Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-08-11, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. august 1992síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 149 — 11. august 1992 tíðindablaðið Síða 3 Mintist fleiri ferðir skeivt Kristoffur Thoamssen, hevði einki prógv fingið um eginpening, tá hann sum fulltrúi í landsstýrinum í 1986 fór niður at undirskriva byggilánið til Heygadrang. Hann hevdi nú eina heilt aðra frá- greiðing, enn hann áður hevur givið politinum tríggjar ferðir Mikudagin, hósdagin og fríggjadagin vóru fýra mans í umsitingini í Tinganesi sum vitni givið Føroya Rætti frágreiðing um ymsar spurningar viðvíkjandi skipafígging í 80-árunum, og sjálvandi eisini um Heygadrang. Alfred Petersen, fyrrver- andi fulltrúi, kom fyrst við frágreiðingini um, at lands- stýrið ikki hevði lurtad efur, tá mælt varð ul at herða reglurnar viðvíkjandi at prógva eginpening. Síðan vórðu Johan Djurhuus, fyrr- verandi skrivstovustjóri, og Kjartan Hoydal, físki- vinnustjóri, avhoyrdir. Og fríggjadagin átti so Krist- offur Thomassen tørn. Hann var áður fulltrúi í Tinganesi, nú er hann løg- tingsstjøri. Kristoffur — Thomassen umsat m.a. skipabygging, og tad var eisini hann, sum fór burtur at undirskriva lán, sum landsstýrið tók. Haraftrat var hann lands- stýrisins umboð í nevndini fyri Skála Skipasmiðju. Týðandi vitni Undan sakarmálinum hev- ur politiið fleiri ferðir avhoyrt Kristoffur Thom- assen sum so mangar aðrar um Heygadrang o.a. Hann man vera eitt av teimum mest týðandi vitnunum. Bæði sum fyrrverandi nevndarlimur fyri skipa- smiðjuna, og tí hann undir- skrivaði = byggilánið til Heygadrang. Kristoffur = Thomassen hevur áður greitt poliunum triggjar ferðir frå, at tá hann fór niður at undirskriva byggilánið, hevði hann fingið prógv fyri, at egin- peningurin var inngoldin. Í rættinum fríggjadagin varð hann spurdur, um hann veruliga hevði sagt so fyri politinum tå. Jú, tað hevði hann. Men samstundis upp- lýsti hann, at tað í grundini var ikki soleiðis, sum hann tá hevði greitt frá. Hann hevði ikki fingið prógvið um eginpening, tá hann fór til Keypmannahavnar henda dagin i november mánaði 1986. Broytti frágreiðingina Verjarnir = hjá teimum ákærdu vildu vita, hví hann knappliga hevði skift hugs- an. Kristoffur Thomassen svaraði, at hann hevði hugs- að alt gjølla igjøgnum og var komin til, at tað var so- leiðis, sum han nú greiddi frá. Hinu ferðirnar, tá politi- ið hevði avhoyrt hann, hevði hann minst skeivt Um ta tíðina í 1986 var hann undir sera stórum arbeiðs- trýsti, ið hevur verið so stórt, at hann varð raktur av blédtøppum og ti varð sjúkrameldaður stutt aft- aná. Bæði dómari og advo- katur vóru risnir og gjørdu fleiri ferðir Kristoffur Thomassen varugan við, at hann sum vitni hevði skyldu til at siga sannleikan. Tað gjørdi hann eisini, segði hann. Tann broytta frágreið- ingin hjá Kristoffuri Thom- assen er um, tá byggilánið til Heygadrang varð undir- skrivað. Kristoffur = Thomassen segði, at Óli Zachariassen, stjóri á Skála Skipasmiðju, hevði sagt sær, at eginpen- ingurin fór at verða í lagi. Byggilánið skuldi undir- skrivast í Keypmannahavn á middegi 11. november 1986. Hevdi nógv at gera Kristoffur Thomassen segði, at hann hevði gjørt skipasmidjuni púra greitt, at einki byggilán varð undir- skrivað, var ikki prógv komið um eginpening. Hann hevði eisini sagt, at alt skuldi vera púra greitt, tå hann fór niður, tí hann arbeiddi tá dag og nátt m.a. við at gera fíggjarlógarupp- skot. Dagin fyri fór hann so niður ul Danmarkar at und- irskriva bygggilånid frá Handilsbankanum. Byggi- lánið var 78,5 mió. krónur. So nógv kundi eingin banki í Føroyum læna skipasmidj- uni. Byggilánið varð undir- skrivað á einum hotelli í bý- num. Har høvdu verið Oli Zachariassen og Kristoffur Thomassen umframt tveir mans frå Handilsbankan- um. Tå Kristoffur Thomassen varð avhoyrdur, eydnaðist umsíðir at fáa fram, at hann ikki hevði fingið prógv fyri, atin var inngoldin, tá lánið