Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-07-02, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. juli 1992síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 123 — 2. juli 1992 — Stjorin á Hotel Eiði: Nógv fólk hava ringt Síða 3 Síðani tyskvøldid, tá bygdarráðið á Eiði samtykti at viðmæla skeinkiloyvinum til Hotel Eiði, hevur telefonin har ikki staðið still: >Fólk hava ringt bæði úr eystri og vestri,< sigur stjórin Spakuliga tykist tað, sum um fleiri og fleiri matstovur fara at fáa loyvi at skeinkja fyri gestum sínum, nú tann nýggja rúsdrekkalógin um- síður er farin at virka. Nýggja lógin stóð eftir bókstavinum at byrja at virka frá 1. juni, men juni mánaður var næstan full- runnin, áðrenn proppurin fór úr fyrstu fløskuni á nakr- ari føroyskari matstovu. Nú tykist tó gongd fara at koma í — í hvussu er á Eiði — tí eftir tógvið stríð og ikki færri enn tríggjar atkvødu- greiðslur, varð í bygdar- ráðnum á Eiði tyskvøldid samtykt at viðmæla, at Ho- tel Eiði skal fáa skeinki- loyvi. »Sidani hevur telefonin kimad næstan uttan íhald, sum fólk úr eystri og vestri hava ringt fyri at ynskja til- lukku við hesum,< segði Hans Petur Poulsen, stjóri á Hotel Eiði, við Sosialin seinnapartin í gjár. >Ein skuldi næstan trúð, at eg var nýgiftur ella okkurt sovorð- 10, sum fólk hava ringt í all- an dag.< Bert ein í meiriluta Men hóast bygdarráðið nú kom við sínum tilmæli — at- kvødugreidslan vísti, at fýra bygdarráðslimir vóru fyri og tiggir ímóti, so bert ein var í meiriluta — so hevur Hotel Eiði enn ikki fingið endaliga loyvið til útskeink- ing av rúsdrekka fyri gest- unum. Tilmælið frá Eiðis bygd- arráð verður tikid vid í ta viðgerð sokallaða loyvis- nevndin fer at hava av loyv- inum til Hotel Eiði á fundi seinnapartin mánadagin. >Tá rokni eg við at fáa loyvið, og so er klárt at seta á fyrstu fløskuna týsdagin ella mikudagin,« sigur Hans Petur Poulsen, ið gjøgnum fleiri ár hevur verið ein av heitastu talsmonnunum fyri, at gistingarhús og mat- stovur skuldu fáa loyvi at skeinkja rúsdrekka, eitt nú aftur við mati. >Nú skal eg bert fáa mítt úr goymsluni í Havn og norður, so er alt upp á pláss. Vit eru klár, so skjótt endaliga loyvið er tað.< Fullmannað triðju ferð Orsøkin til, at so long tíð er farin at fáa tilmælið frá bygdarrådnum á Eiði, hevur verið tann, at bygdarrådid ongantíð hevur verið full- mannað, tá málið hevur ver- ið vidgjørt. Hvørja ferð atkvødu- Higartil eru bert tvey skeinkiloyvi latin, hóast rúsdrekkalógin longu 1. juni kom í gildi. Tey eru latin Hotel Føroyum og Hotel Hafnia. Og nú til- mælið kom til Hotel Eiði eisini, er væntandi, at har verður rúsdrekka at fáa í komandi viku — tys- dagin ella mikudagin. Tann sokallaða loyv- isnevndin, ið gevur tey endaligu loyvini, hevur fund seinnapartin hvønn månadag, tå nakrar um- sóknir eru at taka stóðu til. Sum skiltist í gjár á formanninum í nevnd- ini, Jalgrim Hilduberg, eru ongar umsóknir enn komnar, ið geva orsøk til ein fund nú mánadagin. »Eg havi eisini hoyrt, at Hotel Eiði hevur fingið lógarkravda tilmælið frá Eiðis bygdarráð, men tó umsóknir eru á veg Tað eru fleiri enn Hotel Føroyar, Hotel Hafnia og Hotel Eiði, ið vilja sleppa at skeinkja — einar: 15 um- sóknir um skeinkiloyvi eru á veg í loyvisnevndina greiðsla um hetta tilmælið hevur verið, hevur staðið á jøvnum tríggir móti trimum, og tað er sum kunnugt ikki nóg mikið til tess at fáa meiriluta. Men á fundinum tyskvøldid vóru sjey mans møltir á fundi, og tá málið — við loyvi frá bygdarráðnum — varð tíkið uppaftur fyri triðju ferð, vóru fýra fyri og triggir ímóti, og varð til- mælið sostatt samtykt. hj. hava vitikki fingið nakra umsókn enn haðani,< sigur hann. Men hóast eingin um- sókn enn er komin við- víkjandi Hotel Eiði, sig- ur stjórin á hotellinum, at hon fer at koma. 15 aðrar eru á veg Hon verður tó neyvan einsamgll serliga leingi, tí sambært loyvisnevnd- arformanninum eru aðr- ar umsóknir væntandi at koma innan langa tíð: »Eg kann ikki siga, hvgrjir hesir møguligu komandi umsøkjararnir eru, men tað eru einir 15 umsøkjarar, sum í løtuni eru til viðgerðar, har teir Skulu vera tað, áðrenn komið verður so langt til umsókn til sjálva loyvis- neyndina,< sigur Jal- grim Hilduberg. hj. felag í Havn mótmælir Suðurstreymoyar Javn- aðarfelag fer nú upp á rødina av feløgum, sum mótmæla framferðina i sambandi við sparingarnar á Landssjúkrahúsinum. Hetta er fyrsta floks- politiska felag, sum leggur seg út í málið. Og broddurin verður hvørki vendur móti sjúkrahússtjóra ella sjúkrahússtýrið, uttan móti politisku myndugleikunum. Taka undir við Jóannesi og Jákupi Henda stóða varð tíkin á nevndarfundi í felagnum týsdagin, og soljóðandi samtykt varð orðað: >(...) Nevndin kann undir ongum umstødum góðtaka uppsagnirnar, og tekur nevndin ti fult og heilt undir við tí stóðu, sum løgtingsmenninir Jå- kup Lindenskov og Jóann- es Dalsgaard hava tikið til uppsagnirnar. Nevndin åtalar hardliga framferd myndugleikanna i hesum måli, og heitir å umboð Javnaðarfloksins i løgtingi og landsstyri um at útvega landssjúkrahús- mum neyðturviliga eyka- játtan, so sleppast kann frå uppsógnunum<. S-S- Høgni D. Joensen, landslækni: Eg geri einki — tað er altid ein tulkingarspurningur, um stóðið á heilsurøktini er óforsvarligt ella ikki Landslæknin, Høgni Deb- es Joensen, er hægsti fak- ligi myndugleiki innan føroyska heilsuverki. Tad sum hann sigur, vigar nógv. Men landslæknin sigur einki! - Eg havi ikki verið vid í målsvidgerdini av tí sum nú fer fram, og ti kann eg ikki siga nakað um tað, sigur hann. Høgni heldur at lækn- arnir sjálvir mugu meta um, hvert stóðan verður óforsvarlig ella ikki. - Og tað verður ikki altíð so lætt at síga. At tænastustøði lækkar, er Ongin ivi um. Men um tað verður óforsvarligt, er ein tulkingarspurningur.