mikudagur 1. juli 1992síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 122 — 1. juli 1992
Stýrið verið ábyrgdarleyst
Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður:
Stýrið fyri Landssjúkrahúsinum forðaði
stjóranum í at fremja neyðugu sparingarnar í
góðari tíð. Tey satsaðu uppá at fáa eina
eykajáttan, hóast tey vistu, at útlitini fyri at fáa
nakað vóru smá. Tí hevur stýrið ein stóran part
av ábyrgdini fyri, at tiltókini nú verða so
ógvuslig
Í flestøllum almennum
stovnum er onki lið
millum stovn og lands-
stýrið. Men øll trý sjúkra-
húsini hava eitt politiskt
valt stýrið ímillum, sum
stendur omanfyri stjóran.
Og tað er hetta stýrið,
sum av Jóannesi Eides-
gaard nú fær ein stóran
part av ábyrgdini fyri, at
stødan er sum hon er á
Landssjúkrahúsinum
Stýrið forðaði
sparingum
Tá sjúkrahússtjórin i mars
mánaði boðaði frá, at
neyðugt var at seta tiltøk í
verk fyri at halda játtan-
ina, gav stýrið boð um, at
fleiri sparitiltók ikki
skuldu fremjast.
Stýrið vildi loysa
málið politiskt við at søkja
um eykajåttan,
Jóannes Eidesgaard
- Tí vórðu ongi tiltøk
sett í verk tå, og fólk hava
SIg Ur
Formaðurin í sjúkrahússtýrinum:
Eidesgaard hevur
alla ábyrgdina
- Hann hevur alla tíðina vitað hvussu stóðan
var, men hevur onki gjórt, sigur Líggjas
Joensen
>Tann av stýrinum
viðgjórda og góðkenda og
av Føroya Løgtingi
samtykta figgjarætlan
kann ikki farast útum
uttan við
figgjarnevndarinnar
samtykki.
Um ovnýtsla i
roknskaparárinum verður
hildin at vera neyðug,
leggur sjúkrahússtjórin
ovnýtsluna fyri fíggjar-
neyndina við tilmæli frá
sjúkrahússtýrinum“.
Soleiðis stendur í grein
9, stk. 2 í reglugerðini fyri
sjúkrahúsverkið.
- Og tað er júst hetta
stýrið hevur gjørt, sigur
Líggjast Joensen, stýris-
formaður. Vit hava fylgt
lógini allan végin. Men
landsstýrið hevur onki
gjørt.
Líggjas greiðir frá, at
stýrið longu 13. november
í 91, áðrenn fíggjarlógin
var samtykt, skrivaði til
landsstýrið og segði, at
játtanin til Landssjúkra-
húsið ikki fór at halda.
Sjey milliónir fóru at
mangla í.
- Vit hoyrdu onki aftur
fyrr enn fíggjarlógin varð
samtykt, sigur hann.
- 20 januar skrivar
landsstýrið til okkum, og
sigur, at >um tekin til
meirnýtslu síggjast, eigur
beinanvegin at verða
boðað landsstýrinum frá<.
- 27. mars 1992 skriv-
aðu vit aftur til landsstýrið
- sambært reglugerðini
fyri sjúkrahúsverkið - og
søktu figgjarnevndina um
eina eykajáttan uppá 10
mió. kr., tí vit høvdu
funnið útav, at útreiðsl-
urnar vóru gktar, soleiðis
Síða 3
bara vónað, at pengarnir
fóru at verða játtaðir. Tað
eru teir framvegis ikki, og
ti verða tiltøkini so ógvu-
slig.
Jóannes fílist á at stýrið
hevur sid í fleiri mánaðir
og vitað, at 10 milliónir
fóru at mangla í, men
kortini ikki hevur givið
stjóranum møguleika fyri
at fremja neyðugu
sparingarnar.
- Eg má siga, at tað var
naivt at styrislim-
unum at sita og bida eftir
eini eykajåttan, sum teir
væl vistu, at smá útlit vóru
fyn at fáa, sigur Jóannes
sera
Tí kann stýrið kann
avgjørt ikki renna undan
síni ábyrgd S-S-
at tað komu at mangla 10
milliónir í staðin fyri sjey
- Og vit hava framvegis
einki svar fingið uppá
hesa umsókn. Vit liva
framvegis í Óvissuni, sigur
Líggjas.
- 12. Juni fáa vit skriv
frá landsstýrinum um, at
játtanin ul okkara verða
lækkað við 1,5 millión,
umframt at vit skulu
gjalda 3,5 milliónir til
arbeidsloysistryggingina
Nu mangla also 15
milliónir i.
- 22. juni vóru
sjúkrahússtýrisformennini
r á fundi í landsstýrinum,
og har varð gjørt greitt, at
játtanin uppá 210 milliónir
skuldi haldast. At vit
høvdu søgt um eykajáttan
varð als ikki nevnt. Vit
hava tí enn einaferð heitt á
landsstýrið um at viðgera
hesa góðu umsókn - og
framvegis er onki svar
komið.
- Og fyrr enn tað er
komið kunnu vit onki
gera. Vit eru jú bundnir av
eini reglugerð.
- So eftir míni meining
er ongin ivi um, hvar
ábyrgdin liggur: Hjá
landsstýrismanninum í
heilsumálum Jóannesi
Eidesgaard! Hann hevur
alla tíðina kent okkara
stóðu, men hevur oriki
gjørt!
S-S-
Jóannes Eidesgaard:
Landssjúkrahúsið
má ikki syndrast
- men annars leggja vit okkum
ikki úti, hvussu spart verður
Burtursæð frá at taka
stóðu til umsóknina um
eykajáttan til
Landssjúkrahúsið,
vidgjørdi landsstýrið
sparingarnar fyri seg.
- Vit leggja okkum ikki
út í umsitingina av Lands-
sjúkrahúsinum, men er
vandi fyri at sjúkrahúsið
syndrast, halda vit tað
vera okkara borð, sigur
Jóannes Eidesgaard.
Við ødrum orðum kann
roknast við, at landsstýrið
fer at steðga ið hvussu er
nøkrum av sparingunum
við eini eykajáttan.
S-S-
Líggjas Joensen, stýrisformaður:
Vit kunnu ikki
steðga hesum
Stýrið fyri landssjúkra-
húsið hevði fund í gjár, og
eitt uppskot um at áleggja
leiðsluni at steðga øllum
tiltøkum ul svar uppá
umsóknina um eykajáttan
er komin úr landsstýrinum
var til viðgerðar.
Grundarlagið fyri upp-
skotinum var, at leiðslan
hevði sett ultøkini í verk
uttan um stýrið. Tí varð
hildið, at stýrið hevði rætt
at steðga ti.
Men uppskotið varð
felt.
- Stýrið hevur hildið seg
til sínar skyldur. Meira
kunnu vit ikki gera, sigur
Líggjas Joensen, for-
maður.
Líggjas vísir á, at tað er
stjórin og ikki stýrið sum
hevur ábyrgdina av raks-
trinum, og av at halda
fíggjarlógina.
- Tað hevði verið skeivt
av okkum at lagt okkum
út í hetta arbeiði, sigur
Líggjas.
S-S-