hósdagur 24. apríl 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 77 - 24. apríl 2003
Nr. 77 - 24. apríl 2003
7
Tórun Ellingsgaard,
sum er í Føroyum í
hesum døgum í
sambandi við Prix
Føroyar finaluna, er
júst byrjað í nýggjum
starvi sum studio-
vertur hjá TV 2 á
Bornholm
SAMRØÐA
Solby A. Eliasen
Hon hevur verið nógv úti
um seg. Arbeiddi eitt styttri
tíðarskeið á MTV, var við
til at gera eina sendirøð hjá
TV 2, sum eitur Match-
maker, skrivaði bók um
Brixtofte og nú hevur hon
júst sett seg í stólin sum
studiovertur hjá nýggjheit-
unum hjá TV 2 á Born-
holm.
Tað er sjálvandi føroysku
Tórun Ellingsgaard talan er
um.
Tórun sigur sjálv, at
henni dámar avbera væl at
arbeiða í fjølmiðlunum og
hennara miðil er uttan iva
sjónvarp.
– Eg eri forvitin av nátúr.
Og seti eg meg inn í eitt
hvørt, so vil eg altíð finna
út av, hvussu ymisk viður-
skifti hanga saman, greiðir
hon frá. Eisini heldur hon
yrkið vera so spennandi, tí
tað er so fjølbroytt.
Hetta nýggja starvið inni-
ber, at hon situr sum vertur
tríggjar ferðir hvørt kvøld,
og tað heldur hon fer at
geva henni nógva rutinu við
at sita frammanfyri upp-
tøkutólið.
– Tað krevur nógva
konsentratión at vera vert-
ur, og ein skal royna at fáa
søgurnar út á eina einklan
og skilligan hátt, sigur Tór-
un, sum ikki heldur tað vera
stórvegis trupult at vera
vertur.
– Hetta fellur mær sum
eitt arbeiði sum alt annað,
sigur hon. Men hon ásannar
tó, at hon enn hevur nógv
læra, tí tað er ikki ein mán-
aður farin aftur um bak
enn.
– Tað er nógv at seta seg
inní, og eg havi ikki enn
megnað at sett meg inn í øll
viðurskiftini, men tað er
helst bara spurningur um
stutta tíð, so er tað komið
upp á pláss, sigur nýggi
verturin hjá TV 2 á Born-
holm, sum varð liðug við
sína útbúgving á Danmarks
Journalisthøjskole í januar í
fjør.
Perfekt danskt
Tórun gongur sera høgt
upp í, at tað hon hevur at
bera
sínum
hyggjarum
verður lagt fram á rættan
hátt og við røttum mál-
burði. Hon vil tosa perfekt
danskt, og tískil gongur hon
til talupedagog, har hon
arbeiðir við at fáa alla ta
føroysku dialektina burtur.
Hon sigur, at tað skal ikki
vera so, at tá hon er á
skerminum, so sita hyggj-
ararnir og hugsa meira um,
hví hon tosar øðrvísi ella
hvaðani hon man vera, enn
at lurta eftir tí, sum verður
sagt.
Tórun arbeiddi í SvF í
tríggjar mánaðir í eini
summarfrítíð, og har var
hon millum annað eisini
vertur í Degi og Viku.
– SvF leggur meira dent á
politikkin enn menniskja-
søgurnar, heldur Tórun,
sum tó leggur aftur at, at
tað ber illa til at saman-
líkna, tí at Føroyar eru so
lítið land.
Hon sigur, at hon fær
nógvan íblástur av at ar-
beiða á Bornholm, har
redaktørurin hjá henni er
Ole Thisted. Sjónvarps-
støðin talan er um, er tann,
har Árni Gregersen, sum
fyrr var í SvF, er varastjóri.
Tað eru nú skjótt seks ár,
síðani Tórun Ellingsgaard
flutti úr Føroyum. Tað var
tá
hon
fór
niður
á
journalistskúla. Henni hev-
ur dámt sera væl niðri, og
hon trívist framvegis.
