týsdagur 7. juli 1992síða 13
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 126 — 7. juli 1992
i Sida 13
Endiliga kom
NSI å talvuna
Men teir eru i ov vånaligari venjing at
halda tørn, hóast tvey máls leiðslu
1. deild:
NSI—B71 2—2 (2—1)
Um fótbóltsdystir vórðu
leiktir tvær ferðir 15 min. í
staðin fyri tvær ferðir 45
min, hevði NSÍ ikki einsa-
malt dvalt í botninum í 1.
deild. Ferð eftir ferð eru
mål farin igjøgnum og
stig mist seinnapartin av
dystum, og soleidis var
aftur leygardagin.
Í eini handavending
kom heimaliðið á odda. 7
min. vóru leiktir, tá B71
verjan tevir — tað sá
næstan út, sum Róin og
serliga Bjarki hildu, at
teir gulblusaðu vóru í teir-
ra parti (B71 var í reyðum
troyggjum) — og lan Høj-
gaard ger sær dælt av
góða plássinum.
NSI var grammari
fyrstu = letuna. Verjan
(Djóni aftast og Oddfríður
og Árni frammanfyri) ans-
aði væl, miðvellurin (Jóan
Petur, Eyðun og Terji)
vann bóltar og leikti skila-
gott framrættað, vong-
verjarnir (Arnfinn og
Ólavur, sum eftir lítlari
letu fór skaddur út, með-
an Johnnie kom inn) b jóð-
aðu seg til í álopsparti-
num uttan at gloyma
verjuskyldurnar, og lan
og Sverri reikaðu á toppi-
num, soleiðis at meguleiki
var bæði fyri djúpum
stikkbóltum og eitt tvey
samanspæli, og leikarar-
nir vóru viljagóðir og posi-
tivir.
Leikurin = var greið
ábending um, at heimalið-
ið átti at havt meiri í sær,
enn stigatalvan ber boð
um: hegni til båltførleika
er gott, og taktisku evnini
kunnu væl brúkast.
Ov vánalig venjing-
arstøda
Midskeidis i hålvleikinum
kom grundgevingin, hvi
so illa er statt. Miðvellur-
in tapti alt fleiri bóltar,
hverki miðverja ella mið-
vellur megnaðu at halda
tøttu eftiransingarnar og
vongverjarnir komu små-
tøtlandi aftur, tå ålops-
roynd var lidug. Stutt
sagt: venjingarstødan er
langt frå ti, sum krevst av
monnum, id skulu hugsa
um at vera vid i fremstu
rød!
Ti var einki at siga til,
at B71 i alt størri mun
kom inn i dystin. Tå
heimalidid økti til 2-0 var
leikbýtið nærri javnleiki
enn ektari leiðslu. Máli-
num bilaði kortini einki:
28 min. eru leiktir, tá
Sverri (sum dysturin leið
besti NSÍ leikarin, hóast
hann meginpartin av 2.
hálvleiki var darvaður at
trælæri) dregur fram við
tveimum sandoyingum,
og úr 18 metra fjarstødu
spílar hann við klokku-
reinum ristarsparki mesk-
arnar aftanfyri Jerzy Bz-
dega.
Málið var sum vátur
vettur í alt meiri ment
B71 lið. Men teir fótaðu
sær við beinanvegin at
minka.
B71 meiri við
Eli Hentze hevur íkki
havt serligt hepni í mál-
skjótingini í ár, men tveir
min eftir at NSI hevði økt
eydnaðist. Rúni í Soylu
dregur framvið allari mið-
verjuni, tvinni brotssperk
verða gjørd móti honum,
dómarin fær floytuna í
munnin, men hevur ikki
bríkslað, tá kontra stekk-
ur til Eli, ið trillar undir
leikandi venjaran Trygva
Mortensen í NSÍ máli-
num.
Eftir steðgin var B71
yvirvágin greið. Serliga á
miðvellinum, har NSÍ full-
komuliga punkteraði,
vann Niclas eina rúgvu av
bóltum, sum vóru skila-
gott spældir víðari. Piotr
tykist ikki vera í venjing,
men hann er snúðin og
dugir at varðveita til rettu
letuna, og Jóan Petur,
sum 1. hálvleik var forkel-
aður vinstri vongverji,
mentist og gjerdi sær
saman við Jógvan Jón og
seinni Frankie dælt av
tómrúminum, ið gjerdist
alt sterri í vinstru álops-
síðu.
Útjavningin eftir 52
min. var sonn perla: Eli
(eftir steðgin ofta full-
komuliga ódekkaður á
høgra vongi) og Piotr taka
tvinni stutt hornasperk
og draga út frá, áðrenn lag
verður í brotsteigin. Men
3. ferð snýta teir: Piotr
spælir stutt til Eli, sum
vendir á baklinjuni og
lyftir hevdið á Ib, ið dren-
stútar í kassan.
lan Højgaard, NSÍ,
verður her eftirans-
aður av ikki færri
enn fýra måtstødu-
monnum. Mynd:
Hilmar Jan
Bjarki Mohr, B71,
og Sverri Justinus-
sen, NSI, berjast
um bóltin. Mynd:
Hilmar Jan
Bæði liðini nøgd
Kreftirnar gingu eisini
undan hjá B7I, og alt
gjørdist meiri tilvildarligt,
sum tað leið móti dystar-
enda. Sverri hjá NSÍ hevði
stóran møguleika, men
sum hjá Kim Vilfort
streyk reyndin fram við.
Stersta meguleikan fekk
Eli hjá B71, sum á brots-
sparksplettinum ikki gav
sær far um, hvussu leysur
hann var, og so fór roynd-
in við síðuna av.
Bæði liðini tóktust
nøgd, tá Jónfinn bríkslaði
fyri seinastu ferð. Dystur-
in var ikki harðligur, men
stórir = vakurleikablettir
vóru hevnisøkan hjá Ib
eftir horna og fellingin hjá
Símuni Danielsen (inn
síðstu 20 min.) av Niclasi,
meðan bólturin var langt
burtur. Dómarin og linju-
verjarnir høvdu íikki
meguleika at síggja til-
burðirnar, sum báðir áttu
at givið reytt kort!
-nn-
Ringið!
- og vit skriva
(QD11820
råd Jin
7