hósdagur 24. apríl 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 77 - 24. apríl 2003
Nr. 77 - 24. apríl 2003
9
Málið um at gera
nýggja ferjulegu í
Trongisvági og tunnil
ímillum Øravík og
Hov, kemur
framaftur longu í dag
SAMFERÐSLA
Áki Bertholdsen
Suðuroy: Enn er óvist,
hvussu verður við ætlanun-
um at gera nýggja sam-
ferðsluhavn í Trongisvági
og tunnil ímillum Øravík
og Hov.
Men tað skilst á øllum
brøgdum, at tað verður ein
av allarfyrstu døgunum, at
endalig avgerð verður tikin.
Á tingfundi týsdagin fekk
vinnunevndin hjá løgting-
inum uppskotið um at gera
samferðsluhavn, aftur í
høvdið. Men Henrik Old,
formaður í vinnunevndini,
sigur, at nevndin fer at gera
skjótt av.
– Vit fara at leggja málið
fyri fyri tingið longu aftur í
dag, sigur hann.
Løgtingið hevur samtykt,
at bæði arbeiði at gera sam-
ferðsluhavn í Trongisvági
og arbeiðið at gera tunnil
ímillum Øravík og Hov,
skulu byrja í ár.
Í tí sambandi mælti ein
stórur meiriluti í vinnu-
nevndini til at tengja bæði
arbeiðini saman í eina verk-
ætlan, tí tað fer at gera, at
landskassin sparir einar 45
milliónir krónur.
Tí hevur meirilutin í
vinnunevndini skotið upp
at tingið samtykkir, at grót-
ið til samferðsluhavnina
verður tikið úr tunlinum
ímillum Øravík og Hov.
Tá ið uppskotið var til
aðru viðgerð í tinginum,
varð hetta eisini samtykt
við stórum meiriluta.
Men fyri at verða enda-
liga samtykt, skuldi tað
samtykkjast einaferð aftur-
at. Týsdagin kom tað til
triðju viðgerð, men tað
endaði við, at nevndin fekk
uppskotið aftur.
Tingmenn vístu á, at
sumt av grótinum, sum skal
brúkast til smferðsluhavn-
ina, er so stórt, at tað ber
ikki til at fáa tað úr einum
tunli. Tí mæltu teir til, at
vinnunevndin gjørdi eina
meiri nágreiniliga orðing,
sum gjørdi, at tað skuldi
bera til at taka nakað av
gróti aðrastaðni frá.
Tí varð málið beint aftur í
vinnunevndina.
Gera skjótt av
Men málið fer ikki at liggja
longi í vinnunevndini.
Henrik Old sigur, at mál-
ið verður tikið til viðgerðar
longu í morgun og tað verð-
ur lagt fyri tingið aftur
seinnapartin í dag.
Men hann sigur, at hann
kann ikki hugsa sær, at nak-
rar stórvegis broytingar
fara at verða gjørdar.
– Eg kann ikki hugsa
mær, at meirilutin í vinnu-
nevndini fer at víkja frá
meginregluni í málinum og
hon er, at bæði arbeiðini
skulu tengjast saman.
Hann sigur, at allar
ábendingar, hann hevur
fingið eftir viðgerðina í
tinginum týsdagin bendir
tvørturímóti á, at tinglimir
standa fast við, at tað er
óforsvarligt ikki at tengja
bæði arbeiðini saman tá ið
tað førir eina sparing uppá
45 milliónir við sær.
– Men tað er møguligt, at
uppskotið um at grótið
verður tikið úr einum tunli
ímillum Øravík og Hov
kann orðast eitt sindur ná-
greiniligari.
Henrik Old sigur, at orð-
ingin í uppskotinum skal í
hvussu so er ikki vera nøk-
ur forðing at fáa málið
loyst.
Tí fer vinnunevndin helst
at orða uppskotið soleiðis,
at tað skal bera til at taka
grót aðrastaðni, sum tað
ikki ber til at fáa úr tunlin-
um.