– Eg veit ikki, um eg
komi heimaftur. Eg havi tað
avbera gott niðri nú, so í
øllum førum verði eg ver-
andi niðri í nærmastu fram-
tíð, sigur Tórun Ellings-
gaard, sum verður at síggja
í øllum stovunum við sjón-
varpi kring landið leygar-
kvøldið, tá finalan í Prix
Føroyum fer av bakka-
stokki.
Í Kvívík eru fólk farin
í holt við at savna
undirskriftir, har tey
biðja um at fáa eina
landpostrutu, tí tað
eru mong í økinum,
sum ikki hava
møguleika til at fara
til Kollafjarðar
POSTHÚS
Solby A. Eliasen
Soffi Egholm úr Leynum
hevur saman við einum
áhugabólki tikið stig til at
savna undirskriftir. Og tá
Sosialurin tosaði við hana,
vóru tey komin upp á 200
undirskriftir.
– Fólk her um leiðir eru
sera hørm um støðuna og
skilja ikki atburðin hjá
Postverkinum, sigur Soffi,
sum fer at handa løgmanni
undirskriftirnar í morgin
ella ovurmorgin.
Tey vóna at koma upp um
250 undirskriftir, og tað
skuldi farið at eydnast
teimum, tí enn er eitt øki
eftir, har tey ikki hava
verið.
Ein áhugabólkur er har í
økinum, sum hevur tosað
nógv um henda trupulleik-
an, sum nú hevur stungið
seg upp. Men Soffi sigur, at
tað nyttar onki at bara sita
og tosa. Hon helt, at stun-
din var komin til at gera
okkurt ítøkiligt við støð-
una, og hon tók tískil stig til
at savna undirskriftir inn.
Hon vísir á, at tað er ser-
stakliga tvørligt hjá nógv-
um, sum ikki hava bil at
sleppa til Kollafjarðar, tá
tey hava ørindi á posthúsin-
um. Tí tað er ongin buss-
ruta til Kollafjarðar. Tey
noyðast til Havnar fyrst.
Soffi sigur at enda, at tað
hevur skapt øsing millum
fólk, tí tað hendir alt ov
nógv upp á eingang nú.
Sparikassin
hevur
avmarkað
sínar
avgreiðslutíðir til bara at
vera hósdag frá klokkan 15
til 18, og nú er Posthúsið
latið aftur.
Soffi sigur, at tey kunnu
ikki góðtaka, at ein tænasta
sum henda verður niður-
løgd, og tey standa eftir við
ongum.
– Tað minsta vit kunnu
fáa ístaðin er ein landpost-
ruta, heldur hon.
Forvitin av nátúr
Kvívíkingar krevja landpostrutu
Kvívíkingar og onnur fólk har í økinum savna nú undirskriftir
saman, har tey biðja um at fáa eina landpostrutu
Tórun Ellingsgaard, sum verður vertur í Prix Føroyar finaluni leygarkvøldið, er júst byrjað sum studiovertur hjá TV 2 á
Bornholm
Mynd: Jens K. Vang
Tað er øllum ein gáta,
hví ein 27 ára gomul
mamma at trimum
børnum valdi at fara
innaftur í brennandi
húsið týsmorgunin.
Løgreglan kannar nú
syndarliga
eldsbrunan
ELDSBRUNI
Ingi Rasmussen
Ein seks ára gomul genta
og einir tvíburar blivu
móðurleys, tá ein 27 ára
gomul kvinna lat lív í elds-
brunanum í Havn týsmorg-
unin. Ein syrgilig vanlukka,
sum rínur við allar føroy-
ingar og hevur sett familj-
una í sjokk.
Síðsta gerðin hjá kvinn-
uni var at bjarga lívunum í
sínum trimum børnum. So
skjótt hon varnaðist eldin,
fekk hon børnini út úr
húsunum.
