Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-24, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. apríl 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 77 - 24. apríl 2003 Nr. 77 - 24. apríl 2003 5 Ein av konsertunum við Stjørnum í eitt kvøld varð útseld beinanvegin, men møguleiki er at sleppa til tvær aðrar kon- sertir TÓNLEIKUR Pop.fo Vikuskiftið 10. og 11. mai koma tríggjar av stjørnun- um, sum vóru við í send- ingini hjá DR, Stjørna í eitt kvøld, til Føroya at syngja. Tað eru Jacob Andersen, Martin Petersen og vinn- arin av kappingni, okkara egna Guðrun Sólja Jacob- sen, sum fara at syngja til konsertirnar. Harafturat verður eisini ungi Brandur Enni gestur til tiltøkini, og hann fer at syngja nakrar av sínum sangum. Konsertirnar Leygarkvøldið 10. mai verður konsert í Mentanar- húsinum í Fuglafirði, og atgongumerkini til hesa konsert eru nú sett til sølu. Sunnukvøldið 11. mai kl. 20.00 verður konsert í Norðurlandahúsinum í Havn, og atgongumerkini til hesa konsert vórðu seld eftir stuttari tíð. Tí er ein eykakonsert løgd kl. 22.00 sama kvøld, og longu nú eru nógv at- gongumerki seld til hesa konsert. Danskir tónleikarar Guðrun Sólja Jacobsen hevur havt úr at gera sein- astu vikurnar. Hon hevur sungið nógvastaðni í Dan- mark, og hetta er fyrstu ferð, at hon verður aftur at hoyra í Føroyum, síðani vikuskifið, tá ið hon vann Stjørnu-kappingina. Saman við teimum trim- um sangarunum fer ein bólkur við donskum tón- leikarum at spæla. Hetta eru tónleikarar, sum hava ferðast saman við stjørn- unum í Danmark. Tveir farnir burtur úr MC Hár Hvørki Allan Mort- ensen ella Brynjolf- ur á Heygum vera á pallinum, tá ið MC Hár fer at spæla til finaluna í Prix Før- oyum. Nýggjur ljómborðsspælari er komin upp í bólkin TÓNLEIKUR Pop.fo Bara eina viku áðrenn Prix-finaluna eru tveir tónleikarar farnir úr MC Hár, og ein nýggjur ljómborðsspælari var um páskirnar boðsendur at koma á venjingarlegu í Hósvík, har bólkurin heldur til í hesum døg- um. Tað er rapparin Allan Mortensen og ljómborðs- spælarin Byrnjolfur á Heygum, sum eru farnir úr MC Hár.a – Tað er ikki av nakrari illstøðu, at teir báðir eru farnir úr bólkinum, og vit verða minst líka væl fyri til finaluna, sum vit vóru til innleiðandi umfarið, sigur Niels Uni Dam, rappari í MC Hár. Brynjolfur a Heygum verður avloystur av ein- um royndum og dugna- ligum ljómborðsspælara – Stamen Stanchev – meðan eingin kemur fyri rapparan Allan Morten- sen. – Eg, Allan og tveir sangarar afturat hava verið við í bólkinum seinastu tvey árini. Nú eru vit so tríggir sangarar eftir, og tí halda vit ikki, at tað er nøkur orsøk at takan nakran afturat við í bólkin, sigur Niels Uni. Lesa meira um MC Hár og hinar finalubólk- arnar til Prixið í serblað- num hjá Sosialinum, sum liggur inni í blaðnum í dag. Stórur áhugi fyri stjørnunum TÍÐINDASKRIV frá Føroya Kommunufelag Føroya landstýri hevur í fleiri ár mælt til at fáa eitt greiðari býti ímillum land og kommunur Hóast hetta, uppliva kommurnurnar ferð eftir ferð at Føroya Løgting lóg- gevur soleiðis • At eyka útreiðslur við lóg verða lagdar