var undirskrivað. Eitt tele- fax, ið var avrit av inni- standandi á bankabók kom úr Føroyum góðan tíma áðrenn, men hitt kom ikki fyrr enn aftaná. Fyrivarni Hetta helt Kristoffur Thom- assen ikki hava tann stóra týdningin, tí hann hevði gjørt teimum í Handils- bankanum, at undirskrift hansara bara var galdandi, um treytirnar hjá lands- styrinum fyri at veita lánið vóru uppfyltar. Hetta fyri- varni var tó ikki skrivað nakrastaðni. Advokatarnir og dómarin vildu vita, hvgrjar treytirnar vóru, og Kristoffur Thomassen vísti til lógina. Bæði Thomas Rørdam, verjin hjá Magnusi Peter- sen, og dómarin Stig Kaas vóru harðorðaðir undir av- hoyringini, og Thomas Rør- dam nýtti orðið "utrovær- dig". Kristoffur hevði heilt aðra fatan av Thomassen øllum spurninginum um lånid enn bædi advokatar og dómari. Hann vildi vera vid, attáeginpeningurin ikki var inngoldin, hevði skipa- smiðjan als ongan rætt til at taka út av láninum. Hví lánið kortini var útgoldið, mátti bankin svara fyri, helt hann. Og av tí sama hevði ikki verið neyðugt hjá landsstýrinum at goldið lánið aftur. At landsstýrið kortini hevði gjørt hetta, hevði hann ikki havt nakra ávirkan á, ú tá var hann farin á løgtingsskrivstov- una at arbeiða. Kristoffur — Thomassen hevdi eina vidmerking til frågreidingina hjå Alfred Petersen, fyrrverandi full- trúa. Alfred Pctersen segði í rættinum mikudagin, at einki prógv um eginpening lá í málsmappuni um Heygadrang í landsstýri- num. Kristoffur. Thomas- sen segði tað vera rætt, at Alfredpetersen hevði spurt seg, men at hann so einki hevði hoýri aftur. Hetta helt hann vera løgna arbeiðs- gongd hjá einum fulltrúa. Tað skuldi ikki ukid sær meira enn ein tíma at fingið prógvið ul vega úr banka- num, segði hann. randi LL 1 Vantandi álit á Óla Neyndin fyri skipasmiðj- una fekk ov lítið at vita, segði Kristoffur Thomas- sen, 10 var landsstýrisins umboð í neyndini fyri Skála Skipasmiðju Í 1972 varð Kristoffur Thomassen valdur í nevndina fyri Skála Skipasmiðju sum um- boð fyri landsstýrið, ú landið átti i skipasmidj- uni. Hann sat í nevndini heilt fram til 1988. Sein- asu nevndarfundur, hann var å, var 10. januar 1988. Alt gekk væl i fleiri år. Tað kundu vera orða- skifti, men har vóru ong- antíð nakrir samanbrest- ir, segði Kristoffur Tho- massen. Men so før at ganga verri figgjarliga, og orðaskifuð í nevndini gjørdist harðari, og Kristoffur Thomassen var ofta i andstødu til hinar nevndarlimirnar. Einaferð i 1980-81 fekk alt eina skelkandi vending. Ein morgun, tå Krist- offur Thomassen kom til arbeidis i Tinganesi, sat Oli Zachariassen á skrivstovu hansara og bidadi. Hann var komin viðlíðindum um, at nú var galið við skipa- smiðjuni, og tað ráddi um sum skjótast at finna eina loysn. Tað endaði við legungslóg um veð- hald fyri skipasmiðjuna. Kristoffur Thomassen segdi, at hann tå var i andstødu bædi til Ola Zachariassen og alla nevndina. Hinir í nevnd- ini vildu hava lands- stýrið at leggja út fyri skipasmiðjuna, men tað vildi Kristoffur Thom- assen ikki, og landstýrið tók undir við honum í hesum Kristoffur Thomassen segði fleiri ferðir, at hann sum nevndarlimur ikki fekk nóg nógv at vita frá stjóranum. Tað eydnaðist tó ikki advok- atunum og dómaranum at fáa fram, hverjar upp- Kristoffur Thomassen efurlýsu, og hvat tað var, hann annars var so onøgdur við. Einaferð var meirluun í nevndini ónggdur vid Óla Zachariassen og setti nýggjan stjóra. Óli Zachariassen varð tó ikki heilt koyrdur frá. Hetta gekk kortini ikki, tí teir báðir stjórarnir kundu ikki arbeiða sam- an, og nýggi maðurin fór avstað aftur. Tá var næstan krigsrættarstøda, helt Kristoffur Thom- assen Hann varð spurður, hvørji ultøk vórðu framd mótvegis Óla Zacharias- sen, og hvat Kristoffur Thomassen sjálvur hevði gjørt. Hann hevði bara munnliga greitt løg - manni frá, hvussu vorðið var. lýsingar randi Arbeiði verður 4 gjørt Utgrevstur av grundøkjum, spreinging og planering verdur gjørt uppå tilbod og timaløn. tlf. 1.0603. Lýsið i sosialinum