hósdagur 2. juli 1992síða 14
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Takk til málteigin
Takk fyri málteigin! Vónandi verður hann nógv
brúktur og við skili av teimum, ið hava okkurt
gott at bera fram. Stuttligt hevði verið, um fólk
kundu sent inn alskyns málsligar spurningar,
sum hevdu almennan áhuga, og — um gjerligt —
at fingið teir viðgjerdar og greiddar við skili. Ella
eyðskildar hugleiðingar um málið, um málsegu
okkara og annað málsligt, ið avgjert hevur almen-
nan áhuga. Ikki minst hjá bernum.
Málið verður ikki gott føroyskt, bara ti at orðini
eru rætt stavað. Orðini mugu ikki altíð úttalast,
sum tey verða skrivað.
Vit syngja: Vælkomnir feringar... enn lívir
gamalt ferist grót. Tí í livandi máli hoyrist einki
oy í framburðinum av orðum sum feroyingar,
sandoyingar, suðuroyingar, Nólsoy, feroyskt
osfr. (sandingar, suðringar, Nelse osfr.).
Í Sosialinum 27. juni verður skrivað >ísafjarð-
ingar« um menn av Ísafirði. Mundu tit skrivað
oyndarfjarðingar fyri oyndfirðingar?
Blað- og tíðindafólk hava stóra målsliga
ábyrgd, men meira munin ger tað, um ell — í sjón-
og útvarpi, í skúla og heimi ikki minst — leggja
seg eftir at frambera málið, sum tað natúrliga
verður talað á viðkomandi plássi. Vit hava skyldu
til tað oll somul. Og bara vit.
Heilsan
Sverri Egholm
At lesa ferist er sgu svert
Mengt orðið d í endn færð,
sjálut logmænd, bókð og saltð!
Og Hestbygd stava teir vid ey,
Men tað er ikki alt:
Útvarpsins morgunløg
eru um bøllefrø!
Sjónvarpið, blødini,
skularnir allir —
øll siga tey: førist er svert!
Fyrr varð í skúlum okkara
í foroyskum ei lært,
men tó so høvdu føroyingar
sitt móðurmál so kært,
at sjålvt um alt å donskum var,
teir lótu ikki sítt
av hondum bara gleppa sær,
ti hitt var fint og nytt.
Vit eru tey einastu
— og kanska tey seinastu —
ið fáa tað høvid,
at varðveita málið
í frískari menning sum tjóð.
Brot úr einum tátti frá 1989.
BINGO
Bingo verður í B36-húsinum måna-
kveldið 6. juli kl. 19.30, til frama fyri
uttanlandsferð hjá smådreingjunum.
Vinningar verða m.a. matur.
Smádreingirnir hjá B36
Nr. 123 — 2. juli 1992
—BWÞWWWWWWWNWNWIWEWWWW
Suðuroyingar gíslar nr. 1
Tað er nú onki nýtt fyri-
brigdi, men hverja einastu
ferð síðan fyrst í 20-unum,
tá rembingar fara fram á
hesum klettum — hevur
Suðuroyggin goldid sin
stóra lut. Hví bleiv Sudur-
oyar Fiskimannafelag
stovnað — hvussu ofta
sótu ikki limir tess heima
— meðan Skipara- og
Navigater felags limir við
sínum stuðulsmonnum
komu suður sum tjóður á
nátt, sníktu seg út áv
fjørdinum við skipinum —
til hungur og hall fyri
hópin av familjum bæði í
Suðuroy og í Sandoy.
Onki eindemi, men ferð
eftir ferð upplivdu vit, at
Skipara- og Navigater-
felagið bleiv nýtt sum kíli
og hóttan fyri at fáa enda
á hesi krevjandi fiski-
mannafjølds verkfellum,
samrådingarevnini vikn-
aðu og endaði alt úrslita-
leyst. Mangur maður fekk
av at vita — nei, tú og
sonur sleppa ikki við. Eis-
ini eg undirritaði merkti
sum ungur hesi hungurs-
boð og sum limir Skipara-
og Navigaterfelags vóru
skjótir at lata fara til av-
varðandi. Jú, hesir harra-
menn høvdu manga av-
gerðina í síni hulu hond,
familjum til lív ella deyð.
