týsdagur 11. august 1992síða 11
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr, 149 — 11. august 1992
Bjarni Wilhelm, stjóri á Elektron sigur seg ikki
ivast i, at Elektron kann veita peningastoynunum
ta tænastu, teir hava brúk fyri, og hann vónar, at
Sjóvinnubankin kemur til somu niðurstøðu
| Nýggja bankalógin setur stór krøv til Elektron
i -
| Sjovinnubankin
| kannar hvat onnur
kunnu bjóða
Bankin fer tíðliga í heyst at taka stóðu til um
hann framhaldandi fer at samstarva við
Elektron. Fer bankin frá okkum verður tað
dyggur smeitur fyri Elektron, sigur Bjarni
Wilhelm, stjóri
Í heyst fer Sjóvinnubankin
at taka stødu til, um bankin
framhaldandi fer at sam-
starva við Elektron ella
hann fer sama veg sum
Føroya Banki, - av landin-
um vid sinum EDV-sam-
skifti.
Bjarni Wilhelm, stjóri á
Edvard Heen, umsitingar-
stjóri í Sjóvinnubankanum
sigur, at Sjóvinnubankin
fer tíðliga í heyst at taka
stóðu til framtíðar edv-
samstarv
Elektron váttar, at Sjó-
vinnubankin í løtuni kann-
ar hvat bankin kann fåa ta
tænastu fyri, hann nu fær å
Elektron. Bjarni Wilhelm
sigur, at Elektron må til-
laga edv-skipanina í sam-
band við nýggju bankalóg-
ina, sum kemur í gildi
fyrist í komandi ári. Hann
sigur seg ikki ivasta í, at
Elektron eisini framyvir
kann veita peningastovn-
unum neyðuga tænastu,
eisini í samband við
nýggju bankalógina.
-Men at Sjóvinnubankin
kannar hvat aðrir hava at
bjóða, og fyri hvønn pris,
hevur hann sjálvandi loyvi
til, sigur Bjarni Wilhelm.
Hann sigur seg vóna, at
Sjóvinnubankin kemur til
tað úrslit, at hann verður
verandi í Elektron, tí
annars smuldrar tað heila
sundur, sigur Elektron-
stjórin. Saman við Spari-
kassanum hevur Sjóvinnu-
bankin millum 30 og 40
prosent av øllum virksem-
inum hjá Elektron. Hin
partin hevur Líkningar-
ráðið.
Vil helst vera verandi
Upprunaliga var eisini Før-
oya Banki við í samstarv-
inum við Elektron, men
hesin valdi at fara av
landinum við sínum EDV-
samskifti.
Vit spurdu Edvard Heen,
umsitingarstjóra í Sjó-
vinnubankanum um hesin
fer sama veg sum Føroya
Banki.
-Tað er enn ov tidliga at
siga. Tað einasta vit gera
er at kanna hvussu tey
loysa hesar uppgávur
uttanlands og fyri hvønn
prís. Tá hesar kanningar
eru lidnar tíðliga í heyst,
fara vit at taka stóðu til um
vit framhaldandi vera í
Elektron ella íkki, sigur
Edvard Heen.
Umsitingarstjórin sigur
seg rokna við, at Elektron
er ført fyri at klára upp-
gávuna, og Sjóvinnubank-
in hevur heldur ongar
ætlanir at sleppa samstarv-
inum við Elektron bert fyri
at vinna nakrar fáa krónur.
-Tað, at Elektron verður
í vanda sum eitt stórt
arbeiðspláss og tað, at vit
varðveita EDV-serfrødi í
Føroyum, vigar sera tungt
tá vit taka okkara stóðu
sigur, Edvard Heen, umsit-
ingarstjóri í Sjóvinnubank-
anum.
tór.-
Bláa bluknið stolið
Hvat er ein politibilur uttan ba-bu og blátt blunk? -
Meiria ella minni skerdur, men soleiðis er vorðið
við einum av politibilunum í Suðuroy. Har hevur
onkur um vikuskiftið stolið bláa blunkið av einum
av bilunum hjá politinum. Politiið sigur, at hetta er
ikki fyrstu ferð, at hetta hendir, so nú fara teir at
finna sær annað patent at festa ávarðingarljósið
uppá.
Síða 11
tór.-
Fólk tyrptust um
loppurnar í HOsvik
Loppumarknaðurin til frama fyri bygdarhúsið í
Hósvík gay 20.000 krónur. Eitt gott ískoyti til
bygdarhúsið, sum verður liðugt um einar tveir
mánaðir
Um einar tveir mánaðir
kunnu hósvíkingar av ál-
vara taka nýggja bygdar-
húsið í nýtslu. Tá rokna
tey við at tað, sum enn
restar í, verður liðugt.
Tað er bygdarfelagið
Varðin, sum hevur staðið
fyri byggingini og teimum
tiltøkum, sum longu eru
farin fram í húsunum.
Hetta fyri at útvega so
mikið av pengum, at lánini
ikki verða teimum ov stór.
Leygardagin skipaði
bygdarfelagid fyri loppu-
marknaði, køkutombola og
ødrum tiltøkum í húsun-
um. Ann Christiansen, for-
kvinna í bygdarfelagnum
sigur seg vera sera væl
nøgda við úrslitið. Fólk
komu langa leið ul Hós-
vikar at vera við í ultøk-
unum, og tá dagurin var
av, og allar útreiðslur
tiknar frá, lógu einar
20.000 krónur eftir í kass-
anum. Hetta kemur væl
við nú vit fara undir at
gera tað liðugt, sum í rest-
ar, sigur Ann Christiansen.
Forkvinnan sigur seg
rokna við, at tá húsini
standa liðug, skylda tey
umleið 650.000 krónur.
Hetta er bíliga sloppið.
Millum annað takkað verið
stuðli frá landinum, leigu
av grundøki frá komm-
ununi, og ikki minst ti
góða stuðli bygdarfólkið
hevur veitt húsinum við
millum annað nógvari
sjálvbodnari arbeiðsmegi.
Ann Christiansen vónar,
—
Ann Christiansen
at tey fáa eitt virki felags-
lív í húsunum nú tey verða
liðug, ti møguleikarnir
skuldu verid so g6dir sum
nakrastadni. At gjalda fast-
ar útreiðslur fyri fara tey at
skipa fyri ymiskum til-
tókum. Fyrsta tiltakið, eftir
at húsini verða liðug, verð-
ur ein basarur, sum
væntandi verður einaferð í
oktober mánað. tór.-
sie PA
+ met er
TIL:
hb