leygardagur 8. august 1992síða 7
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 148 — 8. august 1992
líðindablaðið sosialurin |
ttrottur
U21: Føroyar-Israel 2-6 (1-0):
Ikki ein livandi kjans
So skjótt sum israelsmenn høvdu fingið bilbukt við sínar
egnu royndir at fáa mál, var einki atgera hjá talentliðnum.
Talan var um reina niðursápling
Eftir at hava fingið eitt
rættiliga gott úrslit við A-
landsliðnum mikukvøldid á
Svangaskarði, har dysturin
millum Føroyar og Israel
endaði vid javnleiki 1-1, var
tað helst ikki so fáur, ið leit-
aði sær í Gundadal at fáa
eina endurtøku av úrslit-
inum, um enn nógv var eftir
at ynskja, hvat spælinum
viðvíkti.
Tað væl frægari veðrið
héskvøldid gjørdi eisini sítt
til, at fleiri áskoðarar vóru
enn tað tunnliga miku-
kvøldid inni á Toftum, ið tó
neyvan skal tulkast sum
nakað farvæl frá fólkinum
til landsliðið, tí ikki meira
enn nøkur fá hundrað vildu
fáa sær karm fyri at hyggja
at einum dysti, tú eins væl
og betur kundi síggja inni í
stovuni hjá :ær sjálvum.
Men hóa: í karmurin sum
so var h.» allarbesti um
dystin hóskvgldið, so verð-
ur tað í hvussu er ikki fyri
føroyska spælið, at áskoð-
ararnir fara at minnast júst
hendan dystin.
Nei, tað verður heldur fyri
ísraelskan fótbóltsuppvísn-
ing, ið var av tí allarfræg-
asta, ein kann ynskja sær at
lasta homhinnunar við.
Svartasta óhepni
Í fyrra hálvleiki var tað
bert svartasta óhepni, ein
frálíkur føroyskur málmað-
ur — Bjarni Johannesen úr
Vági — og vantandi neyv-
leiki í avgerandi stóðunum,
ið forðaði ísraelska liðnum
at liggja langt framman fyri
í bæði málum og øllum gðr-
um í hálvleikssteðginum.
Tvørturim6ti varð tað før-
oyska liðið, ið kom fram-
um, tá bert ein ella tveir
minuttir vóru eftir av fyrra
hálvleiki.
Allan Mørkøre verður í
einum solotúri feldur nakað
framman fyri miðjuna. Ísra-
elski syndarin fær ostaflís-
ina stungna fyri næsarnar,
og dómarin dóm ir frispark.
Frísparkið tekur Todi Jóns-
son og sendir langt og høgt
inn í ísraelska brotsteigin.
Við ngs fyri málkjans-
inum fór Uni Arge at reika
og slapp sær inn um ísra-
elsku verjuna, ið ikki rætti-
liga tóktist vita, hvat gerast
skuldi við hetta innleggið.
Uni royndi so at toyggja
seg fyri at fáa sett høvdid á
bóltin, og hetta snýtti alla
samlingina av fólki — sjálvt
Una — tí bólturin slapp
ótarnaður at halda leið sína í
málið, beint fram við stong-
ini. Ísraelski málmaðurin
tóktist vísur í, at Uni fór at
náa bóltin, og tískil fór hann
frammanundan skeivan
veg, so bólturin sjálvu
kundi velja sær kósina.
Stokkut føroysk gleði
Føroyska gledin gjørdist
tó stokkut, tí longu beinan-
vegin í seinna hálvleiki kom
Israel upp á javnleik og løtu
seinni eisini framum.
Israelsku málini til 2-1 og
3-1 vóru bílig mål, id linju-
verjin må taka å sin breida
rygg, ti talan var um rang-
stødu i bådum førum. Og tå
føroyingarnir ikki fingu va-
luta fyri atroynarangstødu-
felluna, id riggadi so væl i
fyrra hálvleiki, fór skjótt alt
gassið av ballónini, og lætt
var hjá israelsmonnum at
Allan Mørkøra roynir
at kýta seg fyri at fáa
fatur á einum av teim-
um kviku ísraelsmonn-
UNnum. Mynd: Jens Kristian
Síða 7
Ísraelsmenninir vóru
alla tíðina skjótari og
betri við bóltinum, og
var hepnið við teim-
um, høvdu teir verið á
odda við fleiri málum
longu í hálvleikssteðg-
inum. Mynd: Jens Kristian
sleppa sær upp á bæði 4-1
og 5-1, áðrenn pyntað varð
um úrsliuð frá føroyskari
síðu.
Hesaferð var tað Todi, ið
legði bóltin inn til Una i
israelska brotsteiginum, har
hann vann hann i duell við
einar tveir, gjørdi eitt ella
tvey trekk og hamraði so til
nakað inni í brotsteiginum
við einum fløtum skoti, ið
sat júst har, tað skuldi.
Jú, okkurt hevur hasin
knekturin lært í Lyngby, so
útvarpið var ikki tað bera
reyp...
Tíverri sást ikki meira til
føroyingamar, tað ið eftir
var av dystinum, og einasta,
ið hendi meira, var at ísra-
elsmenn fingu sementerað
sær sigurin við enn einum
máli ul endaligu tennisstød-
una 6-2.
Efur sat fjøldin við heldur
kámum eygum — altso tey,
ið íkki fyri langt síðani
ngvdu funnið útav at njóta
ísraelska fótbóltin og flenna
at tí, ið var at flenna at. Og
tað var ikki so lítið.
Bjarni royndist væl
Bjarni Johannesen í før-
oyska málinum spældi ein
sera góðan dyst og kundi
ikki lastast fyri nakað av
málunum. Uni Arge gjørdi
eisini vart við seg, hóast
hann fekk sera lítið at arb-
eiða við har frammi. Hann
fekk ein kjans, ið hann skor-
aði uppá, og so fekk hann
eisini órógvað so mikið, at
innleggið hjá Toda fyri
hálvleik ótarnað slapp at
enda í ísraelska málinum.
Hinir á liðnum høvdu ikki
tað stóra at bjóða uppá, og
fleiri teirra tóktust troytur
eftir dystin kveldið fyri, og
er tað ikki óskiljandi.
Undirhaldið treyt íkki
Hinvegin var ísraelska
spælið gott og lætt, so tað
var ein sonn frøi fyri eygað.
Hóast israelararnir neyvan
eru vanir við at spæla á gras-
likisvølli, tóktist tað ikki
darva teiumum tað allar-
minsta í spælinum, ið alla
somlu tíðina fleyt væl.
Nýggju málmansreglurn-
ar dugdu israelsmenninir
eisini væl at brúka til egnan
fyrimun, við tað at teir alla
tíðina jagstraðu føroying-
arnar — serliga afturi á før-
oysku hálvuni — so útspælini
frá málinum av ti sama ofta
gjørdust so sum so.
Eitt kann tó ikki verða tik-
ið frå dysunum, um hann so
ikki fekk mest ynskiliga úr-
slitið: Undirhald fingu hesir
áskoðararnir fyri allar peng-
arnar, tí ein dystur við átta
málum fær illa verið annað
enn ein góður dystur, tá ann-
að liðið bara ikki eigur tey
øll somul...
Brævaskifti
Asamoah Richard, 15 ára
gamal drongur í Ghana,
ynskir brævaskifti við før-
oyingar.
Asamoah, sum gongur i
skúla, hevur áhuga fyri fót-
bólti, basketball, tennis, og
flogbólti.
Adressan er:
Bompata Secondary Scool
Post Office Box 10,
Bompata Ashauti Akim
Ghana W/ Africa