hósdagur 24. apríl 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 77 - 24. apríl 2003
Nr. 77 - 24. apríl 2003
11
Í gjár kom út bók um listamannin Trónd
Patursson eftir danska listasavnsvørðin Finn
Termann Frederiksen. Bókin, eitt satt valaverk,
er tann fyrsta royndin at geva eina
samanfatandi mynd av listarligu avrikunum hjá
Tróndi. Bókin fylgir, sum tikið verður til í
fororðunum, listarligu menning Tróndar frá
fyrstu
royndunum
við
málningum
og
høggmyndum til tey verk, ið hann skapar í dag.
Høvundin leggur doyin á at seta listamannin
inn í eitt føroyskt menningarhøpi og at vísa á
hansara viðurskifti við altjóða listaumhvørvið.
Í hesum sambandi er eitt aðalmál við bókini at
finna fram til listamannsins listarligu mál og
miðlar eins og til hansara lívs- og náttúrufatan
og til tey átrúnaðarligu virði, ið mynda støðið
undir list hansara.
Bókin um Trónda Patursson er ein mentanarlig
stórhending, sum prógvar, at Tróndur er
listamaður á høgum altjóða støði. Tróndur er
avgjørt høgt í metum bæði sum málari og sum
myndhøggari. Hann er gitin fyri sínar
glasmálningar og síni kosmisku rúm, har hann
arbeiðir við glasmálningum og spegilstøkni.
Tróndur er, sum víst verður á í bókini, eitt av
høvuðsnøvnunum í tí endurnyggjan av
føroyskari list, ið byrjaði við Ingólvi av Reyni.
Hann hevur sostatt ein týðandi lut í menningini
av føroyskari nútíðarlist.
Men bókin er ikki bert ein lýsing av Tróndar
listarligu starvsleið. Hon fevnir um hansara
lívssøgu: Hesir partar ikki minni áhugaverdir,
við tað at teir geva lesaranum eina mynd av
einum sonnum ævintýrara, ið ikki minni sjey
ferðir hevur verið á ferðum um øll heimsins
høv við gitna ævintýraranum Tim Severin. Men
bókin er annað og meira enn ein bók um
Trónda, hansara list og lívsleið. Hon er enn eitt
dømi um ta menning og tann gróður, ið er innan
alt, sum eitur føroyska myndlist. Henda
listagrein er rokkin altjóða støði eins og
tónlistin og bókmentir okkara. Listafólkini eru
eins og ítróttafólkið okkara bestu ambassadørar
úti í heimi, og vit hava allar góðar grundir til at
vera fegin um og errin av hesum fólkum. Tey
eru landi og fólki til miklan heiður. Tillukku.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Valaverk
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Jan Danielsen
Enn einaferð eru vit vitni
til, at Føroya Løgting ger
lógarbroytingar, sum kosta
kommununum pengar, mitt
í einum roknskaparári. Tá
so
fíggjarætlanin
hjá
kommunum ikki verður
yvirhildin, fær kommunan
eina átalu fyri tað.
Hoyrdi í tíðindunum í
áðni at Føroya Løgting nú
hevur samtykt við 3. við-
gerð, at kommununar skulu
gjalda fyri væntandi barna-
ansing, tí hetta økið nú er
lagt út til kommununar.
Um hetta verður lagið
framyvir, so eru kommun-
unar og kommunufeløgini
noydd til alt fyri eitt at
forða landinum í at leggja
fleiri økir út til kommun-
unar.
Lógin má virka líka báð-
ar vegir: Skulu kommunur-
nar fáa rokning fyri vænt-
andi barnaansing frá land-
inum, so má landið fáa
rokning frá kommunum
fyri tann partin av eldra-
røktini, sum landið ikki er
maður fyri at røkja – og
tann parturin er rættuliga
stórur.
Lógin má vera eins báðar vegir
– skulu kommunur gjalda fyri væntandi barnaansing, so má landið eisini gjalda fyri væntandi
ansing av teim eldru
Heri Mohr
"….. Eg havi greitt tær frá
tí sindrinum, sum er farið
fram í mínari verð síðan
mítt seinasta bræv til tín, og
fari eg tí at enda við tøkk til
Hann, ið øllum valdar, tí at
alt tykist at ganga tann
rætta vegin hjá tær har á
sjúkrahúsinum, hóast tú
eftir øllum at døma skjótt
verður fluttur á special-
hospital einastaðni ikki
langt frá Ríkishospital-
inum.
