hósdagur 24. apríl 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 77 - 24. apríl 2003
15
Fríggjakvøldið 25.
apríl verður
flaggdagshald kl. 20.
Hetta er eitt av
teimum mongu føstu
tiltøkunum í
húsinum
Tíðindaskriv
Á skránni hetta kvøldið er
røðan
flaggdagin,
sum
Mikkjal Nielsen lærari fer
at halda. Mikkjal er sonur
Jóhan Nielsen prest sála.
Páll Sólstein og Bergur
Jacobsen spæla upp á
trompet og klaver. Kalla-
kórið Lítla hjá Marianne
Clausen fer at syngja nøkur
løg. Eisini verður felags-
sangur og tónleikur. Húsið
bjóðar ókeypis kaffi og
køkubita.
–
Føroyingafelagið
í
Keypmannahavn plagdi at
skipa fyri flaggdagshaldin-
um. Eisini tóku tey sær av
grækarismessuni, páska-
veitsluni og bókadegnum á
heysti. Tíverri hevur hetta
felag lagt frá sær fyri nøk-
rum árum síðani. Kortini
hava vit hildið fast um sið-
venjuna og hava skipað fyri
tiltøkunum nú í fleiri ár.
Tað er tó okkara vón at eitt
av feløgunum tekur onkran
av hesum tættum upp ella
at nýtt lív birtist í gamla
Føroyingafelagið,
sum
aftur fer at skipa fyri hesum
mentanartiltøkum,
sigur
leiðarin í húsinum Martin
Fjallstein
Á
páskaveitsluni
2.
páskadag, sum eisini verð-
ur nevnd skerpikjøtveitsl-
an, vóru eini 20 fólk úr
Tjørnuvík, sum hava verið
niðri og sungið tey gomlu
kingoløgini, sum tey eru so
sera dugnalig til. Tey vóru
eisini væl fagnað bæði á
Suður Fjóni, Slangerup og í
Samuelskirkjuni. Tey settu
eisini sín dám á veitsluna 2.
páskakvøld
við
teirra
kingosangi og at sláa ring.
Suðuroyggin í fokus
Apríl mánaður er Suðuroy-
armánaðurin í Føroyahús-
inum. Longu í heyst var
Suðuroyarveitsla løgd at
vera 5. apríl. Men nú bar so
á, at finalan um »Stjerne
for en aften« var kvøldið
fyri, har Guðrun Jacobsen
av Tvøroyri vann. Viku-
skiftið gjørdist tí eitt rimm-
ar Suðuroyarvikuskifti í
húsinum. Fyri fyrstu ferð
hava vit havt stórskíggja at
vísa myndir á. Tað eydnað-
ist sera væl finalukvøldið.
Áveitsluni kvøldið eftir
spældi Suðuroyar-bólkurin
Blanding
við
Jonnhild
Andreassen. Torgerð Suð-
uroy var frásøgufólk. Um
midnáttina kom »stjørnan«
inn á gólvið, sang fyri okk-
um og var við restina av
náttini.
Týsdagin 29. apríl verður
so aftur eitt Suðuroyar-
kvøld. Døgverði er fyrst
við stoktum lambskjøti og
Suðuroyarkøku
omaná.
Síðan fara Gunnar Nolsøe
úr Vági og Niels Salmony
úr Trongisvági at siga frá
heimbygdum sínum og
hvør sínum parti av oynni.
Hvør mánaður hevur havt
sítt oyggjanavn og ymist
hevur verið frammi um
oyggjarnar. Hetta hevur víst
seg at vera gott tiltak, sum
vakti ans manna millum.
Summarið kemur og til-
tøkini fara at linka í Før-
oyahúsinum. Ætlanin er at
skipa fyri eini útferð í mei
og síðsti týsdagsdøgverðin
verður 27. mei. Hesir døg-
verðar eru hvønn týsdag frá
miðskeiðis í august til síðst
í mei. Eini 30 – 100 fólk
plaga at koma til døgverða,
sum kann vera knettir,
ræstur fiskur, kjálkar, salt-
fiskur,
havhestaungar,
lundi, grind og spik, turrur
fiskur og bótasúpan, stokt
riv, stokt lambskjøt og
líknandi, sum vit kunna
útvega. Eini tvær tríggjar
ferðir um árið verður gjørt
meira burturúr. Sum nú 27.
mei verður »summarborð«,
sum er sjálvtøkuborð við
alskyns góðum mati. Eisini
er tá meira til gaman og
sangur.
