Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-24, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. apríl 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 77 - 24. apríl 2003 Nr. 77 - 24. apríl 2003 13 UTTAN ÚR HEIMI Krígsharrar herja í Afghanistan Hóast hálvtannað ár er liðið, síðani amerikanski herur- in feldi Taliban-stýrið í Afghanistan, livir fólkið í land- inum framvegis í støðugum ótta. Mannarættindafelagsskapurin Human Rights Watch sigur, at altjóða samfelagið situr bert og hyggur at, meðan harðrendir krígsharrar fáa størri og størri vald, og tann harðrenda framferðin ger, at fólk tora ikki at mótmæla ella at svdúka teir. Krígsharrarnir hava skip- að vápnað lið, sum gera seg inn á tað vanliga fólkið og ræna ognir teirra. Sambært Human Rights Watch verða kvinnur og ungar gentur javnan neyðtiknar, uttan at myndugleikarnir í Kabul fáa gjørt nakað fyri at steðga áganginum. - Nógvastaðni í landinum hava krígsharrarnir skipað viðurskiftini á ein slíkan hátt, at tað er at kalla eingin munur á viðurskiftunum nú, og tá Taliban-stýrið ráddi í Kabul, sigur talskvinnan hjá Human Rights Watch, Loubna Freih. ES hartar Kuba Avgerðin hjá kubansku myndugleikunum at døma fleiri politisk andstøðufólk drúgvar fongsulsrevsingar hevur ávirkað viðurskiftini millum ES og Kuba. Ein talsmaður hjá ES-nevndini sigur, at framfwerðin hjá kubansku myndugleikunum gagnar ikki viðurskift- unum millum Kuva og Evropeiska Samveldið. Hann legði tó afturat, at tey einstøku limalondini skulu sjálvi taka støðu til, hvussu ES skal svara aftur. Uttanríkisráðharrarnir hjá ES fordømdu á fundi í síðstu viku dómarnar á Kuba. Sagt varð, at kubansku myndugleikarnir høvdu gjørt sær dælt av, at heimsins eygu hava verið vend ímóti Irak, og at myndugleikarnir høvdu nýtt hetta høvið til at revsa sínar mótstøðumenn. Dollarar ein gáta Amerikanskir hermenn hava funnið meiri enn 700 milliónir dollarar í reiðum peningi í einum húsum í Bagdad. Pengaseðlarnir eru nýggir, og nú undrast amerikanarar á, hvussu teir eru komnir til irakska høvuðsstaðin, og hvaðani teir komu. Seinastu 12 árini hava irakar livað undir strongum til- tøkum, og eitt av hesum tiltøkunum bannaði einstakling- um og fyritøkum at nýta amerikanskar pengar til íløgur í Irak. Men serfrøðingar siga, at í hesum málinum eru fleiri møguleikar. Tað kann hugsast, at pengarnir eru smuglaðir inn í landið sum gjald fyri olju, ella at teir eru gjald í sambandi við ein ella annan ólógligan handil. Ein annar møguleiki er, at pengaseðlarnir eru falskir. Amerikanska herleiðslan segði í gjár, at tað verður kannað. Múgvandi sviar Eitt svenskt vikublað almannakunngjørdi nú um dagarnar ein lista við hundrað teimum mest múgvandi einstaklingunum í Svøríki. Ovastur á listanum er Ingvar Kamprad. Tann 77 ára gamli ríkmaðurin stovnaði fyri mongum árum síðani kendu møblafyritøkuna Ikea, og hetta hevur roynst honum so væl, at hann nú er skrásettur at eiga heilar 244 milliardir krónur. Her kann verða nevnt, at ríkasti maður í heiminum, Microsoft-stovnarin Bill Gates, eigur 280 milliardir krónur. Vit kunnu í hesum sambandi eisini nevna, at ríkasti maður í Danmark, Mærsk Mc-Kinney Møller, er skrásettur at eiga 62 milliardir krónur. Tann yngsti á svenska ríkmannalistanum er tann 17 ára gamli Tom Persson, sum eigur 2,6 milliardir krónur. Hann er sonur Stefan Persson, sum stovnaði klædna- fyritøkuna H&M, og sum sjálvur eigur 41 milliardir krónur. Ein fyrrverandi meistari í stangarlopi og ein fyrrverandi vakurleikadrotning eru millum ráðharr- arnar í nýggju finsku stjórnini, har helm- ingurin av ráðharr- unum eru kvinnur. FINNLAND Árni Joensen Kvinnurnar eru av álvara komnar upp í finskan polit- ikk. Finski forsetin er kvinna, forsætisráðharrin er kvinna, og helmingurin