Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-08-07, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. august 1992síða 19

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 147 — 7. august 1992 Løgmadur um almannamál í 6lavsøkurøduni: Almannaverkið út til brúkaran Neyðugt við nýhugsan og broyttum hugburði um al- mannaveitingar, skulu vit ikki fara av kósini, eitt nú viðvíkjandi arbeiðsloysistrupulleikunum. Leingi hava ætlanir verið um at skipa óhefta, fakliga kærunevnd í almannamál- um; men her hava nakrar lógarbroytingar verið neyðugar, og tær eru settar í verk. Ætlanin er, at kæru- nevndin kann fara til verka 1. januar 1993. Hetta lættir umsitingarliga um í Tinga- nesi, og skuldu kærumálini verið skjótari vidgjørd og tá givið borgaranum stórri rættartrygd. Nevndin, ið sett varð í 1989 at endurskoða al- mannalóggávuna, gavst av natúrligum og ødrum or- søkum. Eftir áheitan frá løgtinginum verður nú nýggj nevnd við manning frá Almannastovuni, lands- stýrinum, samgongu- og andstøðu at endurskoða og nútímansgera lóggávuna og lagahana betur eftir før- oyskum viðurskiftum. Andveikraverndin og Al- mannasovan gera nú itøki- liga ætlan at fara av Eirar- garði. Dagheimið á Berja- brekku er í gerð, og gerst vónandi gott tilboð til okk- ara brekaðu. Í Eysturoynni erbúfelagsskapur í Runavík fyri andveik, og ein vardur verkstaður er um at verða liðugur; men torført er at sleppa í gongd við nýggjum og spennandi iløgum. Á rgktarheimsgkinum er hetta fyrsta árið, skipanin við eindarprísum virkar. Tað vísir seg, at tad er dýrari hjå okkum enn i Danmark, so her er gjøllari kostnadar- kanningar neydugar. Røkt- arheimið í Runavík er lið- ugt. Her eru fýra búpláss til ung rørslubrekad, sum kunnu fáa uppvenjing til seinni at vera einsamøll. Røktarheimsbyggingin í Sandoynni heldur fram sum samtykt í trimum eindum, hóast ikki øll halda hetta vera skilabestu loysnina. Landsstýrið hevur samtykt, at ætlaða røktarheimid i Norðstreymoy verður bygt í Kollafirði, men byggingin fer ikki í gongd, sum um- stødurnar nú eru, tí verða eisini aðrar loysnir kannað- ar. Eldrasambýli í Húsavík er tikid í nýtslu. Hetta eru róktarmóttakarar og røktar- veitarar sera fegin um. Hetta er ein bílig loysn, og býr hin eldri í heimligum viðurskiftum. Gott hevði verið, tóku fleiri táttin upp. Vardu íbúðimar í Havn vóru tiknar í nýtslu í fjør. Tær eru fyrstar av sínum slagi, so enn eru bara fáar royndir við hesi loysn. Atfinningar eru av og á at hoyra um almannaumsiting okkara. Hvussu er og ikki skal verða sagt, at einasti stovnur, sum við broyting- ini í samfelagnum við m.a. vaksandi arbeiðsloysi og sosialum trupulleikum hev- ur fingid øktar uppgåvur, er Almannastovan. Saman- borid vid almannaumsiting i donskum byi vid sama i- búgvaratali, er starvsfólka- talið munandi minni í Før- oyum. Ætlanin at almannaverkid skal vera aðrastaðni enn i Havn er nú komin so mikið Síða 19 ávegis, at deildin í Eystur- oynni longu 1. september í ár skal taka avgerð í gllum málum eftir paragr. 