Hann sigur, at so vítt,
hann hevur skilt, snýr tað
seg í mesta lagi um eini
10% og tað sindri skal ikki
forða fyri, at málið verður
loyst.
Vilja hava svar
Tá ið tingið viðgjørdi málið
týsdagin, førdi landsstýris-
maðurin í vinnumálum,
Bjarni Djurholm, fram, at
verða bæði arbeiðini tengd
saman, verður tað ikki fyrr-
enn í heyst, at farast kann
undir arbeiðini.
Hetta vil formaðurin í
vinnunevndini hava lands-
stýrismannin at nágreina.
– Eg vil hava at vita, hví
tað ikki ber til at fyrireika
arbeiðið beinanvegin, so at
Landsverkfrøðingurin ikki
beinanvegin sleppur at gera
vegin oman til ferjuleguna
og byrjar at sprongja og
yvirhøvur ger tær fyrireik-
ingar, sum eru neyðugar.
Og er tað neyðugt at gera
fleiri boringar fyri at kanna
um tað ber til at gera tunnil,
har NCC hevur mett seg
kunna gera hann fyri 92
milliónir, so vil Henrik Old
hava at vita, hví hesar
kanningar ikki eru gjørdar,
tí hann sigur, at fólk hava
leingi verið til reiðar at gera
hesar kanningarnar, men
onki er gjørt.
Formaðurin dugur heldur
ikki at síggja, at fíggingin
skal vera nakar trupulleiki,
soleiðis sum summi føra
fram.
– Løgtingið hevur sam-
tykt at fara undir bæði
tunnilin og samferðslu-
havnina í ár. Hvussu tað so
kann verða ein trupulleiki
við fíggingini, at tengja
bæði arbeiðini saman, tá ið
tað førir eina sparing við
sær upp á einar 45 millión-
ir, skilji eg ikki.
Henrik Old vísir eisini á,
at 25 milliónir eru settar av
til samferðsluhavn í ár og
sjey milliónir til tunnil, so
tað skuldi ligið væl fyri at
byrja.
– Men tað ber eisini til at
fíggja arbeiðið yvir fleiri ár,
hóast tey verða gjørd bein-
anvegin, sigur hann. Hann
vísir á at tað er gjørt í Vága-
tunlinum, tí hann skal land-
ið betala til í nøkur ár
afturat og tað verður eisini
gjørt í Norðoyatunlinum, tí
landið skal betala til hann í
fleiri ár eftir, at hann er
liðugur.
– Tað ber eisini til hjá
landinum at sprongja út-
bygginginarkvotuna í ár og
næsta ár og so at toga inn-
aftur í 2005, tí samanlagt
førir tað eina sparing við
sær uppá 45 milliónir og
tað átti at verið góður polit-
ikkur, sigur Henrik Old.
Hetta vikuskiftið
verður framsýning í
ítróttarhøllini í
Trongisvági
FRAMSÝNING
Áki Bertholdsen
Suðuroy: Hetta vikuskift-
ið verður ítróttarhøllin í
Trongisvági karmurin um
eina framsýning av bilum,
klæðum
og
ymsum
evnum til reingerð.
Tað er gamlaársnevndin
á Tvøroyri, sum skipar
fyri og framsýningin er
opin
fríggjadagin,
leygardagin og sunnu-
dagin.
Fríggjadagin er opið frá
kl. 18-22, men bæði
leygardagin og sunnudag-
in er opið frá kl. 14-20.
Framsýningin av bilum
er høvuðstátturin á stevn-
uni og hesuferð eru
bilasølurnar fimm í tali:
Reyni
Service,
Berg
Motors, Nordbil, Wenzel
og Eyðbjørn Hansen.
Men á framsýningini
hesuferð verður eisini ein
framsýning av klæðum.
