fríggjadagur 7. august 1992síða 13
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
I
Nr. 147 — 7. august 1992
Erik Lorang, franskur myndatakari, vid føroyingar:
Síða 13
Vit eiga at standa saman
- Fyri Føroyar er týdningarmikið at fáa positiva umrødu úti í heimi, so fólk ikki bara hoyrir ispunn-
ar og falsaðar rædusøgur um grindadráp
- Mestsum einasti áhugi,
fronsk blød hava fyri Før-
oyum, eru íspunnar og
falsaðar gølusøgur um
grindadráp. Um tær hava
nakað hald í veruleikanum,
hevur minni at siga fyri
teimum.
- Sjálvur havi eg sent
blødum í Fraklandi seriøs-
ar greinar, ið viðgera Før-
oyar sum heild - men á-
hugin fyri slíkum tilfari er
sera lítil. Av tí sama vita
fraklendingar at kalla einki
annað um Føroyar enn
grindadráp.
- Á fyrilestrum mínum í
Fraklandi royni eg at geva
fraklendingum fjølbroytt-
ari og positivari mynd av
Føroyum. Hetta er neyðugt
fyri Føroyar - tí nógvir
fraklendingar hava gjøgn-
um fjølmidlarnar fingid
skeiva mynd av Føroyum,
og nógvir felagsskapir tosa
um at boykotta føroyskar
vørur. Haraftrat er henda
myndin skaðilig fyri før-
oysku ferðamannavinnuna,
sigur Erik Lorang, sum í
eitt ár hevur ferðast í Frak-
landi, víst ljósmyndir og
greitt fraklendingum frá
Føroyum.
Í vikuni hava hann og
hjálparfólk hansara verið í
Føroyum og víst ljós-
myndirnar.
Erik Lorang hevur verið
í Føroyum níggju ferðir og
ferðast nógv kring landið,
so hann veit hópin at
greiða fraklendingum frá
um Føroyar.
Vita einki um Føroyar
Sum heild vita fraklend-
ingar púrt einki um Føroy-
ar - men Erik Lorang sig-
ur, at teir gerast sera áhug-
aðir og forvitnir, tá ið teir
hava sæð ljósmyndir hans-
ara og hoyrt hann greitt
Verið viða um
Arbeitt í Afrika og havt frásagnir úr Kina
Erik Lorang hevur verið í
Føroyum níggju ferðir.
Hann var her fyrstu ferð
í 1979. Hann ætlaði sær at
ferðast runt jørdina og
hevði valt at byrja ferðina í
Føroyum.
Serliga hefti hann seg
vid føroyska gestablídnið -
serliga úti á bygdunum. Á
ferð síni kring heimin
hevði hann alla tíðina Før-
oyar í huganum.
Afturkomin til Fraklands
gáaði hann um, hvussu lít-
ið fransmenn vita um Før-
oyar. So tá ið hann kom
aftur hendavegin, tók hann
altíð myndir.
Hann hevur havt foto-
framsýningar um Føroyar í
Fraklandi, og fyri einum
ári síðani gjørdi hann ljós-
myndargð um Føroyar -
ella rættari tvær. Onnur
vísir Føroyar sum heild:
fólk, náttúru, byggisid,
grindadráp, Olavsøku,
fiskiskap og hvørt av sín-
um. Hin vísir fuglalívið í
Føroyum.
Try félk hava hjålpt
honum, og eru tey øll ser-
køn å sinum øki. Øll hava
tey verid vid i Føroyum
hesaferð.
Føroyskan tulk
Tónleikur er til mynda-
rødirnar - og áhugavert er
eitt lag, ið kallast "Skarv-
ur": Micky Finn, ið spælir
gittar å hesum lagnum,
hevur spælt gittar bædi å
Rolling Stones og Led
Zeppelin.
Meðan tey hava víst
myndirnar í Føroyum,
hevur Elin Hentze frá
Kunningarstovuni hjålpt til
vid ti praktiska - greitt frå
myndarødunum, arbeidin-
um hjå hesum fraklending-
um, og verid tulkur ymsa-
staðni, tey hava verið.
