Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-08-08, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. august 1992síða 12

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

——— 1. Einaferð talaði Jesus Guds Orð inni í einum húsum. Tað vóru so nógv fólk, so eingin passaði aftrat inn í húsið. 2. Nakrir menn vildu at Jesus skuldi grøda ein lamnan mann, so hildu teir, at tað var ikki annað at gera hjá teimum, enn at seta hol á takið, og síðani sigu teir mannin niður til Jesus. 3. Tá Jesus sá trúgv teirra, segði hann: „Sonur, syndir tínar eru tær fyrigivnar«. Eisini segði Jesus við mannin: »Reis teg, og tak song tina og gakk«. 4. Tá reistist maðurin, sum áður hevði verið lamin, og øll prísaðu Gudi fyri tað stóra undurið, sum Jesus hevði gjørt. Lagt til rættis: Oddbjørg Poulsen Einki um heimaidnadi Nr. 148 — 8. august 1992 Sum uttanrikispolitisk kunning var fyrilest- urin hjå Uffe Ellemann Jensen, uttanrikis- málaráðharra, ikki so galin, men hann segði einki um stóðu okkara í EF, og var í so máta heldur tunnligur og grunnur, heldur Magnus Jørgensen. Fyrilesturin hevdi heitið: Føroyar, Norðurlond og EF. Uttanrikis- málaráðharrin legði fyri við tí stóru broytingini, sum fer at vera í EF-samstarvinum frá 1. jan. 1993. Tá kemur lógin um tann innara marknaðin í gildi. Hann gjørdi ikki sørt burtur úr óstabiliteunum í Europa í dag og tosaði um stóðu Danmarks mótvegis tí sameinda Týsklandi. Dreymur hansara viðvíkj- andi EF-samstarvinum var brostin tá danska fólkið segði nei til Mastricht av- taluna, men hann helt, at tað fór at lukkast at fáa Danmark við í EF-sam- starvið aftur. Samstundis ynsku hann at fáa meiri demokrati og decentralisering í samstarvinum, so borg- arin í EF fekk meiri ávirkan á avgerðirnar. Hann legði stóran dent á, at um øll Norðurlønd vóru í EF vildu tey ivaleyst havt einar 15 atkvødur í minist- araráðnum, har t.d. sam- einda Tyskland bert hevur 10 atkvødur. Hetta hevdi givid Nordurlondum heilt stórar møguleikar fyri stórari ávirkan, helt hann. Menningin í Europa í dag er ein uppbyting í regiónir ella gkir og densentralisering. Samstarvið innan Norðurlond er mest á tí listarliga og mentanarliga økinum, meðan kappast verður á ti búskaparliga. Hann undirstrikaði, at allar avgerðir viðvíkjandi Før- oyum eiga at verða Magnus Jørgensen skrivar tiknar hjå okkum sjålv- um. Eftir fyrilesturin var tú ikki i iva um at uttanrik- ismálaráðharrin var fyri EF, men samstndis hevði tú einki fingið at vita um stóðu okkara í EF. Eg hevði í hvussu er roknað við at fáa okkurt at vita eftirsum fyrilest- urin hevði hetta heitid nei, einki varð sagt um | hvussu stóða okkara kundi hugsast at fara at verða. Høvi var at seta spurn- ingar. Her kom so fram, at Føroyar helst fóru at missa avgerðarrættin á sjógki okkara um vit gerast limir í EF, hvussu verður tá við fiskivinn- uni. Øll hini limalondini hava latið avgerðarrættin frá sær, so hetta fer helst at verða lagna okkara við. Ikki eitt orð varð grett um heimaídnaðin og kappingarføri hansara í EF, men aðrar kanningar hava víst, sum hevur verið frammi í fjølmidl- unum, at heimaídnaðurin | | | fer ikki at verða kapp- ingarførur og arbeiðs- loysið fer bara at vaksa, um vit gerast limir í EF. Sum uttanríkispolitisk kunning var fyrilesurin ikki so galin, men hann segði einki um stóðu okkara í EF, og var í so máta heldur tunnur og grunnur. Vinarliga Magnus Jørgensen