hósdagur 2. juli 1992síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Halt teg til
skúlan
HETTA er tann tíðin, tá næmingar á
mongu skúlunum kring landið hava
endað pråvtøkurnar og fingið
prógvini handað — ein avgerandi og
gleðilig løta í lívinum. Hesar sein-
astu dagarnar hava tí eisini verið
nógvar samkomur við teir ymsu
skúlarnar kring landið. Umframt at
frøast og fegnast um lokna útbúgv-
ing, so er ikki vanligt, at tað við
slikar samkomur eisini fella nøkur
ålvarsom orå — og oftani eru hesi
høgg ella atfinningar til landsins
styri og myndugleikar. Pisufundur-
in i vidarlundini i Havn var ikki sørt
merktur av hesum.
Í blaðnum í gjár endurgóvu vit brot
úr réðu, sum stjórin á Føroya Ma-
skinskúla helt fyri sínum næming-
um, ið fingu prógv í farnu viku. Í
réðu síni nam stjórin eisini við nógv
umrøddu ætlanina at byggja nyggj-
Suðuroyar Sjúkrahús
verður ikki gísli
an maskinskúla. Hvat vit enn halda
um tørvin á einum nýggjum
maskinskúla og hvussu vit eiga at
prioritera í hesum torføru tíðum, so
halda vit tað vera fullkomiliga burt-
urvið, tá sami skúlastjóri tengir
spurningin um broytingarnar í rús-
drekkalógini upp í málið um bygg-
ing av nýggjum maskinskúla.
Í »fagnadarrødu« síni sigur maskin-
skúlastjórin m.a.: >Var áhugin fyri
skúlanum líka stórur sum at fáa
brennivinssøluna og skonkingar-
loyvi í lag, so hevði mangt verið
ødrvisi hjá okkum«. Hetta vóru orð-
ini. Nú er tað einki loyndarmål, at
vit hoyra til tey mongu, sum fegn-
ast stórliga um broytingarnar, sum
landsstýrið hevur fingið igjøgnum i
rúsdrekkalógini. Men hvat hevur
hetta málið við skúlaskap at gera,
harra skúlastjóri! Hevði tað ikki
sømt seg betur hjá einum skúla-
stjóra, sum vil tala sek skúlans, sak-
liga at vidgjørt spurningin um tørvin
á skúla uttan at blanda rúsdrekka-
málið uppí!
LANDSSTÝRIÐ eigur stóra tøkk
fyri, at tað hevur megnað at broyta
ta sera ótíðarhóskandi og ómynd-
uggerandi rúsdrekkalógina. Lands-
stýriskvinna javnaðarfloksins hevur
við nýggju skipanini framt tað, sum
eingin annar hevur verið førur fyri
undan henni. Saman við góðum
kreftum á tingi eydnaðist tað henni
at seta hol á eina meira enn 85 ára
gamla og avoldaða skipan, har hvor
føroyingur var ómynduggjørdur. So
kann stjórin á Maskinskúlanum
siga hvat hann vil. Vit og stórur
partur av Føroya fólki tekur fult og
heilt undir við tí broyting, sum nú er
framd.
AT tað hevur eydnast at fremja um-
røddu broytingar eigur ikki at liggja
landsstýrinum til last, tvørturim6ti.
At stjórin á Føroya Maskinskúla
hevur eina aðra meining um hetta
málið, skal hann sjálvandi hava
loyvi til. Men at blanda hetta málið
upp í ónggd sina við skúlapolitikk
landsstýrisins, er fullkomiliga við
síðuna av. Slík tala tænir so íkki
teirri sek, sum ein annars skuldi
trúð maskinskúlastjórin gekk heil-
hjartaður inn fyri.
VIT skulu ikki gera av, hvat er góð
og vánalig tala, tá prógv verða
handað við skúlarnar. Men vit halda
tað ikki vera rætt av skúlastjóra at
blanda spurningin um útskonking
saman við skúlabygging her á landi.
Hesir hava einki við hvgnn annan at
gera. Viðgerð landsstýrisins av ma-
skinskúlamálinum hevur ongantíð
og fer heldur ikki at hava nakað
sum helst við broytingarnar í rús-
drekkalógini at gera. Tí átti maskin-
skúlastjórin at hildið seg til málið
og ikki á sera niðursetandi hátt at
tengt viðgerðina av rúsdrekkamál-
inum upp í skúlabygging. Handa
tala var honum til lítlan sóma og
málinum enn minni. Hon var rætt
og slætt óndsinnað og skomm fyri
sama skúla. Heldur enn at blanda
sínar persónlig agressiónir móti eini
broyttari rúsdrekkalóg, átti skúla-
stjórin at hildið seg til sakina og
tosa sek skúlans.
mbandi við tær spar-
r, sum eru fráboðaðar
allum sjúkrahúsum í
Feroyum, ikki bara í Tórs-
havn, sum tað tykist at
verða fert fram. Orsakað
av hesum hevur veruligur
illskapur tikið seg upp, í
Tórshavn var mót-
mælisgonga, ein rættur,
sum vit enn eiga, men eitt
sum ein ongantíð eigur at
gloyma er, at ein vinnur
einki við at vera framtúr-
andi og ágangandi, ein
hevur heldur ongan rætt
til at koma við tilmælum
ella uppskotum um av-
toftan av útjaðarasjúkra-
húsunum fyri at beta um
sína egnu steðu. Tit hava
ongan rætt at seta upp-
skot um avtoftan av
Suðuroyar Sjúkrahúsi,
ella um at steðga tí út-
bygging, sum fer fram
her. Tað kann ikki verða
talan um slíkt.