av ráðharrunum í nýggju stjórnini eru kvinnur. Tarja Halonen, forseti sig- ur, at menninir í Finnlandi eiga at vera stoltir av, at landið fyri fyrstu ferð hevur fingið eina kvinnu í stjórnarleiðarastarvið. Hon heldur, at hetta er eitt tekin um, at finsku menninir eru fyri javnrættindum, og at tað fer at tæna umdøminum hjá landinum og monnunum. Í nýggju stjórnini, sum tók við fyrradagin, eru átj- an ráðharrar. Miðflokkurin hevur átta, sosialdemokrat- arnir átta og svenski fólka- flokkurin tveir. Forsætis- ráðharri er Anneli Jæætte- enmæki úr miðflokkinum, og varaforsætisráðharrin er eisini ein kvinna, tann sosi- aldemokratiska Antti Kalo- mæki, sum eisini er fíggjar- málaráðharri. Kalomæki er ikki serliga kend uttan fyri Finnland sum politikari, men nógvastaðni minnast tey hana sum ein av heims- ins bestu í stangarlopi. Tann tilnevningin, sum kortini hevur vakt størstan ans í Finnlandi, er, at fyrr- verandi vakurleikadrotn- ingin, Tarja Karpela, er vorðin mentamálaráðharri. Hon er 32 ára gomul og einsamøll mamma. Nýggja finska stjórnin hevur boðað frá, at alt tos um finskan limaskap í NATO verður lagt til viks fyribils, og at stjórnin fer at halda fram við tí óhefta uttanríkispolitikkinum. Nú stýra kvinnurnar Finnlandi Kinesisku myndug- leikarnir hava gjørt av at steingja allar barna- og ungdóms- skúlar í høvuðs- staðnum. Orsøkin er SARS-sjúkan. SARS Árni Joensen: 1,7 milliónir børn í kines- iska høvuðsstaðnum Beij- ing sleppa frá at fara í skúla í ein heilan mánað. Tað kunngjørdu tey kin- esisku bløðini í gjár. Or- søkin er, at heilsumyndug- leikarnir í býnum hava sett sær fyri at forða fyri, at tann herviliga lungnasjúk- an SARS skal fara at gera um seg í teimum nógvu skúlunum í býnum. Samstundis eru myndug- leikarnir farnir undir eina rættiliga herferð, sum hevur til endamáls at finna øll, sum hava fingið smitt- una, so tey kunnu fáa ta neyðugu viðgerðina, og soleiðis at tey ikki bera sjúkuna víðari. - Eingin tilburður sleppur undan. Vit skulu hava fatur á øllum, segði formaðurin í Beijing-deildini hjá kommunistaflokkinum í gjár. Alment eru 97 kinesarar deyðir av SARS, harav 28 í Beijing. Aðrastaðni hevur sjúkan kravt 133 mannalív, og umleið 4.000 fólk eru smittað. Vísindafólk um allan heim arbeiða av øllum alvi fyri at finna ein heilivág ímóti sjúkuni. Steingja skúlar av ótta fyri SARS SARS-sjúkan breiðir seg støðugt og serliga í Asia. Her eru tað læknar á einum sjúkrahúsi í Malaysia, sum noyðast at hava masku fyri at verja seg ímóti sjúkuni UTTAN ÚR HEIMI Amerikanska her- leiðslan váttar, at fleiri ungfólk eru millum fangarnar á herflotastøðini Guantanamo. YVIRGANGUR Árni Joensen Í meiri enn eitt ár hava am- erikanarar havt einar 650 fangar sitandi á herflota- støðini Guantanamo á Kuba, og nú váttar leiðslan í hernaðarfongslinum, at fleiri ungdómar eru millum fangarnar. Geoffrey Miller, majorur, sum er ovasti fyri fongslin- um, sigur við tíðindastov- una Reuters, at fleiri ung- dómar eru millum fangar- nar, og at onkur teirra er yngri enn 16 ár. Hann vil ikki siga, hvussu mangir ungdómar eru í fongslin- um, ella hvaðani teir eru. - Tey ungu eru ikki sam- an við hinum fangunum. Børnini verða verandi her. Hvussu leingi, vita vit ikki, sigur majorurin. Amerikanska stjórnin metir fangarnar sum krígs- fangar, men leggur samstun- dis afturat, at fongslið á Ku- ba er uttan fyri amerikanskt rættarøkið, og at fangarnir tí ikki hava nøkur løgfrøðilig rættindi. Amnesty Internati- onal og aðrir felagsskapir hava mótmælt amerikansku framferðini, men til fánýtis. Amerikanski fongsulsov- astin sigur, at allir fangarnir í Guantanamo eru sekir, til tað øvugta er prógvað. - Teir, sum eru her, eru ein hóttan ímóti USA, sigur Geoffrey Miller við Reuters. USA undirmetti