fríggjadagur 7. august 1992síða 14
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 14
Jon Waagstein
Rasmussen
til áminningar
Hjá mongum er geta lívsins ofta stríggin og
illgongd. Leið tín var ikki altíð eftir slottum,
men tú gleddist við teim glaðu og ynskti so
mangan, at ein glotti hómaðist á vegnum
niðan brekkuna. Ikki var altíð so lætt at
vinna á foldarinnar strævnu løtum, men tú
visti, at hvíldin var handan sýnina. Nú ert
tú komin haðar ljósið altíð er.
Lýsi frið yvir listamannin og góða vin mín
Jon Waagstein Rasmussen.
Ein stund, og troytti ferðamaður rennur
til hvíldarstaðin — inn í Harrans favn.
I læ av honum ongan storm hann kennir,
men hvíld og gleði í tí tryggu havn.
Ein lítil stund, og allir skuggar flýggja,
og lívsins klára dag mín sál skal síggja.
Heri Jacobsen
Fyri ætt, vinum og kenningum verdur
kunngjørt, at okkara kæra
KATE NICLASSEN
f. Bærentsen
andaðist mikudagin 5. august 1992.
Jardarferdin verdur år Havnar kirkju
leygardagin 8. august kl. 14.00.
I Havn 6. august 1992
fyri avvardandi
Carl Niclasen
Sunnvå, Rannvå,
Judith og Jåkup
Til øll brådarpør
Sendið okkum brúðarmyndina
og tit fáa hana í blaðið ókeypis.
Sosialurin
ynskir
tykkum
hjartaliga
tillukku við
brúdleyps-
degnum og
blíðan byr
frameftir
*
55
Eyðkvæmislinjan
svarar alt samdegrið á tif. 18820.
Týsdagar kl. 16.00—18.00 fæst pers6nlig ráðgev-
ing og serligir spurningar verða svaraðir.
Vit vildu fegin sett
brúðarmynd av
blaðið, har
tit eisim fáa
tykkum í
møgulerka til eina
heilsan til tey, sum
mintust tykkum
á brúdleypsdegnum
Vit senda myndina
aftur beinanvegin
Sendið myndina til
Sosialin
postrúm 76
110 Tórshavn
Nr. 147 — 7. august 1992
( Lesarabrøv )
Sjúkrasystrafelag Foroya tekur
ikki undir við sparitiltøkum
Tann 31. juli 1992 fingu all-
ar heilsu- og heimasjúkra-
systrar áheitan frá stovns-
leiðsluni, um tær sjálvbodn-
ar vilja fara 25% niður í ar-
beiðstíð, tað sum eftir av ár-
inum. Orsøkin til áheitanina
er, at stovninum annars
kemur at vanta umleið 1,2
mill. kr. til raksturin fyri
1992. Landsstýrið hevur
ikki gingið umbøn um
eykajáttan á møti. Í skrivin-
um verður eisini upplýst, at
umframt omanfyri nevnda
ætlaða tiltak, eru uppsagnir
av heimasjúkrasystrum far-
nar fram í Vestmanna-
Kollafjarðar økinum og at
eingin verður settur í tey 1,5
heilsusystrastørvini, sum
eru leys i Sudurstreymi (i
Sudurstreymi taka heilsu-
systrar sær av skulabørnum
burturav, ti eingin skúla-
lækni hevur verið seinastu 2
árini).
Á fundi 03.08.92, hava
heilsu- og heimasjúkra-
systrar, álitisumboð og
Sjúkrasystrafelagið við-
gjørt åheitanina frá leiðsl-
uni. Nidurstødan frá fund-
inum er, at takast kann ikki
undir vid ætladu tiltøkun-
um.
Nidurstødan er tikin út frá
teimum umstødum, stovn-
urin virkar undir í dag.
Síðan skerjingar byrjaðu
á sjúkrahúsgkinum, er ein
stórur partur av sjukrarøkt-
ini fluttur frá sjúkrahúsun-
um út í heimini, t.v.s. at økt
er um arbeidsbyrduna hjå
heilsu- og heimasjúkra-
systraskipanini. Hesum er
hædd ikki tikin fyri, tvørtur
ímóti er samstundis ein
skerjing í rakstrinum hjá
heilsu- og heimasjúkra-
systraskipanini farin fram.
Tænastustødid hjå
heimasjúkrasystrum er i
dag komið so langt niður, at
ikki er tíð til at nøkta tann
røktartørv sum er, hjá teim-
um, sum hava sjúkrargkt
fyri neyðini heima. Ein týð-
andi partur av sjúkrargktini
er tí fluttur yvir á avvarð-
andi og onnur við ov lítlum
røktarkunnleika at taka sær
av. Ætlaðu tiltøk innbera, at
neyðugt verður at stytta ar-
beiðsdagin hjá tí einstøku
heimasjúkrasystrini = við
upp til 2 tímum. Røktar-
tørvurin í heimunum mink-
ar ikki, heldur tvørtur ímóti,
vid teim øktu skerjingun-
um, ið fara fram á sjúkra-
húsgkinum — seingjatalið á
Landssjúkrahúsinum lækk-
arvið 41 sengrum og Klaks-
víkar Sjúkrahús steingir ta
einu deildina eina tíð —
verða enn stórri rgktarbyrð-
ar lagdar á heimasjúkra-
systrarnar.
