týsdagur 11. august 1992síða 10
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
tíðindablaðið
Jan Jespersen, yvirlækni á skurðdeildini í Havn:
Eingin hevur
spurt meg
- eg eri settur yvirlækni í Sjúkrahúsverk Føroya,
og tænastustaðið er Landssjúkrahúsið í Havn
Hetta sigur Jan Jespersen,
sum i løtuni arbeiðir á
sjúkrahúsinum í Næstved,
har hann hevur arbeitt síð-
ani juni mánaða i år
Í seinastuni hevur verið
frammi, at Jan Jespersen
skal taka við starvinum á
Tvøroyri, hóast hann i
yvirlæknasetanini skuldi
arbeitt i Havn.
Jan Jespersen hevur
áður verið lækni á
Tvøroyri, men søkti
starvid sum yvirlækni å
skurdfeildini i Havn, tå
hetta starv varð lýst leyst.
Einki frætt
Anders Harboe-Ree, for-
maður í Serlæknafelag-
num, sigur við Sosialin,
at felagið ikki hevur fing-
ið nakran fyrispurning um
at yvirlæknin skal flytast
úr einum tænastugki í
annað.
Anders Harboe-Ree: -
Vanlig mannagongd tá
yvirlæknar verða settir er,
at tað í sáttmálanum
stendur, at yvirlæknin er
settur td. á Lands-
sjúkrahúsinum, og
samstundis skal virka sum
ráðgevi á Sjúkrahúsunum
í Klaksvík og á Tvøroyri.
- Eitt nú virka yvir-
læknarnir á Røntgendeild-
ini soleiðis, at teir annan
hvønn fríggjadag eru í
Klaksvík og á Tvøroyri.
Skulu aðrar avtalur gerast,
skal tað standa i sáumála-
num, men sum sagt, vit
hava einki frætt í Serlæk-
nafelagnum, har 27
læknar eru limir.
Neyvan tvinga fólk
- Tú kanst neyvan
tvangsflyta fólk, men
møguleiki er at samrådast
um tað, sigur Anders Har-
boe-Ree, ið samstundis
Sigur, at talan er um eina
serstødu, sum yvirlæknar
ikki áður hava verið fyri.
Tá 54 læknar eru á Lands-
sjúkrahúsinum, er tað ikki
rúmd fyri at ein kann tak-
ast burturúr, at virka á
Tvøroyri?
Talan er um skurdlæk-
na, og i løtuni eru bert
fyra skurdlæknar å Lands-
sjúkahúsinum. Um ein
verður tikin burturúr, so
verður Ogjørligt at gera
vaktarskipan á Landssjúk-
rahúsinum, skulu skurð-
læknarnir verða tøkir allan
sólarringin. Tað ber neyv-
an til, um bert tríggir
læknar eru tøkir.
Sambært Jóaanes Eides-
gaard, verður ein fimti
skurðlækni tøkur, av ti at
hann er settur við sjúkra-
húsið á Tvøroyri, men
skal arbeiða tvey ár á
Landssjúkrahúsinum?
Kann ikki arbeiða
sjålvstødugt
So vítt eg veit, er talan
um serlækna í ortopædi,
sum ikki hevur "almenna
kirurgi", og ti ikki kann
arbeiða sjálvstóðugt á
skurðdeildini. Tað bøtir
ikki um arbeidsstøduna á
Landssjúkrahúsinum.
- Er bert talan um ein
ella tveir dagar um
vikuna, so kunnu vit tosa
okkum til rættis, men
neyvan er tað ráðiligt í
longri tíð, at ein
skurdlækni verður tíkin
burturúr vaktarskipanini á
Landssjúkrahúsinum, sig-
ur Anders Harboe-Ree.
Jóaanes Eidesgaard, lands-
stýrismaður í heilsumál-
um, sigur við Sosialin, at
talan ikki er um ávísan
yvirlækna á Landssjúkra-
húsinum:
Bøtir um undirskotið
- Vit hava ikki sett
navn á hetta starvið.
Trupulleikin er, at
Landssjúkrahúsið ikki
heldur figgjarætlanina, og
tí noyðast teir at spara.
Ein háttur er at bóta um
fíggjarorkuna er eitt nú, at
yvirlæknar á skurðdeildini
á Landssjúkrahúsinum
arbeiða á Tvøroyri, í
sam.band við frigongu.
Í løtuni er bert ein
lækni á Tvgroyra Sjúkra-
húsi, har neyðugt er við
minst tveimum læknum.