Verið víða um
Erik Lorang hevur m.a.
ferðast í Afrika arbeitt
humanitert - bygt skúlar
0.a. Eisini hevur hann latið
fronsku fjølmiðlunum frá-
sagnir úr eitt nú Kina - úr
økjum, sum fjølmiðlarnir
Fraklendingarnir, ið
hava verið í Føroyum
og víst fram ljósmyndir
sínar. Fr.v: Philippe A-
mirault, Barbara Lez-
my, Erik Lorang, Elin
Hentze (Kunningar-
stovan) og Didier
Baudry
vanliga ikki sleppa framat.
Um hví hann vil upplýsa
fraklendingar um Føroyar
sigur hann, at fyrstu ferð,
hann var her, gjørdist hann
so hugtikin av gestablidni-
num. Sidani hefti hann seg
við náttúruna - hon er so
vill og óspilt, og her er so
nógv pláss, sigur hann.
Erik Lorang takkar ser-
liga Kunningarstovuni á
Vaglinum. Hann sigur, at
tey hava verið sera fyri-
komandi og beinasom at
hjálpt honum og vinfólkin-
um við øllum praktiskum i
sambandi vid føroyaferd-
Ina.
heri
frå. Hetta er jú púra nýtt
og fremmant fyri teimum.
Tað kemur ofta fyri, at
fólk eftir fyrilestrarnar
spyr efur tilfari úr Føroy-
um. Higartil hevur Erik
Lorang bert havt faldarar
o.t. Nú ætlar hann sær und-
ir bók um Føroyar - størsti
parturin myndir, men eis-
ini verður gjølla greitt frå
føroyskum viðurskiftum.
- Eg vóni, at føroyingar
hava áhuga fyri hesum og
vilja stuðla útgávuna.
(viðm: sambært J. H. W.
Poulsen tekur "stuðla'
hvønnfall, blaðm.) Hetta
fer avgjørt at gera síu til,
at Føroyar fara at fáa betri
orð á sær úu í heimi, sigur
hann.
Hann leggur aftrat, at
torført er at fáa forløg í
Fraklandi at vísa hesi bók-
ini áhuga av ti at Føroyar
eru so smáar og ókendar
fyri fraklendingum
Fer til Belgía
Higartil hevur Smyril
Line stuðlað ljósmynda-
rødina. Tískil reklamerar
Erik Lorang fyri Smyril
Line á fyrilestrum sínum -
legg ur út faldarar, um
onkur skuldi fingið hug at
farið at ferðast til Føroyar.
Erik Lorang veit at siga, at
onkur er, sum hevur fingið
áhuga av tí sama.
I februar mánað ætlar
Erik Lorang sær til Belgia
at vísa ljósmyndir sínar.
Hann hevur samband við
Fraklendingar vísa
fuglalivinum í Føroy-
um stóran áhuga, sigur
Erik Lorang, franskur
myndatakari.
(savnsmynd)
felagsskap, sum er bæði
kendur og viðurkendur í
Belgia.
Hesin felagsskapur skip-
ar fyri ljósmyndafyrilestr-
um - árliga eru 6 høvuds-
evni, og næsta ár verður
ljósmyndargðin hjá Erik
Lorang eitt teirra. Æltanin
er at vísa ljósmyndirnar 30
ferðir í Belgia.
Erik Lorang væntar, at
eini tíggju túsund fólk
munnu fara at síggja
myndir hansara í hesum
sambandi, av tí at hesin
felagsskapur er so kendur í
Belgia. Og hann nevnir
enn eina ferð tann tydning,
hetta hevur fyri, at Føroyar
fáa gott orð á sær - oman
á alt, ið skrivað hevur ver-
ið í belgiskum og fronsk-
um blødum um grinda-
dráp. Sum er, hava frak-
lendingar og belgiarar
mestsum bara áhuga í
gølusøgum um Føroyar.
Gjørdi falsaðan film
Erik Lorang hevur gott
samband við fronsku fjøl-
miðlarnar og hevur m.a
havt greinar í tidarritinum
Voiles et Voiliers - tíðarrit
fyri fólk, ið fæst við at
sigla. Hann ætlar at gera
siglandi fraklendingar var-
ugar við, at tað ber til at
sigla ul Føroya.
Erik Lorang nevnir i
hesum sambandi fraklend-
ing, ið fekk stuðul at koma
ul Føroya fyri nøkrum år-
um sidani, og sum skuldi
eitast at kanna fuglalívið
0.4.
Tað vísti seg seinni, at
hesin maður fór beina leið
aftur til Fraklands og
Framhald á síðu 16