Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-07-18, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. juli 1992síða 4

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

ja 4 Semjan Hetta bleiv tað, landsstýrið kom fram til, eftir í nærum tríggjar vikur at hava roynt at funnið eina loysn á sjúkrahús- málinum Viðurskiftini á L.S. 1. Fyri at røkka sparingun- um, sum avtaladar eru sum neyðugar í semjuni frå 3. juli 1992, verdur neydugt, tá spurningurin um frí- gongu enn ikki er loystur, at siga upp uml. 60 starvs- fólkum svarandi ul 45 árs- verk á L. S. Miðað verður ímóti, at 20-30 av hesum årsverkum (25-40 starvs- fólk) verða normerað aftur frá 1. jan. 1993 innan ein rakstrarkarm ímillum 212 og 218 mió. kr. í fíggjar- árinum 1993. 2. Tað verður samsvaraandi hesum neyðugt, at fíggjar- nevndin veitir eina eyka áttan til raksturu i 1992 Hendan kann í mesta lagi gerast 7 mið. kr. 3. Álitið millum landsstýrið og sjúkrahúsleiðsluna er viknað. Landsstýrið metir ikki, at leiðslan í hesum máli hevur víst fíggjarliga og umsitingarliga ábyrgd. Landsstýrið hevur ti sam- tykt, at ongar avgerðir ella tiltøk verða framd uttan beinleiðis góðkenning frá landsstýrinum. Sama er galdandi fíggj- arkarminum og virksemin- um í 1993 Stríðið um lønina av Lønin hjå 21 fakfeløgum , sum hava sáttmála við tað almenna, verður óbroytt eitt ár fram Hósdagin eydnaðist at fáa enda á tí stríði, sum nú í vikur hevur verið millum landsstýrið ødrumegin og fakfeløgini, sum hava såumåla við tað almenna, hinumegin. Urslitid var, at lønaravtalan millum fel- øgini og landsstýrið er óbroytt eitt ár fram. Sáttmálarnir = millum hesi mongu ymisku fel- øgini og landsstýrið gingu ikki út í år, bara lønarav- talan. Tá sáumálarnir vórðu gjørdir í fjør, treyt- aði landsstýrið sær rætt til at samráðst um lønina aft- ur i år, men såttmålainir annars vóru fyri tvey år. Landsstýrið ætlaði at skera lønimar í sáttmálun- um niður, men hetta vildu feløgini ikki. Tey tóku seg saman og kravdu í fyrsta umfari líka nógv upp á lønina, sum landsstýrið vildi skera av. Síðan komu fakfeløgini vid ulbodnum at leingja lønaravtaluna Obroytta, og umsidir hevur lands stýrið góðtikið hana. Tað svarið kom frá landsstýrinum hósdagin klokkan tvey, og hálvan annan tíma seinni skrivaði samrådingarnevndin und- ir vegna øll feløgini. Fel- øgini vóru upprunaliga fleiri, men tað vísti seg, at nøkur høvdu danskan áttmála, og tað eru ti 21, sum nú hava longt løn- aravtalu sína. Hjá teimum flestu gekk avtalan til 1. juni, hjá øðrum antin til 1. auguust ella 1. oktober. Landsstýrið = treytaði sær rætt til - afturfyri at leingja lønaravtaluna - at fara til stovnarnar og samráðast um at loysa trupulleikarnar. Hesum hava feløgini einki ímóti. Tvørturim6t halda tey hetta vera lands- stýrisins skyldu innanfyri teir karmar, sum sáttmál- arnir seta randi Høgni SR) s0sialurin Nr. 135— 18. juli 1992 vensen. stjóri vid ongum avgerðarrætti: Sera positivt Løgmadur hevur ákært hann fyri at hava tikið myndugleikarnar av ræði. Landsstýrið hevur samtykt at hann í óavmarkaða tíð onga avgerð sleppur at taka viðvíkjandi Landssjúkrahúsinum. Men Høgni er ikki beiskur. „Sjálvandi hevur landsstýrið rætt«, sigur hann. >Og tað er sera positivt, at teir vilja vera meira