Kærar heilsur frá okkum 5
Kona tín
P.S. Nú mundi eg gloymt at
fortelja tær, at Pætur var
her fyrrakvøldið. Í góðum
lag sum altíð. Vit prátaðu
um mangt og hvat, men
hann var ikki meira enn
komin inn um gáttina, so
segði hann: - Tú, trí-
menningurin, nú stendur í
"Dimmu", at eg eri komin
til ta niðurstøðu, at Sjúrður
Skaale er rasistur. Tú minn-
ist hetta kvøldið, tá eg segði
við teg, at hesu seinastu
árini høvdu vit upplivað so
nógv, sum ikki sampakkar
við føroyska psyku og
mentan, og at tað, sum eitt
blað hevði skrivað um ein
fund í Hósvík, fekk meg at
siga tað einsamalla orðið
rasisma. Men navnið Sjúrð-
ur Skaale kom ikki yvir
mín munn og hvaðna minni
nøkur niðurstøða um tann
mannin, sum hevur so
frálíkt hegni at fáa fólk at
flenna. Hann hevur kanska
lisið við brillunum hjá
einum ávísum Esmari? Eg
minnist eisini, at eg segði,
at vit føroyingar skulu vara
sálina, tí eingin friðardúgva
kann trívast hjá teimum, ið
lúgva. Um hetta eri eg
sannførdur
meira
enn
nakrantíð. Orðatakið: Hann
er sekur, ið at sær tekur, er
viðhvørt beinrakið.
Hoyrdi í gjár, at annar av
okkara
fólkatingslimum
skal halda flaggdagsrøðu á
Regensinum í Keypmanna-
havn - á donskum.
Pætur tagdi og stardi eina
góða løtu: - Tú, Malan,
løgið er tað, men í nátt
droymdi eg, at eg var á
Garði og skuldi halda eina
røðu á donskum . Nógv
fólk var har, - eg kendi ong-
an, - og framman fyri tal-
arastólinum stóð mans-
kórið "Høgna Garpar" allir
í
myrkamorreyðari
troyggju, og dirigenturin í
knæbuksum, stavnhettu og
í húðaskóm. Hevði lítlan
fjallstav í hondini at diri-
gera við. Teir veitraðu allir
við pappírsfløggum. Í Køb-
magergade
gingu
tvey
konufólk í føroyskum búna
við stórum skelti:
"Syng med i Sangforen-
ingen Høgnes Gutter,
så det dutter.
Hansen såvel som Jensen
hen om hjørnet i Regensen."
Komin á røðarapallin varð
eg varur við, at eg hevði
gloymt manuskriptið, men
tá komst tú óvæntað úr
mannarúgvuni upp á røð-
arapallin og teskaði mær í
oyrað, at eg dugdi betur at
tala uttan handrit. Bjarg-
aður var eg, og tú hvarv. So
byrjaði eg taluna:
Kære tilhørere.
Nostalgiske
drømme
formerer sig i takt med
alderen. Har man passeret
støvets år og lever på, om
jeg så må sige, lånt tid, kan
disse retrospektive drømme
være såvel plage som
velsignelse. Vi vil dvæle
ved velsignelsen. På Fær-
øerne er det således, at når
barndommen er vel over-
stået, og ungdommen med
forsigtighed aner tilværel-
sens alvor, får den en
langsom, snigende karakter
af indestængthed, og ud vil
den, ungdommen, ud over
de høje fjelde, over det
sortladne hav. Mange unge
begynder deres livsgerning
ude på havet, og atter
mange "fara niður", hvilket
er synonymt med at rejse til
Danmark til skolegang og
faglig og boglig uddan-
nelse.
Her i Regensen eller "á
Garði", som det hedder i
den færøske studenter-
verden, er mange færinger
blevet beåndet med færøsk,
dansk, europæisk kultur, og
flere af dem har sat dybe
spor i humanismens og
kulturens verden, de har
mejslet sig fast i bevidst-
heden ikke blot på Fær-
øerne og Danmark, men
viden om i verden, hvor
europæisk
kultur
har
vundet indpas. Vi kan her
nævne nogle af dem: Jacob
Brot úr brævi (IV)
- ein stuttlig søga
Framhald á næstu síðu
Føroya Náttúruverndar-
felag – FNU
Kári Thomsen, formaður.
