hósdagur 24. apríl 2003síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 77 - 24. apríl 2003
Nr. 77 - 24. apríl 2003
3
- Hereftir sleppur
eingin at sita í mínum
bili uttan trygdar-
belti, sigur 18 ára
gamla Tórfríð Arn-
fríðardóttir Jacobsen
í Skálafirði. Saman
við yngru systrum
sínum, 17 ára gomlu
Lindu og 15 ára
gomlu Annvør, koyrdi
hon útav vegnum
millum Skipanes og
Skálafjørð týsdagin
fyri páskir.
Hon ræður øllum til
altíð at nýta trygdar-
belti í bili.
- Eg visti ikki, hvussu
eg skuldi bera meg at,
og helst havi eg
bremsað ov hart, tá
bilurin fór skeivur.
Tað átti avgjørt at
verið ein partur av
koyrifrálæruni,
hvussu tú skalt gera,
tá slíkt hendir, sigur
Tórfríð
FERÐSLA
Rúna Sivertsen
Tær tríggjar systrarnar vóru
á veg inn móti Skálafirði, tá
Tórfríð brádliga misti tam-
arhaldið á bilinum.
- Tað gekk so ógvuliga
skjótt fyri seg, og í grundini
veit eg als ikki, hvat tað var
sum hendi, sigur Tórfríð,
sum er sera takksom fyri, at
tær allar komu frá hending-
ini við lívinum.
Tórfríð
og
systirin,
Linda, sum sat framman,
vóru báðar bundnar, men
Annvør, sum sat aftanfyri,
hevði ikki bundið seg í
trygdarbeltið.
At tær tríggjar sluppu við
lívinum í varveitslu, er
óskiljandi, tá hugt verður
at, hvussu bilurin sær út.
Tórfríð sigur, at hon
koyrdi við loyvdari ferð,
men at tað brádliga sýntist,
sum bilurin var leysur av
vegnum. Hon fekk koyri-
kortið í juni mánaða í fjør,
so hon er ikki heilt óroynd
sum bilførari.
Tær báðar, sum sótu
framman, fingu bert smá-
snuddir, men Annvør, sum
sat aftan, uttan trygdarbelti,
breyt øsbeinið meint.
Út gjøgnum bakrútin
Annvør varð slongd og lá
hálv út gjøgnum bakrútin,
og tað er ilt at siga, hvat
hent hevði henni, bóltaði
bilurin einaferð enn.
- Annvør situr oftast aftan
fyri og hóast tað, plagar
hon altíð at sita í trygdar-
belti. Eg biði altíð tey, ið
sita frammanfyri, binda
seg, men hereftir verða øll,
sum koyra við mær, biðin
um at binda seg - tey sleppa
ikki undan, sigur Tórfríð.
Hon hevur lært nógv av
hesum túri, sum væl kundi
havt verið hennara seinasti.
Hon er ein sera skilagóð
genta, sum longu hevur
gjørt sær sínar tankar um,
hvat átti at verið øðrvísi.
- Ein partur av koyri-
frálæruni skuldi snúð seg
um, hvussu tú gert, tá
ymiskar
vandastøður
í
ferðsluni koma fyri, sigur
hon.
Meir millum himmal
og jørð
Bilurin fór, sum sæst á
myndunum, ógvuliga illa,
og tað sær út sum eitt und-
ur, at genturnar eru komnar
frá hendingini við lívinum.
At tað var eitt undur, er
Tórfríð als ikki í iva um.
Sama
morgun,
sum
óhappið hendi, hevði ein
donsk kvinna, sum var
heima á vitjan hjá vermóðir
Tórfríð, eina sjón.
Henda kvinnan, sum av
og á sær sjónir, sá sjúkra-
bilar og skeltir á vegnum,
sum boða frá ferðslu-
óhappi. Hon visti, at hetta
var ein forsjón, men ikki,
hvar hetta fór at henda - í
Føroyum ella Danmark.
Allan dagin bar hon hetta
fram fyri Gud, og bað hon
inniliga, at einki ilt mátti
henda.
Tórfríð sigur, at tað vóru
hennara bønir og Guds
almáttuga hond, sum bjarg-
aði henni og systrunum frá
deyðanum.
- Tað, sum er mest um-
ráðandi hjá øllum, er at
eiga tað trygdarbeltið, sum
er yvir øllum trygdarbelt-
um - Harran Jesus Kristus,
sigur Tórfríð Arnfríðar-
dóttir Jacobsen at enda í
samrøðuni við Sosialin.
Tríggjar systrar bjargaðar
á undurfullan hátt
Tórfríð í miðjuni við systrum sínum, Annvør (t.h.) og Lindu. Tað er eitt undur, at tær tríggjar eru á lívi í dag. Týsdagin fyri páskir fór bilurin, tær koyrdu í,
brádliga niðan av vegnum
Mynd Jens Kristian Vang
- Tað gekk so ógvuliga skjótt fyri seg, og í grundini veit eg als ikki, hvat tað var ið hendi, sigur Tórfríð, sum er sera takksom fyri, at tær allar komu frá tí við lívinum. Hon ræður øllum, sum koyra í
bili, altíð at nýta trygdarbelti
C
M
Y
K
3
2