Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-07-07, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. juli 1992síða 14

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 14 - = fíðindahlað Nr. 126 — 7. juli 1992 Tódi Jónsson: - Alt riggaði Stórsigurin móti GI var grundaður á gott liðavrik hjá klaksvíkingum, har allir leikararnir vóru á toppinum samstundis. Jákup stinnur í málinum og við frálíkum útspæli, Kurt og Jan Andreassen góvu hevuðssterka Sím- uni Petur einki eftir í luft- spælinum, Petur Ove steðgaði einari rúgvu av bóltum, og vongverjarnir rektu sín verjupart til ful- nar og vóru við til at mynda framrættaða leik- in. Ikki síðani dystin móti íslendska liðnum Válur í apríl mánaða hevur mið- vellurin verið so væl leik- andi sum hesaferð. Jan og Todi skoraðu, og Harley var væl við í samanspæli- num, har hann ofta var millummaður í báðum síð- unum. Og álopsleikararnir báðir vunnu nógvar luft- bóltar, vóru væl við í sam- anspælinum og arbeiddu nógv fyri at skapa pláss. Synd er kanska at taka nakran fram um aðrar, men eyðsýnt var, at Todi Jónsson leikti nógv betur, enn hann hevur gjert nakrantíð fyrr í ár. Hann hevði á onkran hátt lut í øllum seks málunum. Hvi bleiv úrslitið so framúr gott? — Talan mundi vera um samanspæl millum vána- ligan dag hjá getumonn- um, sum vóru langt frá tí, teir plaga at vísa, og góð- an dag hjá okkum, har alt gekk eftir vild. Vit vunnu kontrabóltarnar, og vit skoraðu uppá fleiri hálvar meguleikar, t.d. fyrra mál- ið, sum eg fekk, og bæði tey, Olgar skoraði, metir Todi Jonsson. — Vit vóru eisini serliga uppsettir at vinna dystin. Vit vistu, at sigur bar í sær, at vit rættuliga komu við aftur í FM kappingina. Nakrir skuldu leika við landsliðnum móti Næst- ved sunnudagin, men ann- ars halda vit frí frá venj- ingini til 16. juli. Við tí steðu, vit nú hava, verður hugaligt at fara undir aft- ur venjingina. — Vit hava vant mið- víst ymsar steður hesa seinastu tíðina, og tað er stuttligt, tá slíkt eydnast í dysti. T.d. stuttu horna- sperkin, ið verða snittað víðari, fríspakskombinati- ónir og góðu útsparkini frá Jákupi. Todi er ikki í iva um, hverjar orsekirnar hava verið til, at hansara spæl hesaferð hilnaðist væl bet- ur, enn tað hevur gjert í langa tíð. — Alt kappingarárið hevur eitt stórt trýst ligið á teimum leikarunum, sum við síðuna av tíð og orku, ið er nýtt í sambandi við felagið, hava havt landsliðið og próvtekuna at hugsa um. Sálarliga yvirskotið til fótbóltin er vorðið nógv sterri, nú skúlin er liðugur. -nn- Besta VB verja er álon 1. deild: VB—HB 1—1 (0—0) Vågbingar hava altid vist frálíkt fótbóltshegni, og tað er einki at liggja oman á, at leikstílurin sum hóv- ar ungu evnaríku bóltsnil- lingunum best, er fram- rættaður leikur við nógv- um fólki í álopsmynding- ini. Men sum hjá so mong- um eðrum, so hava tak- tisku bindingarnar — við sterst atliti til verjupartin hjá flestu monnunum, darvað glaða leikinum. Serliga hevur hetta gjert seg galdandi á heimavelli, har óreyndu menninir koma í tvísteðu millum taktiskar bindingar og krøvini frå åskodarunum um at koma longur fram å vøllin. Móti oddaliånum úr HB vóru tað ålopsdygdirnar ið vístu seg at vera besta verjan. Jóannes stýrdi lið- num frá venjarabeinki- num, meðan John Heri Larsen ikki vísti seg at vera meiri skaddur, enn at hann á frálíkan hátt vi- karieraði á aftasta manni. Í staðin fyri trillari i verjuni, so varð uppspælið skjótt, og miðvellurin vísti bæði flog og stríðs- vilja. Ikki minst Pól Thor- steinsson, ið hevur havt ilt við at vinna sær fast pláss, var frálíkur: góðan bóltferleika og stríðsvilja, sum var sera eyðsýndur. Ov lítið fólk frammi At vågbingar høvdu bólt- in nógv bar nógvar spent- ar steður í HB brotsteigi- num í sær. Men tað gekk meiri enn trupult at fáa hol á. Partvís tí Kaj Leo er góður millum stólparnar, men eisini tí at VB hevur ov lítið fólk í brotsteigi- num, tá trýst verður lagt á mótsteðuliðið. Jan Allan er vandamikil og varð ansaður av tveim- um, og hóast fótfóltsevn- ini hjá Hjalmar Magnus- sen eru eyðsýnd, so hevði úrtekan úr leysu megu- leikunum verið sterri, um Egil var við frá fyrsta bríksli ístaðin fyri at koma inn móti dystarenda fyri skadda Bjarta. HB legði varliga út. Hevði týðuliga virðing fyri heimaliðnum og dúv- aði upp á langar bóltar til álopsleikararnar, men ser- liga Gunnar varð væl eftiransaður, og hverki hann ella Uni fingu nevni- verdar meguleikar fyrr enn útjavningina. Tvinni mál í ein min. Heilt uppiborið kom VB á odda hálvan tíma inn í 2. hálvleik: Jan Allan takkar HB fyri venjingartímar- nar í Gundadali undir verkfallinum. Tað ger hann við at tveita seg skerflatan og stúta frí- sparksbólt fram við lands- liðsmálverjanum. 1-0 til vágbingar — bæði á og kring vellin — háls- fevnast. Teir gloyma, at dysturin verður settur í gongd aftur, verjan dekk- ar ikki, og meiri skal ikki til: Gunnar er leysur, dreg- ur og knallar fram við Bjarna. 1—1 og HB dygd- in at slåa til, tå neydin er stór, er einaferð enn stad- fest. Slik dygd ber langt i kappingini. Vísir VB stríðshuga og álopsspæl sum hesaferð, vinna teir fleiri stig á Eiðinum. -nn-