Aðalorðaskifti var í febru-
ar farna ár í Løgtinginum
um náttúru- og umhvørvis-
vernd, har víst varð á tørv-
in á nýggjari náttúrufrið-
ingarlóg og endurskoðan av
umhvørvislógini. Serstakt
varð víst á tørvin á at tað
má verða landsstýrið, ið
fær evsta myndugleika í
øllum náttúrufriðingarmál-
um. Eyðun Eltør, landsstýr-
ismaður hevur sett arbeiðs-
bólk at orða nýggja nátúr-
friðingarlóg.
Eftir kanning av dálking-
arstøðuni kring brennistøð-
irnar staðfesti Heilsufrøði-
liga Starvsstovan at dioxin-
nøgdin í seyði var væl
størri her í mun til í økjum
langt burturi frá brenni-
støðunum. Úrslitið bleiv at
Starvsstovan setti krøv um
uppsetan av filtrum til
reinskan av roykinum og at
hesi skulu verða sett upp
innan ávísa freist.
Føroya Nátturuverndarfe-
lag skipaði fyri Orku- og
Umhvørvisráðstevnu
í
Norðurlandahúsinum 2 og 3
mai har verandi støða bleiv
gjølliga lýst av føroyskum
luttakarum
umboðandi
SEV, Heilsufrøðiligu Starvs-
stovuna, IRF, o.ø. og inn-
bodnir útlendingar hvør við
sínari sergrein innan vind-
orku, sólarorku, brennikykn-
ur og biogassskipanir vístu
á hvussu gongdin var aðrar
staðir. Íslendingar høvdu
umboð frá Altinginum og
felagið VistOrka segði okk-
um frá teirra ætlanum inn-
an geotermiska orku og
framleiðslu av brennievn-
inum vetni til flutning á
landi og sjógvi. Ráðstevnan
kundi m.a. staðfesta at SEV
nú hevði tikið til eftirtektar
av vindorka eisini varð ein
møguleiki her hjá okkum.
Í summar kom fram at
Tórshavnar
Skipasmiðja
hevði útlát av tungmetallum,
ið m.a. stavaðu frá skips-
málingini, og at afturvend-
andi oljudálkan av vánni var
ein stórur trupulleiki.
Sílaveiðufelagið
hevur
vakið eyga vit umstøðunum í
og kring vøtnini við Leynar
og í Saksun, og kærdi bónd-
an í Leynum fyri friðingar-
nevndina tá grevstur var
framdur fram við ánni, ið
rennur úr Leynavatni. Stað-
fest var at hetta ikki kundi
góðtakast sambart friðingini
av økinum og at viðurskiftini
skuldu setast aftur í uppruna
stand.
Landsstýrið tók avgerð at
seta á stovn Agenda 21-
skrivstovu, ið skuldi vera
ráðgevi hjá kommununum.
Fleiri kommunur søgdu seg
vilja hýsa skrivstovuni, ið
ikki er sett á stovn enn, mest
vegna innanhýsis klandur
um hvar henda skal verða.
Annar ST- fundurin um
fátækradømi og burðardygga
menning varð hildin í Jo-
hannesburg og vóru Føroyar
umboðað sum partur av
donsku sendinevndini.
Úrslitið var heldur soltið
einamest tí m.o. USA ikki
vildi ganga krøvunum um
minking av vakstrarhús-
gassum á møti, og somu-
leiðis máttu vit herheima
staðfesta
at
landsstýrið
heldur ikki vildi taka undir
við Kyoto-ískoytissáttmál-
anum við grundgevingini at
vit ikki kendu dálkingar-
støðuna.
Kanning bleiv síðan sett í
verk og vísti úrslitið, at vit í
1995 lógu triðovast á listan-
um fyri útlát av vakstrarhús-
gassum. Mikið rumbul er
íkomið av hesi vána støðu,
og enn hevur landsstýrið so
ikki lagt fram nakað miðvíst,
ið kann minka um dálkingar-
nøgdina. Sambært Kyoto-
avtaluni skulu vit minka
okkara part við 5% inntil
2012 grundað á útlátið í
1990.
Hildnir eru 4 nevndar-
fundir síðan seinasta aðal-
fundin. Hin 25.mai og 14.
desember 2002 og 5. februar
og 19 marts í ár. Serstøk mál,
ið nevndin hevur viðgjørt eru
gamla málið í Sandvíkum, ið
opinbart er endaligt avgreitt.
Málið hevur verið til kann-
ingar hjá løgtingsins umoðs-
manni, ið sigur seg ikki
kunna viðgera fyrisitingarlig
mál uttan fyri heimastýris-
lógina. Yvirfriðingarnevndin
er eftir hesum at døma uttan
fyri føroyska fyrisitingarlóg-
gávu, men undir danska
dómsvaldinum og løgmála-
ráðnum.
