Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-07-16, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. juli 1992síða 13

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

A FN le, Nr. 133— 16. juli 1992 Sosialu útreiðslurnar nógv minni í Føroyum -i mun til tær í skandinavísku londunum Hóast sosialu útreiðslurnar í Føroyum eru ein rættiliga stórur biti av samlaðu fíggjarlógini, eru tær smá- ar í mun til somu útreiðslur í teimum londum, vit van- liga sammeta okkum við. Hetta vísir eitt yvirlit í ársfrágreiðingini frá Al- mannastovuni. Sosialu útreiðslurnar eru settar upp í fimm høvuds- bókar. Arbeiðsloysistryg- ging, eldri og avlamin, familjur og børn, sosial- hjålp og psykisk menning- artarnadi. Samanlagt nyta danir fyri hvønn íbúgva til hesi endamál 31.200 krón- ur. Svíar nýta 29.630 krón- ur, norðmenn 20.030 krón- ur og føroyingar 15.300 krónur fyri hvønn íbúgva. Talvan niðanfyri vísir hvussu býtið er á hvørjum øki sær. Almannastovan hevur eisini sammett hvussu stórar sostalu útreiðslurnar eru í mun til bruttotjóðar- urtøkuna. Í hesum førinum liggur Svøriki á odda við 28 prosentum, danir við 24, norðmenn við 18, og vit við 15 prosentum. Eisini fyrisitingarliga eru við bíligari. Utreiðsiurnar til fyrisiting av almanna- og heilsuverkinum í skand- inavisku londunum liggur millum 2,6 og 3 prosent. Í Føroyum 1,6 prosent. Her skal vidmerkjast, at fyri Føroyar er fyrisitingin bert samanbordin vid almanna- mål og ikki vid heilsumål eisini. Men við tað. at fyrisitingin inna heilsu- Almannastovan fær alt fleiri viðskiftafólk Virkisemið hjá Almanna- stovuni veksur í hverjum, og tey verða alt fleiri, sum fáa veitingar hagani. Í dag fáa 60 prosent fleiri fólk framhaldandi veiting frá Almannastovuni enn fyri tíggju árum síðani. I 1980 fingu 5.446 fólk veitingar frá Almannastovuni. 1. januar í fjør var talið komið upp á 8.613. Hetta verður millum annað sagt í ársfrágreið- ingini frá Almannastovuni, sum er hin fyrsta av sínum slag. Almannastovan sigur, at ætlanin er framyvir at gera meira við at upplýsa fólk um rættindi og skyld- ur tey hava í samband við gandandi lógir á almanna- økinum. Hendan upplys- ingin verdur millum annad við at senda út smærri rit. Hækkingin av talinum á viðskiftafólkum á Al- mannastovuni stavar ser- liga fra tí økta talinum á fólkum, sum fingu dagpen- ingaveitingar. Annars hækkar talið á gllum økjum. Í fólkapensiónini við 31 prosentum, í av- lamispensiónini við 50 prosentum og í forsorg- arhjálp við ikki færri enn 182 prosentum. Hendan seinasta hækkingin stavar serliga frá tí økta arbeiðs- loysinum. Hver fær? Ein útrokning av, hvussu útreiðslurnar eru býttar upp á ymsar samfelags- bólkar í 1990 vísir, at til fólkapensión, ellis- og røktarheim, heimahjålp, samsyning fyri ansan, brennistudning og bjålving sæst, at hesar veitingar eru umleið 45 prosent av øllum almannaveitingum. Hesar eru nærum bert ætlaðar eldra ættarliðnum. Tilsamans 409 milliónir av teimum tilsamans 929 milliónunum, Almanna- stovan rindar út. Til dagstovnar og dag- røkt, vanliga barnaforsorg, sum beinleidis er ætlad børnum, verða nýttar góð- ar 126 milliónir ella um- leið 14 prosent. Til avlamispensión, for- sorgarstovnar, Andveikra- nevnd, føroyingar á stovni í Danmark, næmingaheim 0.0. tiltøk fyri brekaði fólk, verða nýtt umleið 190 milliónir ella 20 prosent av samlaðu út- reiðslunum. Fyrisitingin kostar 1,6 prosent og hini 20 prosentini eru til tiltøk, ætlaði fólki í vinnu, men sum vegna sjúku, barns- burð o.l. ikki eru ar- beidsfør í stytri tíð. tór.- verkið í mun til samlaðu útreiðslurnar, er minni enn innan almannaverkið, má roknast við, at føroyska fyrisitingini av samlada almanna- og heilsuverkin- um er enn minni, enn tølini visa. tór.- Í mun til folkatalið nýta føroyingar minni av pengum til sosial endamál enn tey gera í teimum londum, vit vanliga sammeta okkum við. Mynd: Kalmar Avisar sosialar útreiðslur, roknaðar pr. íbúgva 1988, kr. r . | mo — på DK S N | FR 5) | a:dslavsistrynnri : s7 3% I Arbeidsloysistrygging 0.a.1) 5.700 2.200 | 1.000 | Eldri og avlamin 2) | 18.700 | 19.700 | 14.000 | 8.900 Familjur og børn 3) | 5.600 5.600 1 4.000 — | 3.700 Sosialhjálp 4) 1.200 1.200 | 900 | 1.600 1.? 9 . ” . . . C ) Í Psykiskt menningartarnadi Í 730 | 130 1.100 1) Herundir arbeidsåvising, arbeiðsfremjandi tiltøk, 0.t 2) Herundir pensjónir, heimahjálp, ellis- og røktarheim, revalidering, hjálpartól 3) Herundir barnastyrkur, barnapeningur (írokn. forskotsrindaður), dagstovnar, íbúðartrygging, barnaforsorg annars, barnsburdardagpeningur, skattligur barnafrådråttur 4) forsorgarhjålp o.t S) 1991 Vit hava nu eisini FLOGFERDSLU- DEILD Fyri at gera tað lættari fyri teg, hava vit víðkað tænastu okkara til eisini at umfata flogferðaseðlar. Sostatt ber nú til at fáa alt á einum stað: * Flogferðaseðlar kring allan knettin - bæði til handils- og frítíðarferðir. * Charterferðir til nógv spennandi og áhugaverð stød. … Og sjálvandi eisini ferðaseðlar ÁR við skipi ella kombiner- aðar ferðaseðlar FLUGV/SIGL Atlantic Airways MI SAS DANIR 4 ICELANDAIR ÁÐ IS - títt ferða- samband við útheimin