónleikarunum í Est-
Tíðindaskriv frá Amnesty Internatio-
nal, Foroya Deild:
Stórabretland
Maður, ið sýtti fyri at gera hertænastu av samvit-
skugrundum, latin leysur úr fongsli.
Vic Williams, sum sýtti fyri at gera her-
tænastu av samvitskugrundum, og sum varð
dømdur í 14 mør. fongsul í september 1991,
av tí at hann ikki vildi taka lut í Flógvakrígnum,
varð latin leysur tann 23. apríl 1992, eftir at hann
hevði sitið hålva tíð.
Hann var viðurkendur sum samvitskufangi
av Amnesty International
landi. Hóast Eduart Akulin
og Tanel Ruben, sum ávika-
vist eru 20 og 22 ára gamlir,
hoyra til tað yngra ættarlidid
í estlendskum tónleikalívi,
so hava hesir drúgvar
royndir. Teir hava verið við
á nógvum konsertum, har
teir hava spælt saman við
ødrum mætum
tónleikarum.
Við ágllum konsertunum,
har bæði estlendskur og
føroyskur tónleikur verður
framførdur, verða Leivur
Thomsen, Jóhannus á
Rógvu Joensen og Kristian
Blak.
Við ferðastuðuli frá tí
danska "Demokratifonden"
hevur tað borið til at skipa
fyri vitjanini. Tað er Havnar
Jazzfelag, sum stendur fyri
tillakinum. Hetta er i
samstarvi við
S-11 ár.
hvørjari framførslu.
hennara Ole Skipper.
Dukkusjó
føroyskum á ólavsóku
Silkeborg Dukketeater vitjar aftur.
nleikur á
Í døgunum frá 25. juli til 6lavsøkudag fer Silkeborg
Dukketeater at framføra dukkusjónleikin Kongur-
in og tær 100 harurnar - á Landsbókasavninum.
Framførslurnar, ið verða á føroyskum, verða 8 í tali,
og eru tær fyrst og fremst ætlaðar børnum í aldrinum
Ókeypis atgongumeri fáast á Landsbókasavninum
í avgreiðslutíðini ella við dyrnar ein tíma undan
Landsbókasavnið hevur í summar opið soleiðis:
mánadag-fríggjadag kl. 14-18 og leygardag kl. 9-12.
Framførslurnar verða hesar:
leygardagin 25. juli kl. 16.00
sunnudagin 26. juli kl. 16.00
ólavsgkuaftan 28. juli kl. 15.00, 17.00 og 19.00
Olavsøkudag 29. juli kl. 15.00, 17.00 og 19.00
Tey, ið manna Silkeborg Dukketeater, eru Ragn-
heiður Skipper, sum er ættað úr Havn. og maður
Norðurlandahúsið og Mati
Brauer, sum arbeiðir í est-
lendska útvarpinum, um-
framt at hann fyriskipar
konsertir í Estlandi og í
SNG (Samveldið av sjálv-
støðugum statum).
Konsertskráin á føroya-
ferðini verður soleiðis:
Hósdagin 16. juli kl. 20.00-
22.00 í Bládýpi í Tórshavn.
Fríggjadagin 17. juli kl.
21.00-23.00 á Strondum.
Leygardagin 18. juli kl.
22.00-02.00Jazzfelagið
(Bládýpi)
Sunnudagin 19. juli kl.
16.00-18.00 í Norðurlanda-
húsinum.
Mánadagin 20. juli kl.
20.00-22.00 í Bládýpi.
Mikudagin 22. juli kl.
21.00-23.00 umbord á
Høganes.
|