Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-07-01, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. juli 1992síða 11

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 122 — 1. juli 1992 I. Nýggj hårstova letur upp í dag >Tað kann væl vera, at tidirnar eru ringar, men hárið veksur hvønn dag, og tað má onkur vera at gera nakað við,< sigur Sigrun Jacobsen, sum í dag letur upp nýggju hárstovuna Interlook Í hesum tíðum, har mestu tíðindini innan tænastu snúgva seg um virki, fyri- tøkur og annað, ið letur aft- ur, kunnu tó hómast glott- ar, ið bera boð um, at ikki øll hava mist mótið. Fyrrapartin í dag — nærri sagt kl. 9.30 — letur upp ein nýggj hárstova við Landa- vegin í Havn, ið kallast Interlook. Tað er 24 ára gamla Sigrun Jacobsen, ið hevur valt at byrja fyri seg sjálva í hølunum beint við síðuna av, har Pennzoil heldur til. Altid viljad sjålv »Eg varð utlærd i juli í fjør, og tå eg altid havi havt hug at hava cina hårstovu sjålv, gjørdi eg av at gera nakað við tað, nú helvtin av kjallaranum hjá foreldr- unum er tók,< greiðir Sigr- un. frá. >Pápi mín hevði eima skrivstovu her, men hon er flutt longur inn, so pláss skuldi vera fyri hár- Stovuni.< Sigrun hevur við góðari hjálp frá manni sínum og ødrum sjálvbodnum hond- um fingið riggað hølini ul, So tey eru sera hugnalig at koma inn. Inni er ljóst og passaliga rúmligt, hóast hølini ikki eru so øgiliga stør. »Eg skal vera einsamgil í fyrstuni, og tað passar mær eisini best, hóast eg einki havi ímóti, at kundarnir verða so nógvir, at eg noyðist at fáa onkran aftrat mær,< sigur Sigrun. > Nógv eru arbeiðsleys í hesum døgum, men tað varnúikki orsøkin til, at eg valdi at byrja her við egnari hár- stovu. Ég havi íkki sekt nakað arbeiði aðrastaðni, síðani eg í fjør varð útlærd í Bylgjuni — hetta var meira ein gomul ætlan, ið eg nú kundi fáa uppfylta.< Fólk hava ikki pengar Nú tidirnar ikki eru so góðar, sum tær hava verið, heldur Sigrun íkki, at ein kann krevja, at fólk hava so nógvar pengar um hendi, sum tey kanska hava havt. »Tihavieg gjørtav, ateg skal royna at halda lågar prísir, ið eru meira yvir- komiligir hjá fólki,< sigur hon. >Sjálv haldi eg, at tað altíð er marknaður fyri ein- ari hárstovu kortini. Hárið veksur jú hvønn dag, og tað má onkur vera at gera nak- að við, tá ov nógv er vorðið il av ti.« Hetta til Glavsøku verður opið í Interlook gerandis- dagar frá kl. 9.30 til 17, meðan tað eftir ólavsgku fer at verða opið aðru- hvørja viku frá kl. 9.30 til 16 og adruhvørja viku frå kl. 13 ul 19. hj. Mynd: Kalmar 2 s0Sialtrin Síða 17 Banki å Toftum i 25 år I dag eru 25 år sidani Før- oya Banki lat deild upp å Toftum. Tå bankin opnadi 1. juli 1967 var tað fyrstu ferð, at peningastovnur setti deild á stovn í Nes kommunu. Kommunan sá dagsins ljós 1. apríl hetta sama árið. Tá varð beinan vegin farið undir fyrireikingar- nar at fáa flakavirkið til bygdina. Nykur tók fyrstu ferð móti fiski í mai mánaða 1969, og tað var Feroya Banki, sum fíggj- aði flakavirkið. Lønirnar frá flakavirki- num eru síðani ltnar um Feroya Banka. Tað man ivaleyst vera hevuðsfrá- greiðingin til, at nógv tað mesta bankavirksemið í kommununi fer fram í Føroya Banka. Fyrstu árini vóru tað starvsfólk í deildini í Salt- angará, ið nakrar tímar um vikuna rektu tænastu- na á Toftum, men síðani 1981 hevur verið opið hvenn yrkadag vanliga bankatíð. Bankin flutti 15. apríl 1989 í nýggj stásilig høli. Bæði sjálvur bygningurin og økid rundan um er, eru eitt satt prýði fyri bygd- ina. Tað starvast trý fólk í bankanum — tvey heiltíð- arsterv og eitt trífjórðings tíð. Í sambandi við 25 ára dagin verður blíðskapur sýndur teimum, ið stekka inn á gólvið. Hús til sølu Nýggj hús á Hvítanesi ti sølu, ella um- býti við hóskandi hús í Havn. Tlf. 14580 ella 88 580. Summarhús í Húsavík til leigu Standa í sera barna- vinarligum umhvørvi Ringið tlf. 11280 ella 56 111