Toystovan
sýnir
fram
mótaklæðir, Pau hevur
klæðir, sum tey sjálvi
sniðgeva, Duett hevur
ítróttarklæðir og Alval
hevur arbeiðsklæðir.
Í
hesum
sambandi
verða
mótasýningar-
leygardagin kl. 17 og
sunnudagin kl. 16.
Men umframt alt hetta,
er eisini ein framsýning
av ymsum evn-um til
reingerð.
Bilar og klæðir í ítróttarhøllini í Trongisvági
Hetta vikuskiftið verður framsýning í ítróttarhøllini í
Trongisvági
Ætla at gera skjótt av
Nú verður tað fyrsta dagin,
at endalig støða verður tikin
til samferðsluhavnina í
Trongisvági og tunnilin
ímillum Øravík og Hov
NØVN Í VIKUNI
Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Dagurin
24. apríl. Albertus,
deyður í umleið 997.
Biskupur í Prag. Týska
navnið merkir ediligur
ella lýsandi.
Elsa Margretha
Frederiksen 90 ár
Í gjár, mikudagin 23. apríl,
fylti Elsa Margretha Frede-
riksen í Miðvági 90 ár. Elsa
Margretha er fødd og upp-
vaksin í Miðvági. Hon er
dóttir Alith og Joen Paula
Ellefsen, í Miðvági. Hon
giftist við Edvard Frede-
riksen úr Miðvági, og fingu
tey fimm børn, tey eru:
Joen Pauli, John, Anni,
Árni og Regin. Edvard
doyði í 1984. Hóast høga
aldurin livir Elsa Mar-
gretha væl, hon eigur 21
ommubørn og 26 lang-
ommubørn.
Fríggjakvøldið 25. apríl kl
21.00 verður í Park Bio í
Keypmannahavn
heims-
frumsýning av 10 norður-
lendskum dansifilmum við
felagsheitinum
"Moving
North". Hvør filmur í
"pakkanum" er 5 minuttir
til longdar.
Ein av hesum 10 filmum
er "Regin smiður", sum
Katrin Ottarsdóttir hevur
leikstjórnað. "Regin smið-
ur" er ikki ein filmur um
føroyskan dans, men heldur
eitt slag av musikkvideo
við Føroyskum dansi. Tað
eru fólk úr dansifelagnum
Fótatraðk og onnur, ið
dansa. Heimsfrumsýningin
verður
sum
nevnt
í
Keypmannahavn. Ætlanin
er at filmarnir skulu hava
føroyska
frumsýning
á
Listastevnuni í summar.
Nærri upplýsingar um hetta
fáast við at venda sær til
Oddvá Nattestad.
Katrin Ottarsdóttir
Heimsfrumsýning av filmi
við føroyskum dansi
Vinjard Falkvard Joensen
23. oktober 1945 - 20. apríl 2003
Páskamorgun,
20. apríl, and-
aðist
Vinjard
Falkvard Joen-
sen í Sørvági,
57 ára gamal.
Vinjard
var
føddur í 1945 í
Sørvági,
har
hann eisini vaks
upp. Hann var
sonur
Aslaug
Falkvard
og
Louis Joensen í Sørvági. 17 ár gamal flutti hann til
Havnar, har hann lærdi á skrivstovuni á Saltsøluni.
Um summarið í 1966 og 67 róði hann út í Grønlandi,
og veturin 66-67 var hann læraravikarur í Mikines-
hólmi. Í 1967 giftist hann við Marjun, dóttir Ingi-
bjørg og Napoleon Johannesen í Havn. Í 1970 keypti
hann trolbátin Barið. Hann fekk skiparaprógv fyrst í
70-unum. Frá 1980 sigldi hann við trolbátinum út frá
Bornholm. Frá 1989-94 leigaði hann bóndagarðin
hjá Óla Jákup Müller í Havnardali. Vinjard var t.d.
