Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-08-05, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. august 1992síða 10

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 Vladimir Dikanski, russiskur vísusangari: Bellman á russiskum Nr. 145 — 5. august 1992 Høvi verður hjá Bellman-áhugaðum at hoyra vísurnar og Fredman-epistlarnar sungnar á russiskum á Tórshavnar Jazz-, Fólka- og Blues Festival Russiski sangarin og vísusangarin Vladimir Di- kanski býr í Svøriki og hevur m.a. lagt seg eftir at syngja Bellman á russisk- um. Umframt tað spælir hann á mong ljóðferi - og hann ber orð fyri at vera sera fjølbroyttur tónleikar, sum fæst við mangar tón- leikastílar. Vladimir Dikanski kom til Stockholms fyrstu ferð í 1988 saman við avant- garde-bólki úr Leningrad (nú St. Pætursborg). Teir spældu á stórari happen- ing-konsert, og millum annað sang Vladimir russ- iska fólkavísu meðan hann stóð á hondunum. A hesi ferðini hitt hann svensku kvinnuna, sum hevði fingið bólkin til Svø- ríkis - og tey giftust Síðani hevur hann búð í Svøriki. Fjølbroyttur tónleikari Hann er útbúgvin fiól- leikari og hevur spælt bæði í symfoniorkestrum og verið getutónleikari. Hann spælir bæði miðaldartón- leik, klassiskan tónleik fólkatónleik, jazz og im- proviserar. Hann spælir umframt fiól eisini klaver, fjoytu, gittar og miðaldarfiól. Hann syngur nógv sløg av tónleiki russiskar fólkasangir, sigoynara- romansur, sovjettiskar marsjir, visur hjå nyggjari russiskum trubadurum sum Vyssotskij og Okud- zjava - og Carl Mikael Bellman (å russiskum). Hann spælir sjålvur und- ir å gittari og klaveri og plagar eisini at spæla klez- nertónleik (jiddischtónleik) á fiól. Vladimir er eisini sjón- leikari og testur-tónleikari. Vælumtóktur í Sveríki Hann er sera virkin í Svgríki og verður ofta nevndur í bløðunum. Mill- um annað hava hann og pólska sangkvinnan Bar- bara Wojcik-Bukowski á konsertum sungið og spælt Bellman-vísur á pólskum. Konsertir hansara við russiskum sangum eru sera væl fagnaðar í Svøriki. Ein ummælari skrivaði í Sven- ska Dagbladet eftir kirkju- konsert, sum Vladimir Di- kanski var við á: - Ikki er á hvørjum degi, at tú merkir himmalin so væl her í Stockholm. Kann skapa tónleik burtur úr øllum Ein annar ummælari skrivar í Bergslagsposten: Sangarin, tónleikarin og tónasmiðurin Vladimir Di- kanski kann eftir øllum at dóma skapa tónleik við øllum , ið hann fær upp í hendurnar. Samstundis spælir hann á rytmu-ljóð- fóri við fótunum - og eitt nú kann hann spæla á tvær floytur ísenn. Sami ummælari letur sera væl at, at Vladimir er so fjølbroyttur tónleikari og syngur og spælir so ym- iskan tónleik. Umframt russiskan fólkatónleik og Bellman-vísur syngur og spælir hann eisini franskan og italskan tónleik. Flestu ummælarar hefta seg við vøkru røddina hjá Vladimir Dikanski. "Hann syngur ótrúliga vakurt", skrivar ein. Lumpaði fólkið á sendistovuni Dømi um hetta stóð i Dagens Nyheter fyri tveimum árum síðani: "Russiski tónleikarin Vladimir Dikanski dugir at syngja vísur av kenda vísuyrkjaranum Bulat Ok- udzjava, so at tað ljóðar, sum Okudzjava sjálvur sang. A framsýning á Lilje- walchs-savninum herfyri gekk Vladimir og sang russisk tónleikaverk, sum hóskaðu til hvert sovjett- iskt listaverk. So knappliga sang hann vísu eftir Okudzjava. Alt fyri eitt kom starvsfólk á sovjetisku sendistovuni stórleypandi - tí fyri allar russar við sjálvsvirðing er dreymurin at sleppa at hoyra Okudzjava sjálvan syngja - og teir vistu, at X Okudzjava kom ul Stock- holms fyrsta dagin. - Er hann longu komin? spurdu teir og litu seg í- kring. MIllum starvsfólkið var sovjettiski sendiharrin. Tá ið hann gáaði um, hvat ið gekk fyri seg, hugdi hann álvarsamur at Di- kanski og segði - á ensk- um, so at eisini svenskar- arnir skuldu skilja: - Men eg mæli tær til, at tú syngur ikki soleiðis, tá ið Okudzjava sjálvur kem- ur higar." Vladimir Dikanski ber orð fyri at vera sera fjólbroyttur tónleikari Vladimir Dikanski syng- ur í Bygdarhúsinum i Nólsoy hósdagin 13. aug- ust kl. 14, umborð á Høga- nesi á Runavík fríggja- kvøldid 14. august kl. 19.30 og å gallakonsertini í Norðurlandahúsinum leygarkvøldid 15. august (konsertin byrjar kl. 19.30). heri Við á Jazz-festivalinum: Stórband ur Bergen |} Fyrstu ferð, at Ellington-messa verður framførd í Føroyum Blæst - stórband úr Bergen - hevur 25 ár á baki. Við eru 21 fólk: 13 blásarar, 7 rútmuleikarar (hetta stór- bandið nýtir eisini congas og percussion) og ein sangsolistur. Tey spæla tónleik úr Suðuramerika, standardtónleik og Bob Mintzer-tónleik. Íblásandi leiðarin er K.K. - Knud Kristiansen, tónaskald og dirigentur. Hann hevur fingið hægstu viðurkenning frá Norska Jazzsambandinum: "Bud- dy prisen 73" og er við í eimi granskingarverkætlan í Afrika. Hann granskar sum vera man afrikanskan tónleik. K.K. var við á Tórs- havnar Jazz-, Fólka- og Blues Festival í 1986 við orkestri sínum Son Mu - "av sonnum ein minnilig tónleikahending", siga fyrireikararnir í festival- skránni. Blæst spælir í SMS fríggjadagin 14. august kl. 16, í Klingruni í Norður- 21 fólk eru við í Blæst - stórbandi úr Bergen landahúsinum sama kvold kl. 21 og í Vesturkirkjuni sunnudagin 16. august kl. 16. Í Vesturkirkjuni fara tey saman við Norwegian El lington Singers - tilsaman 60 sangarar, solistar og tónleikarar - at framføra Duke Ellington's 2nd Sac- red Consert. Duke Elling- ton skrivaði tríggjar tílíkar messur, og er hetta fyrstu ferð, at Ellington-messa verður framførd her á heri Mazda 626 7 ára gamal — til sølu fyri kr.15.000,-. Tlf. 4.4352 | best áðrenn kl. 14. | BO F LE KOB