Tað verða eisini spar-
ingar framdar í Suðuroy,
tó ikki so stórar sum í
Tórshavn, og tað er greitt,
tí Landssjúkrahúsið er
væl sterri enn hini. Og tað
eigur eisini at verða tikið
við, at tað í mong ár bert
hevur verið ein lækni við
stor
Suðuroyar Sjúkrahús,
meðan tað eru væl meira
enn fimti við Lands-
sjúkrahúsið.
Men tá tað av Sam-
bandsflokkinum í Dimm-
lætting nr. 73 fyri 27. juni
1992 verður sagt, at sjálv-
andi skulu øll sjúkrahús-
ini verða verandi, men tað
einasta rætta er at Lands-
sjúkrahúsið verður út-
bygt, tó soleiðis, at hini,
tað vil siga Norduroygg)-
ar og Suðuroyar Sjúkra-
hús, skulu avtoftast, tey
skulu taka sær av tí smáa,
sambært Dimmalætting,
tað vil siga sambært somu
grein, at sjúklingar í út-
jaðaragkinum, teir hava
minni týdning. Hetta fær
meg at áttast fyri, at hesi
sjúkrahús skulu avtoft-
ast, skulu bera vera lasa-
rett, tað hevur eftir sam-
bandsins meting ongan
týdning, at tað búgva
seks túsund fólk í Suður-
oy og nakað tað sama í
Norðuroyggjum. Tey eru
sambært greinini i
Dimmalætting ikki so
tydningarmikil.
Tå tad i somu grein
verður gjørd ein sammet-
ing av Skåla Skipasmidju
og sjúkrahúsútbyggingini
i Suduroy, tå er ein komin
å eitt so lågt stødi, eitt
stødi, sum eg håast alt
ikki vildi hildið at í
hvussu so er teir suðuroy-
ingar, sum eru viðhalds-
fólk hjá Sambandsflokkin-
um, ikki vildu verið skrá-
sett á.
Tað er bert Sambands-
flokkurin, sum kann koma
við slíkum.
Tá tað verður sagt, at
vit hava brúkt sjúkrahús-
verkið sum valagn, so er
tað ikki beint, vit hava
ført fram, at suðuroyingar
skulu hava somu lækna-
ligu og sjúkrahús megu-
leikar sum hini, og tað
standa vit fast við. Vit
hava ikki brúkt sjúkra-
húsverkið sum gísla, at
Sambandsflokkurin = og
onnur gera tað, tað er
harmiligt, sum týðuliga
kom fram undir kravgong-
uni í Tórshavn.
At rógva fram undir at
gera útjaðarasjúkrahúsini
til sekunder, sum kom
fram har, tað verður av
ongum.
Fyri at troysta Sam-
bandsflokkin, so skal sig-
ast, at sjúkrahúsverkið er
Luna.Tr …… Pure e
eingin marra fyri Javnad-
arflokkin, men eitt ålvars-
mål, sum skal loysast. Tad
verður ikki loyst við
skuldsetingum og bein-
leiðis ósannferum so sum
hesum: >Tað kundu verið
spardar 5 milliónir til
brúk á Landssjúkrahúsin-
um, um ikki sjúkrahús-
stýrið í Suðuroy hevði
keypt húsini hjá Signar
Dam.« Hetta er ikki beint,
vit haa ikki keypt húsini,
og vit keypa tey ikki, tey
eru heldur ikki til selu
Tá tað kemur til at flyta
sjúklingar, so er tað líka
langt úr Suðuroy til Tórs-
havnar, sum úr Tórshavn
til Suðuroyar. Við teimum
trupulleikum, sum eru á
vegnum.
Lat meg enda við at
siga, at útjaðarasjúkra-
húsini verða ikki
sekunder, verða ikki lasa-
rett, Landssjúkrahúsið
verður heldur ikki spart
so, at tað ikki kann gera
skyldur sínar. Tað, sum er
farið skeivt fram har, er at
leiðslan ikki hevur havt
fleiri kunnandi fundir við
tey avvarðandi starvs-
fólkini, og ikki hevur tikið
tey við í teimum ætlanum,
sum skulu fara fram
Tað er mín sannfering,
at vit kunnu finna góð-
kendar loysnir, uttan at
tað er neyðugt at hoyra
danskar reddir av mót-
mælisfundinum, sum
mæla til avtoftan av
Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Tað verður so av ong-
um.
Tey, sum tala um av-
toftan av Suðuroyar
Sjúkrahúsi, skuldu roynt
at verið í tí stødu, sum 6
túsund suduroyingar eru
í, tá ikki siglandi ella
flúgvandi er um Suður-
oyar fjørð, og ein sjúk
lingur hevur bráðfeing:
hjálp fyri neyðini. Og tá
vit nú enn einaferð hav
konstaterað, at »Sjukra
husverk Føroya« er ein
hvervisjón fyri tey, sum
búgva í útjaðarunum av
Feroyum, er útbyggingin
av Suðuroyar Sjúkrahúsi
alneyðug.
Men loysn á øllum
sjúkrahúsverkinum má
eisini fáast í rættlag og
tað eiga allir politiskir
flokkar at taka saman um.
Sverre Midjord