við til at stovna Føroyskt/Íslenskt Rossafelag og
Seyðahundafelagið. Miðskeiðis í 90-unum gjørdist
hann sjúkur og fekk eina stóra skurðviðgerð. Hann
kom tó væl fyri seg aftur og í 1998 flutti hann til
Sørvágs og stovnar har sína egnu fyritøku, eina land-
ingarmiðstøð. Hann keypti eisini eitt ísvirki í
Sørvági. Nýliga keypti hann eina stóra goymsluhøll
í Sørvági, sum hann skuldi brúka til landingarmið-
støð. Mikines var hansara frítíðarparadís, har átti
hann hús, og har treivst hann sera væl. Marjun og
Vinjard fingu trý børn: Kristu, ið varð fødd í 1968,
hon andaðist bert hálvt ára gomul, Ingu í 1969, hon
andaðist 20. mars í fjør, 32 ára gomul, og Pola ið er
føddur í 1972. Friður veri við minninum um Vinjard
Joensen.
Herfyri vóru bil-lakkerarar
frá ymiskum føroyskum
bilverkstøðum á skeið á
tekniska skúlanum í Silke-
borg. Danska lakkfyritøkan
Baden-Jensen skipaði fyri
skeiðinum, teir umboða
Spies Hecker, ið er størsti
framleiðari av lakki í
vesturheiminum. Skeiðið
umfataði alt tað nýggjasta
innan lakkering, smáum-
vælingar
og
polerings-
teknikk. Serliga var tað
nýggja umhvørvisvinarliga
Greentec Line lakkið, ið er
vantbaserað og lýkur tey
strongu
ES-krøvini,
ið
koma í gildi í 2007. Á
Plátu- og lakkeringsverk-
staðnum hjá Reyni Service
í Hoyvík brúka teir longu
nú vatnbaseraða lakkering
við
umhvørvisvinarliga
Greentec Line lakkinum.
Lakkdeildin hjá málinga-
handlinum Hjá Fróða í
Havn umboðar Speis Heck-
er lakkið í Føroyum.
Trettan lakkerarar vóru á skeiði á tekniska skúla í Silkeborg. Aftast frá vinstru: Sámal Olsen, Toftir, frá Hjá Fróða í Tórshavn,
Niels Nattestad, Miðvágur, frá Carro í Sandavági, Petur Krog Miðvágur, frá Mylluni í Miðvági, Dánjal Jákup Joensen og Karl
Sofus í Heimistovu, báðir úr Klaksvík, frá Bilverkstaðnum v/John Heinesen í Klaksvík. Miðraðið frá vinstru: Jan Jacobsen,
Tórshavn, frá Bilverkstaðnum v.Hans Jacob Kollsker á Hjalla, Magnus Pauli Udbø, Hoyvík, frá Reyni Service í Hoyvík, Jógvan
Pauli Joensen, Miðvágur, frá Mylluni í Miðvági, Eyðun Viðstein, Kollafjørður, frá Bilasøluni v.Øssur Johannesen í Hoyvík. Fremst
frá vinstru: Brian Hughes, Klaksvík, frá bilverkstaðnum hjá Elmar Zachariasen í Klaksvík, Eyðstein Jacobsen, Hoyvík, frá Reyni
Service í Hoyvík. Á myndini vantar Ólavur Hansen, Klaksvík, frá Bilskrokk í Tórshavn
Trettan føroyskir bil-lakkerarar á skeið
Alma Joensen
24/11-1927
27/3-2003
Sunnba
umhugsin og heil
góð og gávurík
vinir mínir
vinir tínir
um títt stóra hjarta
og
heitu armar
var sambandið út í heimin
altíð
fyrst at spyrja
altíð
fyrst at hjálpa
altíð
við tí góða
orðinum
og
nú armarnir
ikki
orkaðu meir
vikast
ikki
myndin
í
brimduninum
undir
beinisvørði
martin næs
18/4-2003
C
M
Y
K
9
8