Tað er framvegis løgregl-
uni ein gáta, hví unga
kvinnan fór inn aftur í hús-
ið, sum stóð í ljósum loga,
tí hon hevði fingið børnini
út, og mamma og beiggi
hennara, sum eisini vóru í
húsunum, vóru eisini kom-
in út.
Vit vita ikki, hví hon fór
innaftur í køkin, sum varð
hinumegin húsini. Hetta var
ein avgerð, sum kostaði
henni lívið, tí hon doyði
óivað av roykeitranini, upp-
lýsir Per Skov Christensen,
kriminalpolitistur. Tað kann
hugsast, at hon fór eftir
onkrum luti, men tað eru
bert gitingar.
Per Skov Christensen fær
onki sagt um, hvussu eld-
urin kyknaði. Týsdagin var
familjan alt ov skelkað til,
at løgreglan fekk avhoyrt
hana beinanvegin, men ar-
beitt verður við at finna
fram til orsøkina til elds-
brunan. Føroyska løgreglan
kannar sjálv málið.
Tað hevur ljóðað, at eld-
urin kyknaði í barnakamar-
inum, tí vitni sóu eld í vind-
eyganum, men tað er ikki
staðfest enn, undirstrikar
kriminalpolitisturin.
Eldurin breiddi seg óvan-
liga skjótt. Hóast sløkkilið-
ið var á staðnum fáar min-
uttir eftir, at fráboðanin
kom um níggju tíðina týs-
morgunin, sluppu brand-
menninir ikki inn í húsið,
har kvinnan lá.
Orsøkin til, at eldurin
fekk so gott tak á húsúnum
var helst, at gjøgnumtrekk-
ur varð. Hurðin stóð opin
og vindeygu vóru latin upp,
so eldurin fekk góða nøring
frá nógvu luftini. Í slíkum
førum er best at lata vind-
eygu og hurðar aftur, so
eldurin verður byrgdur inni.
Húsini, sum standa í Purku-
gerði, vóru bygd í 1986.
Sostatt høvdu tey ikki tær
vandamiklu pláturnar, sum
bresta í nógvum hita. Hin-
vegin vóru tey úr timbri og
onkrir veggir vóru úr spøn-
plátum, sum brenna væl.
Syrgiliga vanlukkan er ein gáta
Húsini í Purkugerði brendu skjótt. Ein orsøk er helst, at gjøgnumtrekkur var, tí vindeygu og hurðar stóðu opin, so nógv luft slapp til, sigur løgreglan
Mynd Jens K. Vang
Politikararnir
hava givið Tjóð-
palli Føroya grønt
ljós. Eitt leik-
listaráð skal velj-
ast, sum skal seta
stjóran. Stjórin
setir leikarar og
dansarar í starv og
skal leggja skránna
LEIKLIST
Ingi Rasmussen
Løgtingið hevur givið
sína heimild til at seta á
stovn Tjoðpall Føroya
sum sjálvstøðugan al-
mennan stovn.
Tað hendi týsdagin,
tá 27 løgtingsmenn
trýstu á grøna knøttin
og harvið tóku undir
við Tjóðpallinum. Bara
Gerhard Lognberg at-
kvøddi blankt og Jenis
av
Rana
atkvøddi
ímóti.
Sambært uppskotin-
um skal eitt leiklistaráð
setast við umboðum
fyri Leikarafelag Før-
oya, Meginfelag áhuga-
leikara Føroya, Lista-
fólkasamband Føroya,
Tórshavnar
Býrað,
starvsfólk og lands-
stýri.
Leiklistaráðið setir
stjóran, sum verður ára-
málssettur. Stjórin skip-
ar fyri virksemi stovns-
ins. Hann skal gera ein
skipanarligan bygnað
fyri stovnin og setir í
starv og loysir úr starvi
leikarar
og
onnur
starvsfólk. Hann hevur
listarligu ábyrgdina og
er evsti myndugleikin í
spurninginum um leik-
skrá. Stjórin ger eisini
uppskot um fíggjar-
ætlan, sum skal leggjast
fyri landsstýrismannin.
