mikudagur 1. juli 1992síða 4
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
Verkfall, men gott Samband um sundið
Um tann einasti, sum hevur
loyvi at flyta ferðafólk við báti
sínum, gevst at sigla
um
Vestmannasund, so gevast hin-
ir eisini, sigur Ellintur Abra-
hamsen, formaður í Skipara og
Navigatørfelagnum
I løtuni er tad cin madur,
sum er fordingin fyri, at
verkfallið umbord á
strandfaraskipunum skal
virka. Og tað er Palli
Lamhauge, sum er einasti
vestmenningiur, sum hev-
ur loyvi at flyta ferðafólk
við báti sínum.
Um Vestmannasund er
ikki nakar trupuleiki at
sleppa. Har sigla fleiri
bátar. Vit hava verið í
samband við teir sum
sigla, og teir siga allir, at
teir gevast við at sigla, um
tann báturin, sum hevur
loyvi at sigla eisini gevst,
sigur Ellintur Abraham-
sen.
Kunnu tit ikki blokerað
siglingina um Vestmanna-
sund?
Nei, tað kunnu vit ikki,
vit kunnu ikki nokta fólki
Nr. 122 — 1. juli 1992
Palli er knúturin
at sigla, sigur Ellintur.
Vit hava tosað við teir
sum sigla um Leirvíks-
fjørd og har er siglingin
minkað munandi seinastu
tíðina, sigur hann.
--Annars er ongin fundur
avtalaður millum
partarnar og í løtuni
gongur málið ongan veg,
Sigur Ellintur
Abrahamsen.
jústinus
Ferðasambandið um Vestmannasund virkar, sjálvt utt-
an strandferðsluna
Jóan Petur Hentze, fyrrvernandi skipari, um kríggsendurgjaldið:
—Eg rokni ikki vid, at menn fara til Havnar at melda seg sálarliga
brekaðar fyri at fáa kríggsendurgjald. Er ein friskur likamliga og
tað er kravið, so kunnu teir eiga handan peningin fyri mær, sigur
ein vónbrotin Joan Petur, sum sigldi undir øllum krignum
Tað er komið dátt við hjá
mongum eldri føroyingi
at kraviO ul at fáa
endurgjald fyri at hava
siglt vandasjógv undir
seinna heimsbardaga er, at
eim í minsta lagi skal hava
mist 25 prosent av ar
beidsførinum sum avleið-
ing av siglingini
Tað gekk hart útyvir
nervarnar hjá mongum
manni at sigla undir kríg-
num, summir, sum ikki
høvdu nortið brennivín
fyrr, fóru at drekka illa
Og fáur maður mundi vera
Herman av Sandi, sum er
yvir átta ár og sigldi sum
skipari og stýrimaður und
ir krignum
Men at skula norður til
Havnar, "at gevi
fyri elendigheit”, t ri
eg ikki, so kunnu teir eiga
hasi oyruni fyri mær. Eg
fekk ikki likamlig brek av
at sigla undir krígnum,
men tað sleit hart uppá
nervarnar, fyri meg og
allar hinar. Eg trågvi, at
mangir av okkum vórðu
psykist nidurbrotnir av at
sigla undir krígnum. Tað
var ikki tespiligt, at hava
ábyrgdina av fólki og
farmi, meðan ein sigldi í
minusjógvi og flogfør og
kavbátar lúrd. Tú kendi
ongantíð tíman, sigur Jóan
Petur Hentze
Viðurkenning
Ég hevði glett meg ul
hetta endurgjald, sum eina
viðurkenning av, at vit
vágaðu lívið í krígnum.
Og eg dugi ikki at síggja
hví reglan um 25 prosent
mist arbeidsføri nú skal
verða komin uppí. Hetta
hava vit onki hoyrt um
fyrr, sigur hann.
Ti var tað eitt satt
vónbrot at lesa um treyt-
irnar. Ikki bara vónbrat,
men
hetta er eisini
Órættvíst?
--Ég veit um ein skop-
uning, sum sum sigldi
millum oyggjarnar við
einum norskum báti. Hann
hevur fingið pensíón síð-
an kríggið. Eg veit eisini
um ein higan úr oynni,
sum byr i Bretlandi, hann
fær bæði pensión frå
bretum og úr Danmark.
Og hann er ikki
aður invalid",
Petur Hentze.
Skattur av
-Og so hevur ljóðað, at
vit skulu rinda skatt av
pensiónini. Eitt var tað, at
'erkler-
sigur Joan
Mannminkandi at geva
seg upp til elendigheit
teir tóku "ein ringan ung",
men eg haldi ikki at
hendan pensiónin eigur at
skattast, sigur Jóan Petur
Hentze.
Jóan Petur førdi millum
annað Lítlu Emmu og
Vágoynna, hann var eisini
stýrimaður Langanes og
sigldi eisini við trolara
undir krígnum.
jústinus
Áttamanna-
far á land
Sendi boð eftir Tjaldrinum, tí
báturin lak so illa, at neyðugt
varð at seta hann uppá land
sunnanfyri Leirvík
Klokkan 19:45 månakvøldid fekk vakthavandi á Vaktar
og Bjargingartænastuni boð frá einum leirvíksingi, at
hann hevði sett bát sín uppá land stutt sunnanfyri.
--Báturin lak so illa, at maðurin tordi ikki at sigla
víðari.pumpurnar kláraðu als ikki at halda bátinum lens,
sigur vakthavandi.
--Maðurin slapp uppá land uttan trupuleikar. Men
báturin er illa farin, tí ókyrt var í Leirvíksfirði, sigur
vakthavandi.
Tjaldrið tók bátin uppá sleip og hann stendur nú á
kaiini í Leirvik.
jústinus