Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-07-18, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. juli 1992síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 tíðindablaðið Sosialurin hevur roynt nýggju >mat- og rúsdrekka<-lógina á hotell- inum í miðbýnum — og úrslitið var tað allarbesta, hugsast kundi... Sambært hagtølunum, so drekka føroyingar nøkun- lunda tað sama sum grannalond okkara, Ísland, Noreg og Svøriki, eitt sindur minni enn tey bæði seimast nevndu Men hava ikki drukkið á sama hátt føroyingar sum grannar okkara, sum átt møguleikan at fara út á matstovur og fáa rúsdrekka aftur við emum betri bita Vit hava átt eina rús- drekkalóg, sum í hvussu er undirritaði hevur skam- mast yvir, tí fylt við holum hevur hon givið eitt dygt íkast til heimskenda føroyska dupultmoralin: 'Okkum dámar at drekka, men ongin má síggja tað." Men nú er hendan rúsdrekkalóg endiliga av- tíkin og fyri nøkrum døg- um síðani royndu vit á Sosialinum, hvussu nýgg- ja rúsdrekkalógin virkar. Hugni og stílur Vit valdu Hotel Hafnia í miðbýnum og Hafnia er broytt síðan nýggja rús- drekkalógin kom í gildi. Í dag er tað ikki soleiðis, at tú bert fer inn at fáa tær at eta. Neyðugt er at bíleggja í góðari tíð, og skal tú eta um vikuskiftuið, so må helst nakrar dagar frammanundan, vilt tú vera heilt vísur í at fáa borð, just tá tær lystir Alt gerst meira persón hava bíleggjast ligt og viðkomandi á ein- um lítlum hotelli, um leiðslan ger nakað fyri at fólk skulu kenna seg væl Men tað er ikki heilt vanligt, at stjórarnir ganga i reseptiónini og taka ímóti fólki, væl at merkja tá tú ikki ert á Hotel Hafnia í Tórshavn. A Hafnia síggjast Rest- orffarnir í tíð og ótíð, teir fylgja við hvat hendir, einki er tilvildarligt. Og vit vórðu eisini móttikin av Jóhan Restorff, tá vit komu seinasta sunnudag, hann er ein hugnaligur og skemtiligur madur og tid var til pråt og onkrar skemtisøgur, áðrenn vit fóru upp trappurnar Fult av fólki Klokkan er sjey sunnu- kveld og restaurantin er full av fólki. Fólk sita kring borðini og fáa sær, tey tosað lágmælt og onkunstaðni hoyrist látur Vit sita og hyggja í leð- urklædda bóklingin við mat- og vínskránni, sum tænarin, hann er dani og eitur Petur B. Andersen, hevði handað okkum Og so verður prátað aftur og fram, her er nógv at velja í, skal tað verða fuglur ella fiskur, kanska av oksa ella svíni — mat- seðilin hevur alt. Lunda- bringa í einberjasós er freistandi, men vit semjast um piparbúff, hesin skal verða franskur, helst av einum oksa úr Danmark. Og so til forrættin og her vóru eisini fleiri Her skeinkir tænarin Peter B. Andersen, Gerdu Olsen, skrivstovukvinnu á Sosialinum upp í glasið av sponskum víni. Og hetta hendir í Førovum møguleikar í at velja, bæði heitir og kaldir og vatnið rann úr tønnunum. Vit valdu fríska salat við fiskabitum og ein valdi fiska- og skeljadjórasúp- an. Og so fóru vit at práta um vín. Um rundan og fyldigan smakk og tað tyktist sum spanska reyð- víni lokkaði mest og her varð biðið um Campo Viejo Rioja Crianza. Eis- ini kundi Hafnia serverað vællagrað Ramløsa, ein brúsandi løg. Tað er ikki so heilt lætt hjá einum journalisti at gera reportasjur á eini matstovu við skeinkiloyvi, vil hann hava føroyingar sum aktørar. Og heldur ikki er lætt hjá mynda- manninum. Fyri flest før- oyingar er enn ikki nátt- úrligt at drekka alment. Men vit tosaðu við onkr- an. — Eg haldi, tað er ein undarlig kensla at sita her á Hafnia, nú vit kunnu keypa vín aftur við mat- inum. Men tað er ein deil- ig kensla, sigur ein ung, brosandi dama. — Og tað er uppá tíðina, at hotellini hava fingið Nr. 135 — 18. juli 1992 Dampandi franskur piparbúffur. Á myndini síggjast Gerda og Jústinus lurta eftir eini søgu frá Hilmar Jan. Eftir Jústinus Eidesgaard Myndir: Hilmar Jan Hansen skeinkiloyvi. Vín hoyrir til matin og føroyingar hava drukkið vín nú í mong ár. Nú sleppa vit frá at bestilla og tað er gott. — At fáa ein góðan buff á borðið og so sodavatn afturvið tað er ikki sakin, "erligtalt' — At keypa finan mat fyri so og so nógvan pen- ing og so fáa eina brúsandi sodavatn afturvið, nei tak. Skal tað vera fínt, so skal tað eisini vera fínt, sigur gentan, ið er inn á gólvið fyri aðru ferð, síðani gjørligt varð at keypa vín matinum. Og vit tosa eisini við eina aðra gentu, hon sigur, at nýggja skipanin altíð skuldi havt verið. >Hetta er hugnaligt og gott,< sig- ur hon. Rímuligir prísir Tá tú kemur í mat- stovuna á Hafnia, er tað sum at verða uttanlands, hvørki meir ella minni, og tað verður ikki gjørt meir burturúr skeinkiloyvinum, enn at tað kundi havt ver- ið altíð. Tú sært ikki full fólk sita og rópa og skrála, aftur við og tú sært ikki fólk liggja hálvavegna avdottin. Her er stílur yvir, føroyingar duga eins væl ella illa at drekka sum okkara grann- ar. | Og prísirnir eru ikki ørkymlandi. Prisstødid er kanska heldur lægri enn i Danmark. Hetta kveldið kostaði forrætturin — frísk salat og fiskabitar — 55 krónur. Suppan var 15 krónur dýrari. Høvuds- rætturin, franski pipar- búffurin, kostaði 160 krónur og hann var væl- vaksin, vælhongdur og moyrur. Eftirrætturin kost- aði góðar 50 krónur. Og ein fløska av víni 150 krónur. Afturvið kaffinum kundi ein keypa likør ella cog- nac. Og eitt nú írskt kaffi kostaði 25 krónur. Tú fær eina gulløl fyri 28 krónur og ein einkultur snapsur kostar 15 krónur. Fyrsta stigið í nýggju rúsdrekkalógini, at stórri matstovur hava fingið skeinkiloyvi, er tikið. Og hetta hevur neyvan økt rúsdrekkamisnýtsluna í Føroyum enn. Ivaleyst verdur broytingin størri, tå vertshús fara at lata upp seinni, men tað hoyrir morgindegnum til og hann kenna vit ikki, fyrr enn hann er komin. Vísti tú... Canon lit-kopimaskinu, sum m.a. kann: »kroysta« myndir, so at motívið antin verður breitt eila smalt?? SMS FOTO Tlf. 19820