Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-24, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. apríl 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nýggjur Toyota Avensis er komin til landið. Talan er um ein bil, sum onki hevur til felags við forgangaran. Designið er smart og í evropeiskum stíli. Avensis verða gjørdir sum sedan, liftback og stationcar BILAR Magnus Gunnarsson Nýggi Avensis er bæði longri og breiðari enn forgangarin. Aksilfrástøðan er eisini økt við 7 cm. Tá Toyota Carina bleiv til Avensis fyri umleið fýra árum síðan, vóru ikki tær stóru designbroytingarnar at síggja. Hesaferð er talan um ein heilt nýggjan bil. Tað verður alt meira vanligt at firmabilar og familjubil- ar hava sportligar koyri- eginleikar. Vit hava sæð tað í fleiri av teimum nýggju bilunum, sum eru komnir á marknaðin í seinastu árini. Til undirvognin á nýggja Avensis hava Toyota brúkt sama koncept sum til sport- vognin Celica. Tað eru ikki einans koyrieginleikarnir, teir hava gjørt nógv burtur- úr, designið er nýtt og í smartum evropeiskum stíli. Avensis er teknaður á ED2- designteknistovuni í Frak- landi, sum eisini hava tekn- að Yaris og Corolla. Avensis verður gjørdur í Burnaston í Onglandi. Nógv er eisini gjørt við, at bilurin skal verða so ljóðleysur sum gjørligt. Til tað hava teir brúkt nýtt ljóðdoyvandi tilfar, sum vigar nógv minni enn vanligt. At bilurin er sera væl gjørdur merkist bæði innan og uttan. Airbag til knøini Bilurin fæst við tveimum ymiskum bensinmotorum, einum 1,8 litur við 129 hk og einum 2,0 litur við 147 hk, og einum 2,0 litur D-4D common-rail dieselmotori við 116 hk. Seinní í ár fæst hesin motorurin við nýggja umhvørvisvinarliga D-CAT filtrinum, sum minkar munandi um dálkandi út- látið frá útstoytinum. Bilur- in fæst í útgávunum Terra, Sol og Executive. Standard útgerðin er sera umfatandi, so sum el-síðuspegl, hiti í setrunum og aircondition. Annars fæst bilurin eisini við t.d. við leðurratti, leður- setrum, 17" alufelgum, fartpiloti, Xenon-lyktum og el-stilling av setrunum. Umframt airbag framman, í síðunum og gardinairbag, hevur Avensis airbag til at verja knøini á bilføraranum við ein samanstoyt. ABS, EBD og antispinn er stand- ard í øllum útgávunum. Bíligasti Avensis, 1,8 Terra, kostar kr. 244.600,- Nr. 77 • hósdagur • 24. apríl 2003 • 77. árg. Toyota Avensis 2.0 Sol VVT-i sedan Motorurin: 2.0 litur VVT-i 4 syl. 16V og 147 hk v. beinleiðis bensininnspræning 0-100 km/t: 9,4 sek Bensinnýtsla: 12,3 km/l Dekkstødd: 205/55-16 Stødd og vekt Longd: 463,0 cm Breidd: 176,0 cm Hædd: 148,0 cm Eginvekt: 1300 kg Totalvekt: 1900 kg Prísur: kr. 278.600 Søluumboð Reyni Service Vegurin Langi FR-188 Hoyvík Tel. 343040 www. reyniservice.fo Nýggjur og størri Avensis Ronny í Lon, sølumaður hjá Reyni Service, við nýggja Toyota Avensis Mynd: Jens Kristian Vang Toyota Avensis innan Mynd: Jens Kristian Vang Sum tað sæst á myndini, líkist nýggi Avensis ikki forgangaranum. Hesin hevur design í europeiskum stíli Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 17 16