á kommun- urnar, við tí fyri eyga at minka um útreiðslur landskassans. • At hetta, verður gjørt utt- an samráð við kommun- urnar. • At allar meginreglur um greitt uppgávu og á- byrgdarbýti verða brotn- ar. Seinastu dømini eru upp- skotið frá landsstýrismann- inum í almannamálum viðvíkjandi broytingum í forsorgarlógini, og upp- skotið frá fíggjarmála- ráðnum um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (FAS – skattur) Vantandi barnaansing Í 2002 vóru sambært for- sorgarlógini útgoldnar góð- ar 7 mill kr. frá Almanna- stovuni vegna vantandi barnaansing. Við tí grundgeving at spara á lógarbundnu út- reiðslunum á almannaøkin- um, er lógaruppskot lagt fram ið áleggur kommunu- num at endurrinda Al- mannastovuni hesar út- reiðslur við afturvirkandi kraft frá 1 jan. 2003. Føroya Kommunufelag vil gera vart við, at • Útreiðslur vegna vænt- andi barnaansing er ein partur av forsorgarøkin- um. Forsorgarøkið er ikki lagt út til kommunurnar at umsita, og partar av hesum øki eiga ikki at verða lagdir út við tí grundgeving, at lands- kassin skal spara ímun til lógarbundnu útreiðslur- nar á almannaøkinum. • Útreiðslur verða lagdar á kommunurnar aftaná at fíggjarætlanin fyri 2003 er gjørd. Við øðrum orð- um skulu kommunurnar finna 7 mill kr. innan teir karmar sum longu sam- tykta fíggjarætlanin hjá kommununum hevur. • Við uppskotinum fáa kommunurnar álagt út- reiðslur, tær ikki hava ávirkan á. Avgerðarheim- ildin fer framvegis at liggja hjá Almannastov- uni. Hetta er als ikki í tráð við meginregluna um, at fíggjarliga ábyrgd- in skal fylgja avgerðar- rættinum. Skattur - FAS Á sama hátt hevur Lands- stýrismaðurin fíggjarmál- um lagt uppskot fyri Løg- tingið sum við afturvirk- andi kraft broytir býtið av FAS – afturbering ímillum land og kommunur. Í viðmerkinginum til uppskotið verður sagt, at skattlættin ið latin var pen- sjónistum í 2002 kostaði kommuninum 5.5 mill kr. Breið politisk semja var tá um, at skattalættin ikki skuldi kosta kommununum nakað. Sum kompensatión var broyting tískil gjørd í býtislutfallinum ímillum land og kommunur í sam- band við FAS – afturbering, soleiðis at kommunurnar komu at gjalda 5.5 mill kr minni í FAS-afturbering. Hetta skal sambært fyri- liggjandi uppskotið broyt- ast aftur, við tí úrslitið, at kommunurnar í 2003 fáa ein eykaútreiðslu uppá 5.5 mill kr. Men sanleikin um skatta- lættan til pensjónistar er, sum eisini verður nevnd í viðmerkinginum til uppskotið, at • kommunurnar fáa 19,7 mió. kr. minni inn í skatti, meðan landskassin fær 9,7 mió. kr. meira inn í skatti. (broytingar í á- setingarlógini, Løgtings- mál nr 52-2001). Fyri at minka um hesar skeivleikar var býtislut- fallið í FAS-afturberingin broytt. Soleiðis at komm- unurnar fingu (19.7 – 5.5) 14.2 mill kr. minni inn í skatti og Landið bert fekk (9.7 – 5.5) 4.2 mill kr meira inn í skatti. Hetta verður við fyri- liggjandi uppskotið broytt aftur, soleiðis at skattalættin til pensiónistar kemur at kosta kommun- unum 19.7 mill kr. og landið fær 9.7 mil kr. fleiri inn í skatti. sí talvu Sostatt hava hesi uppskotini økt útreiðslurnar hjá