týsdagur 30. juni 1992síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
Soleiðis verður spart
Eftir nógvar og drúgvar fundir farnu dagarnar,
hevur leiðslan á landssjúkrahúsinum funnið
hesa loysn uppá, hvussu játtanin kann haldast
Læknar:
Á skurðdeildini verða 1. hjálparlæknarnir sagdir úr starvi og harumframt 1 hjálp-
arlækni.
Á med. deild, teir 3 1. hjålparlæknarnir og I hjálparlækni.
Á psyk. deild verða hjálparlæknarnir minkaðir við 1.
Umframt hetta skal arbeiðstilrættaleggingin hjá hjálparlæknunum fylgja einum
rulluskema, soleiðis at bert 2 hjálparlæknar eru til arbeiðis i dagarbeiðstíð.
Mett samlað sparing kr. 1. mill.
Rannsóknardeildin:
Her eiga kr. 600.000,- at verða spardar.
Ymiskt:
Útskiftan av tólum verður at minka við kr. 100.000,-.
Útskiftan av tólum á rentgendeildini minkar við kr. 50.000.-.
Ljós og hiti: kr. 150.000,- sparast.
Umsiting av íbúðarhúsum og blokkum: kr. 100.000,- sparast.
Tilfar til teknisku deild minkar ivð kr. 150.000,- fyrisitingin við kr. 50.000,-.
Sjúklingaflutningurin verður minkaður við kr. 200.000,-, tí avvarðandi ikki fáa
endurgjald fyri ferðaseðil, burtursæð frá foreldrum at børnum undir 16 ár.
Eftirútbúgving og tænastuferðir: Ongin skeiðferð av landinum verður játtað eft-
ir d.d. og hervið verða ætlandi spardar kr. 400.000,-. Skeiðútreiðslur til lærarar á
sjúkrasystraskúlanum verða heldur ikki játtaðar frá d.d., sparing kr. 65.000,-.
Blød og annað: Øll føroysku dagbleðini verða uppsøgd, og við hesum verða kr.
30.000,- spardar.
Bókasavn: Bókaverðurin uppsagdur og bekur verða ikki keyptar til bókasavnið,
við hesum verða kr. 50.000,- spardar
Við hesum má skurðdeildin skerjast við 6 rektarstarvsfólkum svarandi til kr.
324.000 harafturat koma sparingar av reingerðini við kr. 180.000,- t.v.s. íalt
kr. 0,5 mill
Tryggingar:
Brunatryggingin fyri Landssjúkrahúsið er segd upp, og við hesum verða
væntandi kr. 400.000,- spardar í 1992.
Flutningstænstan hjá Strandferðsluni:
»Standby« avtalan við Strandfaraskip Landsins verður segd upp frá 1. august, og
hervið verða kr. 300.000,- spardar.
Kekurin:
Landssjúkrahúsið verður við ætlaðu seingjarreduktión minkað við 10.000 seingjar-
degum og rokna vit við, at vanliga verða 80% av plássunum nýtt, fer hetta at hava
við sær, at kekurin fer at lata minni tænastu svarandi til 8.000 kostdagar. Seta vit
hetta í mun til 73.000 kostdagar i 1991 eigur køkurin at minka við kr.
800.000,-(560.000,- í lénum og 240.000,- í mati).
tur havt
M3
SE s0Sialurin
Eg ring! til Statoil i dag'«
Tekniska deild:
Um sami roknihåttur verður nýttur fyri teknisku deild sum fyri køkin, eigur tekn-
iska deild at spara kr. 600.000,-.
Portørtænastan:
Ambulansutænastan i Eysturoynni verður ikki opnað aftur eftir summarsteðgin
1. september, og við hesum falla 8 portørstørv burtur, svarandi til kr. 600.000,- og
kr. 300.000,- skulu finnast afturat á portørumrådnum. Tilsamans kr.900.000,-.
Goymslan:
Rakstrarúrslitið av goymsluni eigur at betrast við kr. 100.000,-.
Ergoterapiin á somatiskum deildum:
Ergoterapiin á somatisku deildunum verður minkað við einum ársverki.
Fysioterapiin:
Her eiga kr. 250.000,- at verða spardar.
Psyk. deild:
Psyk. deild 5 letur ikki upp aftur aftaná summarsteðgin, ið endar primo august.
Starvsfólkini á deild 5 verða sett í tey leysu stervini, ið eru á psyk. deild. Mannligu
pleygarar á psyk. deild 2 skulu taka sær av kveld- og náttarvaktum, so tilkalli-
vaktirnar falla burtur. Portørtænastan røkjur tilkallingarnar um dagin.
Sjúkrahjálparar og ófaklærd, sum starvast á psyk. deild í løtuni, verða segd upp,
svarandi til 9,7 ársverk. Harumframt verða onnur 3,6 rektarstarvsfólk segd úr
starvi.
Á psyk. deild 5 verður frå primo august sett á stovn ambulatorium/-dagdeild
mannað við 2 sjúkrasystrum.
Mettar sparingar íroknað sparingar á reingering og service 2 mill. kr.
Med. deild:
Med. deild B.6 letur ikki upp aftur, tå summarsteðgurin 17. august er av. Helvtina
av med. partinum av intensivu deild B.8 !etur heldur ikki upp aftur, tá summar-
steðgurn er av 17. august. Við hesum minkar med. deild við 24 + 6 sengrum = 30.
Ístaðin byrjar med. ambulatoriivirksemi 1. august á med. deild B.6. Ambulatori-
ið verður vanligt med. ambulatorium og onkologiskt serambulatorium. Ambulato-
riið verður mannað við Í sjúkrasystir av B.8 og Í skrivara av med. deild umframt
20 tímar konsulenttænastu frá serútbúnari sjúkrasystir innan krabbameinsrekt.
Uppgáva hennara verður at samskipa onlologisku tænastuna.
Tuberklasteðin letur aftor og tað, sum verður eftir av starvsfólkaresursum tá
scintigrafitænastan er rekt, verður flutt til med. ambulatoriið.
Sparingarnar hava við sær, at 24,6 rektarstarvsfólk á med. deild verða skorðin
burtur svarandi til umleið 1,4 mill. kr. Mettar sparingar vegna minkandi reingerð
og service svarandi til 30 omanfyri nevndu sengur eru kr. 370.000,-. Eykaútreiðsl-
ur fyri onkologiska samskipanartænastu kr. 45.000,-.
Samlaða sparingin á med. deild kr. 1.725.000,-.
Skurðdeildin:
Skurðdeildin A.3 verður ikki latin upp aftur, tá summarsteðgurin er av 17. august.
Kir. parturin av intensiv deild B.8 verður skorðin við 4 sengrum, eisini frá 17.
august.
Tað syrgir STATOIL fyri!
Tú vaknar ikki við kaldan dreym,
„ um tu hevur automatiska áfyllingar-
skipan frá Statoil. Og so er tað
ókeypis at vera við.
=
og Oljufyrtænastuna.
Betri fært tú ikki!
Nr. 121 — 30. juni 1992
Lat okkum eisini minna á Hitakonto
Tangin, ið aldri tømist.
“Sosialurin — fimm ferðir um vikuna!
OSlalurin — fimm
sr nn
TI THEN KURR ER URI UB FSK NESS NOD
ferðir um vikuna!