týsdagur 21. juli 1992síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Fyritaksstjåri: Krisjan Dahl Hilmar Jan Hansen - Uppseting: Pøt Sosialurin Argjum
Ljósmyndari: Kaimar Lindenskov Jústínus Eidesgaard Prent: P4 Pressan 1981 Yølaton: 1182 Telafax:
Fyri og eftir
svartadeyða
|
|
|
|
UNDIR einum av propagandateigum
Dimmalættingar, ”Sambandsrøddir”
kallaður, skriva teir í grein, sum teir be-
dýra, at Finnbogi Arge ikki eigur part í,
um vanlukkuligu sjálvstýristráan okkara,
sum forkomið hevur landinum
HVÍ vít skulu vissast um, at Finnbogi
Arge ikki hevur skrivað greinina, vita vit
ikki rættuliga, tí hóast fortíð sina í ødrum
flokkum man radd hansara vera eins
góð sambandsrødd, sum allar aðrar í nú-
verandi flokki hansara
SUM um tað kundi verið fyri ella eftir
svartadeyða, sigur Dimma, at rótinatil alt
tað ónda, vit nú dragast við, finna vit í t
Harrans ári 1975, tá flokkar flestir í For
esum andi uttan sambandsflokkin
Alla vanlukkurna hava sambært
Dimmu og sambandið uppruna í tí so
sjålvstyris DG ROkuhugaða
ábyrgd fyri landsins stýri, og hvor veit,
kanska hevði okkurt verið oðrvísi, vóru
teir við tó ivasamt, um tað í nútíðar sam-
bandseygum hevði verið til tað betra.
Men var sambandið í 75 ikki longu avlag-
að frá at vera ein flokkur, talast kundi við,
hevði hann undir ábyrgd og saman við
ødrum kanskakunnað verið við til at gjørt
søguliga árið 75 til eitt hitt besta sam-
bandssøguliga árið, til tað árið í nyggjari
tíð, har teir ikki runnu frá åbyrgdini.
VIÐ teimum rakstrartrupulleikum, eitt nú
danska postverið hevur, man foroyska
postverkið ikki vera eitt hitt mest ræðandi
dømi um yvirtøku, sum Dimma vil vera
vid. Postverkid hevur ikki givid rakstrar-
avlop, men við nógv økta virkseminum
hjå postverkinum sidan 75 liggur kortini
væl eftir i ti føroyska samfelagum.
RÆTT hevur Dimma i, at landsskulafyri-
sitingin er vorðin bæði stór og tung, men
fyri tað ber ikki til at siga, at føroyingar í
prinsippinum ikki skulu hava ábyrgd av
egnum skularakstri, bæði verandi og
komandi
BERT at lasta og vera eftirklókur — og
sjálvandi fyrst og fremst at fyritaka sær
sum minst, hóast almikið liggur á láni —
kostar einki, og sambandið skal hava tað
ros, at hetta hava teir altíð — ikki bert vitað
— men brúkt politiskt í storri mun enn aðrir
flokkar
HER skuldi bara "Tingenes
tilstand” var sjálvt endamálið, so vert
hvussu nógvir foroyingar máttu
einki henda
rýma av
landinum undan vinnu-, skúla- ella íbúð-
arloysi.
VIT hava hinvegin altíð hildið, attað, sum
kann vera dýrast í longdini fyri fólk og
land, er ikki at fyrireika seg til framtíðina.
Givið er, at tá so er, kann okkurt koma
fyri, ið kanska kundi verið ødrvisi, tó ikki
meira ødrvisi enn so, at hetta ber til at
rætta, bert felags endamál teirra, ið fáast
við politikk, er frægast møgulig framtíð
fyri landið og fólkið alt.
UTTAN framtíð, eingin soga, men søgan
og tað farna einsamalt skapa onga fram-
tíð.
FOROYINGAR allir høvdu skilt sam-
bandið og endaleysu júkan tess um or-
søkirnar til allar farnar landsins ólukkur,
um teir samstundis bert høvdu eitt ein-
asta boð uppá, hvussu vit frægast komu
okkum burtur úr teimum av ollum portum
ásannaðum trupulleikum og um hesin
flokkur sjálvur bert gav okkum foroying-
um eina hóming av vónum og ætlanum
teirra við hesum samfelag. Men so er ikki
| letun
AT gráta um blokkin, vit av donskum
myndugleikum fingu álagt at umsita
dugir lítið, og er tað nakar flokkur, sum
attað er "sjálvstýristráanini" fyri at takka,
at stoðan er sum hon er.
VORDIN sum niðurstaða frá flokki, sum
kortini einaferð var við til eitt vist at skapa
meguleikar fyri útbygging av hesum
samfelag — og hetta tá uttan at óttast, at
vit ikki dugdu at umsita eitt frægari
samfelag, eitt meira framkomið og
sjálvbjargið samfelag.
NU rædist flokkurin alt og oll, sær trøll í
øllum, ið "rokker ved tingenes tilstand" —
eisini í avleiiðingunum av ti, teir hóast alt
onkuntíð vóru við til politiskt.
VIT viljati mæla teimum til at angra minni
egna og annara vegna, og heldur savna
megina til framtíðar avbjóðingar og tá so
mirðiliga fyrigeva teimum, snáva teir í
onkrum, sum
sleppa undan
ivaleyst heldur ikki teir
=
Komið við ein túr til Noregs
Månad. 27. juli kl. 9 Fråferd av Havnini
Tysd. 28. juli kl. 12-15 : I Bergen
Mikud. 29. juli kl. 15 Aftur å Havnini
Nærri upplysingar og
bíleggingar — ringiå til
SMYRIL LINE - Tlf. 1.5900
| Lonin i Elduvik
Umframt allan vanligan mat fara vit nu at geva
| tygum eitt tilboð um vikuskiftini, friggja-, leyg-
| ar- og sunnudag frá kl. 19.00-21.00, ið vit
| Kalla hin føroyski tallerkurin (borðiskurin). Tað
| eru 5 smyrjibreyðstykkir við skerpikjøti 0.0.
| Um tygum fara ein útfluktstúr og ynskja ein
| slíkan matpakka, so ring til okkara. Annars bí-
| legging innan kl. 17.00. Kostnaður 50,00 kr.
við kaffi/te
| Elduvík er eitt sera vakurt pláss, ið rúmar
nógvum møguleikum, bæði til fjals og fjøru.
Her er eisini møguleiki at gista. Prísur frá
100,00 kr.
Vælkomin til Elduvíkar
TIf. 44944