kommununum við 32.4 mill kr. Føroya kommunufelag vil vísa á rundskriv frá Løgmálaráðnum sum millum annað sigur: "Er ein uppgáva kommu- nal so skal kommunan fíggja hana , men er hon ein landsuppgáva, so skal landið fíggja hana . Hetta hevur so við sær at bara tey, ið taka avgerðir kunnu áleggja sær sjálvum fíggjarligu ábyrgdina av avgerðinum." " Mælt verður til at land og kommunur í felag ráð- leggja og raðfesta, hvussu viðurskifti teirra millum verða skipað" Føroya Kommunufelag vil við hesum heita á Føroya Løgting um, at nýta hesar meginreglur í sínum arbeiði. Greiðari býti millum land og kommunur 2002 2003 Land Kommunur Land Kommunur Vantandi barnaansing - 7,2 mill 0 0 -7.2 mill FAS - Skattur - 5.5 mill 5.5 mill 5.5 mill -5.5 mill Skattalætti 9.7 mill -19.7 mill 9.7 mill - 19.7 mill Tilsamans 3.o mill -14.o mill 15.2 mill -32.4 mill Guðrun Sólja Jacobsen fer at syngja saman við tveimum av kappingarneytunum til Stjørna í eitt kvøld, tá ið Stjørna í eitt kvøld-konsertir verða hildnar í Havn og Fuglafirði Tað eru kommunur- nar sjálvar, sum skulu syrgja fyri at teirra sløkkilið hevur eina útkallingarskipan sum virkar nøktandi. At uppgávan við at útkalla sløkkilið kring landið í løtuni liggur hjá politinum í Havn er eingin sjálv- fylgja. Tað staðfesta bæði Jón Klein Olsen, varaleiðari á politi- støðini í Havn og Rógvi Johansen, samskipari av før- oysku tilbúgvingini TILBÚGVING Rúnar Reistrup Í Sosialinum hósdagin við- gekk ein heldur vónbrotin William Sand Davidsen, varaleiðari fyri sløkkilið- num heima á Sandi, at hann hevði mist álitið á útkall- ingarskipanini hjá Alarm- centralinum, eftir at tað gekk illa at fáa boð út til sløkkiliðsmenninar heima á Sandi, tá eldur var í einum húsum leygarmorgunin fyri hálvari aðru viku síðan. Millum annað riggaði auto- matiska útkallingarskipan- in á Alarmcentralinum ikki. Ansa eftir við at kritisera Jón Klein Olsen, varaleið- ari á Politistøðini í Havn, viðgongur, at tað er sera óheppið, at automatiska út- kallingarskipanin hjá Alarmcentralinum onkun- tíð er svikalig, men vil vera við, at trupulleikin ikki er størri enn so, at tey vakt- havandi á politistøðini í Havn kunnu ringja runt til allar sløkkiliðsmenninar. Og so leingi lokalu mynd- ugleikarnir ikki koma fram við einari betri útkalling- arskipan, mugu sløkkiliðini liva við teirri skipan, sum er nú. - Eg haldi, at eldsløkk- ingarmyndugleikar kring landið skulu ansa eftir við at kritisera Alarmcentralin, tí í veruleikanum er tað ikki okkara uppgáva at sita og boða hvørjum einstøkum sløkkiliðsmanni frá, tá eldur er í. Vit kundu í prin- sippinum gjørt av, at broytt mannagongd í morgin so- leiðis, at tá vit fáa eina eldsfráboðan, ringja vit til borgarstjóran í tí kommun- uni har eldurin er, siga hon- um hvar eldur er í, og leggja hornið á. Men vit hava so valt at átikið okk- um ábyrgdina fyri at boða øllum sløkkiliðnum frá, og hana reka vit so væl sum vit kunnu við verandi útgerð, sigur Jón Klein Olsen, varaleiðari á politistøðini í Havn. Kommunurnar hava ábyrgdina Løgtingslógin um elds- bruna er greið í sínum máli um hvør hevur ábyrgdina