shiamuslimarnar Amerikanska verju- málaráðið undirmetti tann shiamuslimska meirilutan í Irak og er ikki fyrireikað til at forða fyri, at ein antiamerikansk stjórn kemur til valdið í Bagdad. IRAK Árni Joensen Tað skrivar amerikanska blaðið Washington Post. Blaðið endurgevur frágreið- ingar hjá fregnartænastuni CIA, sum er komin til ta niðurstøðu, at teir iraksku shiamuslimarnir eru nógv betur skipaðir, enn verju- málaráðið og fregnartæn- astan hava hildið. Millum annað verður víst á, at tað stóð ikki á hjá shiamuslimunum at savna umleið eina hálva millión fólk í tí heilaga býnum Kerbala undir herrópinum "Ja til Islam, nei til USA". Umleið 60 prosent av irakska fólkinum eru shia- muslimar, og teir vórðu illa kúgaðir undir stýrinum hjá Saddam Hussein, sum er sunnimuslimur. Amerik- anska verjumálaráðið vænt- aði, at shiamuslimarnir fóru at taka ímóti teimum amerikansku hermonnun- um við opnum ørmum, men nú vísir tað seg, at teir vilja hava amerikanararnar úr Irak sum skjótast, skrivar Washington Post. Sambært blaðnum var ein fundur í verjumálaráðnum mánadagin, har herovastar viðgjørdu spurningin, hvu- ssu USA skal fara fram yvir fyri shiamuslimunum í Irak. Amerikanskir tænastu- menn hava fyrr sagt, at teir, sum løgdu kríggið í Irak til rættis, góvu tí átrúnaðarliga og politiska stríðsviljanum hjá shiamuslimunum alt ov lítlan ans. Teir undirmettu frælsisviljan hjá shiamus- limunum, og nú bera amer- ikansku leiðararnir ótta fyri, at Irak skal fáa eina víðgongda shiamuslimska stjórn. Lurtaðu ikki Ein embætismaður í uttan- ríkisráðnum í Washington sigur við Washington Post, at teir, sum løgdu kríggið til rættis, góvu sær als ikki stundir til at hugsa um, hvat skuldi ella kundi henda í Irak aftan á kríggið. Tað ráddi bert um at koyra Saddam Hussein frá, sigur embætismaðurin. Sambært Washington Post ávaraðu einstakir freg- nartænastumenn og Irak- serrøðingar verjumálaráðið ímóti at koyra Saddam Hussein frá uttan at leggja eina ætlan um, hvør skuldi taka við. Men eingin í Pentagon legði í at lurta eftir ávaringunum, ella valdu menn at bíða við at taka støðu til tær seinni, skrivar Washington Post. Teir flestu shiamuslimar- nir í Irak búgva har suðuri í landinum, og har hava fleiri mótmælisgongur verið ímóti USA og Bretlandi. Men shiamuslimar eru eis- ini í Bagdad, og týsdagin gingu fleiri túsund teirra mótmælisgongu, har teir kravdu amerikansku her- menninar úr Irak alt fyri eitt. Umleið 500.000 irakskir shiamuslimar hava seinastu dagarnar hátíðarhildið, at 680 ár eru liðin, síðani Iman Hussein, abbasonur Muhammed profet, doyði í Ker- bala. Hann verður ronaður sum ein tann fyrsti leiðarin hjá shiamuslimunum. Sum siður er, skóru nógvir av monnunum seg í høvdið, so blóðið rann Ungdómar sita fangar í Guantanamo Amerikanska sjón- varpið CNN hevði í síðstu viku minning- arorð um nakrar kendar menn. Men allir eru framvegis á lívi. MISTAK Árni Joensen: Tað er fáum beskorið at lesa síni egnu minningar- orð, men hugdu pávin, Nelson Mandela, Fidel Castro, Ronald Reagan og Dick Cheney eftir heima- síðuni hjá CNN í síðstu viku, kundu teir lesa har, at teir vóru allir deyðir. Tí har hevði tann kenda sjón- varpsstøðin minningarorð um teir og lívsverk teirra. Talskvinnan hjá CNN, Edna Jophnson, sigur, at talan var um eitt menns- ikjaligt mistak. Minningar- orðini lógu á einari heima- síðu, sum bert starvsfólk hjá sjónvarpinum eiga at hava atgongd til, men av einari ella aðrari orsøk kundi almenningurin lesa minningarorð um teir kendu menninar, hóast teir allir eru á lívi. Men tað ráddi um at lesa skjótt, tí mistakið varð rættað 20 minuttir seinni. Tað er annars vanligt, at tær stóru tíðindastovurnar hava minningarorð liggj- andi tøk, sum sagt verður. Segði pávan og Mandela vera deyðar C M Y K 13 12