Annað mál er friðing av
mølini í Fámjin. Yvirfrið-
ingarnevndin sigur í nið-
urstøðuni frá 30. januar í ár,
at ein samd nevnd staðfesti
úrskurðin
hjá
friðingar-
nevndini
fyri
Suðuroyar
sýslu, at "friðing av fe-
lagsmølini – strondini – í
Fámjin, ikki verður gingin á
møti". Sagt verður, "at
umrødda tøka av gróti úr
strondini í Fámjin, ikki
skemmur natúruna og heldur
ikki
ger
nakran
skaða.
Nevndin er samd, at talan
ikki er um sermerkt landslag,
sum fer fyri skeyti, um nakað
av malagróti verður tikið i
mølini. Somuleiðis er nevnd-
in samd, at umrødda økið
ikki hevur vísindaligt ella
søguligt virði, vakurleika
ellla sereyðkennir, og tí ikki
kan friðast sambært § 6 í lóg
nr. 48 frá 9.juli 1970."
Avgerðin er sera óheppin
og kann hava við sær prece-
dens í øðrum líknandi mál-
um. Skriv kann sendast til
kommununa, at hon sjálv
tekur stig til at friða mølina.
Hetta kann gerast sambært
byggi- og býarskipanarlóg-
ini, har økið verður lagt út til
"frílendi" og at serstakar
treytir verða settar í byggi-
samtyktina.
Ársfundurin hjá norður-
lendsku náttúruverndarfe-
løgunum varð í ár fyriskip-
aður av Danmarks Natur-
fredningsforening í viku-
skiftinum 16. til 18. august.
Umsókn um stuðul til
ferðina varð send Oljumála-
stýrinum, men ikki gingin á
møti orsakað at freistin at
søkja var úti 1. mars. Síðan
varð umsókn send Norður-
landahúsinum, ið hevði lítla
játtan tøka, og fingu vit har
2.700 krónur í stuðli.
Kári fór á fundin, ið varð
skipaður við leigaðum bussi
til Kastrup floghavn har tikið
varð ímóti norðurlendsku
umboðunum.
Leiðin gekk síðan suður
eftir til Avnø og økið kring
stórt vaðøki, har nógvur vað-
og rovfuglur heldur til fyri-
uttan heilt nógvur kópur.
Leiðin gekk víðari við ferju
til Langeland har grunnurin
Danmarks Naturfond undir
Danmarks Naturfrednings-
forening eigur og rekur stór-
an harragarð nevndur Skovs-
gaard. Talan er um land-
búnaðar- skógar- og stranda-
øki góðar 247 ha, ið verður
rikið á reint vistfrøðiligum
grundarlag. Forvitnisligt er
at allar markir og skógarøki
eru hegnað inni á gamlan
hátt við livandi hegni, runn-
um og eikitrøðum. Eingin
drening verður framd á
markunum og alt verður
hildið á treytum náttúrunar.
Harragarðsøkið sigst verða
eitt av størstu økjum, har alt
enn er skipað í einum upp-
runa landbúnaðaranda.
Fundurin varð skipaður í
tveimum har seinraparturin
16. august var hildin í stóra
salinum á Skovsgaard, og
annar parturin á Æbelø, ið er
friðað oyggj norður úr Fyn.
Á Skovsgaard løgdu ein-
støku londini stutt fram um
týdningarmikil mál og upp-
gávur síðan fundin í Íslandi.
Serstakt varð, at Grønland
hevur fingið náttúruvernd-
arfelagið UPPIK (snjóugla)
sett á stovn.
Endamál felagsins er (í
stuttum) at virka fyri vernd
og burðardyggari gagnnýtslu
av grønlandsku náttúru- og
landslagsvirðunum. Formað-
urin Jens Peter Lange greiddi
m.a. frá, at trupult var at fáa
folk at skilja týdningin í
náttúruvernd. Fólk eru aft-
urhaldandi
fyri
slíkari
umhvørvisvernd og hómast
enn nakað av tíðini frá
Greenpeace og teirra aktivi-
tetum í Grønlandi.
Aðrir
trupulleikar
eru
partvís at bæði danskt og
grønlendskt mál skal nýtast,
og partvís at eingi fyrilit
verða tikin fyri náttúru-
tilfeinginum.
Nógvir
og
skjótir bátar eru til, nógvar
byrsur, og alt verður skotið.