Aður hava vit fingið
vikarar úr Danmark til
Tvøroyris, men um vit
kunnu spara hesa útreið-
slu, sum í ár er 700.000
krónur, bøtir tað um
undirskotið á Landssjúkra-
húsinum.
Jóaanes Eidesgaard við-
gongur, at hann sjálvur
hevur fingið hetta hug-
skotið, og at talan fyribils
bert um vikarstarv fyri
1992.
Jan Jespersen í telefonini í
Næstved: - Avtalan er, at
eg skal arbeiða á Lands-
sjúkrahúsinum. Ég eri
fluttur ul Havnar og skal
byrja á Landssjúkrahúsi-
num miðskeiðis í septem-
ber.
Veldst um
Starvsviðurskiftini
Eingin hevur sett seg í
samband við meg, og sátt-
málin er ikki undirskriv-
aður.
Sambæst setanarbrævi-
num eri eg settur í starv á
Landssjúkrahúsinum og
vænti eisini at skulu ar-
beiða sum ráðgevi á hin-
um sjúkrahúsunum.
Tó hugsi eg ikki, at
starvsfólk kunnu kroystast
Nr. 149 — 11. august 1992
Jan Jespersen, yvirlækni á
Landssjúkrahúsinum: -
Fyribils fari eg til arbeiðis
á Landssjúkrahúsinum 15.
september. Eg havi einki
frætt um broytingar í
tænastugki mínum, og eri
tí fluttur til Havnar at
búgva
Dagny
at flytast úr einum staði í
annað.
- Tað veldst um, hvussu
starvsviðurskifti míni ver-
ða, og hvat tey snúgva
seg um. Meira havi eg
ikki at viðmerkja í løtuni,
sigur Jan Jespersen.
—[—————|—————————=——————————Q—6[od———————Y—Ø————=lee———æ………
Konufólk velja sær ikki
tekniskar úthúgvingar
102 næmingar fóru í vik-
uni undir nýggja útbúgv-
ing innan Tekniska Skúla.
Tað er S.I.T. útbúgv-
ingin, sum er Stødis-
útbúgving innan tøkni.
Næmingarnir ganga á
skúla í Klaksvík og Havn,
og tríggir flokkar eru
hvert staðið, við umleið
17 næmingum í hvørjum
flokki.
- Í Havn søktu 74 næm-
ingar inn á S.I.T., og av
teimum sluppu 51 inn á
Skúlan. Í Klaksvík sluppu
allir inn á skúlan.
Arne Clementsen, lærari
og lestrarvegleiðari á Tek-
niska Skúla, sigur við
Sosialin, at tað er ein van-
Si, at so fá konufélk hava
valt sær hesa útbúgving.
Bert tvær kvinnur í Klaks-
vík og tvær í Havn hava
valt hesa útbúgving.
Konufólk halda seg aft-
ur, tá tað snýr seg um tek-
niskar útbúgvingar.
Upptøkutreytin er frá-
taringarroynd i fólkaskúla-
num, sum er 9. flokkur,
og flestu teirra, sum nú
hava fingið kjansin, hava
gingið arbeiðsleys í eitt
ár. Tað kemur ti væl við
hjá mongum ungfólkum
at fáa sær útbúgving, nú
so líuð er at gera á ar-
beiðsmarknaðinum
Tveir tridingar av út-
búgvingini eru handaligar
lærugreinar og ein trið-
ingur bókligar lærugrein-
ar.
TI og TII tekur eitt år,
og síðani kunnu næming-
arnir fara víðari til tek-
niskan assistent ella víð-
kaða tøkniroynd, sum tek-
ur tvey ár.
Hetta seinasta er at meta
við stundetapróvg á tekn-
iskum stødi og gevur
Fo ; AR r +11)
TA EFERTTL UL: diviivGu il.
at lesa verkfrødi ella at
fara til aðrar útbúgvingar á
hægri lærustovni, sigur
Arni Clementsen.
Einir sjey-átta lærarar á
Tekniska Skúla undirvísa
í nýggja skúlanum í
Klaksvík og Havn, um-
framt timalærarar, sum
undirvísa í bókligu læru-
greinunum.
Bert fýra kvinnur eru
millum 102 næmingarnir,
sum nú eru jarnir undir
„ nyggju útbúgvingina.
Hóast ungfólk fáa somu
undirvísingartilboð, er
stórsti parturin innan
tekniskar útbúgvingar
framvegis mannfólk.
Savnsmynd)
Dagny"
SS