av, at útkallingarskipanin í sambandi við eldsbruna virkar sum hon skal. Í grein 12 í lógini stendur, at "Í hvørjari kommunu skal vera ein skipan til at boða sløkkiliðinum frá". Lógin ásetur eisini, at Føroya Tele skal vera til hjálpar, tá eldur skal fráboðast. - Lógin sigur í roynd og veru, at hvør einstøk kommuna skal finna útav at fáa eina útkallingarskipan at virka. So um sløkkiliðið í einari kommunu ikki er nøgt við ta utkallingarskip- an, sum vit nýta, so kann tað fara til kommunustýrið at biðja um eina aðra skipan. So skulu vit nokk brúka hana ístaðin, sigur Jón Klein Olsen. Onnur skipan í Havn og Klaksvík Útkallingarskipanin á Alarmcentralinum virkar um eina teldu. Tá Alarm- centralurin fær boð um, at brúk er fyri einum sløkki- liði, velur vakthavandi við- komandi kommunu á telduskipanini, og setir skipanina í gongd við at ringja eitt ávíst tal av sløkkiliðsmonnum upp. Skipanin ringir til allar sløkkiliðsmenninar ísenn. Hvussu nógvar sløkkiliðs- menn skipanin ringir upp, og hvørjir teir eru, er av- gjørt frammanundan av hvørjum einstøkum økis- sløkkiliði. Økissløkkiliðini hava ábyrgdina av, at Alarm- centralinum altíð hevur dagførdar listar yvir sløkki- liðsmenn og telefonnumm- ur teirra. Øll økissløkkilið eru íbundin hesa skipan uttan sløkkiliðini í Havn og Klaksvík. Í Havn er altíð ein vakthavandi á brandstøðini, sum tekur sær av útkallingini. Alarmcentral- urin kann tí geva hesum vakthavandi beinleiðis boð, og so klárar sløkkiliðið sjálvt restina av útkallingini. Kommunan má gjalda Í Klaksvík ræður sløkkilið yvir eini radioútkallingar- skipan, har hvør sløkkiliðs- maður á vakt altíð hevur ein lítlan radiomóttakara uppi á sær - ein sonevndan bipp- ara. Á Alarmcentralinum hava tey eitt útkallingartól, sum við einum knøtti kann seta allar bippararnar í Klaksvík ígongd. Hetta tólið er ogn hjá Klaksvíkar kommunu, men stendur á Alarmcentralinum, av tí at her verða øll neyðarkall um 112 telefonnummarið svar- að. - Um okkurt av hinum sløkkiliðnum vil hava eina betri útkallingarskipan, so er ein møguleiki at seta upp eina radioútkallingarskip- an, og geva okkum her á Alarmcentralinum eitt út- kallingartól. Men tað verður tann avvarðandi kommunan, sum noyðist at gjalda. Vit kunnu bara bjóða okkum til at passa hana, sigur Jón Klein Olsen. Tilbúgvingarætlanin rørir ikki Alarmcentralin Rógvi Johansen, tilbúgv- ingarsamskipari á Fiski- málaráðnum, arbeiðir í løtuni við at leggja síðstu hond á frágreiðingina um "Tilbúgvingarætlan Før- oya", ið skal leggja alla tilbúgving í Føroyum í fast- ar karmar. Frágreiðingin er ikki almannakunngjørd enn, men kemur ætlandi fyri Tingið seinni í ár. Hóast hann ásannar, at útkallingarskipanin hjá Alarmcentralinum kundi virkað betur, so sigur Rógvi Johansen ongar kollvelt- andi broytingar av Alarm- centralinum vera í komandi tilbúgvingarætlanini. Í tilbúgvingarætlanini stendur ikki annað um Alarmcentralin, enn at hann skal dagførast tøkni- liga, upplýsir Rógvi Johan- sen. Spurdur hvat ítøkiligt liggur í orðunum um at dagføra Alarmcentralin tøkniliga, sigur Rógvi Jo- hansen, at tey hava