Hjá Tjóðpalli Føroya
fara sjónleikarar, dans-
arar og onnur leikhús-
starvsfólk at starvast.
Tjóðpallurin
skal
í
sínum virksemi leggja
dent á føroysk verk á
dygdargóðum listalig-
um støði og skal fram-
føra bæði klassisk og
nútímans verk.
Enn eru ongir pengar
játtaðir til Tjóðpall
Føroya. Heldur ikki er
ætlanin, at eitt tjóðleik-
hús verður bygt beinan-
vegin, men miðast skal
eftir, at eini hús verða
funnin til endamálið í
høvuðsstaðnum.
Tjóðpallurin
grønt ljós
Ein spíri, sum kann
mennast. Soleiðis
kallar Malena
Arnoldsdóttir,
forkvinna í Javna,
skúlatilboðið til ung
við breki, sum
løgtingið einmælt
hevur samtykt.
Fríggjadagin skipar
Javni fyri tiltaki, ið
júst hevur
framhaldsskúla til
menningartarnað
sum evni
UNG VIÐ BREKI
Ingi Rasmussen
Forkvinnan í Javna er rætti-
liga glað í hesum døgum.
Fríggjadagin klokkan 19
verður almennur fundur á
Landssjúkrahúsinum, sum
Javni skipar fyri, har evni
verður framhaldsskúli fyri
ung menningartarnað. Og á
fundinum kann hon bera
tey boðini, at løgtingið
samtykti einmælt týsdagin,
við 30 atkvøðum fyri og
ongari ímóti, at seta á stovn
skúlatilboð fyri ung við
breki.
– Eg eri rættiliga glað
fyri, at hetta er komið
ígjøgnum. Tørvurin er stór-
ur kanst tú ætla, tí onki til-
boð er áðrenn. Tey, sum eru
normal, hava havt eina
framhaldsskúla, men tey,
sum eisini trongja virkuliga
til at skúlast, hava onki
havt. Tað hevur verið eitt
paradoks, so hetta er eitt
stórt framstig, sigur Malena
Arnoldsdóttir.
Talan er um eina royndar-
skipan fyri ung við breki
yvir 18 ár. Royndarskipanin
er avmarkað til tvey 3 ára
næmingaskeið, sum kunnu
skipast á tveimum støðum í
Føroyum. Skúla-, arbeiðs-
og frítíðartilboðið verður til
í mesta lagi 10 næmingar á
hvørjum staði. Og tað er
ikki nógv ímun til stóra
tørvin. Men forkvinnan í
Javna velur kortini at fegn-
ast.
– Eg taki hetta sum eina
byrjan, sum kann gerast til
okkurt meira. Eg velji at
gleðast um tað, sum kemur
afturat, tí allur bati bøtur
hjá okkum. Hetta er ein
spíri, sum kann mennast til
nakað meira, sigur Malena
Arnoldsdóttir.
Á fundinum fríggjadagin
verður framhaldsskúlin fyri
menningartarnað sæddur úr
ymiskum sjónarhornum. Á
fundinum
vera
Høgni
Hoydal, landsstýrismaður,
Katrin Dahl Jakobsen úr
Javnaðarflokkinum, Jógvan
á Lakjuni úr Fólkaflokkin-
um, Elinora Reinert, for-
eldraumboð, Hans Eli Dahl
av Sernámsskúlanum, og
Rodmund Nielsen, borgar-
stjóri í Runavík, sum verð-
ur orðstýrari.
– Vit vóna, at fólk møta
væl upp, tí hetta er eitt
týdningarmikið evni fyri
okkara ungu menningar-
tarnaðu. Fólk eru væl-
komin at koma við við-
merkingum og spurning-
um, so vit fáa lýst evnið so
væl sum gjørligt, sigur
Malena Arnoldsdóttir.
Javni fegnast um skúlatilboð
C
M
Y
K
7
6