Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-07-21, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. juli 1992síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 136 — 21. juli 1992 Sida3 F Nú hevur Nykur ikki ráð longur at keypa fisk, og ti kemur eingin inn at landa. Í gjár landaði tó Morgunstjórnan, sum hoyrir til virkið VI Nú fer Nykur Flakavirkið Nykur á Toftum hevur nú ongar pengar at keypa fisk fyri. Tvingsilssølan er ikki langt burtur Gjårkvøldid skuldi nevndin fyri flakavirkinum Nyki á Toftum hava fund. Fundur- in var um, hvat gerast skal, tí virkið er í peninganeyð. Eingir pengar eru at keypa fisk fyri. Kassakreditturin hjå Nyki er 3,2 mi6. krónur. Tað er lítið í mun til, hvat onnur virki hava í kassa- kreditti, men nú eru bank- arnir meira varnir at læna pengar, og Nykur sleppur ikki at læna meira. Inntøkan hjá Nyki sum hjágllum ødrum flakavirkj- unum hevur verið lægri enn áður, og tað, sum nú heilt gjørdi av við Nyk var, at ikki slepst av við saltfiskin. Nykur keyptu lastina við toski frá einum týskum trolara. Fiskurin varð salt- aður, men ikki ber til at sleppa av við saltfiskin, ti eingin keypari er. Goymsl- an hjå Nyki vid saltfiski er verd 5-6 mió. krónur, sigur Jógvan I. Olsen, nevndar- formaður í Nyki. Nykur hevur boðið lands- stýrinum, at landsstýrið yvirtekur láni- og avdrátt- arskyldurnar hjá virkinum, og at virkið afturfyri ikki keypir feskan fisk, men bara arbeiðir innfluttan fisk. Tað eru fleiri vikur síðan, men svar er einki komið úr landsstýrinum. | Tummas Arabo, landsstýrismaður í idnadarmålum, segði tá, at málið skuldi avgreiðast skjótt. Men hann hevur síð- an verið í summarfrí. Hann skuldi koma aftur til arbeið- is í gjár, og seinnapartin ætlaði Jógvan I. Olsen at gera eina siðstu roynd at fáa svar úr landsstýrinum. Tað er annars ikki longur síðan enn í seinastu viku, at Nykur keypti fisk, men nú ber ikki ul. Í gjár kom tó Morgunstjørnan, sum hoyrir til virkid, inn vid 52.000 pundum at landa. Landararnir høvdu sostatt arbeiði, og nakað av fólki var og pakkaði saltfisk. randi Frívikan við ongari lón í Klaksvík: | Starvsfólkið Segði ja At kalla øll starvsfólkini á Klaksvíkar Sjúkrahúsið fara i ár at halda frí eina viku við ongari løn. Avtalurnar eru gjórdar uttan um fakfeløgini, og tær eru partur av eini stórri spariætlan, sum skal tryggja Klaksvíkar Sjúkrahúsið 2,7 milliónir í ár Stíðarbarmi Månamorgunin = kom Tjaldrið inn úl Nólsoyar við trolinum hjá báti- num Stíðarbarmi. Okkurt var galið við spælinum hjá Stíðar- barmi, sum bað um hjálp, og Tjaldrið fór so út at hjálpa teimum at fáa twolið inn. Stíðar- barmur trolaði innanfyri eystanfyri Nólsoynna. Seinkað tveir tímar Norrøna varð tveir tímar seinni á Havnini gjára- morgunin. Norrøna kom tá úr Danmark. Tað hendi sunnu- kveldið, at brek varð við Leygardagin vóru slkkiliðið í Havn og Tjaldrið hjá Vaktar- á Bjargingartænastuni í Kaldbak í sambandi við eina oljudálking. Nøgd á leið sum ein tunna fleyt á sjónum, sløkkiliðið sperraði økid av, og Tjaldrið fór inn at súgva oljuna upp. L motorinum, og skipið kundi tí ikki sigla við fullari ferð. Brekið varð rættað aftur mánamorgunin, og skipið slapp avstað til Hetlands. Fingu alt upp Tað gekk væl. Tað er ikki greitt, hvaðan oljan kom. Hon kann verða mist ella slept á sjógv, men hon kann verða komin úr tunnu, ið hevur ligið í sjónum randi Ongin verður uppsagdur á Klaksvíkar Sjúkrahúsið, hóast 2,7 milliónir av eini fíggjarætlan uppá uml. 40 milliónir skulu sparast í Umsjónarmaðurin, Heri Ellingsgaard, hevur nú fingið svarini frá álitis- umboðunum, har tey siga hvort tey ganga við til at halda frá eina viku við ongari løn ella ikki. Og tey vóru sera posi- tiv. Starvsfólkini hava sýnt sera stóra vælvild, sigur hann. Allir starvs- bólkar taka undir við at halda frí eina viku við ongari løn, fyri at forða fyri, at starvsfelagar verða uppsagdir. Heri greiðir frá, at hetta kortini ikki ber til hjá øllum starvsbólkum. Hjá nøkrum er vaktarskipanin løgd soleidis, at tey ikki kunnu taka cina eyka friviku. - Men har tad ber til verður tað gjørt, og vit fara nú undir kanna, nær vikan hjá teimum cin- støku best kann liggja. - Hevur ongin mótmælt hesum? - Ikki tað eg veit. Og eg hugsi at setir onkur seg ímóti, so verður trystid frá starvsfeløgunum so mikið stórt, at øll fara at ganga við ul tað, tá til stykkis kemur. Uttanum fakfelggini Og at øll ganga við til tað er ein treyt fyri, at tað skal bera til. Tí hetta er nakað sum verður gjørt uttan um allar såttmålar. - Fakfeløgini eru als ikki inni í myndini, sigur Heri. Hetta er alt nakað sum starvsfólkið ger sjálvboðið. - Tað hevði verið nakað annað, um talan hevði verið um at skert lønirnar. Tá hevði valla borið til at farið uttan um feløgini. Orsøkin til at tey nú kunnu haldast uttanfyri, er, at mannagongdin nú er tann sama, sum tá sekt verður um farloyvi. - Ein kann siga, at øll Starvsfólkini hava sekt Framhald á síðu 4