skeitt eitt sindur til Íslands, har útkallingarskipanin hjá Alarmcentralinum tykist at rigga betur. - Tað sær út til at ís- lendingar hava funnið eina skipan, sum líkist okkara, men sum byggir á øðrvísi tøkni. Og tað tykist sum at tað ikki eru somu trupul- leikar við útkallingini har, sigur hann. Ringt at blanda seg Men orsøkin til at "Til- búgvingarætlan Føroya" ikki nertir stórvegis við Alarmcentralin er ikki at núverandi skipan er besta loysnin fyri framtíðina. Orsøkin er heldur, at brand- tilbúgving er eitt komm- unumál, og landsstýrið kann ikki blandað seg beinleiðis í, hvussu hvør kommuna skipar sína brandtilbúgving. - Sum er hevur politiið í Havn átikið sær at vera vertur fyri eini skipan, sum teir ikki meta seg eiga. Og tí kunnu vit heldur ikki so væl krevja at politiið ger stórar íløgur í eina nýggja skipan, sigur Rógvi Jo- hansen. Alarmcentralurin verður umskipaður Men hóast komandi til- búgvingarætlanin ikki stingur tað út í kortið, so væntar Rógvi Johansen at tað kortini fer at henda ein kollveltandi broyting við Alarmcentralinum kom- andi árini. - Mín egna fakliga met- ing av støðuni er, at krøvini frá samfelagnum til Alarm- centralin fara at vaksa til eitt støði, har politiið má taka støðu til annaðhvørt at broyta og útbyggja Alarm- centralin munandi ella at siga hann frá sær. Tí í framtíðini skal ein væl- virkandi Alarmcentralur kunna taka ímóti alarmum av øllum slag. Hann skal savna allar alarskipanir og vera knútapunkt fyri allari tilbúgving, og tað hevur politiið higartil ikki verið sinnað til at brúkt sín Alarmcentral til, sigur Rógvi Johansen, samskip- ari av føroysku tilbúgving- ini, og leggur afturat, at ein nýggj skipan helst verður bygd á eitt samstarv millum lands- og kommunumynd- ugleikar, bæði viðvíkjandi kostnaði og tólbúnaði. Útkalling er ein kommunuppgáva Tónleikur í Hoy- dølum Í kvøld klokkan 20 fara næming- arnir í studenta- skúlanum í Hoy- dølum á pall við øllum frá kór- sangi til rock- tónleik TÓNLEIKUR Rúnar Reistrup Í kvøld, hóskvøld, skipa tónleikanæm- ingar í studentaskúl- anum í Hoydølum fyri kvøldsetu, har høvi verður at hoyra og síggja nakað av tí, sum rørir seg av tónleiki millum næmingarnar í skúlanum. Næmingakórið fer at syngja, og bólkar og einstaklingar fara at framføra egnan og læntan tónleik. Onk- rir av bólkunum hava verið frammi í eitt nú Prix Føroyum. Eisini luttaka næmingar úr Stu- dentaskúlanum á Kambsdali. Meðan tónleikar- arnir fylla tónar út í rúmið, hava áhoyr- ararir møguleika fyri at keypa sær ein kaffimunn og okkurt afturvið, siga næm- ingarnir í Hoydølum. Tað eru næmingar við lærugreinini tón- leiki á øðrum árið, ið skipa fyri tiltakinum. Kvøldsetan, sum verður í samkomu- høll skúlans, byrjar kl. 20.00 og endar umleið kl. 23.00. At- gongumerki til kvøldsetuna kosta 30 krónur. - Eg haldi, at eldsløkkingarmyndugleikar kring landið skulu ansa eftir við at kritisera Alarmcentralin, tí í veruleikanum er tað ikki okkara uppgáva at sita og boða hvørjum einstøkum sløkkiliðsmanni frá, tá eldur er í, sigur Jón Klein Olsen, vara- leiðari á politistøðini í Havn C M Y K 5 4