við í rakstrinum« Nr. 1 — 4 januar 1990 tíðindablaðið sostalurin Í Sjúkrahússtjórin Hetta er ikki fyrstu ferð, at eitt spariuppskot hjá Høgna Joensen verður kveitrað av borðinum Í januar í 1990 varð hvgrja viðmerking hevur til viðmerkin hjá figgjarnevndini úttalilsi hjá fíggjarr Annars haldi eg, at formuleringin eitt uppskot hjá honum gjórt til einkis, og Olafi Olsen, heilsumálaráðharra, varð álagt at gera eitt uppskot um sparingar, sum gingu >sum minst útyvir sjåklingin«. Høgni Joensen hevur ikki | nógvar viðmerkingar ul teir politikarar, sum hós- kvøldid avgjørdu at seta | landssjúkrahúsið undir | umsiting, og frátaka hon- um rætin at taka avgerðir. Eg eri undirgivin | landsstýrinum. Eg kann | ikki fara at siga nakad um | tað, landsstýrið kemur | fram til, sigur hann. - Atli Dam hevur lagt teg og Pál undir at hava | tikið myndugleikarnar av | ræði. - Tað havi eg ongar við- | merkingar til. Tað kann | eg ikki sum tænastu- maður. - Hvat heldur tú sum heild um tað at myndug- leikarnir taka eina stovns- leiðslu av ræði? - Eg veit ikki hvussu myndugleikarnir kunnu taka eina leiðslu av ræði. Tí landsstýrið hevur jú umsitingarliga valdið í hesum landinum. Lands- stýrið er hægsti myndug- leiki. Og ynskir lands- stýrið at vera meira við og taka fleiri avgerðir, so er tað sjálvandi bara positivt. - Positivt? - Ja. Til dømis hava vit bíðað rættiliga leingi eftir hesi eykajáttanini. Og nú hevur landstýrið so tikið eina avgerð. Er tað ikki positivt? - Men at eisini avgerdir sum verða tiknar i dagligu leidsluni skulu takast av landsstýrinum, er tað positivt? - Ja, um landsstyrid heldur tað vera tað rætta, so er tað sjálvandi tað rætta. - Tú heldur onki um tað sjálvur? Nei. Tænastumenn hava onga hugsan. Vit gera bara eftir ordrum. Landsstýrisupp- Skotið er betri Tað upprunaliga upp- skotið, sjúkrahúsleiðslan gjørd, hevði við sær, at 80 fólk vórðu uppsøgd. (Talið 111 komst av, at fleiri vórðu flutt millum deildirnar. Tey skuldu ti uppsigast, og beinanvegin Setast í Starv aftur á eini aðrari deild). Nú hevur landsstýrið - við sjey milliónum meira at arbeiða við - gjørt eitt uppskot, sum hevur við sær, at 60 fólk verða uppsegd. Heldur Høgni Joensen at hetta er væl arbeitt av landsstyrinum? - Ja, um landsstýrið heldur sítt uppskot vera betri enn okkara, so er tað sjálvandi eisini betri. Um hvussu tað fer at vera at arbeiða sum sjúkrahússtjóri, nú landsstýrið hevur tikið rættin at taka avgerðir frá honum, sigur Høgni: - Í okkara skipan er tað altíð landsstýrið, sum í síðsta enda tekur avgerð- irnar. Ein tænastumaður tekur bara avgerðir, sum hann heldur samsvara landsstýrisins ynskjum. - Er tað positivt, at landsstýrið við at koma meira inn í tann dagliga raksturin fær meira innlit i, hvørjum treytum sjúkrahúsið arbeiðir undir? - Tað er altíð positivt at fáa innlit, ja. - Hevur landsstýrið havt ov lítið innlit higartil? - Landsstýrið hevur havt tað innlit, landsstýrið hev- ur ynskt at havt. Til spurningin um, hvert hann hugsar um at fara frá orsakað av tí mis- áliti landsstýrið sýnir hon- um, sigur Høgni, at hevdi hann havt tað, hevði hann ikki komið fram í blødini við tí. — um ongin kennir vøru ella tænastu tygara, hver skal so njóta hana? FT LÝSING Bøgøta 14, Tórshavn Tif. 18220 | | Í | | i