Undir verandi umstødum
ber ikki til at taka ímóti enn
fleiri sjúklingum, og verður
arbeiðsdagurin harumframt
styttur við 25% í tíð, koma
tey einstøku økini undir tað
minstamark av tíð, sum
neyðugt er, fyri at rgkja
tænastuna. Neyðugt verður
at vísa sjúklingunum aðrar
staðir at fáa hjálp, fyri nøkur
er einasta loysn innleggjan
á sjúkrahús/rgktarheim,
loysnir ið er nógv kostnað-
armiklari enn rgkt frá
heimasjúkrasystur.
Heilsusystrar fremja fyri-
byrgjandi arbeiðið millum
børn frå 0 til 16 ár, bæði í
heimunum og skúla.
A heilsusystragkinum er
longu stórur niðurskurður
framdur, eingir avloysarar
verða settir um sumrini,
skrivaramir eru sagdir úr
starvi og ikki altíð eru av-
loysarar settir undir barns-
burdarfarloyvum, so eki
hava verið uttan heilsusyst-
ur í longri tíð.
Við verandi tali av heilsu-
systrum, um øll størv vóru
sett, nåa heilsusystramar
øllum små- og skúlabórnum
i landinum. Mett verdur i
hvørjum einstøkum føri um
tørv fyri neydugum veiting-
um. Verdur framdur enn ein
niðrskurður, verður ikki
møguligt at koma í samband
vid øll børnini.
Fylgjurnar kunnu verda,
at trupulleikar, sum i byrj-
anini eru fáir og lættir at
loysa, kunnu gerast stórir og
kostnaðarmiklir, fyri ikki at
tosa um tær menniskjans-
ligu fylgjurnar.
Í skúlunum verður eitt
stórt upplýsandi arbeiði
ff” 2177777 000
Kvinnuhúsið
Ráðgevingin hjá Kvinnuhúsinum er opin
hvønn hósdag frá kl. 19.00—21.00, inngongd
hjá KFUM, undir Písuvarða 2, ella á tif.
17200.
Kvinnuhúsið er opið gerandisdagar frá kl.
15.30—17.30. Telefonin, 17200, svarar hvønn
dag frå kl. 15.30—7.00 & morgni.
gjørt, um likam- og sålar-
ligu menningina, um mis-
nytslu, um kynsliv, fyri-
byrging og AIDS, bert fyri
at nevna nøkur evni.
Ætlaðu ultøk seta fót fyri
stórum pørtum av fyribyrg-
ingar- og upplýsingarar-
beiðinum.
Til kunningar kann upp-
lýsast, at tann 13. januar
1992 vóru umboð fyri
Sjúkrasystrafeelag Føroya
og álitisumboðini hjá
heilsu- og heimasjúkra-
systrum á fundi vid Føroya
landsstýri.
Landsstýrið bleiv kunnað
um, at við verandi játtan fyri
1992 úl Heilsu- og heima-
sjúkrasystraskipanina, var
ikki møguligt at varðveita
verandi tænastustødi. Eisini
bleiv landsstýrið kunnað
um, at verandi tænastustødi
er so lágt, at tað ikki kann
roknast sum sømulig kor
fyri tann einstaka brúkaran,
og ti als ikki kann lækkast
enn meira.
Einasta loysn um stovn-
inum ikki bleiv veitt hægri
játtan, varð at tænastan i
nøkrum økjum bleiv løgd
nidur.
Umbønin til Landsstyrid
var at bera so i bandi, at
Heilsu- og heimasjúkra-
systraskipanin í 1992 kundi
varðveita verandi tænastu-
stødi.
At leggja tænastuna niður
i nøkrum økjum bleiv av-
vist. Ikki kundi svar gevast
uppå nakra meirjåttan å
stadnum, men vildi lands-
stýrið taka málið upp við
stovnsleiðsluna.
Tað er at fegnast um, at
ætlanir eru frammi um at
samskipa røktartilbodini í
primergkinum í nærmastu
framtíð — ein gongd leið, ið
Sjúkrasystrafelagið í nógv
ár hevur víst á.
Tað hevur stóran týdning,
at verandi tilboð um rgkt og
fyribyrgjan verða varðveitt í
tíðini til hendan skipan
kemur at virka, so ikki enn
einaferð skal brótast upp úr
nýggjum.
Sjúkrasystrafelag Føroya
heitir á Løgtingsins Fíggj-
arnevnd um at sýna hesi um-
bøn vælvild, og veita neyð-
uga játtan.
Sjúkrasystrafelagið = er
eisini áhugað at koma til
fundar at greiða nærri frá
málinum.
Tórshavn, hin 4. august 92
vegna Sjúkrasystrafelag
Føroya
Paulina Jakobse, form.
Æna Reinert, ålitisum-
bod heimasjukrasystrar
Armgarð Mc. Birnie,
álitisumboð heilsusystrar
Skrivið er
Landsstýri,
sent Føroya
Løgtinginum
og leidsluni å Heilsu- og
heimasjúkrasystraskipanini
til kunningar.
Hjartaliga takka vit øllum tykkum,
sum á ymiskan hátt gleddu okkum á
hjúnabandsdegnum 25.7.92.
Mathilda og Jesper