leygardagur 18. juli 1992síða 5
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
TS)
Í
i
|
i
Í
„*
Tí verður Høgni reysaður:
Hann helt
landsstýrið
uttanfyri
At Jóannes Eidesgaard er nýggjur sjúkrahús-
stjóri, er kanska nakað nógv sagt, men
framyvir verður tað hann - og almanna-
og heilsudeildin í Tinganesi - sum ræður á
Landssjúkrahúsinum. Orsøkin er, at álitið á
Høgna Joensen er burtur
Høgni Joensen fær ikki
loyvi til at seta nakað í
verk á landssjúkrahúsi-
num, uttan so, at lands-
stýrismaðurin í heilsu-
málum hevur givið hon-
um loyvi til tað.
Høgni Joensen er also
settur udir umsiting. Hann
er ein almennur stjóri vid
ongum heimildum.
Hví tók landsstýrið
hetta stigið?
Ikki í tráð
við landsstýrið
- Tí tað sum leiðslan
hevur gjørt, hevur ikki
verið í tráð við ætlanir
landsstýrisins, sigur Jó-
annes Eidesgaard.
- Serliga í málinum um
tær nógvu uppsagnirnar
varð landsstýrið sett heilt
út av spælinum. Vit vistu
einki um tað, fyrr enn tað
varð kunngjørt. Hetta er
orsøkin til, at vit ikki
hava sama álit á sjúkra-
.
húsleiðsluni, sum vit
hava havt. Og tí var hetta
eitt neyðugt stig at taka.
Hegni kann
gera ætlanir
Men at hava avgerðar-
rættin í dagliga
rakstrinum av
landssjúkrahúsinum kann
vera ein rættiliga stór
uppgáva. Hevur ein
landsstýrismaður stundir
til tað?
- Sjálvandi økir tað
Síða 5
Arbeiðsplássini
kunnu bjargast
- tá nú landsstýrið hevur spælt út, vænti eg, at
fakfeløg og starvsfólk fara at streingja á fyri at
gera avtalur, sum kunnu forða fyri, at starvs-
felagar missa arbeiðið, sigur Eidesgaard
Jóannes Eidesgaard hevur
nýtt nærum alla sína tíð
farnu triggjar vikurnar til
at royna at finna eina
loysn, sum ikki hevði
hópuppsagnir við sær.
Og tá til stykkis kom,
vórðu 60 fólk uppsøgd
Men hóast hetta letur
hann ikki illa at.
- Eg eri hampuliga væl
nøgdur, sigur hann. - Tá
ein hevur umstødurnar í
huga hugsi eg ikki, at
nøkur frægari loysn kundi
verið funnin.
Ongin avtala
Jóannes harmast kortini
um, at eingin avtala um
frígongu við ongari løn
fekst í lag við starvsfólk
ella fakfeløg. Men hann
vónar framvegis at tað
kann koma
- Møguleikin stendur
framvegis opin, sigur
hann. Og eg vænti, at tá
vit nú hava meldað út, so
fara fakfeløg og/ella
starvsfólk at gera vart við
seg, og royna at fáa av-
talur í lag.
Jóannes heldur at um
hetta eydnast, fer endin
kanska at verða, at ongin
missir arbeiðið.
Bert stutt tíð
Vit skulu minnast til, at
hetta bert snýr seg um
restina av árinum, sigur
hann
- Næsta ár kunnu vit
leggja sparingarnar ul
rætus longu áðrenn árið
byrjar, og tí fara tær ikki
at vera so Ogvusligar. Og
ráð verða eisini at seta
nøkur av fólkunum í starv
aftur
- Tí vænti eg, at tey ið
kki eru uppsøgd fara at
gera nakrar avtalur sum
kunnu forða fyri, at
starvsfelagar missa arbeið-
ið tað, ið eftir er av ári-
num.
S-S-
Nú skal ruddast upp í bygnaðinum
Greið viðurskifti
Ein bygnaður fyri sjúkrahúsverkið, sum ger
tað lættari at siga hvør hevur ábyrgdina av
eini avgerð, verður helst klárur móti heysti
Tey føroysku sjúkrahúsini
hava ikki sama bygnað,
sum aðrir almennir stovn-
ar her á landi.
Taka vit t.d. postverkið
ella strandferðsluna, so ha-
va tey ein stjóra, og beint
yvir stjóranum stendur
landsstýrið. Verður ein
skeiv avgerð tíkin, er ikki
ringt at siga, hver hevur
ábyrgdina: Tað er stjórin!
Ødrvisi er við sjúkra-
húsunum. Tey hava øll
Framhald á síðu 11
munandi um arbeiðs-
byrðuna, svarar hann. -
Men hetta var also eitt
púra neyðugt stig.
Jóannes minnir í hesum
sambandi á, at hóast
leiðslan ikki hevur rætt til
at seta nakað í verk, so
kann hon kortini gera
uppskot og fyrireikingar
til tiltøk. Og tað er hetta
sum krevur mestu tíðina.
Landsstýrið fer bara at
hava tað endaligu avgerð-
ina.
Ongin stjóri
Tá nú landsstýri er so illa
nøgt við leiðsluna hjá
Høgna, hví koyrir tað
hann so íkki frá, ið staðin
fyri at lata hann vera
sitandi við ongum heim-
ildum?
- Vit valdu vit hesa
loysnina, til ein nýggjur
bygnaður er gjørdur,
svarar hann.
- Og tá verður kanska
ongin sjúkrahússtjóri í tí
líki vit kenna í dag. s-s-
…O£ tað loysir
seg, kann eg
síga tykkum!
EG LEIGI
BRÚKTAN
BIL FRÁ
WENZEL...
NS
|| pf. wenzel petersen, tif. 13873
5
>