týsdagur 11. august 1992síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Ályrgiarhiadufóði Jan Møller Blaðfólk: Randi Jacobsen - Tórfinn Seth es
Pt Søsiskerin Bústaður: Argjavegi 28 poser: Postsmoqe 78
|
|
|
Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov lende Eldesganrd Prent: Prostar 1981 Tøleton: 11820 Telefax: 192
Alternativ fyrr og nú vinna, men so gekk brádd- umstødurnar tå og árini møgulig uppgáva, ti so
Í GJÁR legði fyrrverandi
føroyska gasstangaskipið
Vínland inn á Havnina við
gassi. Hetta er fyrstu ferð, at
hetta so nógv umrødda skip,
hevur verið í Føroyum,
hóast tað at føroyingar
bygdu hetta skipid tidliga i
80-årunum.
ØLL minnast vit til nógva
og drúgva orðaskiftið bæði á
tingi og í fjølmidlunum um
gasstanga- og kemikaliu-
skipini, sum skuldu gerast
nýggj vinna hjá føroyingum
- tvs. føroyingar á før-
oyskum kjøli. Tað så eisini
at hetta fór at gerast
út til,
ein nýggj og spennandi
Jf 280.
liga niður á bakka. Tað vísti
seg, at umstødurnar á
altjóða marknaðinum vóru
ikki í okkara favør og tað
veruliga fór at tátta í, og tá
farið varð til politikararnar
við ynskinum um
onkursvegna at fáa hjálp at
koma igjøgnum ringastu
skerini, so var ikki meiriluti
fyri hesum ynski, og tiskil
gjørdist "gasstangaskipaæv-
intýrið“ stutt.
TAÐ er sjálvandi lætt í dag
at vera eftirklókur og siga,
at nú gongur tað so og so
væl hjá hesum skipum, og tí
áttu vit ongantíð at slept
teimum. Ilt er at meta um
hetta, tí tað vóru
eftir, sum skuldu avgera,
hvussu stórt fíggjarligt tak
tað fór at vera at reka skipini
víðari.
NÚ sigur so skiparin á ein-
um av skipunum, at vit áttu
ikki at givið skarvin yvir og
latið skipini fara av land-
inum, men vit áttu at
varðveitt tey, tí tá høvdu tey
verið eitt gott alternativ til
aðra vinnu her á landi.
ÁHUGAVERT kundi verið
at tikið hetta mál framaftur
fyri veruliga at funnið út av,
um tað var rætt ella skeivt at
"avhgvda" tey stásiligu
gasstangaskipini á sinni.
Hetta er møguliga ein 6-
nógvir ymsir faktorar spæla
inn, at vit fåa ikki eina
veruliga og rætta mynd.
MEN givið er tað, at tað er i
slíkum tíðum sum hesum, at
vit hava brúk fyri alterna-
tivum til okkara fiskivinnu.
Hvørji alternativ eru og
hvussu kunnu vit brúka
royndirnar frá gasstanga-
skipunum til at fáa gongd á
alternativar vinnur her á
landi. Hetta er tveir áhuga-
verdir spurningar, sum givið
áttu at verið tiknir upp til
umrødu.
Vinnulivs- og Menningardeild i Havn:
-Vit mugu helst
Fleiri í
arbeiði
viðurkenna, at
arbeiðsloysið millum ung framhaldandi
verður alt ov stórt í eitt ávíst áramál,
verður einki
serligt
Havnar Kommuna at finna loysnir,
eigur
sum
gjørt. Tí
tæna teimum arbeiðsleysu eins og hesar
eru partur í eini vinnuligari heildar-
ætlan, sigur Tórfinn Smith, býráðslimur,
um hevur skotið upp, at seta á stovn
ina Vinnulivs- og Menningardeild í
lavnar Kommunu:
Sett verður á stovn ein
Vinnulívs- og Menningar-
deild innan Tórshavnar
Kommunu hvors uppgáva
verður:
II neyvum samstarvi við
vinnulívið at seta í verk
vinnulig tiltók í Torshavn-
ar Kommunu
2. At vera við at íbyrta
nýggjar hugsanir innan
vinnuligt framtakssemi, og
umsita tann stuðul, sum
kommunan åsctur ul enda-
málið
3. Saman við lærustovnum
at savna ta vitan sum tók
er ul fremjan av vinnu-
ligum framtøkum, cins og
at granska framtidar
vinnu- og marknadar-
møgulcikar
Vidmerkingar:
Landsstyrid er komid å-
samt vid rikismyndug-
leikarnar um at broyta
forsorgarlógina soleiðis, at
frá komandi ársbyrjan
verða veitt arbeiðsleysum
arbeiðstilboð heldur enn
beinleiðis fíggjarliga hjálp.
Sum skilst verða hest
ultøk fyriskipað í neyvum
samstarvi við kommunur-
nar, og er hetta eisini rætt
og rimiligt.
