Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-07-01, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. juli 1992síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 122 — 1. juli 1992 MC Restorff, stjóri á Hotel Hafnia: Ongin almenn barr —Vit hava ongan áhuga í, at fólk koma á hotellið at fylla seg við víni. Vínnjótingin á Hafnia er í samband við matin, sigur hann Seinastu dagarnar hevur verið møguligt á báðum hotellunum í Havn at keypa vín aftur við mat- inum og eisini at fáa skonkt sterkari. Og hetta hevur økt munandi um virksemið á restaurant- unum á báðum hotellun- um. Hevur tað gingið friða- liga fyri seg? --Ja, vit hava ongan á- huga fyri at fólk bert koma á hotellið fyri at drekka, og hesum geva vit ikki loyvi. A hotellinum kann tå sameina vin og matmentan og heldur ikki meir. Vit ætla eisini at halda lágan profil, siguir MC Restorff, stjóri. --Og vit hava merkt, at fleiri fólk hava vitja mat- Hjá hesum tænaranum á Hotel Føroyum verður tan vanligari at skeinkja vin í framtíðini. Mynd: Kalmar Síða 5 stovuna enn áðrenn vit fingu skeinkiloyvi, sigur hann. Prísurin á víni á hotel Hafnia liggur á sama stødi sum í Danmark. Tað sokalaða "husets vin" kostar 98 krónur fyri fløskuna, annars liggur 1 { prísurin á eini fløsku av góðum víni um 150 krón- ur. Og hotellið hevur loyvi at skeinkja frá klokkan 11:00-24:00. Hotel Feroyar A Hotel Føroyum hevur eisini verið úr at gera seinastu dagarnar og stjórin, Jóhannes Jóhan- nesson er ikki í iva, tað er skeinkiloyvi, sum hevur skundað undir fólk. --Tað eru ikki bara út- lendingar, sum eru gestir, vit hava eisini havt vitjan av nógvum føroyingum og tað hevur gingið fridaliga fyri seg, sigur Jóhannes Jóhannesson. --Fólk kunnu ikki bara koma á matstovuna og biðja um okkurt at drekka, tað er ein treyt, at fólk eisini keypa mat. Hetta er ein restaurant, og her er tað maturin, sum kemur í hásæti, sigur stjórin. --Vit ansa eisini væl eft- ir, at fólk ikki sita á restaurantini og drekka seg full. Hetta kann ganga útyvir aðrar gestir. --Men vit hava enn íkki fingið skeinkiloyvi til barrina, sum er uppsett í reseptiónini. Annars hava vit loyvi at selja brennivín og gl, sigur hann. jústinus Um alt gekst, sum bygdar- ráðsformaðurin á Eiði vildi tað í gjårkvøldid, hevur Ho- tel Eiði møguleikan at fáa skeinkiloyvi í hesi vikuni. Ætlanin var, sambært Dimmu í gjár, at taka málið fram aftur á fundi í Eiðis bygdarráði í gjårkvøldid, men einki var avgjørt, um málið yvirhgvur kom fyri, og tíansheldur um tað kom ígjógnum, tá ið Sosialurin seinnapartin í gjár fór til prentingar. Fundur skuldi vera í gjár- kvøldid, og har ætlaði Hans Jákup í Kollsbyrgi, bygd- arráðsformaður, at fáa mál- ið tikið uppaftur fyri tridju ferð. Málið hevur tvær ferð- ir áður verið fyri í bygdar- ráðnum, men er tað fallið hvørja ferð, tað er komið til atkvødugreidslu. Bygdarráðið hevur ikki verið fullmannað, og tí er málið ikki vorðið samtykt. Sum skilst eru hugburðurin í bygdarráðnum so háttaður, atmeirluti bert fæst, um allir móta. Síðst noyddist ein bygdar- ráðslimur, ið røktar seyð, at hyggja at einari omandotn- ari ær, ið hevði brotið rygg- in, og tí var fundurin tá ikki fullmannaður. Kemur málið igjøgnum í Proppin úr á Eiði bygdarráðnum, kann Hotel Eiði taka proppin úr fyrstu fløskuni longu í morgin ella í ovurmorgin, ella so skjótt goymslaner fingin úr Havn- ini norður til Eiðis. Higartil eru bert skeinki- loyvi givin teimum bådum stóru hotellunum i Havn — Hotel Hafnia og Hotel Før- oyum, ið skonktu fyrstu ferð friggjakvøldid. hj. Karin Brattaberg, båndakona: Nú mugu vit stoyta burtur —Vit kunnu goyma 2000 litur, men nú er goymslan full og verkfallið er ikki av enn, sigur Karin, sum er bóndakona við Fámará Týsdagin hoyrdist ein lýsing í bløðunum um at mjólk var til sølu, og tað er sjaldsamt at hoyra nú á døgum. Tað vóru bónda- hjúnini við Fámará sum lýstu, at fólk kundu koma efur mjólk Vit eru sloppin av við nakað av mjólk á hendan hátt, men als ikki nóg mikið. Og stødan hjá okkum gerst truplari fyri hvønn dag, sigur hon -Vit kunnu goyma 2000 litrar av mjólk, men nú er goymslan full og tað er tíðaravmarkað leingi ein kan goyma mjólk. Vit missa pengar hvussu av verkfallinum, sigur Karin. Avbyrgd I gjárkveldii SKUTUI kórið Ljómur úr V agi på syn ur inum. Men hetta verður av ongum, tí ikki fekst fartur norður. 1 bala í lan > Vil SKulu UI inds við KOMNUM. DE nu mugu vil lciga Jóhannu ul at flyta okkum norður Og Steymoynna tora vit ikki at leggja at, tí sambandið um Vestmannasund er alt ov vánaligt, sigur Karin Brattaberg - justinus UPPRUNALUTIR TIL €D -BILARNAR | pf. wenzel petersen, tlf. 13873