Fiskimaður var soleiðis
arbeiðsmaður av tvang til
tíðir, teir noyddust at
bjarga sær og familju við
tilvildarligum arbeiði.
Men eisini har sum ar-
beiðsmaður á landi metti
tú skipara- og navigaters-
felagslimum sum kúgara
ella amboð tess og verk-
falsbrótari ferð eftir ferð.
Nú stillar Ingeborg, for-
kvinna F.A., seg og felag
okkara fram sum sam-
hugapartnari — hvar fekk
hon myndugleikan frá —
og er tað eitt lógligt verk-
Spekulerar landsstýrið
í Arbeiðsloysisskipanini?
fall? Rek og verj tú, Inge-
borg, tínar egnu limir.
Aftur til gíslarnar í
Suðuroy. Har sita foreldur
við skúlabernum, ið
ætlaðu sær í summarfrí
saman — men tey eru inni-
byrgd — eisini arbeiðara-
famljur eiga rætt til frí og
nú fer tíðin at fara frá
teim, sjálvt um tey hava
inngoldið depositum.
Samhug kenna hesir
gíslar ikki nógv til —
sjálvt ikki frá egnum
kosnu monnum.
Karl Jespersen
Tað er neyvan nakar ivi
um, at stersti veikleikin
við nýggju arbeiðsloysis-
skipanini er, at hon er ó-
heft av landskassanum.
Hevði landskassin skula
goldið í hvussu er ein part
av útreiðslunum av ar-
beiðsloysinum hevði tað
eisini merkt hægri út-
reiðslur fyri tað almenna
um arbeiðsloysið ekist.
Men nú hevur lands-
stýrið meguleika fyri at
spara stórt sæð alla lønina
um fólk verða uppsegd.
Menn hevdu vónað, at
landsstýrið fór at vísa
hógv í hesum spurningi,
men tað vísir seg ikki at
Til sølu
Ein lítil seksæringur og 4 elektroniskar
snellur til sølu.
Tlf. 32339.
MINNIST TIL
HALDARAGJALDID
NÆ
Tryggið tykkum SOSIALIN
og harvið bestu og feskastu tíðindini
— 5 FERÐIR UM VIKUNA —
eisini í summar.
vera. Uppsegnin á lands-
sjúkrahúsinum er helst
bert tann fyrsta av eini
reð av uppsegnum, so
spurningurin er bert
hvussu nógv hundrað, ið
verða uppsegd orsakað av
hesum tiltøkum.
»Fidusurin« hjá lands-
stýrinum er tann, at øll
hesi uppsegdu hava vist
bert ein meguleika og tað
er at fáa arbeiðsloysis-
stuðul. Ásetta gjaldið til
hesa skipan er 2% hjá løn-
takarum, tó við einum
lofti, og 2% frá arbeiðs-
gevarum. Hetta var rokn-
að at vera nóg mikið, tá
lógin varð fyrireikað í fjør.
Men við hesi gongd er
vandi fyri, at hetta gjaldið
kemur als ikki at muna.
Tað verður í hvussu er
skjótt at tøma kassan á
henda hátt.
Spurningurin er um
hetta er ein beinleiðis
spekulatión hjá landsstýr-
inum, soleiðis at tað kann
skúgva trupulleikarnar
yvir á —> arbeidsloysis-
skipanina!!! Av hesum
landsstýrinum kann ið
hvussu er alt væntast.
Óli Jacobsen
Summarhús
í Húsavík til leigu
Standa í sera barna-
vinarligum umhvørvi
Ringið tlf. 11280 ella 56 111
Lýsið í sostalinum