Sum er hevur Tørshavn-
ar Kommuna sett ávís
arbeiðsskapandi ultøk í
verk fyri arbeiðsleys í
samráð við landsstýrið, og
um hest tiltøk er alt gott at
siga. Hinvegin heldur
undirritaði tað ikki vera
nóg mikið.
Stødan er soleiðis í dag,
at vit fáa alt fleiri arbeiðs-
leys i kommunun!,- serliga
ung, sum koma beint úr
skúlanum. At seta hest at
gera ávís arbeiði, sum
annars ikki høvdu verið
gjørd kann vera skilagott,
men eingin langsikta loysn
kortini. Vit mugu helst
viðurkenna, at arbeiðs-
loysið millum ung fram-
haldandi verður alt ov stórt
í eitt ávíst áramál, verður
einki serligt gjørt, og ti er
neyðugt við longri siktad-
um loysnum. Loysnum,
sum bæði tæna teimum
arbeiðsleysu, sum sum ei-
sini ganga inn í eina vinnu-
liga heildarætlan komm-
ununar.
Havnar Kommuna eigur
tí at fara undir eina mið-
vísa ætlan, sum gongur
hesum báðum sjónarmið-
um á meti.
Í fyrsta lagi at seta upp
ein arbeiðssetning hvussu
vit vinnuliga skapa fleiri
útflutningskrónur, at fáa
samansjóða og meira
vinnulívsgera teirri vitan
sum er í samstarv við
verandi lærustovnar. Hetta
til tess at útbúgva okkara
ungu ul troytan av landsins
nátúrligu inntøkumøgu-
leikum. -Ein miðvís kunn-
ing um góðsking av okkara
tilfeingi, og ikki minst sølu
av lidnu vøruni.
Vinnulivs- og
Menningardeild
Til at fyrireika og seta i
verk eina tílíka ætlan eigur
ti at verða sett á stovn
innan Tórshavnar Komm-
unu eim Vinnulívs- og
Menningardeild.
Deildin eigur í neyvum
samstarvi við vinnulívið at
verða við at íbyrta nýggjar
hugsanir innan vinnuligt
framtakssemi og umsita
figgjarliga karmin, komm-
unan setur.
Tilikar verkætlanir eru
væl kendar aðrastaðni,
partvíst sprotnar úr kjalar-
vørrinum av tí alsamt
vaksandi arbeiðsloysinum
uttan um okkum. Manga-
staðni við sera góðum úr-
slitum.
Fyribrygdið arbeiðsloys-
ið er rættiliga ungt her hjá
okkum, og fyri at skaðin
gerst minst møguligur,
eiga vit at bera skjótt at,
soleiðis at vit ikki vera so
fyri sum onkur av grann-
um okkara, at eitt heilt
ættarlið verður arbeiðs-
marknaðinum ókent.
Ein Vinnulívs- og Menn-
ingardeild innan Torshavn-
ar Kommunu hevur sostatt
høvudsendamålid at mena
vinnulívið her í høvdus-
stadarøkinum. Setningurin
er, vid cinum åvisum
fløgustudli, at seta í verk
fyritakssemi, sum mark-
naðarliga kann klára seg
sjálvt.
Hvi fleiri "stovur"?
Ein kann spyrja um vit
ikki hava nógmikið av
idnadar- og menningar-
stovum. Her cigur tó at
havast i huga, at hesar
hava ul felags, tvinnar
høvdusuppgåvur. At
menna vinnulivid og sam-
stundis at vera bygda/økis-
mennandi. Just hetta seinra
er kanska ein av stóru
trupulleikunum. -Tað at
sameina bygdamenning
vid rentabilitet. Ein vinnu-
livs- og menningardeild í
Tórshavnar Kommunu
skal bert hugsa um júst
hetta økið, hon er sett til at
menna vinnulívsliga.
Nøkur tel
Saman við tí alt vaksandi
arbeiðsloysinum kundi
verið vert at nevnt nøkur
tól, sum undirstrika álvar-
an í at nakað avgjørt má
gerast nú:
I ár fóru 658 næmingar
úr 10. flokkunum í Før-
oyum. Í Havn 183. Ein
kanning vísir, at umleið
120 av 10. floksnæming-
unum í Havn fara undir
framhaldandi lestur. Um-
leið 60 vita sær einki at
gera. Undir norinalum
umstødum høvdu hesi 60
farið i cinhvørja handverk-
aralæru, ella í eitthvert
arbeiði, men tá torført er at
fáa lærupláss, fyri ikki at
siga Ogjørligt, og eins
torført er at fáa arbeiði,
setur samfelagið hesi ungu
í eina ótolandi stóðu.
Tórfinn Smith
I)
Gevið børnunum
HJÁLM!
| Få
Børn duga ikki so
væl at taka
hendurnar fyri seg, |
detta tey á súklu.
VERJIÐ HOVDIÐ! |
Tr.