Reinsdjórakvotur eru settar
við tí úrslitið, at nógvur
fuglur er skotin.
Við UPPIK eru nú náttúru-
verndarfeløg í øllum norðan-
londum.
Evni, ið viðgjørd vóru a
Æbelø var m.a. burðardygg
menning og royndir frá al-
tjóða og lokalum átøkum,
samt felags stig í samband
við fundin í Johannesburg.
Gjørt varð felags skriv, ið
varð sent 19. august, til
norðurlendsku umhvørvis-
málaráharrarnar, ið høvdu
fyrireikandi fund í Trond-
hjem 21- og 22 august. Heitt
varð a fundin at fremja nakað
í verki, tá gjørdar eru
greiningar, kanningar og
frágreiðingar í ríkiligt mát.
Stategiin "Nýggj kós fyri
norðanlond" skal evaluerast
fjóra hvørt ár, og skal hetta
m.a. gerast sambært Århus-
konventiónini við kunning til
NGO-feløgini um hvussu
framtíðar samstarv er ætlað.
FNU
hevði
fingið
á
skránna viðger av uppskoti,
at norðanlondini Grønland,
Ísland og Føroyar kundu
skipast sum fordømi innan
burðardygga menning, part-
vís vegna einháttaða støðu
sum
fiskivinnutjóðir
og
partvís at indnaðar- og bú-
setingarmynstrið var sam-
barligt - eftir geografisku
umstøðunum.
Uppskotið
varð væl móttikið við áheitan
at gera meira miðvísa ætlan
til komandi fundin.
Landvernd hevði aftur
frammi evni um viðger av
trupulleikum í nýtslu av
náttúruøkjum og økisnýtslu
sum heild. Stórmálið hjá
íslendingum er Kahranjúkar-
verkætlanin, og bleiv í tí
sambandi gjørd felags sam-
tykt, ið tók undir við niður-
støðuni hjá Statens Direkto-
rat for Arealplanlegging, at
verkætlanin ikki kundi góð-
kennast vegna stóra skaðan
hetta vildi hava við sær á
náttúruna. Niðurstøðan hjá
stovninum bleiv seinri til-
einkisgjørd av umhvørvis-
málaráðharranum og við
fylgjandi undirtøku av Al-
tinginum.
Norska
náttúruverndar-
felagið gjørdi uppskot til
felagsskriv til mótmæli til
Ensku stjornina, at man
haðani í stundini gav boð um
at steðga øllum útlátum at
m.a.
technetium-99
frá
Sellafield. Radioaktiva dálk-
ingin fer út í Norðsjógvin,
fram við donsku, svensku og
norsku strendurnar, og sæst
eisini í Barensthavinum og á
Svalbard. Evnið sæst m.a. í
tara og skjeljadjórum og er
fleirfaldað
síðan
1994.
Innihaldið er i løtuni yvir
600 bequerel fyri hvørt kilo
(turrevni), ið er gott helvtin
av nøgdini EU setur sum
mark fyri innihaldinum í
matvørum - eftir atom-
óhappi.
Áheitan varð eisini send
norðurlendsku stjórnunum,
at gera sítt til at leggja trýst á
ensku stjórnina.
Åland Natur og Miljø
greiddi frá vindorkuætlanum
teirra. Sum er hava teir
sjókaðal til meginøkið samt
12 myllur frá 500 til 600 kw
hvør settar upp ymisk støð á
oynni. Ålands Vindkraft
arbeiðir við uppsetan av 7
off-shore myllum á 1800kw.
Fíggjað er við m.a. nøkrum
túsund anpartum har Vind-
kraft-felagið hevur tær uml.
1000. Góð 23% av orkuni
verða tá framleidd frá vindi.
Norges Naturvernforbund
tók fult undir við vindmyllu-
uppsetan, tó at hetta skuldi
gerast eftir skipaðum viður-
skiftum.
Annað, ið havt var frammi,
var m.a. at íslendskar komm-
unur hava sett upp lokal
Agenda 21 verkætlanir.
Í Finlandi er vistfrøðin við
at vinna fram. "Vistfrøðiligt
fótspor", verður sagt um
felags átekning ella merki, ið
skal verða trygdin fyri um
vøra er vistfrøðiligt fram-
leidd.
Í Noreg hava góð 10.000
fólk sett bilin frá sær annan
hvønn dag, og nýta tey tá
súklu ella ganga. Hetta fyri
m.a. at avmarka útlatið av
vakstrarhúsgassum.
