mikudagur 5. august 1992síða 13
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
É
A —
KN
i
Í
í
á
g
æ
Nr. 145 — 5. august 1992
»Gluntan« fekk alt at svinga
Bygdaball
Tað var týðiligt, at tað var nógu fólk av bygd,
ið hevði leitað sær til Havnar í dans við norska
dansibólkinum í Gundadali leygarkvøldid
Teir fimm gluntumenninir,
ið fríggjadagin sótu so vin-
arligir og hugagóðir kring
eitt borð uppi á Hotel Før-
oyum, tå fyrireikararnir av
teirra føroyaferd, E. N. Eu-
rope Booking, høvdu bjóð-
að til tíðindafundar.
Lættir vóru teir at práta
við, og her hevði ein fatan
av, at hóast talan var um
menn, ið hava tónleikin og
tað at spæla til dans sum
fulltíðaryrki, vóru teir full-
komuliga óspilur.
Tað var sum at sita saman
við gomlum vinum, at práta
við teir.
Og glaðir vóru teir — sum
øll onnur eisini siga seg
vera, ið koma hendanvegin
— fyri at vera komnir til Før-
oya at spæla, og søgdu teir,
at hetta var tridju ferð, teir
skuldu spæla fyri føroying-
um, og aðru ferð, teir eru í
Føroyum.
»Tå vit vóru her fyrstu
ferð, kendist tað ikki sørt
løgid, at so skjótt vit høvdu
sett hol á og vóru farnir í holt
við fyrsta lagið hjá okkum,
livdi øll fjøldin vid,« siga
teir fimm norðmenninir. >Í
Noregi er tað yvirhøvur
rættiliga sjáldsamt, at ein
dansibólkur megnar at fáa
so mong fólk frá húsum í
dans — fyri ikki um at tala at
fáa tey øll at syngja við á
nærum hvørjum eina sangi.
»Gluntan« hevur 27 ára á
baki í ár, og tá teir fyri
tveimum árum síðani kundu
halda 25 ára jubileum, varð
teimum tann heiður fyri, at
teir vórðu kosnir heiðurs-
sendiharrar fyri Trónd-
heim, ið er heimstaður
teirra.
Ferðast víða í Noregi
>Vit eru hesi seinnu árini
mest vorðnir kendir fyri
lokalu sjånvarpssendingina
»Gluntans Café«, 10 hevur
verið send í sjónvarpi yviri í
Noregi og eisini her í Før-
oyum,« siga gluntumenn-
inir. >Arliga ferðast vit
Terji Sigurðsson frá mentunardeild Klaksvíkar Býráð við
gávunum, >Gluntan< hevði við úr vinarbýnum Tróndheimi
rættiliga nógv í Noregi —
koyra kanska einar 70.000
kilometrar kring alt landið,
og nú eru vit eisini farnir at
vísa okkum í Føroyum av
og á. Annars fara vit ikki
nógv út um okkara egnu
Síða 13
landoddar at spæla — sjálvt
ikki til Svørikis.«
Tíðindafundurin við hes-
um hugnaríku monnunum
var seinnapartin fríggja-
dagin, og tå høvdu teir
longu verið á palli hós-
kvøldid.
Handadu heidursgåvu
Bæði yngri og eldri
fóru upp at svinga í
Gundadalshóllini
leygarkvoldið saman
við »Gluntan
Efur tíðindafundin hand-
aðu tei Terja Sigurðssyni,
mentunarumboði fyri
Klaksvíkar býráð — Trónd-
heimurog Klaksvík eru vin-
arbýir — nakrar heidursgåv-
ur: Eitt modell av einum
víkingaskipi, eina plátu við
býarmerkinum hjá Trónd-
heimi á og so eisini eina
bók, ið Haraldur kongur og
Sonja drotning høvdu sett
navn sítt i.
Svingað lystiliga
Sosialurin var við, tá teir
norsku gestirnir settu futt í
Gundadalshøllina leygar-
kveldið.
Har varð svingað
lystiliga, og umhvørvi varð
væl passað til við stórum
dansigólvi, men tó borðum
Framhald á síðu 16
Manningin í »Glunt-
an< er bæði fitt og
fyrikomandi. Talan er
um fulltíðartónleikar-
ar, ið ferðast einar
70.000 kilometrar i
Noregi á hvørjum ári
pid hús hósdagin
I ISF-husinum
Tað er í sambandi við ísraelsku fótbóltsvitjanina, at skip-
að verður fyri hesum tiltaki hósdagin kl.13
Í hesum døgum eru ikki
færri enn tvey ísraelsk Fót-
bóltslandslið á vitjan í Før-
oyum — A-landsliðið og
U21-landslidid hjá Israel.
Í hesum sambandi royna
føroyingar sjálvsagt at sýna
allan tann blíðskap, sýnast
kann hesum fjarkomnu
gestum, ið skulu spæla dyst
bæði í annadkvøld og hós
kvoldið.
Fyrri dysturin verður á
Svangaskarði i annað-
kvøld, meðan hin seinni
verður spældur i Gundadal!
Hósdagin kl. 13 verður
skipað fyri opnum húsi í
ÍSF-húsinum í Gundadali,
har kunnað verður um Ísrael
og ferdamøguleikar tann
vegin. Millum annað verður
okkurt sjónband at síggja
um landið, ið er eitt hitt
mest umrødda á heimskort-
inum.
Somuleiðis verður gjør-
ligt at hitta fótbóltsspælarar
av báðum teimum ísraelsku
liðunum, samstundis sum
nøvi er at fáa autograf frá
teimum, um ein hevur hug
til tað.
Í ferðalagnum saman við
fótbóltsspælarunum hend-
anvegin eru eisini israelski
konsulin í Danmark, Yossi
Alfasi, umboð fyri El-Al
Gabriel Salzman og Ariel
Rejser Nira Hove.
Tey, ið støkka inn á gólvið
í ÍSF-húsinum seinnapartin
í morgin, hava ikki fyri
neyðini at stúra fyri, um tey
ikki fáa ein drekkamunn, tí
slíkum verður eisini syrgt
fyri.
Fyrireikararnir vóna, at
tey vera mong, ið vilja gera
høvi av at sýna ísraelsku fót-
bóltsgestunum hendan
heiður, eins og eisini verður
vónað, at áskoðararnir ul
báðar dysurnar verða mang-
ir í tali.
bj.