Tíðindaskriv
Í døgunum 24.-26. apríl
verður ráðstevna á Hotel
Hafnia, har 30 vísindafólk
úr ymsum londum – eina-
mest teim skandinavisku –
at leggja fram úrslit av
BIOFAR-kanningunum.
Talan verður næstan ikki
um at viðgera einstakar
bólkar av dýrum og plant-
um, men um meira generel
evni, sum verða sett í
perspektiv í mun til Norð-
uratlantshavið og almenn
lívfrøðilig viðurskifti, sum
har eru ráðandi.
Arne Nørrevang, doktari
stendur fyri áhugaverdu
ráðstevnuni
Ráðstevna um BIOFAR-
kanningarnar
TÍðINDASKRIV
Aftur í ár skipar Skóta-
liðið
Royndin
fyri
Flaggdagshaldi í Vági,
og sum undanfarnu ár,
verður tað við Minnis-
varðan, Flaggdagin 25.
apríl. kl: 15.00.
Johann Dahl, løg-
tings- og vinnulívsmað-
ur, flytur fram røðu, og
sum trúgvir luttakarar í
nógv ár, koma sangarar
úr
Kirkjukórunum
Ljómi, at luttaka við
kórsangi og felagssangi.
Skótar og úlvar ganga
skrúgongu frá skótahús-
inum, oman til Minnis-
varðan.
Øll eru hjartaliga væl-
komin.
Flaggdagshald í Vági
Flaggdagshald í Føroyahúsinum
fríggjakvøldið
15
14
Nr. 77 - 24. apríl 2003
Fyri leitingina á
føroyska
landgrunninum
hevur hesin
brunnurin stóran
áhuga. Tí er talan um
eitt fund, so merkir
tað samtíðis, at fund-
ið vil vera tað, sum
liggur tættast upp at
markinum
OLJULEITING
Jan Müller
Risastóra oljufelagið Chev-
ronTexaco er júst liðugt við
at bora ein kanningarbrunn
skamt frá føroyska markin-
um. Felagið setti hol á
»spudded« við boriskipin-
um West Navion tann 28.
mars og endaði boringina
20. apríl. Talan er um ein
brunn í teiginum 204/17,
sum liggur tætt uppat loyv-
inum hjá Agip og Føroya
Kolvetni á føroyska land-
grunninum, ella umleið
tveir kilometrar frá sjálvum
markinum.
Frá
skrivstovuni
hjá
ChevronTexaco í Bretlandi
verður upplýst, at brunnur-
in er eitt sokallað »tight
hole« tvs. at einki verður
upplýst alment um úrslitið
av boringini. Vit frætta tó,
at boringin upprunaliga
varð ásett til at vara í um-
leið 50 dagar. Nú boringin
bert tók góðar tríggjar vik-
ur ella bert umelið helvtina
av tíðini, sum ásett varð til
boringina, spurdu vit hjá
ChevronTexaco, um hetta
merkir, at tey hava troffið
við olju ella um tað merkir,
at har var einki at fara eftir,
er svarið, at ongir upplýs-
ingar fara út í løtuni.
Prospektið eitur »Fleet
North« og hevur fyrr ljóð-
að, at ChevronTexaco hev-
ur havt stórar vónir til júst
hetta prospektið, sum fel-
agið fekk tillutað í 19.
rundu í harðari kapping við
fleiri onnur oljufeløg. Tað
liggur á meira enn 1000
metra dýpi.
Fyri leitingina á føroyska
landgrunninum hevur hesin
brunnurin stóran áhuga. Tí
er talan um eitt fund, so
merkir tað samtíðis, at
fundið vil vera tað, sum
liggur tættast upp at mark-
inum. Annars er brunnurin
nakað vestan og norðan fyri
verandi
oljufeltini
Schiehallion og Foinaven.
Stórur spenningur
um boring
við markið
Brunnurin, sum
ChevronTexaco hevur borað
liggur skamt frá markinum.
Á kortinum er hann merktur
204/17 og liggur í tí
ljósabrúna økinum beint
eystan fyri loyvið hjá Agip,
sum fer at bora í juni.
ChevronTexaco hevur
bundið seg til at bora tveir
brunnar í loyvinum.
Brunnurin, sum er boraður,
er tann norðari.
C
M
Y
K
14