mikudagur 1. juli 1992síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
per om
Ábyrgdarhlaðstjóri: Jen Muller Blaðfólk: Randi Jacobsen - Tórfinn Smith
Fyritaksstjóri: Krisjen Dahi
Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov
i
Hilmar Jen Hansen -
Uppseting: Pit Sosialurin
Prent: Pit Pressen 1981 Tøleton:
Almenni sektorurin
HVØLLI bresturin av »bumbuni«, sum
brast i utvarpinum i vikuni, tå kunngjørt
varð, at 111 fólk á Landssjúkrahúsinum
verða uppsegd nú beinanvegin orsakað
av sparingum, er farin sum bergmál
kring alt landið. Starvsfólkini á landsins
størsta sjúkrahúsi hava fingið ein skelk,
men mong eru nú helst tey kring landið
alt. sum bera ótta fyri sær og sínum,
verða tey bråddliga uppsøgd.
TAÐ er greitt, at slík tíðindi skapa øsing
í samfelagnum, sum longu er hart rakt
av sparingum og ringu tíðunum. Í skriv-
andi løtu vita vit ikki, um landsins
myndugleikar fara at játta pengar til
sjúkrahús, soleiðis at uppsegnirnar ella
partur av teimum verða tiknar aftur.
HETTA er tó ikki bara ein spurningur
um sparingar á Landssjúkrahúsinum.
Tað er eins nógv ein spurningur um all
an tann almenna sektorin. Hvat vilja vit
við honum og hvat hava vit ráð til! Tað
er eingin ivi um, at sparast má, spurn
ingurin er hvussu nógv og hvar. Og her
eigur landsstýrið at gera sær greitt, ja,
Leygarkvøldid
og Sunnukvøldid
borðreiða vit við tí
kalda borðinum
frá kl. 18.00—21.30
Prísur bert kr. 140,-
Bíleggið borð á tlf. 17500
læra av imistøkunum hjá undanfarna
landsstýri, ikki frá degi til annan at
spara líka yvir tað heila, t.v.s. eftir so-
kallaðu »plenuklipparametoduni«, utt-
an mið og mál.
OKKARA politikarar mugu til at síggja
sparingarnar sum partur av eini ratio-
nalisering, effektivisering, samanlegg-
ing og samarbeidi millum teir ymsu al-
mennu stovnarnar. Litil dugur er i at
spara uttan at hyggja at, hvørjar iløgur
vit gera, og hvussu ætlanin er at bruka
hesar iløgur skilabest, øllum til frama.
Og her er sjúkrahúsverkið bert eitt
dømi, men tå eitt sera gott og illustra-
tivt dømi.
POLITIKARARNIR hava viljad havt try
sjúkrahús, kosta hvat tað vil. Í dag tått-
ar i og spurningurin er: hava vit ráð til at
varðveita verandi sjúkrahús á núveran
di staði og harafturat at útbyggja tey!
Her mugu politikararnir gera sær greitt,
hvat tøki peningurin røkkur til. Skal
gongdin halda fram og sparingarnar
skulu raka javnt yvir oll sjúkrahúsini
TIf. 17500
við Oyggjarvegin
so mugu vit bara góðtaka, at vit í fram-
tíðini koma at hava trý lokal sjúkrahús,
har einki er ført fyri at geva eina nóg
góða tænastu. Hetta má blíva prísurin,
verður fasthildið um sparingarnar á LS
og vilja politikararnir framhaldandi
varðveita og útbyggja virksemið á
smærru sjúkrahúsunum.
SÓKNAST verður eftir einum heildar-
politikki — eini ætlan fyri alt sjúkrahús
verkið, sum sjálvandi eisini fevnir um
primeru heilsutænastuna, tí tað er eing-
in logikkur í at siga rgktarfólki á sjúkra-
húsinum upp fyri at fáa sjúklingarnar
fyrr útskrivaðar, um ikki primera heilsu-
røktin harvið verður ment og útbygd.
ORÐASKIFTIÐ um sparingina á LS eig-
ur at fáa okkara politikarar at taka spar-
ingina í almenna sektorinum sum heild
upp til viðgerðar og vita um ikki ber til,
nettup út frá spurninginum um ratio-
nalisering, samanlegging cg samar-
beiði, at minka um útreiðslurnar í al-
menna sektorinum so ella so. Eingin ivi
er um, at vit kunnu liva við, at onkrar al-
Útgevari: PI Soniskurin Bústaður: Argjavegi 28 Postsdrasss
Argjun
11820 Telafux:
mennar tænastur verða spardar heilt
burtur ella lutvíst, soleiðis at tænastur,
sum vit ikki kunnu vera fyriuttan, eitt
nú viðgerð og røkt av sjúkum og goml-
um, verða fyri minni sparingum. Her er
talan um at síggja sparingarnar í øllum
tí almenna sektorinum sum eina heild
og spara har sparast kann.
VIT eiga at ansa eftir ikki at syndra tann
almenna sektorin, sum vit øll so sanni-
liga hava brúk fyri. Men tann almenni
sektorurin er so nógv. Latið okkum tí
hyggja at, hverjar royndir teir hava
aðrastaðni, tá sparingar skulu fremjast í
hesum sektorinum. Latið okkum ikki
vera bangin fyri at royna ótraditionellar
loysnir. Men latið okkum for Guds
skyld ikki leypa um garðin, har hann er
lægstur og leggja eftir teimum sjúku og
gomlu, og teimum fólkum, sum sett eru
at røkta og ansa teimum. Tá mugu polit-
íkararnir heldur leggja áhugamál, sum
skulu tryggja teimum afturval, til viks
og vísa seg sum sannar landspolitikar-
ar. Tað eru slíkar, sum ringar tíðir sum
hesar krevja av okkum.
1500 fólk mótmæltu í gjár í Tinganesi håpuppsøgnunum á lands-
sjúkrahúsinum og kravdu, at landsstýrið útvegar eina eykajáttan
soleiðis at tey 111 ikki verða koyrd til hús. Harumframt eftirlýstu
mótmælisfólkini eini heildarætlan
kalmar
,
fyri alt sjúkrahúsverkið. Mynd