Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-07-02, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. juli 1992síða 4

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 tíðindablaðið Eidesgaard: Havnarting- menninir ávirka als Starvsfólk á Landssjúkra- húsinum seta stórar vónir til, at hóttanin hjá Jóannesi Dalsgaard og Jákupi Lindenskov um at uppsiga samgonguna, fer at bjarga teimum arbeiðsplássið. Í gjár var fundur við teir báðar á Landssjukrahusi- num, og teir gjørdu heilt greitt, at teir standa við síni orð. Men sambært Jóannesi Eidesgaard hevur heta ikki nógv at siga. Avirkar als ikki Eg vil siga at vit høvdu ikki farið øOrvisi fram, um ongin hóttan var komin frá havnarungmonnunum Jóannesi Dalsgaard og Jákup: Lindenskov. Eg haldi ikki at ein eigur at lata hetta at nakrir tingmenn knappliga »sprella uttanfyri< ávirka sína politsku stødutakan. - Vit mugu royna at taka stødu so sakliga og fakliga sum møguligt undir øllum umstødum. Men hinvegis »spøkir tað sjálvandi i bakhøvdinum«, sum hann tekur til. S-S- ikki Jóannes Eidesgaard: Hóttanin frá Jákupi Lindenskov og Jóannesi Dalsgaard ávirkar als ikki arbeiðið hjá okkum i linganest Dalsgaard: Uttan okkum var onki hent Jóannes Dalsgaard er ikki sørt bilsin av at hoyra, at hóttanin uppsiga samgonguna als ikki varð tikin málið um eykajáttanina var ul vid gerðar i Tinganesi í gjár - Eg haldi tað vera nógv fyri at hoyra, sigur hann Jóannes Dalsgaard greiðir frá, at tá hann og Jákup Lindenskov vóru í Tinganesi mánadagin og settu kravið fram um at tær 10 milliónirnar skulu játtast, var Jóannes Eides- gaard ógvuliga trekur at taka málið upp. um at við, lå Bæði hann $ løgmaður vildu gera tað til ein spurning, sum hoyrdi heima í sjúkrahússtýr- inum, greiðir hann frá - Men vit gjørdu so vart við, at hetta nú var vorðið eitt politiskt mål, sum mátti loysast í samgong- uni. Og hesum góvu bæði Atli Dam og Jóannes Eidesgaard okkum rætt í. Jóannes Dalsgaard heldur tað ti vera logið at hoyra Eidesgaard siga, at málið verður loyst uttan mun til hvussu »havnar- tungmenninir sprella og Hann hevur ábyrgdina Dalsgaard hevur eisini eina viðmerking ul fram- ferðina í pressuni hjá Eidesgaard farnu dagarnar - Í Sostalinum í gjár legði hann alla ábyrgdina á sjúkrahússtýrið. Tað er ov vánaligt! Sambært Dalsgaard hevur Eidesgaard sum heilsumálaráðharri alla ábyrgd av heilsuverkinum. Jóannes Dalsgaard Jóannes Eidesgaard hevur ikki fylgt við í ti, sum er hent innan hansara egna målsøki. Høvdu vit ikki kravt at målid varð tikid fram, var valla nakad hent - Og tað er hansara skylda at fylgja við í ti, sum hendir! Tað hevði sømt seg betur, heldur enn at tváa sínar hendur og leggja skuldina á onnur. Frá Tofta Ítróttarfelag Notarius Publicus hevur drigið lutasedil- in uppá ein AWI modellbát. Vinnaranr. er 4427. Tofta Ítróttarfelag At fylgja vid í ti, sum hendir á hansara målsøki, heldur Dalsgaard ikki, at Eidesgaard hevur gjørt. - Longu 22. juni visti hann, hvørjar avleid- ingarnar av hesum fóru at verða. Men ikki fyrr enn eg og Jákup vóru har úu mánadagin, varð málið tikið fram. Sjúkrahússtýrið ov seint Hóast Jóannes Dalsgaard fílist á framferðarhátun hjá landsstýrismanninum, vil hann ikki afturvisa ti kritikki, sum verið hevur av sjúkrahússtýrinum. - Tað er rætt, at stýrið hevur ligið sjóvarfallið av sær, sum hann tekur til. - Men hetta fritekur hvørki landsstýrismann ella leiðsluna fyri ábyrgd av ti, sum er hent, og fyri ti Otøri, Landssjúkrahúsið er komið í. Annar tóni Tá vit tosaðu við teir báðar scinapartin í gjár, høvdu teir júst sitid á fundi saman. Og tá hevdi tónin verið góður, skilust. - Eidesgaard var bæði blíður og fyrikomandi, og upplýsu, at møguleikarnir fyri einum góðum úrslitið vóru góðir. 3d- Deildarsjúkrasystrarnar á LS: SVF såar … Split millum Starvsfólk - lýsir bert málið frá einari síðu, og er soleiðis við til at seta starvsfólk upp móti hvórjum øOrum Á fundi millum deildar- sjúkrasystrarnar á Lands- sjúkrahúsinum í gjár, varð nógv tosað um, hvussu málið er lyst i fjølmidl- unum. Og tær vilja fegnar hava fram, at tær eru sera illa nøgdar við tann hátt, hetta mál er lýst í SVF. - Vit skipaðu fyri einum stórum fundi mána- kvøldid. Nógvir spurning- ar og viðmerkingar vórðu sett fram av fundarfólki. Ynski um eina heildar- ætlan fyri sjúkrahúsverkið og orsøkin til hetta ynski varð væl lýst. Men SvF sendi at kalla bert tað, sum politikararnir høvdu at siga, siga tvær deildar- sjúkrasystrar. Tær halda at endur- gevingin hjá SYF gav fólki fatan av, at nú var tað Havnin móti bygdunum. - Men tað er tað sjálvsagt ikki. Og ti er tað sera óheppið, at SYF á hendan hátt uttan orsøk setir starvsfólk á teimum trimum sjúkrahúsunum upp ímóti hvgr ødrum. Deildarsjúkrasystrarnar vit hava tosað við, vilja av ymiskum orsøkum ikki hava navnið í blaðið. - Hetta er nakað okkara starvsbólkur hevur tosað um, og allar deildarsjúkra- systrarnar eru samdar um, at SVF hevur verið sera einsíðugt í hesum málið, siga tær.