Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-07-16, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. juli 1992síða 14

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| rr í Frá Almannastovuni og Tárchauna ÁA Í rshavr ar Dy rav Til øll viðskiftafólk okkara sum fåa | arbeidsloysisstudul! Heitt verður á arbeiðsleysu vid- skiftafólk okkara um at melda seg til ARBEIÐSLOYSISSKIPANINA sum skjótast og innan 1. august, fyri har at verða skrásett sum arbeiðssok|- ndi. Tilmeldingarblað liggur á ollum posthusum. Hendan åheitanin er eisini til tey, sum ikki vænta at fáa arbeiðsloysis- trygging útgoldnað! Seinastu útgjaldingar Almannastov- | unar og Tórshavnar býráðs til ar- beiðsleys eftir núgaldandi skipan verða avgreiddar í august, og eru | hetta veitingar fyri juli mánaða. Um so er, at Arbeiðsloysisskipanin ikki kann ávísa arbeiði og heldur ikki kann útgjalda arbeiðsloysistrygging, er frå 1. sept. møguligt at søkja um figgjarliga hjálp frá Almannastovuni og Tórshavnar býráð. Við umsóknini um fíggjarligan stuðul skal tá leggjast váttan frá Arbeiðs- loysisskipanini um arbeiðs- og tryggingarvidurskifti. Vendid tykkum fyrst til Arbeidsloysisskipanina J. H. Schrøtersgøta 9 100 Tærshavn, tlf. 1.9550 Innanfyri Tann samansetta fyrisetingin "innan fyri" verður líka illa viðfarin sum "innan" Tá ið vit siga "innan fyri" ella "uttan fyri", so meina vit innan fyri ella uttan fyri okkurt mark. Vit kunnu standa innan fyri ella uttan fyri gáttina. Vit kunnu sigla innan fyri ella uttan fyri hólmin. Vit kunnu fiska innanfyri ella uttanfyri (fiskimarkid) osfr. Men tað er blivið vanligt at hoyra, at "innan fyri" tíðindafólk, siga "innan fyri Starvsmannafelagið", innan fyri landbúnaðin", "innan fyri løgtingið", "innan fyri læknafrødi”, innan fyri tónleikalívið". Tað eitur "í", tá ið okkurt er í onkrum. Men tað eitur "innan fyri", tá ið okkurt er innan fyri okkurt annað. Tað er munur á at liggja í songini og at liggja innan fyri songina — Le. á gólvinum. Í ——i på ——— Lýsið í soslalinum Á ze ( N — Lesarabrøv Nr. 133— 16. juli 1992 7700 „7 Gevið "Blákrossheiminum" og "Heil- brigdi" frið og góðar umsteður hver sær at virka undir Rættilig ferð kom á virk- semið mót rúsdrekka- nýtslu, tá ið Kristiligt Fólkaflokkurin og Niels Pauli Danielsen umsat familju- og almannamål í landsstýrinum Stuðulin ul alt fráhalds- arbeiði fleirfaldaðist, land- ið fór at rinda fyri viðgerð uppi í Íslandi, viðgerðar- heimið "Heilbrigdi" .á Velbastað varð sett á stovn. "Fjalsgarður" í Oyndarfirði keyptur, nýtt "Blákross- heim" tikið í nýtslu í Lyng- gøtu í Tórshavn o.m.a. Nógvir einstaklingar og nógvar familjur, sum liðu undir misnýtslu av rúsandi evnum, hava fingið stórt gagn av hesum arbeiði og møguleikar fyri at koma upp undan. "Blákrossheim- ið" og "Heilbrigdi" hava her hvor í sínum lagi verið til stóra hjálp. Við tí alsamt vaksandi ar- beiðsloysinum og teirri broyttu rúsdrekkalógini, út- skeinkingarloyvunum v.m. gerst tørvurin á hesum heimum upp aftur stórri. Tey eru bílig í rakstr;; nógv arbeiði verður gjørt av fólkum, sum sjálv hava verið í trupulleikum; ein song á "Blákrossheimin- um“ kostar 582 kr. um sam- døgrid móti útivið 3.000 kr. á Landssjúkrahúsinum. Tí er tað ófatiligt, at nakar í hesum sparitíðum vil flyta viðgerðina fyri rúsdrekka isnýtslu, leggja avrúsingina á psykiatrisku deild á Fiskivinnuflokkur, heitir á landsstýrið um at virða tað arbeiði, ið gjørt verður á "Blákrossheiminum" og á "Heilbrigdi", lata hesar sjálvsognarstovnar fáa frið og heldur stuðla teimum i ti natúrliga samarbeiði, teir í dag hava við læknar og sjúkrahús, = samfelagnum øllum at gagni. Landssjúkrahúsinum og nýta Blákrossheimið til annað endamál. Kristiligi Fólkaflokkurin, Føroya Framburðs- og Vegna landsnevndina ; i Kr.F.F.F.F Arant Johannesen, form. TUBA MIRUM i klingruni Í kvøld kl. 19.30 verður bólkurin TUBA MIRUM at hoyra í klingruni. TUBA MIRUM er samansettur av kendum og royndum tónleikarum . ur fleiri bólkum, og teir leggja høvudsdentin á nútímans jazztónleik. Fyrstu ferð bólkurin var at hoyra alment, var á Tórshavnar jazz- fólk-.og bluesfestival, har teir framførdu egin verk. m' Í kveld fara teir tó at spæla verk hjá gðrum tónaskaldum, so sum Kenny Wheeler, Don Grolnick, Keith Jarret og øðrum. Teir ið manna TUBA MIRUM eru: Rógvi á Rógvu, trummur; Leivur Thomsen, guitar; Búi Petersen, trompet; Jóhannus á Rógvu, bass; og Magnus Johannesen, sum spælir klaver. A ——— | Til solu | Eitt iitid brúkt frystianlegg til stampagoymslu, bíliga til solu. TW. 7.5221 22222277 Eitt minni um Christian Høj Fjórða juli andaðist Christian Høj, fyrrverandi skúlastjóri á Strondum. Christian Høj, soleiðis var hann eisini nevndur av skúlabórnunum, var fyrsti skúlastjóri í nýggja skúlanum á Strondum, ein skúli við framhaldsdeild, bæði realskúla og áttanda, níggjunda og tíggjundaflokki og svimjihyli. Christian Hgj var ein lærari av tí gamla skúlanum, og tað er sjáldan, at tú hoyrir strandingar ella skúlabern, hann hevur havt undir hond, lasta hann. Hann var lítil maður av vøkstri, men virðingin var stór fyri honum. Hann vildi hava skil á og disiplinin var høg. Undirritaða unnaðist at hava hann til lærara eitt tíðar- skeið, og tað sum eg serliga minnist, var hansara fråsøgu- kynstur — tað var av eini aðrari verð. Tú kundi sita við andakt og lurta eftir søgum hansara, meðan oyrafigan, tú hevði fingið sum revsing fyri onkra beistagerð fyri létu síðani, enn sveið. Hann fekk okkum at gloyma keðiligar lærugreinar ella torskildar heimauppgávur, tá hann greiddi frá sógum, og í søgunum var hann altíð ein hgvuðsleikari. Tí hann var eygleidarin, fråsøgumadurin og hann sum tók samanum, tå søgan at enda var komin. Og tá tað snúði seg um bibliusøgu, tá var hann á heima- velli. Her greiddi hann frá, soleiðis at vit kundu liva okk- um aftur í tíðina fyri skjótt 2000 árum síðan, kenna angan av citrustrøunum og fyri skírishalguna næstan hoyra tey tungu hamarssløgini á Golgata. Christian Hgj var ein rættvísur lærari. Tú fekst rós, hevði tú tað uppiborid og tú varð sektaður, skikkaði tú tær ikki væl. Eg minnist ein av døgunum, tå eg heldur ikki hevði skikkað mær væl. Eg varð tiktadur likamliga. Sama dag hevði eg gloymt matpakkan eftir norðuri í Oyndarfirði. Og aftaná uppgerðina millum okkum báðar, varð eg bjóðaður inn á skúlastjóraskrivstovuna og har fekk eg rugbreyð við appelsin uppá úr matpakkanum hjá Christiani Høj. Appelsin upp á breyð hevði eg ikki roynt fyrr, men væl smakkaði. Christian Høj var ein andaliga virkin maður, og ikki er tað lítið hann hevur lagt eftir seg av bókmentum við andaligum innihaldi. Hann var eitt arbeidsgrev fyri kirkjuna og serliga heimamissiónina, sum hann legði stóra orku í at virka fyri. Hann hevur millum annað skriva eina áhugaverda bók um fyrstu tíðina hjá heimamissiónini, um teir ovur- honds trupulleikar, teimum, sum vildu bróta upp úr nýggjum, møtti. Christian Høj var 87 nú hann doyði. jústinus