Fundurin var í allar mátar
sera væl fyriskipaður og
heppnaðist sum ætlað. Næsti
fundur verður í Helsinki hjá
Finlands Naturskydsforbund
í døgunum 15-17 august
2003. Stuðul er játtaður
3.mars í ár uppá 9,950 kr til
luttøku á fundinum. Havast
skal í huga at Føroyar standa
fyri at verða vertir ár 2004.
Onnur mál nevndin ar-
beiðir við er skipan av
tjóðgarði, og eru tvey øki
funnin annað norður/vestur
Streymoy og annað Hvann-
hagi og økið haðani til Nes í
Hvalba. Upgávan er ar-
beiðskrevjandi men tó eitt
stig rætta vegin. Vøtnini eru
uppmáld
og
væl
av
skrivligum tilfari finnist.
Hugsað hevur verið um
uppskot at friða øll vøtn i
landinum.
Talan er um at fáa gjørt
heimasíðu, ið má sigast at
verða avgjørt uppá sítt pláss.
Spurningurin er bert hvør
tekur stig at gera nakað við
málið.
Fleiri serstakar hendingar
hava verið uppi og vent í
fjølmiðlunum seinru tíðina.
FNU hevur markera seg
kanska meira enn vanligt í
útvarpi, sjónvarpi og fjøl-
miðlum. Nevnast skal kon-
struktiva tiltakið hjá Erling
Simonsen at konvertera bilin
hjá sær til rapsolju, verk-
ætlan til uppsetan av sólkyk-
num á Vestmanna skúla, og
annars tiltøk millum fólk og
skúlaungdóm
at
arbeiða
meira miðvíst við umhvørv-
ismálum. Vestmenningar ar-
beiða
við
uppsetan
av
vindmyllum, spillorka frá
brennistøðini
í
Leirvík
verður brúkt til turking, og
aðrar skilagóðar verkætlanir
eru í umbúnað.
Samanumtikið heppnaðist
árið væl, men nógv meira
orka og skipan av uppgávun-
um millum nevndarlimir
eigur at verða nakað, ið skal
takast í álvara, so mál og
uppgávur ikki draga út í
langdrag.
VIÐMERKINGAR
Ársfrágreiðing 2002-2003
Jacobsen, Niels R. Finsen,
som trådte sine børnesko i
Tórshavn og dér huggede
sit navn i en klippe, Fredrik
Petersen, Christian Bærent-
sen, Hammersheimb, J. H.
O. Djurhuus, Jørgen-
Frantz Jacobsen og flere.
De store færøske høj-
skolemænd Rasmussen og
av Skarði fik utvivlsomt
deres åndelige og nationale
vækkelse i den danske
højskoleverden.
Det er ikke vanskeligt at
vurdere den værdifulde
mentale rigdom, højskolen,
universitetet og andre lære-
institutioner samt Regensen
har tilført færinger og det
færøske samfund i, skal vi
sige, 200-300 år.
Måtte Danmarks utøm-
melige kilder med euro-
pæisk kultur, humanisme,
demokrati, national selv-
følelse vedvarende være
dragende og frit tilgænge-
lige for os færinger, selv
om vores nationale hals til
tider kan afstedkomme ret
så voldsomme hosteanfald.
Tá ið eg hevði sagt hetta,
gjørdist ófriðarligt í áhoyr-
arafjøldini, og dirigenturin
fór upp á røðarapallin og
rópti: Hold så op med det
bavl og sludder om velsign-
else og forjættelse, og hvis
du ikke har den smule
høneforstand som forud-
sætter en forståelse af den
ægte færøske fisks vel-
signelse, din torsk, så smid
dit senile godtkøb over
bord og gå hjem og vug.
Hann gav mær ein undir
vangan við fjallstavinum,
og so - vaknaði eg.
Snar stóð tá við báðum
forbeinunum á songar-
stokkinum og sleikti mær
um kjálkan, har sum eg í
dreymi varð sligin.
Jú, Jógvan, Pætur er ein
løgin snigil og eitt góðdýr."
Kona tín
Framhald av síðu 10
Frá aðalfundinum 12.apríl
Nýggj nevnd varð vald og skipaði hon seg við Erling
Simonsen sum formanni. Hinir nevndarlimirnir eru Eyð-
un Lauritsen, Saltangará, Brynjálvur Nattestad, Miðvágur,
og Jóhan Christiansen og Hans Ellefsen, Tórshavn.
Nýggir tiltakslimir eru Kári Thomsen og Oddmar J.
Samuelsen, Tórshavn.
C
M
Y
K
11
10