9, 13, 15 og 17 í forsorgarlógini. Í vár er ætlanin, at hesar heimildir verða lagdar til deildina í Suðuroynni. Seinni er ætlanin at leggja hesar heimildir í Norð- oyggjum, sum eina tid hevur havt ávísar heimildir í sambandi við arbeiðsloys- isstuðulin. Vónandi kunnu slíkar deildir verða skipaðar aðra- staðni — eitt nú í Vágm, so viðgerð og avgerð liggur nærri viðskiftafólkinum. Neyðugt verður at seta fleiri starvsfólk á deildunum, tí verða starvsfólkini á Al- mannastovuni í Havn færri. Ætlanir eru eisini um rætti- liga víðfevnandi bygnaðar- broytingar í almannaverk- inum. Í fyrstu syftu verður hugsa um at býta økini so- leiðis, at øll vita, hvar ið trupulleikarnir verða við- gjørdir. Bygnaðurin verður tillagaður, at deildirnar eru í fleiri stóðum Le., at avgerð- arheimildirnar eisini eru í fleiri stóðum, so brekað fólk skuldu fingið betri tænastu. Til tess at fáa meira sam- ansjóðað almannaverk og at spara umsitingarutreidslur, verður fyrireikað at leggja Andveikraverndina og Endurbúgvingarstovuna saman við Almannastov- una. Landsstýrið hevur í eina tíð havt samráðingar við partarnar um samanlegg- ingarmøguleikar í heilsu- tænastuni. Semja er um at leggja heimahjálparskipan- ina og heilsu- og heima- sjúkrasystraskipanina sam- an í eina heilsu- og heima- røkt. Hetta skuldi givið fyri- munir, tí hesar skipanir við- koma ofta somu fólkum í sama húsi, og verður tí ikki neyðugt at samskifta við fleiri skipanir. Møguleikin at nýta røkt- arheimini sum opin heim og miðdeplar fyri eldrarøkt og heimargkt verður kannaður og er hann sera áhugaverd- ur. Hetta eru møguleikar, sum ikki eiga at vera dýrari, men heldur sparingar. Endamálið er, at tilfeingið verður teim eldru at gagni, og heldur lata starvsfólka- áhugamál dvína. Tað er — hóast alt tað — alt snýr seg um. Aðalmálið skal vera, at Gott um fleiri tóku stig til eldrasambýli, sum tað í Húsavík tey gomlu verða búgvandi heima sum longst, og at røktarfolkini sum mest eru fólk, tey eru von við. Í donsku/føroysku nevnd- ini vidvikjandi almanna- málum verður fyrireikað, at heimild verður givin í lóg- gávu okkara, at veitingar til arbeiðsleys verða broyttar, soleiðis at eingin fær ar- beiðsloysisstuðul, uttan at arbeiði verður boðið við- komandi, soleiðis at tey sanna, at teirra arbeiðsorka hóast trongstødu er neyðug. Slík skulu tó ikki órógva verandi arbeiðsmarknað ov nógv, men ótroyttir møgu- leikar liggja í arbeiði, sum annars liggur á láni og eigur at verða gjørt í samstarvi við kommunurnar. Vit er uá byrjanarstigi í arbeiðsloys- istrupulleikunum, og tað er ti týdningarmikið, at vil fáa broyu hugburdin um al- mannaveitingar soleidis, at vit ikki fara av kósini Løgmadur um íbúðamál í llógmansróðuni: Betra korini hjá Húsalánsgrunninum -við m.a. at tryggja honum fremri rað- festing av lánum. Lånspolitikkur Husalåns- grunsins verdur kannadur. Jåttanin å figgjarløgtings- lógini er minkað nógv, og við økta lánsvirkseminum er eginognin sum partur í útlánum minkað. Hon er í løtuni 38% av útlánsupp- hæddini; men fer hon nidur um 33%, fella fleiri lån til Húsalánsgrunnin til gjald- ingar beinanvegin. Endamál grunsins er at veita bílig lán til sethús. Tí mega ískoytislán, renta og avdráttartíð stillast eftir hesum, og spurningurin, um grunnurin framhaldandi skalreka vanligt bankavirk- semi, verða tíkin upp í sam- bandi við fíggjarlógina fyri 1993. Arbeitt verður við at laga virksemi — grunsins, so grunnurin, tá ið nýggja banka- og sparikassalógin kemur í gildi, fær betri rað- festing í lánunum til sethús og íbúðir. Endamálið við Húsa- lánsgrunninum um bílig sethúsalán verður ikki broytt